Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 104 - 4. juni 2007 tíðindi Tiltakið Vilt í Suðuroy fór fram fríggjakvøldið og bæði gestir og fyrireikarar lata væl at tiltakinum TilTøk Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Finn Johannessen, Johs. Andreasen, D. Olsen Vilt í Suðuroy fór av bakka­ stokki í Vági fríggjadagin. Skráin byrjaði klokkan 18 við at gomlu grindabátarnir og onnur før stevndu inn eft­ ir fjørðinum. Ljómur sang umborð á sluppini Johonnu og so var hol sett á rúgvus­ miklu skránna, ið fevndi um bæði sølutorg, mótasýn­ ing, skúmbað til børn, yms­ ar kappingar, politikarar, ið málaðu list, kvøldseta og túnadansur. Veðrið var gott; stilli og turt og gjørdi hetta sítt til, at tiltakið eydnaðist væl. Fólk tók væl undir við nýgg­ ja tiltakinum og nógv fólk leitaðu til øll tiltøkini. Dan Djurhuus og Finn Johannessen, fyrireikarar, eru sera væl nøgdir eftir stó­ ra tiltaki. ­ Vit høvdu sett nøsina upp ímóti einum hugnalig­ um tiltaki, ið kundi gerast afturvendandi. Vit tí stóru luttøkuni og tí góða lagnum, ið var fríggjakvøldið, er ongin ivi frá okkara síðu, at hetta var sera væleydnað. Tað er gleðiligt at so nógv komu til tiltøkini og at fólk úr allari oynni virkaðu við, vitjaðu og stuðlaðu. Vit eru takksamir fyri stuðulin frá Vágs Kommunu, Føroya Banka, Strandferðsluni og Suðuroyar Sparikassa. Nú fara vit so at eftirmeta til­ tøkini, skránna og heildina, og so taka vit støðu til hvat síðani skal henda. Vit vóna sjálvandi at fáa hetta aftur­ vendandi, men so krevst at bygdirnar eisini spíla seg út og bjóða seg fram. Tað er vilt í Suðuroy ­ og tað var tað sanniliga eisini fríggja­ kvøldið, siga Finn og Dan. Vilt í Suðuroy eyd­ naðist sera væl