mánadagur 4. juni 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
Fleiri
met í
Lyngby
Fimm av teimum sjey
íðkarnum, sum umboða
Føroyar í frælsum ítrótti
á
oyggjaleikunum
á
Rhodos í summar, hava
luttikið í Lyngby Gam
es um vikuskiftið. Í
1500 m. renning fyri
kvinnur
rann
Bjørk
Herup Olsen, við tíðini
4 min. 55 sek., sum er
nýtt føroyskt met . Tað
er fyrstu ferð, at ein før
oysk
kvinna
rennur
1500 metrar undir 5
min. Randi Kúrberg
setti tvey føroyskt met,
tá hon kastaði spjótið
36,70 m. og hamarin
37,42 m. Rógvi Høj
gaard setti føroyskt met
í spjótkasti við góðum
trimum metrum, tá ið
hann kastaði spjótið
57,45 m. Jóan Karl
Joensen setti persónligt
met, tá ið hann á fyrsta
sinni rann 800 m. undir
2 minuttir, tíðin varð
1,59,66 min. Heri Ziska,
luttók í hamarkasti, har
hann kastaði 41,26 m.,
og
klingruvarpi
har
hann kastaði 42,56 m.
Hini bæði, sum um
boða Føroyar á Rhodos
eru Guttorm Sørensen,
sum vann 5 km. renning
á Norðoyastevnu við
tíðini 15 min. og 59
sek., og Rigmor N.
Arge, sum setti nýtt før
oyskt met á marathon
teininum herfyri .
Randi Kúrberg setti nýggj
met í bæði spjótkasti og
hamarkasti
VÍF funnið venjara
Besta mansliðið hjá VÍF stóð uttan venjara, eftir at síðsti
dysturin farna kappingarár var spældur. Síðani hava
vestmenningar leitað eftir nýggjum venjara, og nú hava tey
funnið mannin, sum skal taka við starvinum. Danin, Morten
Hust Petersen, verður nýggjur venjari hjá felagnum. Morten
Hust Petersen hevur tikið ímóti avbjóðingini at venja besta
mansliðið, har hann eisini skal syrgja fyri venjingarlegunum.
Harafturat skal hann hjálpa til við venjingunum hjá 1. deild
og unglingum og virka sum ráðgevi fyri aðrar venjarar í
felagnum. Morten Hust Petersen hevur m.a. vant landsliðið
hjá bæði Ný Sælandi og Mongolia umframt fleiri
ungdómslið í ymsum donskum feløgum.
Guttorm vann
renningina
Guttormur Sørensen var fyrsti rennarin um málið, tá
norðoyastevnurenningin var á skránni leygardagin. Fleiri
enn 100 luttakarar vóru til renningina, harav 20 vóru í
vaksna bólkinum. Og talan var um sannførandi sigur hjá
Guttorm, sum við 15.59 minuttir gjørdist fyrsti rennarin,
sum fór undir 16 minuttir á teininum. Næstir Guttormi
vóru Sam Vang og Símun Joensen.
Onkur av italsku
gestunum mundi
fingið trupulleikar
við passinum. Og teir
vórðu bilsnir, tá tað
var ein av føroysku
spælarunum, sum
kundi hjálpa
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ofta gera útlendskir miðlar
nógv burturúr, at føroysku
spælararnir bert eru glaðir
amatørar. Ein av teimum
stuttligu søgunum av slagn
um kom, tá italska ferða
lagið var í ferð við at rigga
seg til Føroya-ferðina.
- Ein av ferðaleiðarunum
hjá teimum var stinnur í
enskum, og hann ringdi á
politistøðina at vita, hvussu
teir skuldu bera seg at.
Trupulleikin var, at passið
hjá einum spælari hevði
minni enn tríggjar mánaðir
eftir, og tá so er, so kanst tú
ikk i ferðast.
- Vit fingu so greitt málið,
og tá hetta var gjørt, spurdi
hann, um eg ætlaði mær
niðan at hyggja eftir dystin
um leygarkvøldið. So tú
kanst ætlað, at hann gjørdist
bilsin, tá eg svaraði honum:
Nei – eg skal spæla við!
Men hann trúið mær kortini,
og spurdi meg, hvat nummar
eg var. Og tað vísti seg so
eisini, at hann skuldi sita
undir liðini á teirra nummar
átta, sum er Gattuso, í flog
farinum. So vit fingu okk
um eitt fínt prát um veður
og vind, sigur Mikk jal
Thomassen um hendingina,
sum helst fekk fleiri smíl
fram. Bæði á politistøðini
og hjá italsku gestunum.
Mikkjal avgreiddi passini
Enn er ikki greitt,
hvør revsingin verður,
eftir at EIN áskoðari
oyðilegði positivu
myndina, sum
donsku áskoðararnir
hava teknað seinastu
fjórðings øldina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Miðlarnir ivaðust kanska,
hvør var størra klovnin.
Christian Poulsen, sum gav
svimum brotsspark og fekk
sær sjálvum reytt kort, ella
áskoðarin, sum legðist eftir
dómaranum.
Úrslitið var tó púrasta
greitt. Hendingin tveir min
uttir fyri leiklok fullkomu
liga oyðilegði eitt fantastiskt
fótbóltskvøld í Parkini, har
danir vórðu píndir gjøgnum
alt kensluregistari.
Dysturin var ikk i meira
enn hálvan tíma gamal, tá
sviar høvdu skotið seg upp
á 3-0, og ein fullkomin eyð
mýking tóktist liggja fyri
framman hjá dønum.
Dysturin var tó langt ífrá
liðugur, tí við málum frá
Aggen, Tomasson og Leon
Andreasen fekk Danmark
strítt seg upp á javnt. Tomas
son hevði enntá møguleika
at leggja vertirnar á odda,
áðrenn alt endaði í ruðu
leika.
Fyrst misti Christian Poul
sen fullkomuliga høvdið, tá
hann langaði nevan í búkin
á mótstpælara. Dómarin sá
einki, men tað gjørdi linju
verjin, og sum rætt var, so
gjørdi hann vart við hetta.
Reytt kort til Poulsen og
brotsspark til sviar var rætt
vísi dómurin. Ein av áskoð
arunum sá tó lítið rættvísi í
hesum. Uttan at nakar varn
aðist smoygdi hann sær inn
á vøllin, og var tað ikk i fyri
Michael Gravgaard, hevði
dómarin fingið ein ordiligan
frammaná.
Dysturin varð avbrotin,
og nú er tað upp til UEFA at
gera av, hvør revsingin til
danir skal verða. Lítil ivi tyk
ist vera um, at danir verða
dømdir at tapa dystin, og so
er spurningurin, hvørt talan
eisini verður um aðra revs
ing. Og hvussu hørð hendan
verður.
Beint eftir dystin kom
Christian Poulsen við eini
umbering til donsku tjóðina
fyri sín atburð á vøllinum,
og illi áskoðarin hevur eisini
verið frammi við síni umber
ing. Men tær tykist nú kort
ini ikk i heilt so nógv verdar
í Danmark í hesum døgum.
Ísland heilkiksaði
Fleiri aðrir dystir vórðu
spældir kring Europa leygar
dagin. Við føroyskum eygum
er helst serliga áhugavert, at
grannar okk ara úr Íslandi
heilkiksaðu, tá teir á heima
vølli bert megnaðu 1-1 javn
leik móti Liktenstein. Og tað
smakk ar helst illa hjá Ís
lendingum, at teir sum so
ikk i høvdu uppiborið betri.
Finnland tapti á heimavølli
2-0 fyri Serbia, og normenn
vunnu tryggan 4-0 sigur á
Malta. Í okk ara bólki vann
Litava á heimavølli 1-0 móti
Georgia, samstundis sum
Frakland vann 2-0 á heima
vølli móti Ukraina.
Mikukvøldið spælir Italia í
Litava, meðan Frakland hev
ur heimavøll móti Georgia.
Danir skammast
Michael Gravgaard megnaði akkurát at leggja seg ímillum, so illi áskoðarin ikki fekk langað til
týska dómaran, Herbert Fandel, tá hesin hevði dømt brotsspark til Svøríki
Mynd: Polfoto/AP
Italski ferðaleiðarin varð púrasta paff, tá hann fekk at vita, at
politisturin eisini skuldi spæla við á Tórsvølli
Mynd: Álvur Haraldsen