Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 104 - 4. juni 2007 tíðindi Tiltakið Vilt í Suðuroy fór fram fríggjakvøldið og bæði gestir og fyrireikarar lata væl at tiltakinum Tiltøk Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Finn Johannessen, Johs. Andreasen, D. Olsen Vilt í Suðuroy fór av bakka­ stok­ki í Vági fríggjadagin. Skrá­in byrjaði klokkan 18 við at gomlu grindabátarnir og onnur før stevndu inn eft­ ir fjørðinum. Ljómur sang um­borð á sluppini Johonnu og so var hol sett á rúg­vu­s­ mik­­lu skránna, ið fevndi um bæði sølutorg, mó­ta­sýn­ ing, skúmbað til børn, yms­ ar kappingar, politikarar, ið má­la­ðu list, kvøldseta og tú­na­dans­ur. Veðrið var gott; stilli og turt og gjørdi hetta sítt til, at tiltakið eydnaðist væl. Fólk tók væl undir við nýgg­ ja tiltakinum og nógv fólk leit­aðu til øll tiltøkini. Dan Djurhuus og Finn Jo­han­ne­s­sen, fyrireikarar, eru sera væl nøgdir eftir stó­ ra tiltaki. - Vit høvdu sett nøsina upp ímóti einum hug­na­lig­ um tiltaki, ið kundi gerast aft­ur­vendandi. Vit tí stóru lut­tøk­uni og tí góða lagnum, ið var fríggjakvøldið, er ong­in ivi frá okkara síðu, at het­ta var sera væleydnað. Tað er gleðiligt at so nógv ko­mu til tiltøkini og at fólk úr allari oynni virkaðu við, vit­j­­aðu og stuðlaðu. Vit eru takk­sam­ir fyri stuðulin frá Vágs Kommunu, Føroya Ban­ka, Strandferðsluni og Suð­ur­oy­ar Sparikassa. Nú fa­ra vit so at eftirmeta til­ tøk­ini, skránna og heildina, og so taka vit støðu til hvat síð­ani skal henda. Vit vóna sjálv­andi at fáa hetta aftur­ ven­d­andi, men so krevst at bygd­ir­nar eisini spíla seg út og bjóða seg fram. Tað er vilt í Suðuroy - og tað var tað sanniliga eisini frígg­ja­ kvøld­ið, siga Finn og Dan. Vilt í Suðuroy eyd­ nað­­ist sera væl