mánadagur 4. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2007
Sjálvt um lokala
sjúkrahúsleiðslan
ikki longur er bak
bundin av sterkum
politikarum og
læknum, er tørvur
á víðfevndum
ábøtum. Hetta heldur
umjónarmaðurin á
Klaksvíkar Sjúkra
húsi, sum hevur verið
við at skriva tilmæli
til landstýrismannin
í Heilsumálum um
millum annað størri
avrikstýring og betri
starvsfólkamenning
sjúkrahúsálitið
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Nýggja sjúkrahúsálitið legg
ur upp til, at alt tað føroyska
sjúkrahúsverkið
verður
samlað undir einari leiðslu.
Álitið, sum leiðarnir á teim
trimum
sjúkrahúsunum
hava orðað, leggur dent á,
at sjúklingurin skal vera í
fokus,
samstundis
sum
starvsfólkamenning
og
starvsfólkatrivnaður verða
sett í hásæti.
Sosialurin hevur tosað
við núverandi og fyrrverandi
stovnsleiðarar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi um at reka
sjúkrahús fyrr og nú og um
tørvin á hugburðs- og bygn
aðarbroytingum.
Heri Ellingsgaard, sum
hevur verið umsjónarmaður
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
síðani 1984, heldur tað vera
týdningarmikið, at tilmælini
í álitinum verða gjøgnum
førd.
- Vit mangla ein yvirorn
aðan myndugleika og størri
avrikstýring. Í dag reka vit
sum tongul í brimi. Vit fáa
ein posa av pengum, og ein
asta krav er, at tølini skulu
stemma, tá árið er úti. Um
eg velji at brúka pengarnar
til eina útferð fyri øll starvs
fólkini heldur enn fleiri
skurðviðgerðir er í roynd
og veru bara upp til okkum
sjálvi.
- Hetta er ikki bara ein
spurningur um meira stýr
ing, men eisini ein møgu
leiki at fáa størri viðurkenn
ing. Í dag fáa vit ongantíð
rós fyri at fáa so nógv fyri
pengarnar, sum vit í roynd
og veru gera, sigur umsjón
armaðurin á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
- Ein felags leiðsla styrkir
eisini lokalu leiðslurnar, tí
tær kunnu vísa til krøv
omanífrá.
Og hóast trýstið á leiðsl
urnar í dag ikki kann saman
berast við fyrr, tá lokalu
sjúkrahússtýrini ráddu, so
heldur Heri Ellingsgaard
tað framvegis vera tørv á
ábøtum.
Mamy Rasmussen, sum
var umsjónarkvinna – ella
inspektør sum tað tá æt – á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá
1955 til 1984, greiðir frá
um tað vald, sum politikarnir
høvdu
ígjøgnum
lokalu
sjúkrahússtýrini.
-
Politikarnir
brúktu
sjúkrahúsið til at profilera
seg sjálvar og prógva egið
vald. Samstundis brúktu
læknar politikarnar sum
jarnbrot at fáa síni ynski
ígjøgnum. Vanliga starvs
fólki, sjúklingarnir og leiðsl
an lógu øll í klemmu í mill
um hesi bæði vøld.
Heri
Ellingsgaard
er
samdur við Mamy.
- Tá eg byrjaði, lenaði eg
meg nógv upp at teim
lokalu, meðan Mamy meira
kendi, at hon arbeiddi fyri
landsmyndugleikan.
Men
úrslitið var tað sama. Vit
hava verið sum lús millum
tvær negl.
- Sjálvandi hava sjúkra
hússtýrini eisini góð úrslit
at vísa á, sigur Mamy Ras
mussen, men eg eri so kedd
um øll ofrini. Starvsfólk
fóru í hundarnar, tí tey vóru
so hart kroyst. Eg leggi ikki
so nógv í meg sjálvan, tí eg
havi tað gott. Men eg hugsi
ofta um mong av teimum,
sum eg arbeiddi saman við,
sigur Mamy Rasmussen
hugsunarsom og fortelur so
flennandi:
- Tá eg hevði móttøku í
samband við, at eg fór frá
sum umjónarkvinna, fekk
eg blómutyssi frá einum
politikara. Eg segði við
hann, at hann heldur skuldi
Smáu sjúkrahúsini
80 ára gamla Mamy Rasmussen minnist
tíðina sum umsjónarkvinna sum eina
strævnað tíð, har hon varð kroyst av
bæði læknum og politikarum
Myndir: Høgni Thomsen
Nøgdsemiskanningar
Henda mánaðin fáa umleið 1000 fólk sendandi
spurnaðarblað, har tey verða spurd um, hvussu tey hava
upplivað tær veitingar og tænastur, ið tey fingu sum
sjúklingar á føroysku sjúkrahúsunum.Endamálið við
tílíkum kanningunum er at fáa eitt grundarlag undir at
betra um dygdina á teimum tænastum, ið sjúkrahúsini
veita sjúklingum. Ætlanin er, at sjúklinganøgdsemiskanni
ngar verða gjørdar afturvendandi annaðhvørt ár, soleiðis
at tað ber til at vísa á, hvørt ábøtur eru framdar á økjum,
sum sjúklingarnir hava verið ónøgdir við.
Sjúkrahúsálitið
Í ápril mánaði handaði ein samdur arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í
almanna- og heilsumálum álitið um ”Framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum”.
Álitið lýsir verandi støðu í sjúkrahúsverkinum og við støði í hesum eru
tilmæli gjørd um, hvussu eitt framtíðar sjúkrahúsverk skal skipast. Eisini
hevur bólkurin viðgjørt, hvørjar funktiónir eiga at vera á ávikavist
Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, og í
hvønn mun talan eigur at verða um samskipaðar funtiónir. Eftirfylgjandi
aðalorðaskifti vísti, at politikarnir vóru jaligir fyri tilmælunum í álitinum.