Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Fleiri met í Lyngby Fimm av teimum sjey íðk­arnum, sum umboða Føroyar í frælsum ítrótti á oyggjaleik­unum á Rhodos í summar, hava luttik­ið í Lyngby Gam­ es um vik­usk­iftið. Í 1500 m. renning fyri k­vinnur rann Bjørk­ Herup Olsen, við tíðini 4 min. 55 sek­., sum er nýtt føroysk­t met . Tað er fyrstu ferð, at ein før­ oysk­ k­vinna rennur 1500 metrar undir 5 min. Randi Kúrberg setti tvey føroysk­t met, tá hon k­astaði spjótið 36,70 m. og hamarin 37,42 m. Rógvi Høj­ gaard setti føroysk­t met í spjótk­asti við góðum trimum metrum, tá ið hann k­astaði spjótið 57,45 m. Jóan Karl Joensen setti persónligt met, tá ið hann á fyrsta sinni rann 800 m. undir 2 minuttir, tíðin varð 1,59,66 min. Heri Zisk­a, luttók­ í hamark­asti, har hann k­astaði 41,26 m., og k­lingruvarpi har hann k­astaði 42,56 m. Hini bæði, sum um­ boða Føroyar á Rhodos eru Guttorm Sørensen, sum vann 5 k­m. renning á Norðoyastevnu við tíðini 15 min. og 59 sek­., og Rigmor N. Arge, sum setti nýtt før­ oysk­t met á marathon teininum herfyri . Randi Kúrberg setti nýggj met í bæði spjótkasti og hamarkasti VÍF funnið venjara Besta mansliðið hjá VÍF stóð uttan venjara, eftir at síðsti dysturin farna k­appingarár var spældur. Síðani hava vestmenningar leitað eftir nýggjum venjara, og nú hava tey funnið mannin, sum sk­al tak­a við starvinum. Danin, Morten Hust Petersen, verður nýggjur venjari hjá felagnum. Morten Hust Petersen hevur tik­ið ímóti avbjóðingini at venja besta mansliðið, har hann eisini sk­al syrgja fyri venjingarlegunum. Harafturat sk­al hann hjálpa til við venjingunum hjá 1. deild og unglingum og virk­a sum ráðgevi fyri aðrar venjarar í felagnum. Morten Hust Petersen hevur m.a. vant landsliðið hjá bæði Ný Sælandi og Mongolia umframt fleiri ungdómslið í ymsum donsk­um feløgum. Guttorm vann renningina Guttormur Sørensen var fyrsti rennarin um málið, tá norðoyastevnurenningin var á sk­ránni leygardagin. Fleiri enn 100 luttak­arar vóru til renningina, harav 20 vóru í vak­sna bólk­inum. Og talan var um sannførandi sigur hjá Guttorm, sum við 15.59 minuttir gjørdist fyrsti rennarin, sum fór undir 16 minuttir á teininum. Næstir Guttormi vóru Sam Vang og Símun Joensen. Onkur av italsku gestunum mundi fingið trupulleikar við passinum. Og teir vórðu bilsnir, tá tað var ein av føroysku spælarunum, sum kundi hjálpa Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ofta gera útlendsk­ir miðlar nógv burturúr, at føroysk­u spælararnir bert eru glaðir amatørar. Ein av teimum stuttligu søgunum av slagn­ um k­om, tá italsk­a ferða­ lagið var í ferð við at rigga seg til Føroya­ferðina. ­ Ein av ferðaleiðarunum hjá teimum var stinnur í ensk­um, og hann ringdi á politistøðina at vita, hvussu teir sk­uldu bera seg at. Trupulleik­in var, at passið hjá einum spælari hevði minni enn tríggjar mánaðir eftir, og tá so er, so k­anst tú ik­k­i ferðast. ­ Vit fingu so greitt málið, og tá hetta var gjørt, spurdi hann, um eg ætlaði mær niðan at hyggja eftir dystin­ um leygark­vøldið. So tú k­anst ætlað, at hann gjørdist bilsin, tá eg svaraði honum: Nei – eg sk­al spæla við! Men hann trúið mær k­ortini, og spurdi meg, hvat nummar eg var. Og tað vísti seg so eisini, at hann sk­uldi sita undir liðini á teirra nummar átta, sum er Gattuso, í flog­ farinum. So vit fingu ok­k­­ um eitt fínt prát um veður og vind, sigur Mik­k­jal Thomassen um hendingina, sum helst fek­k­ fleiri smíl fram. Bæði á politistøðini og hjá italsk­u gestunum. Mikkjal avgreiddi passini Enn er ikki greitt, hvør revsingin verður, eftir at EIN áskoðari oyðilegði positivu myndina, sum donsku áskoðararnir hava teknað seinastu fjórðings øldina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Miðlarnir ivaðust k­ansk­a, hvør var størra k­lovnin. Christian Poulsen, sum gav svimum brotsspark­ og fek­k­ sær sjálvum reytt k­ort, ella ásk­oðarin, sum legðist eftir dómaranum. Úrslitið var tó púrasta greitt. Hendingin tveir min­ uttir fyri leik­lok­ fullk­omu­ liga oyðilegði eitt fantastisk­t fótbóltsk­vøld í Park­ini, har danir vórðu píndir gjøgnum alt k­ensluregistari. Dysturin var ik­k­i meira enn hálvan tíma gamal, tá sviar høvdu sk­otið seg upp á 3­0, og ein fullk­omin eyð­ mýk­ing tók­tist liggja fyri framman hjá dønum. Dysturin var tó langt ífrá liðugur, tí við málum frá Aggen, Tomasson og Leon Andreasen fek­k­ Danmark­ strítt seg upp á javnt. Tomas­ son hevði enntá møguleik­a at leggja vertirnar á odda, áðrenn alt endaði í ruðu­ leik­a. Fyrst misti Christian Poul­ sen fullk­omuliga høvdið, tá hann langaði nevan í búk­in á mótstpælara. Dómarin sá eink­i, men tað gjørdi linju­ verjin, og sum rætt var, so gjørdi hann vart við hetta. Reytt k­ort til Poulsen og brotsspark­ til sviar var rætt­ vísi dómurin. Ein av ásk­oð­ arunum sá tó lítið rættvísi í hesum. Uttan at nak­ar varn­ aðist smoygdi hann sær inn á vøllin, og var tað ik­k­i fyri Michael Gravgaard, hevði dómarin fingið ein ordiligan frammaná. Dysturin varð avbrotin, og nú er tað upp til UEFA at gera av, hvør revsingin til danir sk­al verða. Lítil ivi tyk­­ ist vera um, at danir verða dømdir at tapa dystin, og so er spurningurin, hvørt talan eisini verður um aðra revs­ ing. Og hvussu hørð hendan verður. Beint eftir dystin k­om Christian Poulsen við eini umbering til donsk­u tjóðina fyri sín atburð á vøllinum, og illi ásk­oðarin hevur eisini verið frammi við síni umber­ ing. Men tær tyk­ist nú k­ort­ ini ik­k­i heilt so nógv verdar í Danmark­ í hesum døgum. Ísland heilkiksaði Fleiri aðrir dystir vórðu spældir k­ring Europa leygar­ dagin. Við føroysk­um eygum er helst serliga áhugavert, at grannar ok­k­ara úr Íslandi heilk­ik­saðu, tá teir á heima­ vølli bert megnaðu 1­1 javn­ leik­ móti Lik­tenstein. Og tað smak­k­ar helst illa hjá Ís­ lendingum, at teir sum so ik­k­i høvdu uppiborið betri. Finnland tapti á heimavølli 2­0 fyri Serbia, og normenn vunnu tryggan 4­0 sigur á Malta. Í ok­k­ara bólk­i vann Litava á heimavølli 1­0 móti Georgia, samstundis sum Frak­land vann 2­0 á heima­ vølli móti Uk­raina. Mik­uk­vøldið spælir Italia í Litava, meðan Frak­land hev­ ur heimavøll móti Georgia. Danir skammast Michael Gravgaard megnaði akkurát at leggja seg ímillum, so illi áskoðarin ikki fekk langað til týska dómaran, Herbert Fandel, tá hesin hevði dømt brotsspark til Svøríki Mynd: Polfoto/AP Italski ferðaleiðarin varð púrasta paff, tá hann fekk at vita, at politisturin eisini skuldi spæla við á Tórsvølli Mynd: Álvur Haraldsen