Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] John Petersen Kundi hugsað sær á vøllin Tað eru nú tvey ár síð­ ani, at John Petersen gavst sum spælari á før­ oyska fótbóltslandslið­ num. Tí er hann kanska vanur við at standa utt­ anfyri, men hann við­ gekk leygardagin, at hann væl kundi hugsað sær at fari á vøllin. ­ Bæði og. Tað kitlar í beinunum, tá vit koma upp á 1­2 og enntá hava møguleika at javna. Tað er næstan so, at tú hevur hug at fáa tann møgu­ leikan sjálvur. Men nú havi eg kortini sitið á beinkinum nakrar dyst­ ir, so eg eri spakuliga við at venja meg til tann leiklutin. ­ Tí spenningurin varð stórur seinastu løt­ una. Undan okkara máli var tað kanska við at gerast nakað kalt kring vøllin, men tá Rógvi stútar handan bóltin inn, kemur hitin av álvara aftur. Og hóast talan gjørd­ ist um tepurt tap, so kanst tú væl illa vera annað enn væl nøgdur um dystin? ­ Tað er ein risa­inn­ satsur, sum spælararnir levera í dag. Og ikki minst, so tora teir at spæla. Vit síggja frekar detaljur, har spælararnir veruliga tora nakað, og koma væl fram á vøllin. So alt í alt var hatta ein ótrúligur dystur. -mørk Blómur til Jákup Jákup á Borg spældi sín A­landsdyst nummar 50 fyri Føroyar leygardagin. Umframt at fáa gullnál fyri hetta, varð Jákup eisini heiðraður av FSF­forsetanum, sum hevði eitt stórt blómutyssi við sær á vøllin. Í fótbólti er tað tó altíð næsti dysturin, sum telur, og tí fór Jákup longu leygarkvøldið undir fyrireiking til dst nummr 51, sum verður á Svangaskarði mikudagin. Men fyrst var tað heimafronturin, sum stóð á skránni, tá frídagurin sunnudagin varð nýttur til at halda føðingardag hjá soninum, Fríða. Farvæl til Giggs Ryan Giggs spældi sín seinasta landsdyst fyri Wales, tá hann og liðfelagarnir spældu málleysan javnleik móti Kekkia leygardagin. Javnleikurin tænti kanska Írlandi best, men í veruleikanum kundi Wales eins væl vunnið dystin móti kekkisku favorittunum. Giggs sjálvur átti eisini onkran møguleika. Millum annað tá hann ta einu ferðina rundaði fýra verjuspælarar, áðrenn Cech tó fekk blokerað skotinum. Frá teirri løtu, at Rógvi Jacobsen stútaði bóltin, ivaðist hann ikki, at bólturin fór í netið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Annan landsdystin á rað skoraði Rógvi Jacobsen, og tað er nærum so, at skulu Føroyar hava eitt mál, so skal hetta koma frá loft­ sterka klaksvíkinginum. Og hóast hann ikki vildi siga, at aðrir spælarar ikki duga at skora, so helt Rógvi, at tað bara hevur riggað heilt væl. Serliga haldi eg, at eg fái gott pláss, tá eg sleppi at spæla ímillum miðvøll og álop. ­ Hesa ferð minnist eg ikki rættiliga, hvussu alt uppspælið til málið kom. Men vit koma so upp í høgru, har tað endar við, at Atli sendir mær ein góðan bólt innfyri. Og visti tú alt fyri eitt, at hasin bólturin sat? ­ Tá eg síggi, hvussu kós­ in á bóltinum er, ivist eg ikki. Eg veit, at málverjin ikki sleppur heilt harút, og tí byrji eg at jubla alt fyri eitt. Tá málið kemur eru fram­ vegis 10 minuttir eftir. Byrj­ ar tú tá sum spælari at trúgva upp á tí heilt stóru sensatiónina? ­ Tað hugsaði eg alla tíð­ ina. Og fingu vit eitt mál afturat, so var tað heilt ótrú­ ligt. Tað var eisini um repp­ ið, at vit fingu tað, men hóast tað gjørdist til enn eitt tepurt tap, so kundu vit avgjørt fara av vøllinum við røttum ryggi. Við avrikunum í Georgia og nú leygardagin í huga. Heldur tú so, at tit eru í ferð við at endurskapað álitið og vónirnar til landsliðið? ­ Avgjørt. Í fjør taptu vit fleiri ferðir stórt, og tað rak­ ar eisini sjálvsálitið hjá okk­ um sum spælarar. Dysturin í dag prógvaði, at vit eru á rættari kós, og sjálvur ivist eg ikki í, at vit koma at fáa eitt fínt landslið við hesum spælarunum, sum nú eru til taks. – Tað var ikki lætt, tá føroyingar skoraðu ímóti okkum, sigur heimsins besti leikari, sum afturvísir, at heimsmeistararnir gjørdust nervøsir móti endanum SAMrØÐA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.foa Heimsins besti leikari, Fabio Cannavaro, hevði vall­ að roknað við at fáa so fræga mótstøðu á Tórsvølli leygardagin. Og hann við­ gekk eisini, at uppgávan gjørdist heldur tyngri enn ætlað, tá Rógvi Jacobsen stútaði bóltin í netið og lítið korter var eftir at spæla. – Tað var ikki lætt, tá før­ oyingar skoraðu ímóti okk­ um, og tað er heldur ikki nøktandi, at teir gera so, vísti hann á. Fabio Cannavaro segði, at teir royndu sjálvir at trýsta fyri at fáa eitt mál, eftir at Rógvi Jacobsen hevði minkað um munin. – Vit høvdu eisini onkrar møguleikar, skoraðu tó ikki, men tað er í lagi, tí soleiðis er fótbóltur, segði liðformaðurin hjá Italia, sum dagliga spælir við spanska stórfelagnum Real Madrid. Tá hann varð spurdur, um teir gjørdust nervøsir, tá før­ oyingar minkaðu um munin, svaraði Fabio Cannavaro róliga, at tað gjørdust teir ikki. Sum tann seinasta spurn­ ingin, spurdi Sjónvarpið, um tað var nøktandi hjá Italia, sum liggur ovasta á FIFA­styrkislistanum, einans at vinna 2­1 á lið­ num, ið liggur nummar 185 á sama lista. Cannavaro hoyrdi í fyrsta umfari ikki spurningin, og tá spurning­ urin varð endurtikin fyri honum, so sá hann brádliga onkran, sum hann kendi í hinum endanum á rúminum, gekk avstað og so svaraði ikki. Men tað er helst svar nokk í sjálvum sær. Visti at hann sat Heimsins besti spælari viðgekk, at italiumenn kendu seg trýstar seinastu løtuna Mynd: Álvur Haraldsen Fabio Cannavaro: Vit vóru ikki nervøsir Rógvi hevur skorað Stóra framgongdin á vøllinum hevur avgjørt styrkt sjálvsálitið hjá spælarunum heldur Rógvi Jacobsen Mynd: Álvur Haraldsen 31