mánadagur 4. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2007
- Hevði landskassin
fingið 300 miljónir
krónur fyri veiðirætt-
indi um árið, kundi
skatturin hjá hvør-
jum einstøkum skatt-
gjaldara verið lækkað-
ur við 12.000 krónum
um árið. Hjá einum
húsarhaldi hevði het-
ta soleiðis svarað til
24.000 krónur um
árið, sum er nógvur
peningur at disponera
yvir aftrat, sigur Kári
Petersen
VeiðiloyVi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kári Petersen, búskapar
frøðingur, heldur, at tað,
sum hevur verið avgerandi í
broytingini í lógini um vin
nuligan fiskiskap hesaferð,
er, at møguleikin hjá tí
almenna at taka pening fyri
veiðiloyvi, sum tíðin líður,
ikki gjørdist verri, enn hann
var fyri lógarbroytingina.
Vit hava havt væletabler
aða rættarpraksis, at tá tú
keypir skip við loyvum,
hava feløg havt brúksrætt –
og ikki ognarrætt – til hesi
loyvi í eitt ávíst áramál, og
tað eru hesi viðurskifti, sum
í nýggju broytingini ikki
máttu gerast verri.
Eingi endurgjøld
Eisini var avgerandi í lógar
broytingini, sigur Kári Pet
ersen, at feløg, sum reka
vinnu, ikki fáa møguleikan
at reisa endurgjaldskrøv
móti landskassanum fyri
mist ella skerd rættindi.
Við nýggju broytingini
kann landsstýrið skipa so
fyri, at veiðiloyvi kunnu tak
ast aftur, tá árið 2017 rennur
út. Hesi kunnu tá útskrivast
av nýggjum, samstundis
sum peningur tá kann takast
fyri rættindini, sigur hann.
Kári leggur dent á, at tað,
sum var avgerandi at stað
festa í broytingini, var, at
tað er landið, sum framvegis
eigur rættindini til fiskiríki
dømi – at hesi framhaldandi
eru ogn Føroya fólks.
300 miljónir kr.
Búskaparfrøðingurin vísir
á, at nógv skip og loyvir eru
“handlaði” seinastu árini.
Við hesum sølum sum
grundarlagi, hevur verið
roknað út, at veiðiloyvini
eru verd einar 300 miljónir
krónur um árið. Hesar milj
ónirnar eru munur millum
tað, sum sjálvi skipini eru
verd og tað, sum skip og
loyvir eru seld fyri tilsam
ans. Á henda hátt kanst tú
óbeinleiðis rokna út, hvat
fiskirættindini eru verd, sig
ur Kári Petersen.
Orðingin í upprunaliga
uppskotinum
hjá
Bjørn
Kalsø um, at loyvið “verð
ur” endurnýggjað, var av
fleiri ikki hildin at vera nóg
neyv.
Nú er so broytingin hon,
at loyvið “kann verða” end
urnýggjað – og tað er sam
bært løgfrøðingunum, sum
nú hava úttalað seg um
spurningin, avgerandi mun
urin.
Størri rásarúm
Kári Petersen sigur, at hevði
landskassin fingið 300 mil
jónir krónur fyri veiðirætt
indini um árið, kundi skatt
urin hjá hvørjum einstøkum
skattgjaldara – alt annað
líka – verið lækkaður við
12.000 krónum um árið.
Hjá einum hjúnum –
ella einum húsarhaldi –
hevði hetta soleiðis svarað
til 24.000 krónur um árið,
og tað er nógvur peningur
at disponera yvir aftrat,
sum
búskaparfrøðingurin
tekur til.
Hann heldur, at landsstýr
ið skuldi havt fylgt Búskap
arráðnum, sum longu í ár
2000 gjørdi eitt uppskot um
eitt nú fiskidagabanka.
Eg haldi, at hetta var
eitt gott álit, sum Búskapar
ráðið kom við, og høvdu
myndugleikarnir havt framt
hetta í verki longu tá, hevði
landskassin longu havt fing
ið nógvar miljónir fyri veiði
rættindi.
Virðismikil loyvi
Sum eg nevndi, hava sein
astu árini víst, at sjálvi loyv
ini eru nógv verd, tí rættind
ini eru “handlaði” fyri nógv
ar hundrað miljónir síðan
ár 2000.
Kári vísir á søgur, sum
hava gingið um, at eitt nú
stórfelagið í Gøtu, sum eig
ur trý nótaskip, skal hava
fingið í boði eina miljard
fyri síni skip og loyvi.
Um hesi tíðindi eru røtt,
veit eg sjálvsagt ikki, men
eingin ivi er um, at við teim
um prísum, sum skip og loy
vi eru handlað fyri í seinast
uni, eru feløgini hjá Varða
num í Gøtu verd miljardina,
sigur hann.
Kári Petersen vísir
á, at tá ið Framherji keypti
Krúnborg við loyvum fyri
einar 350 miljónir krónur,
var sjálvt skipið helst vert
einar 100 miljónir krónur.
Hinar 250 miljónir krón
urnar eru so fyri tað, sum
loyvini eru verd í 10 ár –
ella einar 25 miljónir krónur
um árið, sigur búskaparfrøð
ingurin.
Kári Petersen, búskaparfrøðingur:
Tilfeingisgjald gevur pláss
til skattalætta
- Hvussu kunnu teir
fáa seg til at rokna við
einum marknaðar-
virði, ið fiskurin hev-
ur í sjónum, áðrenn
fiskimaðurin hevur
fingið fiskin í trolið.
Vita teir ikki, at tað
finst ein útreiðslusíða,
og vita teir heldur
ikki, at almennar
útreiðslur skulu bur-
turav, áðrenn tú nært
til botnlinjuna, spyr
Føroya Reiðarafelag
VeiðiloyVi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hvussu sleppa menn upp
østir framat í fjølmiðlunum
við tølum, sum einki hald
hava í veruleikanum. Teir
eru raskir at síggja inn í
framtíðina og spáa um ríki
dømi, ið liggur fyri framm
an. Hava teir gloymt støð
una í føroyska fiskiflotanum
fyri bert tíggju árum síðan,
har skip lógu svínabundin,
og eingin so mikið sum tor
di at eiga skip, ei hevði
orku til at váða sær í gongd
við vinnu á sjónum.
Soleiðis spyr Føroya Reið
arafelag á heimasíðu síni
um dagarnar.
Felagið spyr víðari, hvað
ani upphæddirnar koma, ið
nevndar verða í miðlunum.
Maður stendur algoystur
í sjónvarpinum og profeterar
um 310 miljardir í loyvis
virðum tey næstu árini. Jú,
roknistykkið er einfalt, men
hvaðani koma tølini?
Og lagt verður aftrat á
heimasíðuni:
Búskaparráðið tosar um
loyvisvirði fyri skipabólkar,
ið als ikki eftir nøkrum seri
øsum kalkulatiónum høvdu
givið eina positiva tilfeing
isrentu.
Felagið
setir
nógvar
spurningar, og ein er, hvus
su hesi fólk kunnu fáa seg
til at rokna við einum mark
naðarvirði, ið fiskurin hev
ur í sjónum áðrenn fiski
maðurin hevur fingið hann
í trolið.
Vita teir ikki, at tað finst
ein útreiðslusíða, og vita
teir heldur ikki, at almennar
útreiðslur skulu burturav,
áðrenn tú nært til botnlinju
na.
Føroya Reiðarafelag spyr
eisini, um tað ikki er komið
teimum til hugs, at sama tól
skal endurnýggjast, og at
íløgur skulu gerast fyri
framtíðina.
Hava teir ikki hoyrt um
allýsingina av tilfeingisren
tuni, ið ikki er sjálvt talið á
botnlinjuni eftir avskriving
ar og almennar útreiðslur,
men samanburðurin við lík
nandi vinnu á landi. Hvussu
nógvir veiðibólkar høvdu
enda skeivu megin nulllinju
na, um roknistykkið var
objektivt og ikki manipuler
andi, sum Føroya Reiðara
felag tekur til.
- Roknistykkið er misvísandi
Kári Petersen heldur, at landsstýrið skuldi havt fylgt
Búskaparráðnum, sum longu í ár 2000 gjørdi eitt
uppskot um eitt nú fiskidagabanka. - Eg haldi, at hetta
var eitt gott alit. Høvdu myndugleikarnir havt framt
hetta í verki longu tá, hevði landskassin longu havt
fingið nógvar miljónir fyri veiðirættindi
Auto uttan bensinsølu
Eftir at hava selt bensin í meira enn 50 ár er bensinsølan hjá
bilstøðini Auto í Havn latin aftur. Auto hevur øll árini selt bensin alt
døgnið, men í dag ber til at keypa bensin við gjaldskorti á flestu
bensinstøðunum. Auto hevur selt bensin síðan 1956, tá nýggja
støðin, sum var bygd í samstavi við P/F Shell, varð tikin í brúk. Í
1992 var nýggjur sáttmáli gjørdur við oljufelagið Statoil um bensin
og oljusøluna. Nú fáa vit eisini betri umstøður uttan fyri støðina, tá
bensin og oljupumpurnar vera tiknar burtur, og vit koma at leggja
størri dent á kioskina við t.d. størri vøruúrvali, og koma vit
framvegis at veita kundunum okkara eina góða tænastu á høgum
støði, sigur Petur Splidt, stjóri í Auto.
Lærarafelag fingið portal
Síðan aðalfundin í 2006 hevur verið arbeitt fram
ímóti, at ein portal fyri alt virksemið hjá Føroya
Lærarafelag. Og tað er ikki so lítið, tí umframt sjálvt
felagið reka tey eisini Bókadeildina, bókaklubban,
Strok, Skúlablaðið og nú eisini Bókamiðsøluna.
Hesin portalur er nú komin, og lærarafelagið vónar,
at at portalurin fer at vera til mikið gagn hjá
lærarum, børnum og øllum teimum, sum hava áhuga
fyri skúlaviðurskiftum og bókum.