mánadagur 4. juni 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
Føroyar
spældu
framúr
væl
– Hatta var eitt
framúr gott avrik
frá tykkara síðu,
og eg haldi, at før
oyska liðið spældi
sera, sera væl segði
Alessandro del
Piero
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
Eftir at vera komin úr
umklæðingarrúminum
eftir dystin, og hava prát
að við nógvu italsku
fjølmiðlarnar, fingu vit
hála Alessandro
del
Piero til síðis og spurdu
vit hann, hvat hann helt
um dystin.
– Tað var ein strævin
dystur, men ein týdning
armikil sigur, svaraði
del Piero stutt. Tá vit
síðani spurdu hann, hvat
hann helt um avrikið hjá
føroyingum,
gjørdist
Alessandro del Piero
meiri prátingarsamur.
– Hatta var eitt framúr
gott avrik frá tykkara
síðu. Vit vita, at føroyska
liðið hevur tapt stórt
áður, men eg haldi, at tit
í kvøld spældu sera, sera
væl, segði Alessandro
del Piero, sum hevði hug
at ávarað skotar, sum nú
koma henda vegin.
– Hvør einasti dystur
í Evropa er strævin eftir
hondini, og Skotland
má heilt víst spæla væl,
fyri at fáa ein sigur
mikudagin, vísti Ales
sandro del Piero á.
Alessandro del Piero
leikar dagliga við Juv
entus úr býnum Torino.
Hann hevur júst tryggj
að sær sætið aftur í
bestu italsku deildini,
eftir at liðið var dømt at
flyta niður í næstbestu
deildina í fjør. Aless
andro del Piero gjørdist
eisini toppskjútti í Seriu
B, og er tann aktivi spæl
arin, sum hevur skotið
flest mál fyri Italia – 27
mál í 82 dystum.
Glaður vegna føroyingar
Eftir dystin flokkaðust fjølmiðlarnir um italska málverjan
Gianluigi Buffon. Hann gav sær góðar stundir at tosa við
fjølmiðlafólkini, og svaraði tolin hvørjum einasta spurningi. Fyri
føroyingar var tað serliga áhugavert at vita, hvat hann helt um
málið, sum Rógvi Jacobsen gjørdi, og stóri málverjin svara
blídliga, tá hann varð spurdur um hetta. – Eg kann siga, at eg við
hesum hjálpti øllum og gjørdi øll glað, svaraði Buffon flennandi,
men legði so aftrat: – Sjálvandi er tað keðiligt at fáa mál ímóti
sær, og tað eri eg eisini keddur um. Men eg eri glaður hansara (t.e.
Rógvi Jacobsen, blðm.) vegna, og vegna Føroyar, tí hetta er eitt
søguligt mál hjá teimum, segði Gianluigi Buffon millum annað.
Vildu havt javnleikin
Sjálvandi vildu vit havt javnleikin, men eg eri kortini
nøgdur við dystin, segði ein flennandi Súni OIsen, beint
sum dysturin móti Italia var av. Fáur mundi ivast í, at
Súni hendan dagin var ein tann besti spælarin á føroyska
liðnum, men spurdur, hvørt hetta var hansara besti dystur
nakrantíð, vildi hann ikki geva eitt heilt greitt svar. – Nú
havi eg spælt nokk so nógvar dystir, men hetta var avgjørt
ein av teimum góðu. Tað er heilt sikkurt, helt Súni eftir
dystin.
Christian Lamhague
Holst er fegin um
møguleikan, sum
hann hevur fingið
við føroyska lands
liðnum. Líkamikið,
um avbjóðingin eitur
Italia ella Georgia
FótbóltuR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta er sjálvandi ein part
ur av tí. Men tað er ikki so,
at eg bara vil spæla á lands
liðnum, tí onkrir stórdystir
eru ímillum. Mær dámar
væl at vera við á liðnum, og
eg eri errin av at umboða
Føroyar
Soleiðis segði Christian
Lamhauge Holst, tá vit eftir
dystin leygarkvøldið spurdu
hann, hvørt tað júst vóru
slíkar uppgávur, sum eggj
aðu honum at spæla fyri før
oyska landsliðið.
Mong mettu undan dyst
inum, at Holst hesa ferð
skuldi fáa møguleikan frá
byrjan, men hóast tað ikki
gjørdist støðan, so hevði
spælarin sjálvur einki at
finnast at.
Tað hugsaði eg nú ikki
so nógv um. Eg haldi, at
Andrew gjørdi eitt fantast
iskt arbeiði, og avtalan var,
at hann skuldi stríða seg
flatan. Og tað gjørdi hann.
Eftir tað fekk eg kjansin, og
so var tað bara um at gera
sítt allarbesta. Og tað haldi
eg, at allir gjørdu. At vit so
ikki vinna, gerst ikki við.
Vit koma nokk ikki til nak
að endaspæl kortini, so tað
ræður um at njóta uppliving
arnar og fáa okkurt gott
úrslit á vegnum.
Sjálvur hevði tú møgu
leikan at skapa tí heilt stóru
sensatiónina?
Tað hevur tú so púrasta
rætt í, og sjálvandi kann eg
iðra meg um tað. Men tað
er nú ikki so, at eg standi
eftir við einum vónbroti.
Tað kundi sjálvandi verið
stuttligt, um vit framvegis
gingu runt vøllin og klapp
aðu, men tað fái eg ikki
brúkt til nakað.
So sensatiónin kemur
kanska mikudagin ístaðin?
Tað má hon gera. Vit
hava jú verið nær við nakrar
ferðir í seinastuni, so hesa
ferð munnu stigini koma,
sigur ein smílandi Christian
Lamhauge Holst.
Skulu njóta upplivingarnar
Hóast hann fegin vildi skorað upp á møguleikan, so er tað ikki
nakað, sum fær Christian at liggja í andvekri, kortini
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit vita, at føroy
ingar áður hava fing
ið góð og óvæntað
úrslit, og eg tað skuldi
undra meg nógv, um
Føroyar ikki vinna
onkran dyst í hesi
undankappingini, sig
ur Marco Materazzi
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eftir dystin leygarkvøldið
eydnaðist tað okkum at fáa
nøkur orð burtur úr Marco
Materazzi, sum fyri kortum
vann italska meistaraheitið
við stórfelagnum Inter, sum
er úr Milano. Hóast tepra
sigurin á Føroyum var hann
nøgdur.
– Tað var torført at spæla
her, men tað góða við dyst
inum, er sigurin, tí við hon
um liggja vit nú nummar
tvey í bólkinum, helt Marco
Materazzi fyri, og grundgav
so víðari fyri hesum:
– Tá vit fríggjadagin
hugdu aftur um okkum á
stigatalvuni, so vóru liðini
niðanfyri okkum ikki so
mong. Í dag sær tað heilt
øðrvísi út, tí nú eru nógv
lið niðanfyri okkum, segði
hann.
Marco Materazzi vísti síð
ani á, hvussu týdningarmikil
dysturin móti Litava verður
mikudagin.
– Tað verður ein sera týdn
ingar mikil dystur. Ja, fakt
iskt tann týdningarmesti í
hesari
undankappingini
higartil.
Føroyingar fáa úrslit
Spurdur um, hvat hann helt
um dystin sum heild, svar
aði Marco Materazzi, at tað
var strævið at spæla á Tórs
vølli, og at føroyingarnir
gjørdu uppgávuna trupla
hjá italiumonnum.
– Hetta var hart, men tað
vistu vit, at tað kundi blíva.
Tí hóast føroyingar ikki eru
heimsins bestu leikarar, so
spæla teir við hjartanum,
segði vælvaksni verjuleikar
in úr Inter.
Italsku fjølmiðlarnir, sum
sjálvandi eisini tráspurdu
Marco Materazzi, høvdu
hug at rógva upp undir, at
italska liðið hevði undirmett
føroyingarnar. Hesum aftur
vísti hann tó staðiliga.
– Sjálvandi gjørdu vit
ikki tað. Vit undirmettu ikki
Føroyar. Men uttan mun til
úrslitið, er sigurin tað ein
asta sum telur, staðfesti
Materazzi, og segði síðani
soleiðis:
– Eg veit, at føroyingar
áður hava fingið góð og
óvæntað úrslit, og eg tað
skuldi undra meg nógv, um
Føroyar ikki vinna onkran
dyst í hesi undankappingini,
segði Marco Materazzi.
Føroyingar spæla við hjartanum
Ivaleyst vóna italiumenn, at spádómurin hjá Materazzi um føroyskt stig í undankappingini fer at
halda. Til dømis við javnleiki ella sigri mikudagin
Mynd: Álvur Haraldsen