Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Di Luca vann Giro d’ Italia Sunnudagin var síðsta etapan á skránni í stóru italsku súkklu­ kappingini, Giro d’Italia, sum verður mett at vera millum tríggj­ar tær størstu kappingarnar innan súkklu­heimin. Italiu­maðurin, Danilo di Luca, sum súkklar fyri Liquigas, legði seg á odda tíð­ liga í kapp­ing­ini, og hóast fleiri av mótstøðu­monnunum royndu at trýsta hann, so megnaði di Luca at varðveita ljósa­reyðu troyggj­ una allan vegin á mál. Bert 21 ára gamli luksem­burgarin, Andy Schleck, sum súkklar fyri danska felagið Team CSC, endaði á øðrum plássi, meðan Eddy Mazzoleni frá Astana endaði nummar trý. Seinasta etapan bleiv vunnin av italska sprintaranum, Alessandro Petacchi. Katrin Olsen vann World Cup-stevnu Um vikuskiftið tók rógvarin, Katrin Olsen, lut í stóru World Cup-stevnuni í Linz í Eysturríki. Her skuldi hon, saman við Juliane Elander, vera við í kappingini hjá lættvektsdupultscollarinum hjá kvinnum. Útlitini vóru tó helst ikki tey bestu hjá danska bátinum, tí við í kappingini vóru m.a. heimsmeistararnir úr Kina og HM-bronsuvinnararnir úr Grikkalandi. Danski báturin fekk eina heldur vánaliga byrjan uppá finaluumfarið, og eftir 1000 metrum lógu tær á einum fimta plássi. Eftir hetta vendi gongdin tó hjá Katrin og Juliane. Løtu seinni høvdu tær vunni ðseg uppá fyrsta plássi, og hetta plássið hildu tær allan vegin á mál. Sostatt gjørdust Katrin og Juliane vinnarar av fyrstu World Cup-stevnuni í ár. 8-mannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Heiðabáturin, vann fyrsta róðurin hjá 8-mannaførunum í ár. Tað, sum tó var meir merkisvert, var, at Heiðabáturin kom á mál í eini betri tíð enn flaggskipið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Eysturoyingur KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Leygardagin blivu fyrstu tøkini tikin í føroyska kapp­ róðrar­árinum, tá Norð­oyar­ stevnuróðurin var á skránni. Bert 43 bátar høvdu boðað frá luttøku á fyrstu stevnuni, men tá alt kom til stykkis, vóru tað bert 39 bátar, sum róðu kapp á fyrstu stevnuni á árinum. Hetta er eitt óvanliga lágt tal og hyggja vit at luttøkuni í fjør, so høvdu fleiri enn 70 manningar boða frá luttøku til Norðoyastevnuróðurin 2006. Tað vil siga, at áhugin av eini ella aðrari orsøk er nógv minkaður í ár. Tað merkti eisini stevn­ uni, at tveir av róðrunum bert høvdu luttøku av tveim­ um manningum. Bæði hjá 6-mannaførum kvinnum og hjá 10-mannaførunum vóru bert tveir bátar við í kapp­ ing­ini, og serliga 10-manna­ farsróðurin var eitt stórt vónbrot. Oftast eru fólk ser­ liga spent til at fylgja hesi kappingini, men í ár var at kalla einki fólk eftir á havn­ ar­­lagnum í Klaksvík, tá 10- manna­farsróðurin bleiv skot­in í gongd. Alt hetta fara tit tó at hoyra um í blaðnum í morg­ in. Her fara vit at hyggja nærri at eini rættiliga serlig­ ari hending, sum fór fram á Norð­oyarstevnuróðrinum leygar­dagin. Heiðabáturin vann á flaggskipinum Kappróðrarveðrið á Norð­ oya­stevnu var heilt hampi­ ligt henda leygardagin. Tað var heldur kalt hjá áskoð­ar­ unum, sum stóðu við havn­ ar­lagið í Klaksvík, men hjá mann­ingunum úti á fjørð­ inum mundi ikki bila. Tær høvdu vindin ímóti ávegis á leiðini móti málinum, men hetta tóktist tó ikki ávirka tað heilt stóra. Fyrstu fýra róðrarnir gingu skjótt at avgreiða, áðrenn málið bleiv flutt út á 1500 metrar. Tá var ein lítil løtu at bíða, meðan málið bleiv flutt, men tá róðrarnir fóru í gongd aftur, gekk aft­ ur sera skjótt. Tá 6-mannaførini við monn­­um høvdu róð, var tíðin komin til 8-mannafør­ ini. Her vóru fimm bátar við í kappingini, men kapp­ ingin bleiv ongantíð serliga spennandi. Heiðabáturin úr Kappróðrarfelagnum NSÍ setti alla mótstøðu til viks henda dagin, tá teir vunnu í tíðini 7.42.03. Hetta var næstan 15 sekund betri enn Argjabáturin, sum endaði á øðrum plássi. Eftir hetta var tíðin so komin til 10-mannaførini, har bert tveir bátar vóru við. Her vann Eysturoyingur ein tryggan sigur, tá teir komu á mál í tíðini 7.47.17. Henda tíðin var heili fimm sekund verri enn tíðin hjá Heiðabátinum, og tí eydn­ aðist 8-mannafarinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ at koma á mál í eini betri tíð enn flaggskipið, Eyst­ur­ oyingur, henda dagin. Hetta er ikki komið ofta fyri í føroyskari rógving, og hetta má eisini metast at vera sera, sera flott av mann­ ingini á Heiðabátinum. Manningin á Heiðabát­in­ um vann í fjør føroya­meist­ araheitið umborð á 6- mannafarinum, Sølmundi. Í ár høvdu teir tó valt at royna eydnuna í 8-mannaførunum, og tí vistu teir slett ikki, hvat teir skuldu væntað, sigur ein av rógvarunum umborð. - Vit eru nýggir í 8-manna­ førum. Í fjør mannaðu vit 6-mannafarið, Sølmund, og tí vistu vit slett ikki, hvat vit skuldu vænta. Hetta gekk tó ótrúliga væl, og tað er fantastiskt at vinna á fyrstu stevnuni, sigur Hans Karl Jacobsen, sum rør við Heiðabátinum. Heiðabáturin í stórum stíli 8-mannafarið, Heiðabáturin, gjørdi tað bragdið á Norðoyastevnu, at teir komu á mál í eini betri tíð enn 10-mannafarið, Eysturoyingur. Mynd: Álvur Haraldsen Fimmmannafør dreingir (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Sílið 5.37.23 2. Havfrúgvin 5.38.09 3. Teistin 5.46.05 4. Jómfrúgvin 5.56.08 5. Tjaldrið 5.57.23 6. Jallurin 6.00.20 7. Blikur 6.04.24 Fimmmannafør gentur (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Hvassi 6.20.21 2. Tambar 6.28.00 3. Drekin 6.40.10 4. Ørnin 7.37.10 5. Blikur 7.42.24 6. Teistin 7.43.20 Fimmmannafør kvinnur (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Sílið 6.05.16 2. Teistin 6.06.24 3. Fípan Fagra 6.09.17 4. Frúgvin 6.12.07 5. Ørnin 6.14.17 6. Ritan 6.22.10 7. Jallurin 6.26.00 8. Erla Kongsdóttir 7.00.18 9. Blikur 7.10.06 Seksmannafør kvinnur (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Jarnbardur 6.21.08 2. Kollfirðingur 6.52.12 Seksmannafør menn (1500 m): Nr. Bátur Tíð 1. Sundabáturin 8.17.15 2. Strálan 8.21.12 3. Tvørábáturin 8.21.13 4. Jarnbardur 8.29.10 5. Riddarin 8.36.01 6. Lómur 8.43.12 7. Smyril 8.49.23 8. Rodni 9.05.02 Áttamannaførini (1500 m): Nr. Bátur Tíð 1. Heiðabáturin 7.42.03 2. Argjabáturin 7.56.22 3. Ørvur 7.57.24 4. Knørrur 8.08.23 5. Árnfirðingur 8.11.02 Tíggjumannaførini (1500 m): Nr. Bátur Tíð 1. Eysturoyingur 7.47.17 2. Vestmenningur 8.07.01