Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2007 Sjálvt um lokala sjúkrahúsleiðslan ikki longur er bak­ bundin av sterkum politikarum og læknum, er tørvur á víðfevndum ábøtum. Hetta heldur umjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi, sum hevur verið við at skriva tilmæli til landstýrismannin í Heilsumálum um millum annað størri avrikstýring og betri starvsfólkamenning sjúkrahúsálitið Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Nýggja sjúkrahúsálitið legg­ ur upp til, at alt tað føroyska sjúkrahúsverkið verður samlað undir einari leiðslu. Álitið, sum leiðarnir á teim trimum sjúkrahúsunum hava orðað, leggur dent á, at sjúklingurin skal vera í fokus, samstundis sum starvsfólkamenning og starvsfólkatrivnaður verða sett í hásæti. Sosialurin hevur tosað við núverandi og fyrrverandi stovnsleiðarar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi um at reka sjúkrahús fyrr og nú og um tørvin á hugburðs­ og bygn­ aðarbroytingum. Heri Ellingsgaard, sum hevur verið umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðani 1984, heldur tað vera týdningarmikið, at tilmælini í álitinum verða gjøgnum­ førd. ­ Vit mangla ein yvirorn­ aðan myndugleika og størri avrikstýring. Í dag reka vit sum tongul í brimi. Vit fáa ein posa av pengum, og ein­ asta krav er, at tølini skulu stemma, tá árið er úti. Um eg velji at brúka pengarnar til eina útferð fyri øll starvs­ fólkini heldur enn fleiri skurðviðgerðir er í roynd og veru bara upp til okkum sjálvi. ­ Hetta er ikki bara ein spurningur um meira stýr­ ing, men eisini ein møgu­ leiki at fáa størri viðurkenn­ ing. Í dag fáa vit ongantíð rós fyri at fáa so nógv fyri pengarnar, sum vit í roynd og veru gera, sigur umsjón­ armaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. ­ Ein felags leiðsla styrkir eisini lokalu leiðslurnar, tí tær kunnu vísa til krøv omanífrá. Og hóast trýstið á leiðsl­ urnar í dag ikki kann saman­ berast við fyrr, tá lokalu sjúkrahússtýrini ráddu, so heldur Heri Ellingsgaard tað framvegis vera tørv á ábøtum. Mamy Rasmussen, sum var umsjónarkvinna – ella inspektør sum tað tá æt – á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá 1955 til 1984, greiðir frá um tað vald, sum politikarnir høvdu ígjøgnum lokalu sjúkrahússtýrini. ­ Politikarnir brúktu sjúkrahúsið til at profilera seg sjálvar og prógva egið vald. Samstundis brúktu læknar politikarnar sum jarnbrot at fáa síni ynski ígjøgnum. Vanliga starvs­ fólki, sjúklingarnir og leiðsl­ an lógu øll í klemmu í mill­ um hesi bæði vøld. Heri Ellingsgaard er samdur við Mamy. ­ Tá eg byrjaði, lenaði eg meg nógv upp at teim lokalu, meðan Mamy meira kendi, at hon arbeiddi fyri landsmyndugleikan. Men úrslitið var tað sama. Vit hava verið sum lús millum tvær negl. ­ Sjálvandi hava sjúkra­ hússtýrini eisini góð úrslit at vísa á, sigur Mamy Ras­ mussen, men eg eri so kedd um øll ofrini. Starvsfólk fóru í hundarnar, tí tey vóru so hart kroyst. Eg leggi ikki so nógv í meg sjálvan, tí eg havi tað gott. Men eg hugsi ofta um mong av teimum, sum eg arbeiddi saman við, sigur Mamy Rasmussen hugsunarsom og fortelur so flennandi: ­ Tá eg hevði móttøku í samband við, at eg fór frá sum umjónarkvinna, fekk eg blómutyssi frá einum politikara. Eg segði við hann, at hann heldur skuldi Smáu sjúkrahúsini 80 ára gamla Mamy Rasmussen minnist tíðina sum umsjónarkvinna sum eina strævnað tíð, har hon varð kroyst av bæði læknum og politikarum Myndir: Høgni Thomsen Nøgdsemiskanningar Henda mánaðin fáa umleið 1000 fólk sendandi spurnaðarblað, har tey verða spurd um, hvussu tey hava upplivað tær veitingar og tænastur, ið tey fingu sum sjúklingar á føroysku sjúkrahúsunum.Endamálið við tílíkum kanningunum er at fáa eitt grundarlag undir at betra um dygdina á teimum tænastum, ið sjúkrahúsini veita sjúklingum. Ætlanin er, at sjúklinganøgdsemiskanni ngar verða gjørdar afturvendandi annaðhvørt ár, soleiðis at tað ber til at vísa á, hvørt ábøtur eru framdar á økjum, sum sjúklingarnir hava verið ónøgdir við. Sjúkrahúsálitið Í ápril mánaði handaði ein samdur arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í almanna­ og heilsumálum álitið um ”Framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum”. Álitið lýsir verandi støðu í sjúkrahúsverkinum og við støði í hesum eru tilmæli gjørd um, hvussu eitt framtíðar sjúkrahúsverk skal skipast. Eisini hevur bólkurin viðgjørt, hvørjar funktiónir eiga at vera á ávikavist Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, og í hvønn mun talan eigur at verða um samskipaðar funtiónir. Eftirfylgjandi aðalorðaskifti vísti, at politikarnir vóru jaligir fyri tilmælunum í álitinum.