mánadagur 4. juni 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
Ferguson minnist enn Toftir
Skotski landsliðsskiparin, Barry Ferguson, hevur avgjørt ikki góð
minni um seinastu ferð sína til Svangaskarð. Ta ferðin vóru skotar
hepnir at sleppa heim við 2-2 javnleik. - Tað var ein av ringastu
døgunum í míni tíð sum spælari. Fólk vænta, at tú skalt vinna trygt,
men tað megnaðu vit ikki. Tað var ein smalur vøllur, har undirlendið
ikki var av tí besta, men serliga í fyrra hálvleiki spældu vit undir alt
lágmark. Og vit eru sannførdir um, at talan ikki skal verða um
endurøku hesaferð, sigur Barry Ferguson við TeamTalk.
Súni heldur fram í AaB
Súni Olsen longdi fríggjadagin sáttmálan við felag sítt
AaB. Talan er um ein eittára sáttmála. Tað váttar Jákup í
Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Súna Olsen.
Formaðurin í GÍ, Andreas Poulsen, segði fríggjadagin , at
tað hevði stóran týdning fyri seg, at hetta greitt undan
dystinum leygardagin. – Vit eru errin av, at ein spælari
hjá okkum stendur seg somikið væl. Og vit løgdu nógv
fyri, soleiðis at Súni einans hevði landsdystin at hugsa
um, tá spælararnir fyrireikaðu seg til dystin móti
heimsmeistarunum, segði GÍ-formaðurin
Lyngby
næstan í
superliguni
Full úrtøka til eitt
annað av botnliðn
um hevur í dag
lagt størri trýst á
Fremad Amager í
botninum
DANMARK 1.
DEILD
Jákup Mørk
Christian
Lamhauge
Holst og Atli Danielsen
hvíla seg í dag saman
við øllum hinum, sum
framdu dyggiligt avrik á
Tórsvølli leygarkvøldið.
Liðfelagarnir hjá teim-
um báðum hava í dag
spælt. Oddaliðið Lyng-
by vitjaði tíðliga seinna-
partin Frem í Valby.
Seinastu tíðina hevur
tað gingið væl hjá Frem,
men í dag megnaðu teir
einki at gera við Lyngby.
2.474 vóru eygnavitni, tá
ið felagið hjá Christian
Lamhauge Holst vann 3-
0. Kim Aabech skoraði í
5. og 42. minutti, og Tobi-
as Mikkelsen í 61. min-
utti. Tað resta trý umfør,
og Lyngby er átta stig
frammanfyri AGF og
Fredericia. Harvið hevur
Lyngby meiri enn annað
beinið í superliguni.
Sigurin í dag var ser-
liga kærkomin. Lyngby
hevur tvær tær seinastu
ferðirnar spælt javnt.
Tað hevur borið við sær
tos um, at teir í Lyngby
høvdu fingið gummi-
bein, nú uppflytingin til
superliguna var so nær
við. Í botninum varð
meiri trýst lagt á Frem-
ad Amager, sum tó ikki
skal í eldin í dag. Bra-
brand, sum var aftast av
øllum, vann 1-0 á Aar-
hus Fremad, sum eisini
er í vanda at flyta niður.
AB og Fremad Amager
hava spælt 26 dystir, og
hini hava spælt 27 dyst-
ir. Dysturin hjá Fremad
Amager varð útsettur,
tí tveir av spælarunum
vóru burtur í landsliðs-
ørindum. Teir eru Andr-
ew av Fløtum, sum var
í Føroyum, og Jónas
Tór Næs, sum var við
U21-landsliðnum.
Venjararnir siga seg
vera væl nøgdar við
føroyska avrikið í
fyrsta U21 undan
kappingardystinum
nakrantíð, sum Føroy
ar hava verið partur í
FótboLtuR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Løtan stóð í skugganum av,
at heimsmeistararnir vitjaðu
í Føroyum. Men tað eigur
ikki at fara aftur við borðin-
um, at nýtt blað í føroyskari
fótbóltssøgu varð skrivað
leygarkvøldið, tá ið Føroyar
fyri fyrstu ferð nakrantíð
vóru partur av U-21 undan-
kappingardysti.
Heðin
Askham,
Bill
Jacobsen og teirra ungu
menn vóru 75 kilometrar
uttanfyri Sarajevo, har før-
oyska liðið, sum var mann-
að við nógvum spælarum
úr Formula deildini, tapti 2-
0 ímóti Kroatia.
Málini vóru skorað í 23.
minutti og í yvirtíðini. Í
fyrra førinum var Rukavina
leysur á brotsteigarmarkin-
um, og í seinna førinum var
innskifti Ivan Begovic fyrst-
ur á innleggi úr høgru.
Føroyska ferðalagið, sum
nú er komið til Albania, har
dystur verður mikukvøldið,
er ikki fallið í fátt. Teir siga
seg vera nøgdar við avrikið
og úrslitið í Kroatia.
- Á okkara liði vóru tveir
spælarar úr næstbestu deild-
ini í Danmark, og teir flestu
av hinum hava royndir úr
Formula deildini. Felags
fyri teir allar er, at teir hava
spælt á yngru landsliðunum.
Tí vita teir, hvat tað snýr
seg um, sigur Bill Jacobsen
av Balkan, og hann heldur
fram:
- Útgangsstøðið hjá okk-
um var at hava nógv fólk
aftanfyri bóltin. Levi Hans-
sen var bindilið millum
verjuketuna og miðvøllin.
Har var hann, inntil hann
orsaka av skaða ikki kom á
vøllin eftir steðgin. Tá var
Kristoffur Jacobsen, sum
hevði verið einsamallur í
álopinum, settur í hetta
plássið, meðan Magnus
Olsen varð settur inn í álop-
ið. Tá ið Pætur Jørgensen
fór av vøllinum, fór Magnus
á miðvallarplássið í høgru,
og tá kom Tummas Hans
Rubeksen inn í álopið.
Hvussu
var
dystar
gongdin?
- Ferðin var støðugt høg.
Okkara setningur var at
byrgja upp fyri eyðkenda
Balkan smáspælinum og
skjótu
flytingunum.
Vit
vóru væl skipaðir, og tað
eydnaðist væl at spæla nógv
og sparka lítið, tá ið vit
fingu fatur á bóltinum. Teir
høvdu einar seks góðar
royndir ímóti okkara máli,
og tað mugu vit rokna við.
Høvdu
okkara
nakrar
royndir?
- Kristoffur Jacobsen varð
spældur inn um verjuna í 37.
minutti. Skotið varð parerað
til horna, og í tí støðuni stóð
Einar Hansen, ið annars var
sera drúgvur, væl fyri, men
einki
spurdist
burturúr.
Gamla søgan er framvegis
galdandi, altso at tað knípir á
síðsta triðinginum. Vit eru
ikki nóg stinnir í umstillings-
spælinum,
sigur
Bill
Jacobsen.
Saman við Kroatia og
Føroyum eru Albania og
Italia í bólkinum. Fríggja-
kvøldið vann Italia 4-0 á
heimavølli ímóti Kroatia.
Mikukvøldið skulu Føroyar
spæla í Tirana í Albania.
Fakta um dystin
Kroatia-Føroyar 2-0
U-21 EM undankappingar-
dystur
Á NK Varteks stadion í
Varazdin í Kroatia leygar-
dagin 2. juni 2007 kl. 16.30
1-0: Ante Rukavina 23.
2-0: Ivan Begovic 90.
Dómarabólkur av Malta:
Anthony Zammit, Joseph
Camilleri, Mariano Debono
og Chris Lautier
3000 áskoðarar
Kroatia: 1. Filip Loncaric –
2. Domagoj Vida, 5. Kristijan
Ipsa, liðformaður, 6. Josip
Mizic (Dejan Louren, 8.), 3.
Denis Glavina – 8. Ivo
Ilicevic, 10. Miljenki Bosnjak
(16. Ivan Begovic, 46.), 11.
Drago Gabric (18. Davor
Kukec, 62.), 4. Marko Dinjar
– 7. Ante Rukavina, 9.
Tomislav Busic
Gult kort: Domagoj Vida
Føroyar: 1. Gunnar Nielsen,
liðformaður – 2. Jónas þór
Næs, 4. Jóhan Troest David-
sen, 5. Poul Thomas Dam, 3.
Einar Hansen – 15. Pætur
Jørgensen (18.Tummas Hans
Rubeksen, 66.), 8. Bogi Løkin,
6. Levi Hanssen (14. Magnus
Olsen, 46.), 9. Emil Nolsøe
Leifsson, 7. Jóhan V. Gunnars-
son (12. Fritleif í Lambanum,
88.) – 17. Kristoffur Jacobsen
Á beinkinum uttan at verða
skiftir inn: 16. Símun Rógvi
Hansen, 10. Sølvi Vatnhamar,
11. Jón Krosslá Poulsen, 13.
Sigmund Jacobsen.
Gult kort: Jónas þór Næs
Komu undan skotriðunum á Balkan
Hóast tað kókaði
millum tey 6.000 á
Tórsvølli seinasta
korterið, so helt
landsliðsvenjarin
sjálvur, at hann sjáld
an hevur verið so
róligur, sum hann var
tað hesaferð
FótbóLtuR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sjáldan man ein føroyskur
landsliðsvenjari hava verið
meira nøgdur, enn Jógvan
Martin Olsen var leygar-
kvøldið. Gaman í gjørdist
talan enn eina ferð um eitt av
teimum tepru tapunum. Men
verður hugsað um tungu
byrjanina, sum landsliðið
hevur havt undir leiðsluni hjá
Jógvani Martin, og um mót-
støðuna, sum hesa ferð var
tann sterkast møguliga, so
var 1-2 á heimavølli væl og
virðliga til at liva við.
Sjálvt ikki, tá Rógvi Jac-
obsen eitt lítið korter fyri
leik lok stútaði bóltin í kass-
an, fór pulsurin hjá Jógvani
Martin í topp.
- Eg haldi ongan tíð, at eg
havi verið somikið róligur
upp til ein dyst, sum eg var
tað hesaferð. Eftir at vit
høvdu etið døgurða í dag
slappaðu vit av, og eg
nevndi nevnliga fyri John,
at eg helt, at pulsurin fór
niður um tey 40.
- Eg visti, at allir menn
vóru tendraðir og konsentrer-
aðir. Á taktik-fundinum nýtt-
ist orðið bara at vera hálv-
talað, so lurtaðu allir, og tá
kennir tú týðiliga, at hetta
verður ein góður dagur.
Eitt tað besta
nakrantíð
Um sjálvan dystin var Jógv-
an Martin eisini væl nøgdur.
Bæði viðvíkjandi upplegg-
inum. Mátanum sum spæl-
ararnir útintu hetta. Og so
sjálvum leikliga avrikinum
á vøllinum.
- Eg var serstakliga fegin
um, at avgerð okkara um at
nýta Christian Høgna í
vinstra
borði
hepnaðist
somikið væl. Og so eisini,
at spælararnir tordu at taka
tann einastandandi møgu-
leika, sum tað er, tá tú spæl-
ir á heimavølli móti heims-
meistarum. Og yvir høvur
vóru allar fyrireikingar júst
so, sum tær skuldu vera. Og
eg vil gjarna rósa øllum
stabinum kring landsliðið
fyri tað arbeiðið, sum teir
hava gjørt.
Um tú skalt taka saman
um tíðina, sum tú hevur
verið á landsliðnum. Hvar
liggur hesin dysturin so?
- Eg havi verið í føroysk-
um landsliðshøpi í eini 10-
11 ár nú. Og eg haldi avgjørt,
at avrikið í dag er eitt tað
besta, sum eg nakran tíð
havi upplivað. Eg haldi ikki,
at eg havi sæð føroyska
landsliðið nakran tíð hevur
spælt betri fótbólt. Fyrsta
korterið eruu vit kanska ikki
nóg vaknir í verjupartinum,
og seinna málið er kanska
dekan ov lætt. Men vit spæla
okkum væl uppaftur.
Um tú skalt velja ein spæl-
ara, sum skaraði framúr.
Hvør skal hesin so verða?
- Allir!
Var púrasta róligur
Ein tann besti dysturin, sum eg nakran tíð havi verið við til á
føroyska landsliðnum. Tað var greiða skoðsmálið, sum Jógvan
Martin Olsen hevði leygarkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen