Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] NSÍ steyp á Norðoyastevnu Tað plagar ikki at hilnast nakað í fótbóltinum hjá klaksvíkingum á Norðoyastevnu, og tað gjørdi tað heldur ikki hesa ferð. Í góðveðrinum sunnudagin vitjaði NSÍ í Klaksvík, og teir fóru út aftur til Runavíkar við stórum steypi, sum býráðsformaðurin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, handaði teimum. NSÍ var á odda 2-0 í steðginum, og eftir steðgin skoraðu teir eitt mál afturat. Jónhard Frederiksberg og Óli Hansen við stútara eftir horna skoraðu í 1. hálvleiki, og Øssur Dalbúð, sum var ein av fimm innskiftum NSÍ spælarum eftir steðgin, staðfesti til 3-0. Jack Johansen, sum áður hevur spælt við FSV04 og nú spælir við SÍ, var á KÍ liðnum. Hann hevur royndarvant í Klaksvík í vikuni, sum fór. KÍ komið upp á síðuna av B36 Einki bendir á, at sjeyfaldu FM vinnararnir í KÍ uttan nakað sum helst ætla at lata trúnuna frá sær. Tað vístu KÍ kvinnurnar, tá ið tær tíðliga seinnapartin vunnu landskappingardyst á Norðoyastevnu 2-1 á B36. Árstalsfelagið hevur verið oddalið, síðani tær í fjórða umfari vunnu 1-0 á heimavølli á KÍ. Nú hava bæði B36 og KÍ spælt tíggju dystir, og nú eru feløgini jøvn í oddinum við 25 stigum. Eftir sigurin í dag er málmunurin hjá KÍ +23, meðan málmunurin hjá B36 er +16. B36 og KÍ hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini. Umframt 1-0 til B36 er ein uppgerð í Gundadali endað málleys. Síðsti landskappingardysturin millum oddaliðini bæði verður í Klaksvík í 18. og næstsíðsta umfari, sum er á skránni 8. september. Tá ið innskifti Christian Lam­hauge Holst við knall­ hørð­um skoti setti stjørnuna í italska málinum undir trýst, hildu fleiri av heims­ meistarunum seg um høvdið í ótta og bivan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Italia er framvegis heims­ meistari, og Føroyar eru fram­­vegis nummar 185 á FIFA styrkislistanum. Men eftir framúr løtuna í regni­ num og fríska lotinum á Tórs­vølli leygarkvøldið, er tað vorðið nógv meiri huga­ ligt at vera fótbóltsáhugaður føroyingur. Italiumenn hava higartil kent Føroyar fyri klippfiskin og saltfiskin. Nú vita italiu­ menn um føroyska fótbólts­ landsliðið, sum leygar­kvøld­ ið var orsøk til, at adrinalinið pumpaði nógv meiri, enn roknað varð við. Bæði hjá italiumonnum á og kring Tórsvøll og hjá milliónu­ num, sum kring stilvalandið sótu og bitu negl, meðan Føroyar, sum 2. hálvleikur leið, rættuliga megnaðu at bjóða heimsmeistarunum av. Rógvi Jacobsen setti heim­sins besta verjuspælara og fótbóltsspælara yvir­høv­ ur, Real Madrid stjørnuna Fabio Cannavaro, sum spældi fyri 107. ferð á lands­ liðnum, av og skoraði. Fíni stútarin hjá Rógva Jacobsen til 2-1 eftir hart og neyvt innlegg frá Atla Dan­iel­sen setti futt í før­ oyingarnar. Bornir av áskoð­ ararópunum, sum geltu meiri yvir høvuðsstaðin, enn tey hava gjørt nakrantíð í Tórsvallar tíðini, megnaðu føroysku spælararnir at fram­ala eyka orku og hugflog, og møguleikin var har fyri útjavnandi máli­ num. Tað fór stórur skelkur ígjøg­num italsku leguna, tá ið fínt føroyskt samanspæl endaði við, at innskifti og sera væl upplagdi Christian Lamhauge Holst tamdi bóltin eitt sindur til høgru í brotsteiginum og smekkaði til. Buffon hálvbjargaði, og bólturin varð beindur burt­ ur, áðrenn næsti føroy­ing­ urin fekk skumpað hann um strikuna. Javnleikur hevði kanska verið mest sum ov nógv av tí góða. Italia legði seg beinanvegin á odda eftir ikki serliga sannførandi før­ oyskt verjuspæl, og stutt eft­ ir steðgin var Filippo Inzaghi aftur upp á spæl, tá ið hann snildisliga luskaði seg leysan við handara stólp­an og eftir innlegg frá Tommaso Rocci úr høgru við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Í fleiri øðrum støðum spældu heimsmeistararnir seg til upplagdar møgu­ leikar. Men teir vóru ikki so neyvir, sum tað sømir seg besta landsliðnum í heimi­ num, og føroyska liðið stóð seg í verjupartinum. Mun­ andi betri, enn tað sømir seg nummar 185 í heimi­ num, tá ið mótstøðan er tann besta, sum kann hugs­ ast! Hugflog, skipan og sjálvsálit Lítið sannførandi avrik á vølli­num og vánaligur hýr­ ur millum áskoðararnar, sum hava kent seg snýttar. Tað hevur leingi verið niður­ lagið, tá ið landsliðið hevur spælt. Leygarkvøldið varð alt øðr­vísi. Tá ið avrikið verður vigað á heimsmeistara vekt­ ini, so kann ikki sigast ann­ að, enn at talan var um av­rik, sum Føroyar sjáldan ella kanska rættari ongantíð áður hava víst. Serliga í fram­­rættaða spælinum var av­rikið betri enn áður. Venjarin hevði givið sín­ um monnum boð um at taka hetta sum eitt upplivilsi. At teir høvdu tikið hetta til sín sást beinanvegin. Skipanin og javnvágin á liðnum vóru fín, sjálvsálitið var stórt, og logiska avleiðingin av hes­ um var, at undirhaldsvirðið var í topp. Jákup Mikkelsen vísti, at hann framvegis er nógv tann besti føroyski mál­verj­ in. Verjuparturin var væl og tilvitað skipaður. Vong­verj­ arnir stóðu seg væl, mið­ verjarnir vóru stinnir, síðu­ spælararnir vóru drúgvari í framrættaða partinum, enn teir leingi hava verið og ar­beiðssamir í verjuparti­ num. Ikki minst Christian Høgni Jacobsen, sum hevur havt ilt við at halda støðið, síðani hann flutti til høv­uðs­ staðin, var støðug hóttan og setti Massimo Oddo grá hár í høvdið. Størsti framburðurin var tað, at sentralu miðvallar­ar­ nir hesa ferð megnaðu at binda saman – bæði í verju og álopi. Hóast Pirlo og Del Piero av og á vístu, hvussu framúr teir eru, so góvu Súni Olsen og Mikkjal Thomas­sen ikki Gattuso og øllum hinum nógv eftir. Føroyingarnir vóru ongan­ tíð stressaðir. Tað kom væl við, at italiumenn ikki, sum so nógvir aðrir hava gjørt Føroyar-Italia 1-2 (0-1): Hamskiftir føroyingar høvd Rógvi Jacobsen er hægstur, tá bólturin verður sendir inn í italska brotsteigin… 32