Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Di Luca vann Giro d’ Italia Sunnudagin var síðsta etapan á skránni í stóru italsku súkklu­ kappingini, Giro d’Italia, sum verður mett at vera millum tríggj­ar tær størstu kappingarnar innan súkkluheimin. Italiumaðurin, Danilo di Luca, sum súkklar fyri Liquigas, legði seg á odda tíð­ liga í kappingini, og hóast fleiri av mótstøðumonnunum royndu at trýsta hann, so megnaði di Luca at varðveita lj­ósareyðu troyggj­­ una allan vegin á mál. Bert 21 ára gamli luksemburgarin, Andy Schleck, sum súkklar fyri danska felagið Team CSC, endaði á øðrum plássi, meðan Eddy Mazzoleni frá Astana endaði nummar trý. Seinasta etapan bleiv vunnin av italska sprintaranum, Alessandro Petacchi. Katrin Olsen vann World Cup-stevnu Um vikuskiftið tók rógvarin, Katrin Olsen, lut í stóru World Cup­stevnuni í Linz í Eysturríki. Her skuldi hon, saman við Juliane Elander, vera við í kappingini hj­á lættvektsdupultscollarinum hj­á kvinnum. Útlitini vóru tó helst ikki tey bestu hj­á danska bátinum, tí við í kappingini vóru m.a. heimsmeistararnir úr Kina og HM­bronsuvinnararnir úr Grikkalandi. Danski báturin fekk eina heldur vánaliga byrj­an uppá finaluumfarið, og eftir 1000 metrum lógu tær á einum fimta plássi. Eftir hetta vendi gongdin tó hj­á Katrin og Juliane. Løtu seinni høvdu tær vunni ðseg uppá fyrsta plássi, og hetta plássið hildu tær allan vegin á mál. Sostatt gj­ørdust Katrin og Juliane vinnarar av fyrstu World Cup­stevnuni í ár. 8-mannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Heiðabáturin, vann fyrsta róðurin hjá 8-mannaførunum í ár. Tað, sum tó var meir merkisvert, var, at Heiðabáturin kom á mál í eini betri tíð enn flaggskipið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Eysturoyingur KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Leygardagin blivu fyrstu tøkini tikin í føroyska kapp­ róðrarárinum, tá Norðoyar­ stevnuróðurin var á skránni. Bert 43 bátar høvdu boðað frá luttøku á fyrstu stevnuni, men tá alt kom til stykkis, vóru tað bert 39 bátar, sum róðu kapp á fyrstu stevnuni á árinum. Hetta er eitt óvanliga lágt tal og hyggj­a vit at luttøkuni í fj­ør, so høvdu fleiri enn 70 manningar boða frá luttøku til Norðoyastevnuróðurin 2006. Tað vil siga, at áhugin av eini ella aðrari orsøk er nógv minkaður í ár. Tað merkti eisini stevn­ uni, at tveir av róðrunum bert høvdu luttøku av tveim­ um manningum. Bæði hj­á 6­mannaførum kvinnum og hj­á 10­mannaførunum vóru bert tveir bátar við í kapp­ ingini, og serliga 10­manna­ farsróðurin var eitt stórt vónbrot. Oftast eru fólk ser­ liga spent til at fylgj­a hesi kappingini, men í ár var at kalla einki fólk eftir á havn­ arlagnum í Klaksvík, tá 10­ mannafarsróðurin bleiv skotin í gongd. Alt hetta fara tit tó at hoyra um í blaðnum í morg­ in. Her fara vit at hyggj­a nærri at eini rættiliga serlig­ ari hending, sum fór fram á Norðoyarstevnuróðrinum leygardagin. Heiðabáturin vann á flaggskipinum Kappróðrarveðrið á Norð­ oyastevnu var heilt hampi­ ligt henda leygardagin. Tað var heldur kalt hj­á áskoðar­ unum, sum stóðu við havn­ arlagið í Klaksvík, men hj­á manningunum úti á fj­ørð­ inum mundi ikki bila. Tær høvdu vindin ímóti ávegis á leiðini móti málinum, men hetta tóktist tó ikki ávirka tað heilt stóra. Fyrstu fýra róðrarnir gingu skj­ótt at avgreiða, áðrenn málið bleiv flutt út á 1500 metrar. Tá var ein lítil løtu at bíða, meðan málið bleiv flutt, men tá róðrarnir fóru í gongd aftur, gekk aft­ ur sera skj­ótt. Tá 6­mannaførini við monnum høvdu róð, var tíðin komin til 8­mannafør­ ini. Her vóru fimm bátar við í kappingini, men kapp­ ingin bleiv ongantíð serliga spennandi. Heiðabáturin úr Kappróðrarfelagnum NSÍ setti alla mótstøðu til viks henda dagin, tá teir vunnu í tíðini 7.42.03. Hetta var næstan 15 sekund betri enn Argj­abáturin, sum endaði á øðrum plássi. Eftir hetta var tíðin so komin til 10­mannaførini, har bert tveir bátar vóru við. Her vann Eysturoyingur ein tryggan sigur, tá teir komu á mál í tíðini 7.47.17. Henda tíðin var heili fimm sekund verri enn tíðin hj­á Heiðabátinum, og tí eydn­ aðist 8­mannafarinum hj­á Kappróðrarfelagnum NSÍ at koma á mál í eini betri tíð enn flaggskipið, Eystur­ oyingur, henda dagin. Hetta er ikki komið ofta fyri í føroyskari rógving, og hetta má eisini metast at vera sera, sera flott av mann­ ingini á Heiðabátinum. Manningin á Heiðabátin­ um vann í fj­ør føroyameist­ araheitið umborð á 6­ mannafarinum, Sølmundi. Í ár høvdu teir tó valt at royna eydnuna í 8­mannaførunum, og tí vistu teir slett ikki, hvat teir skuldu væntað, sigur ein av rógvarunum umborð. ­ Vit eru nýggir í 8­manna­ førum. Í fj­ør mannaðu vit 6­mannafarið, Sølmund, og tí vistu vit slett ikki, hvat vit skuldu vænta. Hetta gekk tó ótrúliga væl, og tað er fantastiskt at vinna á fyrstu stevnuni, sigur Hans Karl Jacobsen, sum rør við Heiðabátinum. Heiðabáturin í stórum stíli 8-mannafarið, Heiðabáturin, gjørdi tað bragdið á Norðoyastevnu, at teir komu á mál í eini betri tíð enn 10-mannafarið, Eysturoyingur. Mynd: Álvur Haraldsen Fimmmannafør dreingir (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Sílið 5.37.23 2. Havfrúgvin 5.38.09 3. Teistin 5.46.05 4. Jómfrúgvin 5.56.08 5. Tj­aldrið 5.57.23 6. Jallurin 6.00.20 7. Blikur 6.04.24 Fimmmannafør gentur (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Hvassi 6.20.21 2. Tambar 6.28.00 3. Drekin 6.40.10 4. Ørnin 7.37.10 5. Blikur 7.42.24 6. Teistin 7.43.20 Fimmmannafør kvinnur (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Sílið 6.05.16 2. Teistin 6.06.24 3. Fípan Fagra 6.09.17 4. Frúgvin 6.12.07 5. Ørnin 6.14.17 6. Ritan 6.22.10 7. Jallurin 6.26.00 8. Erla Kongsdóttir 7.00.18 9. Blikur 7.10.06 Seksmannafør kvinnur (1000 m): Nr. Bátur Tíð 1. Jarnbardur 6.21.08 2. Kollfirðingur 6.52.12 Seksmannafør menn (1500 m): Nr. Bátur Tíð 1. Sundabáturin 8.17.15 2. Strálan 8.21.12 3. Tvørábáturin 8.21.13 4. Jarnbardur 8.29.10 5. Riddarin 8.36.01 6. Lómur 8.43.12 7. Smyril 8.49.23 8. Rodni 9.05.02 Áttamannaførini (1500 m): Nr. Bátur Tíð 1. Heiðabáturin 7.42.03 2. Argj­abáturin 7.56.22 3. Ørvur 7.57.24 4. Knørrur 8.08.23 5. Árnfirðingur 8.11.02 Tíggjumannaførini (1500 m): Nr. Bátur Tíð 1. Eysturoyingur 7.47.17 2. Vestmenningur 8.07.01