Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Vit hava áður sæð okkara dreingir kemp­­að, tacklað og strítt seg til flott úr­ slit móti stórum fót­ bóltstjóðum. Men móti Italia var fyrsta ferðin, at føroyska liðið spældi bólt í 90 minuttir, sam­stundis sum gott úr­slit varð fingið móti stórtjóð Spælaraummæli Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. Jákup Mikkelsen, B36, 49 landsdystir/0 mál Tá hugsað verður um mót­ støð­­una, so hevði Jákup merki­ ­­­liga lítið at gera í før­oyska málinum. Varð eins og hin­ir í verjuni púrasta fiks­­er­að­­ur av temjingini hjá In­z­aghi við fyrra málið, men sýndi í aðrar mátar góð­­an mynd­­­ugleika. Seinna mál­ið fekk hann púrta einki gjørt við, og flestu av hinum it­­al­sku møguleikunum megn­­aði Del Piero at sparka langt uppum. 3. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 5/0 Hevur seinastu dystirnar víst, at hann í løtuni helst er besta boðið til vinstra bakk­in. Eisini hóast hetta ikki liggur náttúrligt til hansara. Er fyrst og fremst sterkur at plasera seg rætt í verju­part­inum, og verður tí sjáldan yv­ir­spældur. Fram eftir vøll­in­um verður hann tó sera av­markaður sum høgrabeintur. 4. Atli Danielsen, Frem, 20/0 Var helst tann spælarin, sum kom ringast frá fyrsta part­ inum av dystinum, tá hann fleiri ferðir varð yvir­spæld­ur í høgru. Seinasta kort­erið av fyrra hálvleiki gekk tó betri, og í seinna hálv­leiki taldist hann mill­um avgjørt bestu føroysku spæl­ararnar. Tordi at taka lut í framrættaða spælinum, og átti innleggið til føroyska málið. 5. Jón Rói Jacobsen, AaB, 26/0 Var fyri fyrstu ferð eftir drúgva skaðasteðgin aftur á lands­liðnum, har hann tók sítt náttúrliga pláss undir lið­ini á Óla Johannesen. Var kanska ikki heilt so sann­fø­randi, sum hann onkra tíð hevur verið áður, men helt tó eitt høgt botn­ støði. Og saman um tikið kunnu Føroyar bara fegnast um, at ein av okkara bestu nú er aftur á landsliðnum. 6. Rógvi Jacobsen, HB, 43/8 Er nú bert eitt mál frá mál­ metinum hjá Toda Jónsson. Og tað undirstrikar máltevið og evnið at vera á rætta stað til røttu tíð. Í spælinum var hann eisini ein av lyklaspæl­ ar­unum hjá Føroyum. Ser­ stakliga í luftspælinum, har sjálvt ikki Materazz i kundi kenna seg tryggan. Men eis­ ini á jørðini, har hann sjáld­ an leggur meira fyri, enn hann megnar at útinna. 8. Mikkjal Thomassen, B36, 5/0 Var við støðugum arbeiði ein tann týdningarmesta drív­meg­in í føroyska spæl­ in­um. Vann fleiri bóltar við rástyrki sínari, og ikki minst bæði tordi og vildi hann bjóða seg til í uppbyggjandi spælinum. Kreftirnar tókt­ ust vera gingnar undan móti endanum, tá talan varð um fleiri skeivar sendingar, men eins og restin av liðn­ um ernaðist hann av mál­in­ um hjá Rógva. 9. Jákup á Borg, HB, 50/2 Hevði rundan dag á lands­ liðnum, men sum heild man hetta ikki vera tann dysturin, sum Jákup mest minnist fyri spæl­ið. Var tó væl við fyri steðg­in, men í seinna hálv­leiki gjørdist meira greitt, at formurin í løtuni ikki røkkur til 90 minuttir á lands­liðsstøði. Bað sjálvur um at verða skiftur út, tá hann merkti, at tangin var um at vera tómur. 10. Christian Høgni Jacobsen, HB, 34/2 Hóast hann hesa ferð spældi vinstru megin á miðvøll­in­ um, so var talan um eitt tað besta avrikið, sum Christian Høgni hevur sýnt á lands­lið­ num. Arbeiddi sera væl í verju­­partinum, og stóð sera sterk­­ur í framrættaða spælin­ um, har hann fleiri ferðir bjóð­­­­aði Oddo av á kant­in­ um. Eitt avrik, sum við 100% vissu gevur endurval á kant­­inum til dystin miku­ dagin. 11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 22/1 Var kanska mest óvæntaði brikkurin í byrjunarupp­still­ ingini, og royndi hann við einum veldugum arbeiðs­av­ riki at rættvísgera hetta. Eins og hjá hinum spæl­ar­un­um, so var hugburðurin fram­úr, men ofta leitaði hann dekan ov langt aftur, tá hann hjálpti til í verju­partinum. Hetta tí okkara tá mistu eina møgu­ liga spæl­støð í uppspælinum. Stóra arbeiðsøkið kostaði eisini nógv í orku, og útskift­ ingin í seinna hálvleiki tóktist nátt­úr­lig. 13. Óli Johannesen, TB, 81/1 Tipti enn eina ferð rødd­ir­ nar, sum ikki meta tað vera rætt, at ein landsliðsspælari spælir í næst bestu føroysku deildini. Hevur evni sum fáur at lyfta avrikið á leið 300%, tá hetta er neyðugt, og tað er tað, tá heimsins bestu standa hinumegin mið­linjuna. Spældi við myndug­leika, stýrdi við­ spæl­arum og átt sín avgjørt stóra lut í, at føroyska verj­ an stóð seg somikið væl. Og við sterkum høvuðsspæli rudd­aði hann eisini vanda­ bóltar burtur í fleiri førum. 19. Súni Olsen, AaB, 27/1 Á einum degi, har liðavrikið var fantastiskt, megnaði Súni kortini at skara framúr. Átti mest sum ein fót í øll­ um framrættaðum føroysk­ um spæli, og eisini í verju­ part­inum arbeiddi hann knallh­art. Yvirblikk, bólt­før­ leiki, dirvi og frekleiki eyð­ kendu spælið hjá gøtu­mann­ in­um, sum við hesum undir­ strik­aði sítt púrasta náttúr­ liga pláss sum føroyskur spæl­skipari. Men kanska iðrar hann seg nú um, at sátt­ málin við AaB varð longd­ur dagin fyri landsdystin. 7. Símun Samuelsen, Keflavík 10/1 Fekk seinastu løtuna á vøll­ inum fyri Jákup á Borg, og var eitt frískligt íkast til før­ oyska spælið. Hevur ferð­ ina, sum er so týdningarmikil á hesum støði, og endiliga megnaði hann eisini at vísa, at hann hevur potentiali til landsliðsfótbólt. Er heilt víst ein framtíðar spælari til framrættaðu plássini á lands­liðnum, men í løtuni er tó trupult at síggja, hvør skal skumpast út á beinkin, um Símun skal inn. 14. Christian Lam­hauge Holst, Lyngby, 5/0 Mong høvdu væntað, at Christi­an fór at teljast millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, og við spælinum, sum hann sýndi, prógvaði hann, at tað avgjørt ein upplagdur møguleiki mikudagin. Var ógvuliga beinleiðis og konsekventur í sínum spæli ta løtuna, sum hann var á vøllinum, og var um reppið at krýna dagin við málinum, sum kundi skapt tí heilt stóru sensatiónina. Gloymdu respektina Armenia komið á talvuna Undan hesum umfarinum hevði Armenia ikki skorað eitt tað einasta mál í undankappingarbólki A. Leygarkvøldið eydnaðist teimum í Almaty í Kazakhstan at vinna 2-1, eftir at Armenia í steðginum hevði verið á odda 2-0. Armenia skoraði í 31. og í 39. minutti. Seinna málið var brotsspark. Tveir minuttir fyri leiklok minkaði heimaliðið um munin. Tað var eisini við brots­ sparkið. Armenia hevur fýra stig, sum er sama stigatal sum Aserbadjan. Kazakhstan hevur fimm stig. Oddalið í bólki A eru Póland og Serbia. Portugal, Finnland og Belgia royna eisini at hanga uppií. Nýggjur landsliðsvenjari settur Í tíðindaskrivi frá Svimjisambandinum verður sagt, at nýggja venjarasetanin er partur av teirri langtíðarætlan, sum nú er løgd. Eisini verður sjálvt landsliðs­ arbeiðið endurskoðað, og hesum kemur nýggir venjarin at standa fyri. Nýggi venjarin, Brian Marshall, er breti, og er hann í dag knýttur at íslendska Svimji­ sambandinum. Nú kemur hann so eisini at virka fyri Føroyar, og er avtala gjørd millum Svimjisambondini bæði um hetta. Samstarvið byrjar 1. august, men longu hetta vikuskiftið verður nýggi venjarin í Føroyum og vitjar á venjingar­ leguni, sum oyggjaleikalandsliðið hevur í Tórshavn.