mánadagur 4. juni 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2007
húsunum og tað, tey goyma
– ikki minst varaborgar
stjórin, Jógvan Arge.
Petersens Pakkhús
Síðani var stundin komin at
vitja sjálva kunningarstov
una, sum heldur til í einum
gomlum pakkhúsum, Peter
sens Pakkhúsi, sum tað
eitur millum manna.
Pakkhúsið er bygt í 1787,
upprunaliga at turka fisk í,
men seinni varð tað umbygt
soleiðis, at tað kundi húsa
fyrsta handli, sum menn
vita um í Nólsoy. Petersen
sjálvur hevði eisini handil,
men hesin var í hansara
egnu sethúsum, sum í dag
eru friðað. Parið, ið fer at
standa fyri kunningarstov
uni, hava umvælt húsini hjá
Petersen í gomlum stíli og
búgva har í dag.
Upprunaliga var tað ikki
fyri at rúma kunningarstovu,
at Eirikur Sundar Hansen
byrjaði at ganga á gamla
eigaran av Petersens Pakk
húsi fyri at fáa hann at selja
sær bygningin. Eirik er
vorðin svágur Ova Joensen,
sála, og tað var fyri at
tryggja
bátinum,
Dianu
Victoriu, trygt og nássligt
høli, at Eirikur keypti pakk
húsið.
Men síðani kom hann við
í tann arbeiðs og áhuga
bólkin, sum Tórshavnar
Kommuna eftir áheitan frá
Kristin Holm, sála, fekk
sett á stovn. Harfrá mentist
tankin um, at gera Petersens
Pakkhús
til
kunningar
stovu.
Í dag virkar pakkhúsið so
sum »museum« fyri báti
num hjá Ova í kjallaranum
og sum kunningarstova á
miðhæddini. Á loftinum
verður so køkur og toilett.
Tað má sigast, at áhuga
bólkurin hevur verið ógvu
liga ágrýtin og hevur lagt
ótrúligar kreftir í, ógvuliga
væl stuðlað av einari eld
hugaðari Randi Frederiks
berg,
vinnuráðgeva
hjá
Tórshavnar Kommunu. Í
góðum samstarvi hava tey
bygt alt hetta upp, og drúgva
fyrireikingararbeiðið merk
ir vónandi, at móttøkan á
kunningarstøðini í Nólsoy í
gjár bara er byrjanin til
stóru ætlanina um Nólsoy,
sum eina ferðavinnuoyggj.
Fleiri tilboð
á skránni
Umframt gomlu Brunnahúsini og onnur
áhugaverd støð, eru nakrir gongutúrar á
skránni hjá nýggju kunningarstovuni
FERÐAVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ætlanin hjá ferðavinnuáhugaðum í Nólsoy er meiri og
annað enn bert at veita ferðandi ein kaffimunn og tak
yvir høvdið, meðan tey bíða eftir Rituni. Umframt
áhugaverdu støðini í bygdini, Brunnhúsini og
heimavirkissølu, eru fyribils tríggir gongutúrar á
skránni.
Longsti túrurin er sum vera mann túrurin út á
Borðuna, sum tekur minst tríggjar tímar. Men hetta er
eisini ein áhugaverdur túrur, har tú sær heimsins
einaferð størsta vita. Á túrinum er eisini vakurt útsýni
yvir Havnina, Glyvursnes, Kirkjubøreyn og til deils
Sandoynna.
Aðrir túrar eru eisini. Ein er niðan í Skip, sum tað
verður kallað. Har er eins og ein verjubakki upp fyri,
og sagt verður, at nólsoyingar flýddu niðan har at
krógva seg, tá sjórænaraskip nærkaðust. Tað er eisini
harfrá, at nólsoyingar á sinni rullaðu grót eftir
sjórænarum, sum høvdu elt teir, við tí úrsliti, at
sjórænararnir hildu undan – ein misti enntá byrsuna,
sum tann dag í dag er í varðveitslu í Nólsoy.
Triði túrurin er tann lættasti og gongur niðan á Flagg
stongina, sum er norðan og eystanvert bygdina. Hetta
sigst vera fyrsti vitin, ið bygdur er í Føroyum, og er
ein rundingur, laðaður upp av gróti, áleið tríggjar
metrar høgur. Omaná var ein flaggstong sett við flaggi,
sum skip so kundu meta seg eftir, tá tey komu uttan av
havi eystanífrá.
Toftirnar í Korndali, sonevndu prinsessutoftirnar,
eru eisini partur av skránni, og seinni er so ætlanin at
víðka tilboðini við øðrum túrum. Vælumtóktu
drunnhvítatúrarnir hjá Jens Kjeld Jensen eru sjálvandi
eisini partur av skránni.
raðfestast høgt
Kvinnurnar ynskja
eitt valdømi
Kvinnusamskipan Føroya heitir á løgtingið, um at taka undir við
uppskotinum um at skipa Føroya sum eitt valdømi. Hetta var samtykt
við stórum meiriluta á ársfundi hjá Kvinnusamskipan Føroya, sum
var hildin á Toftum leygardagin. Vallógin má broytast soleiðis, at
Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, sigur Kvinnusamskipan
Føroyar í tíðindaskrivi, sum Kvinnufelagssamskipan Føroya,
Kongshavnar Kvinnufelag, Tofta Kvinnufelag, Kvinnufelagið í Havn
og Skála Kvinnufelag standa sum avsendarar fyri.
Urguleikarar stuðlar
MLF
Urguleikarafelagið heitir á Føroya Løgting um at fáa aftur
í lag skipanina við ferðapeningi til
musikkskúlalærararnar. – Tað hevur sera stóran týdning,
at næmingar um alt landið fáa frálæru í tónleiki. Hetta er
partur av bygdamenningini og átti at verið ein sjálvfylgja,
sigur Urguleikarafelagið í áheitan senda fjølmiðlunum.
Tríggjar teirra, sum arbeiða við
ferðavinnu í Nólsoy. Jana Holm,
Sonja Heritsdóttir, sum verður
dagligur leiðari á kunningarstovuni
saman við Nicolaj Falk, og Guðrun
Hansen
Jóannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, prátar við borgarstjóran, Heðin Mortensen, inni á nýggju
kunningarstovuni