mánadagur 4. juni 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
Vit hava áður sæð
okkara dreingir
kempað, tacklað og
strítt seg til flott úr
slit móti stórum fót
bóltstjóðum. Men móti
Italia var fyrsta ferðin,
at føroyska liðið spældi
bólt í 90 minuttir,
samstundis sum gott
úrslit varð fingið móti
stórtjóð
Spælaraummæli
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
1. Jákup
Mikkelsen, B36, 49
landsdystir/0 mál
Tá hugsað verður um mót
støðuna, so hevði Jákup merki
liga lítið at gera í føroyska
málinum. Varð eins og hinir í
verjuni púrasta fikseraður av
temjingini hjá Inzaghi við
fyrra málið, men sýndi í aðrar
mátar góðan myndugleika.
Seinna málið fekk hann púrta
einki gjørt við, og flestu av
hinum italsku møguleikunum
megnaði Del Piero at sparka
langt uppum.
3. Marni Djurhuus,
EB/Streymur, 5/0
Hevur seinastu dystirnar víst,
at hann í løtuni helst er besta
boðið til vinstra bakkin.
Eisini hóast hetta ikki liggur
náttúrligt til hansara. Er fyrst
og fremst sterkur at plasera
seg rætt í verjupartinum, og
verður tí sjáldan yvirspældur.
Fram eftir vøllinum verður
hann tó sera avmarkaður
sum høgrabeintur.
4. Atli Danielsen,
Frem, 20/0
Var helst tann spælarin, sum
kom ringast frá fyrsta part
inum av dystinum, tá hann
fleiri ferðir varð yvirspældur
í høgru. Seinasta korterið av
fyrra hálvleiki gekk tó betri,
og í seinna hálvleiki taldist
hann millum avgjørt bestu
føroysku spælararnar. Tordi
at taka lut í framrættaða
spælinum, og átti innleggið
til føroyska málið.
5. Jón Rói Jacobsen,
AaB, 26/0
Var fyri fyrstu ferð eftir
drúgva skaðasteðgin aftur á
landsliðnum, har hann tók
sítt náttúrliga pláss undir
liðini á Óla Johannesen.
Var kanska ikki heilt so
sannførandi,
sum
hann
onkra tíð hevur verið áður,
men helt tó eitt høgt botn
støði. Og saman um tikið
kunnu Føroyar bara fegnast
um, at ein av okkara bestu
nú er aftur á landsliðnum.
6. Rógvi Jacobsen,
HB, 43/8
Er nú bert eitt mál frá mál
metinum hjá Toda Jónsson.
Og tað undirstrikar máltevið
og evnið at vera á rætta stað
til røttu tíð. Í spælinum var
hann eisini ein av lyklaspæl
arunum hjá Føroyum. Ser
stakliga í luftspælinum, har
sjálvt ikki Materazzi kundi
kenna seg tryggan. Men eis
ini á jørðini, har hann sjáld
an leggur meira fyri, enn
hann megnar at útinna.
8. Mikkjal Thomassen,
B36, 5/0
Var við støðugum arbeiði
ein tann týdningarmesta
drívmegin í føroyska spæl
inum. Vann fleiri bóltar við
rástyrki sínari, og ikki minst
bæði tordi og vildi hann
bjóða seg til í uppbyggjandi
spælinum. Kreftirnar tókt
ust vera gingnar undan móti
endanum, tá talan varð um
fleiri
skeivar
sendingar,
men eins og restin av liðn
um ernaðist hann av málin
um hjá Rógva.
9. Jákup á Borg,
HB, 50/2
Hevði rundan dag á lands
liðnum, men sum heild man
hetta ikki vera tann dysturin,
sum Jákup mest minnist
fyri spælið. Var tó væl við
fyri steðgin, men í seinna
hálvleiki
gjørdist
meira
greitt, at formurin í løtuni
ikki røkkur til 90 minuttir á
landsliðsstøði. Bað sjálvur
um at verða skiftur út, tá
hann merkti, at tangin var
um at vera tómur.
10. Christian Høgni
Jacobsen, HB, 34/2
Hóast hann hesa ferð spældi
vinstru megin á miðvøllin
um, so var talan um eitt tað
besta avrikið, sum Christian
Høgni hevur sýnt á landslið
num. Arbeiddi sera væl í
verjupartinum, og stóð sera
sterkur í framrættaða spælin
um, har hann fleiri ferðir
bjóðaði Oddo av á kantin
um. Eitt avrik, sum við
100% vissu gevur endurval
á kantinum til dystin miku
dagin.
11. Andrew av
Fløtum, Fremad
Amager, 22/1
Var kanska mest óvæntaði
brikkurin í byrjunaruppstill
ingini, og royndi hann við
einum veldugum arbeiðsav
riki at rættvísgera hetta. Eins
og hjá hinum spælarunum,
so var hugburðurin framúr,
men ofta leitaði hann dekan
ov langt aftur, tá hann hjálpti
til í verjupartinum. Hetta tí
okkara tá mistu eina møgu
liga spælstøð í uppspælinum.
Stóra arbeiðsøkið kostaði
eisini nógv í orku, og útskift
ingin í seinna hálvleiki
tóktist náttúrlig.
13. Óli Johannesen,
TB, 81/1
Tipti enn eina ferð røddir
nar, sum ikki meta tað vera
rætt, at ein landsliðsspælari
spælir í næst bestu føroysku
deildini. Hevur evni sum
fáur at lyfta avrikið á leið
300%, tá hetta er neyðugt,
og tað er tað, tá heimsins
bestu standa hinumegin
miðlinjuna.
Spældi
við
myndugleika, stýrdi við
spælarum og átt sín avgjørt
stóra lut í, at føroyska verj
an stóð seg somikið væl.
Og við sterkum høvuðsspæli
ruddaði hann eisini vanda
bóltar burtur í fleiri førum.
19. Súni Olsen,
AaB, 27/1
Á einum degi, har liðavrikið
var
fantastiskt,
megnaði
Súni kortini at skara framúr.
Átti mest sum ein fót í øll
um framrættaðum føroysk
um spæli, og eisini í verju
partinum
arbeiddi
hann
knallhart. Yvirblikk, bóltfør
leiki, dirvi og frekleiki eyð
kendu spælið hjá gøtumann
inum, sum við hesum undir
strikaði sítt púrasta náttúr
liga pláss sum føroyskur
spælskipari. Men kanska
iðrar hann seg nú um, at sátt
málin við AaB varð longdur
dagin fyri landsdystin.
7. Símun Samuelsen,
Keflavík 10/1
Fekk seinastu løtuna á vøll
inum fyri Jákup á Borg, og
var eitt frískligt íkast til før
oyska spælið. Hevur ferð
ina, sum er so týdningarmikil
á hesum støði, og endiliga
megnaði hann eisini at vísa,
at hann hevur potentiali til
landsliðsfótbólt. Er heilt
víst ein framtíðar spælari til
framrættaðu
plássini
á
landsliðnum, men í løtuni
er tó trupult at síggja, hvør
skal skumpast út á beinkin,
um Símun skal inn.
14. Christian
Lamhauge Holst,
Lyngby, 5/0
Mong høvdu væntað, at
Christian fór at teljast
millum teir fyrstu ellivu á
vøllinum, og við spælinum,
sum hann sýndi, prógvaði
hann, at tað avgjørt ein
upplagdur
møguleiki
mikudagin. Var ógvuliga
beinleiðis og konsekventur
í sínum spæli ta løtuna, sum
hann var á vøllinum, og var
um reppið at krýna dagin
við málinum, sum kundi
skapt
tí
heilt
stóru
sensatiónina.
Gloymdu respektina
Armenia komið á talvuna
Undan hesum umfarinum hevði Armenia ikki skorað eitt tað
einasta mál í undankappingarbólki A. Leygarkvøldið eydnaðist
teimum í Almaty í Kazakhstan at vinna 21, eftir at Armenia í
steðginum hevði verið á odda 20. Armenia skoraði í 31. og í
39. minutti. Seinna málið var brotsspark. Tveir minuttir fyri
leiklok minkaði heimaliðið um munin. Tað var eisini við brots
sparkið. Armenia hevur fýra stig, sum er sama stigatal sum
Aserbadjan. Kazakhstan hevur fimm stig. Oddalið í bólki A eru
Póland og Serbia. Portugal, Finnland og Belgia royna eisini at
hanga uppií.
Nýggjur landsliðsvenjari settur
Í tíðindaskrivi frá Svimjisambandinum verður sagt, at nýggja venjarasetanin er
partur av teirri langtíðarætlan, sum nú er løgd. Eisini verður sjálvt landsliðs
arbeiðið endurskoðað, og hesum kemur nýggir venjarin at standa fyri. Nýggi
venjarin, Brian Marshall, er breti, og er hann í dag knýttur at íslendska Svimji
sambandinum. Nú kemur hann so eisini at virka fyri Føroyar, og er avtala gjørd
millum Svimjisambondini bæði um hetta. Samstarvið byrjar 1. august, men
longu hetta vikuskiftið verður nýggi venjarin í Føroyum og vitjar á venjingar
leguni, sum oyggjaleikalandsliðið hevur í Tórshavn.