mánadagur 4. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
NSÍ steyp á Norðoyastevnu
Tað plagar ikki at hilnast nakað í fótbóltinum hjá klaksvíkingum á
Norðoyastevnu, og tað gjørdi tað heldur ikki hesa ferð. Í góðveðrinum
sunnudagin vitjaði NSÍ í Klaksvík, og teir fóru út aftur til Runavíkar við
stórum steypi, sum býráðsformaðurin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen,
handaði teimum. NSÍ var á odda 2-0 í steðginum, og eftir steðgin skoraðu teir
eitt mál afturat. Jónhard Frederiksberg og Óli Hansen við stútara eftir horna
skoraðu í 1. hálvleiki, og Øssur Dalbúð, sum var ein av fimm innskiftum NSÍ
spælarum eftir steðgin, staðfesti til 3-0. Jack Johansen, sum áður hevur spælt
við FSV04 og nú spælir við SÍ, var á KÍ liðnum. Hann hevur royndarvant í
Klaksvík í vikuni, sum fór.
KÍ komið upp á síðuna av B36
Einki bendir á, at sjeyfaldu FM vinnararnir í KÍ uttan nakað sum helst ætla at lata trúnuna
frá sær. Tað vístu KÍ kvinnurnar, tá ið tær tíðliga seinnapartin vunnu landskappingardyst á
Norðoyastevnu 2-1 á B36. Árstalsfelagið hevur verið oddalið, síðani tær í fjórða umfari
vunnu 1-0 á heimavølli á KÍ. Nú hava bæði B36 og KÍ spælt tíggju dystir, og nú eru
feløgini jøvn í oddinum við 25 stigum. Eftir sigurin í dag er málmunurin hjá KÍ +23,
meðan málmunurin hjá B36 er +16. B36 og KÍ hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum
øðrum í landskappingini. Umframt 1-0 til B36 er ein uppgerð í Gundadali endað málleys.
Síðsti landskappingardysturin millum oddaliðini bæði verður í Klaksvík í 18. og næstsíðsta
umfari, sum er á skránni 8. september.
Tá ið innskifti
Christian Lamhauge
Holst við knall
hørðum skoti setti
stjørnuna í italska
málinum undir trýst,
hildu fleiri av heims
meistarunum seg um
høvdið í ótta og bivan
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Italia er framvegis heims-
meistari, og Føroyar eru
framvegis nummar 185 á
FIFA styrkislistanum. Men
eftir framúr løtuna í regni-
num og fríska lotinum á
Tórsvølli leygarkvøldið, er
tað vorðið nógv meiri huga-
ligt at vera fótbóltsáhugaður
føroyingur.
Italiumenn hava higartil
kent Føroyar fyri klippfiskin
og saltfiskin. Nú vita italiu-
menn um føroyska fótbólts-
landsliðið, sum leygarkvøld-
ið var orsøk til, at adrinalinið
pumpaði nógv meiri, enn
roknað varð við. Bæði hjá
italiumonnum á og kring
Tórsvøll og hjá milliónu-
num, sum kring stilvalandið
sótu og bitu negl, meðan
Føroyar, sum 2. hálvleikur
leið, rættuliga megnaðu at
bjóða
heimsmeistarunum
av.
Rógvi
Jacobsen
setti
heimsins besta verjuspælara
og fótbóltsspælara yvirhøv-
ur, Real Madrid stjørnuna
Fabio
Cannavaro,
sum
spældi fyri 107. ferð á lands-
liðnum, av og skoraði.
Fíni stútarin hjá Rógva
Jacobsen til 2-1 eftir hart
og neyvt innlegg frá Atla
Danielsen setti futt í før-
oyingarnar. Bornir av áskoð-
ararópunum,
sum
geltu
meiri yvir høvuðsstaðin,
enn tey hava gjørt nakrantíð
í Tórsvallar tíðini, megnaðu
føroysku
spælararnir
at
framala
eyka
orku
og
hugflog, og møguleikin var
har fyri útjavnandi máli-
num.
Tað fór stórur skelkur
ígjøgnum italsku leguna, tá
ið fínt føroyskt samanspæl
endaði við, at innskifti og
sera væl upplagdi Christian
Lamhauge
Holst
tamdi
bóltin eitt sindur til høgru í
brotsteiginum og smekkaði
til. Buffon hálvbjargaði, og
bólturin varð beindur burt-
ur, áðrenn næsti føroying-
urin fekk skumpað hann
um strikuna.
Javnleikur hevði kanska
verið mest sum ov nógv av
tí góða. Italia legði seg
beinanvegin á odda eftir
ikki serliga sannførandi før-
oyskt verjuspæl, og stutt eft-
ir
steðgin
var
Filippo
Inzaghi aftur upp á spæl, tá
ið hann snildisliga luskaði
seg leysan við handara
stólpan og eftir innlegg frá
Tommaso Rocci úr høgru
við høvdinum stýrdi bóltin
í málið.
Í fleiri øðrum støðum
spældu heimsmeistararnir
seg til upplagdar møgu-
leikar. Men teir vóru ikki so
neyvir, sum tað sømir seg
besta landsliðnum í heimi-
num, og føroyska liðið stóð
seg í verjupartinum. Mun-
andi betri, enn tað sømir
seg nummar 185 í heimi-
num, tá ið mótstøðan er
tann besta, sum kann hugs-
ast!
Hugflog, skipan
og sjálvsálit
Lítið sannførandi avrik á
vøllinum og vánaligur hýr-
ur millum áskoðararnar,
sum hava kent seg snýttar.
Tað hevur leingi verið niður-
lagið, tá ið landsliðið hevur
spælt.
Leygarkvøldið varð alt
øðrvísi. Tá ið avrikið verður
vigað á heimsmeistara vekt-
ini, so kann ikki sigast ann-
að, enn at talan var um
avrik, sum Føroyar sjáldan
ella kanska rættari ongantíð
áður hava víst. Serliga í
framrættaða spælinum var
avrikið betri enn áður.
Venjarin hevði givið sín-
um monnum boð um at taka
hetta sum eitt upplivilsi. At
teir høvdu tikið hetta til sín
sást beinanvegin. Skipanin
og javnvágin á liðnum vóru
fín, sjálvsálitið var stórt, og
logiska avleiðingin av hes-
um var, at undirhaldsvirðið
var í topp.
Jákup Mikkelsen vísti, at
hann framvegis er nógv
tann besti føroyski málverj-
in. Verjuparturin var væl og
tilvitað skipaður. Vongverj-
arnir stóðu seg væl, mið-
verjarnir vóru stinnir, síðu-
spælararnir vóru drúgvari í
framrættaða partinum, enn
teir leingi hava verið og
arbeiðssamir í verjuparti-
num.
Ikki
minst
Christian
Høgni Jacobsen, sum hevur
havt ilt við at halda støðið,
síðani hann flutti til høvuðs-
staðin, var støðug hóttan og
setti Massimo Oddo grá hár
í høvdið.
Størsti framburðurin var
tað, at sentralu miðvallarar-
nir hesa ferð megnaðu at
binda saman – bæði í verju
og álopi. Hóast Pirlo og Del
Piero av og á vístu, hvussu
framúr teir eru, so góvu
Súni Olsen og Mikkjal
Thomassen ikki Gattuso og
øllum hinum nógv eftir.
Føroyingarnir vóru ongan-
tíð stressaðir. Tað kom væl
við, at italiumenn ikki, sum
so nógvir aðrir hava gjørt
Føroyar-Italia 1-2 (0-1):
Hamskiftir føroyingar høvd
Rógvi Jacobsen er hægstur, tá bólturin verður sendir inn í italska brotsteigin…
32