týsdagur 5. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2007
Tað er svenski
Handelsbanken, ið
hevur ásett kursin
á partabrøvunum.
– Tað er ein balansu
gongd, tí kursurin má
verða áhugaverdur
fyri íleggjarar, sam
stundis sum hann er
nøktandi fyri lands
kassan, sigur Janus
Petersen
PRIVATISERING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Partabrøvini
í
Føroya
Banka verða seld fyri ein
kurs, sum liggur millum
162 og 189. Og tað er nøkt
andi, sambært forstjóranum
í Føroya Banka, Janusi
Petersen.
Kursurin er ásettur av
serfrøðingum, og teir hava
jú tikið hædd fyri, at tað
skal vera áhugavert hjá
íleggarum at keypa parta
brøvini, samstundis sum
landskassin fær ein nøktandi
prís, sigur Janus Petersen.
Forstjórin hevur annars
úr at gera í hesum døgum. Í
gjár og í dag hevur verið
stórt fundarvirksemi við
møguligar íleggjarar her
heima í Føroyum, og frá í
morgin verða framløgur av
prospektinum í londunum
uttan um okkum. Talan er
um Ísland, Danmark, Fin
land, Svøríki og Ongland,
umframt okkurt land í
Miðeuropa.
Nógv hevur verið gitt
um, hvørt arbeiðssteðgurin
í síðstu viku fór at ávirka
søluna og kanska serliga
prísin á bankanum, men tað
metti Eyðun á Rógvi ikki í
sjónvarpinum í gjárkvøldið,
og somu metan hevur for
stjórin í bankanum eisini.
Tað tykist sum tað er
ógvuliga stórur áhugi fyri
partabrøvunum í bankanum.
Og tað er eisini lítið hugs
andi, at ein slíkur stuttur
arbeiðssteðgur fer at hava
ávirkan á nakað, sum má
metast at verða langsiktaðar
íløgur,
sigur
Janus
Petersen.
Hyggja uttanlands
Forstjórin heldur, at privatis
eringin av tveimum triðing
um av bankanum fer at seta
økt krøv til bankan, og at
tað somuleiðis verður skapt
eitt økt trýst á leiðslu og
starvsfólk alla tíðina at
betra um úrslitini. Men tað
er sanniliga eisini ein spenn
andi avbjóðing.
Tað fer at merkja, at
størri áhugi verður fyri okk
um sum fyritøka. Tað fer
eisini at merkja eitt økt trýst
á okkum, men tað meti eg
er bara sunt. Men tað fer
eisini at gera tað nakað lætt
ari hjá okkum at røkka út
um landoddarnar, tí vit ger
ast kend á partabrævamarkn
aðinum. Og gjøgnum henda
verður lættari at fíggja tær
verkætlanir, sum vit fara at
arbeiða við, sigur Janus Pet
ersen.
Privatiseringin fer eisini
at seta nøkur fyrisitingarlig
krøv. Bankin skal hereftir
rekast meiri í tráð við
altjóða
reglugerðir.
Tað
merkir regluliga kunning til
partabrævamarknaðin
og
eftirlit við, at upplýsingar
ikki koma fyri skeivu eyg
uni, men til marknaðin fyrst
og fremst. Stutt sagt fer
Føroya Banki at verða rikin
meiri professionelt í fram
tíðini.
Forstjórin sigur, at teir
ikki í løtuni hava nakra
ítøkiliga ætlan um at víðka
virksemi bankans úteftir,
men at tað heilt vist kemur.
Høvdu vit nakra ítøki
liga ætlan í løtuni, hevði
hon verið við í prospekt
inum. Men tað verður púra
vist hugt tann vegin. Tað er
ikki ein spurningur um,
men nær vit víðka úteftir,
sigur Janus Petersen, for
stjóri í Føroya Banka.
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka:
Kursásetingin er nøktandi
Eitt prospekt er ætlað
at upplýsa møguligar
íleggjar við fakta um
fyritøkuna soleiðis, at
íleggjarin hevur besta
grundarlagið at taka
røttu avgerðirnar
útfrá
PRIVATISERING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Inni á heimasíðu sínari gev
ur Føroya Banki komandi
íleggjarum í bankanum góð
ráð í sambandi við prospekt
ið, sum bankin legði fram á
tíðindafundi mánadagin.
Har verður víst á, at tað er
avgerandi fyri trygdina hjá
íleggjarunum, at øll hava
somu upplýsingar til taks.
Hetta er neyðugt fyri at
tryggja dagførda vitan um
fyritøkurnar, sum íleggjarar
kunnu velja at seta pening
í. Og tí gera fyritøkur
almennar roknskapir, pro
spekt og annað upplýsingar
tilfar.
Prospektið er gott at byrja
við, tá tú skalt gera eina
sunna og skilagóða íløgu.
Her fært tú sum íleggjari
allar upplýsingar um fyri
tøkuna, um vørur, tænastur,
leiðslu, fíggjarligar og strat
egiskar ætlanir og váðar. At
lesa prospektið er fyrsta stig
ið at gerast ein vitandi íleggj
ari, sigur Føroya Banki.
Eitt
prospekt
er
eitt
umfatandi skjal, ið skal
framleiðast í sambandi við
t.d. eina privatisering og
sølu av partabrøvum til
almenningin. ES og aðrir
myndugleikar
hava
sett
altjóða krøv um, hvat skal
standa í prospektum. Inni
haldið skal geva eina sanna
og nøktandi mynd av øllum
týðandi viðurskiftum hjá
fyritøkuni, ið ætlar at selja
partabrøvini. Myndugleikar
skulu góðkenna prospektið,
áðrenn tað kann vísast fram
alment
fyri
møguligum
íleggjarum.
Føroya Banki hevur í sam
bandi við privatiseringina
og sølu av partabrøvunum
hjá
Fíggingargrunninum
frá 1992 framleitt eitt slíkt
prospekt.
Framferðarhátturin
Fíggingargrunnurin
frá
1992 valdi í 2006 Handels
banken Capital Markets
(HBCM) sum ráðgeva í
privatiseringini. Hetta hevði
millum annað við sær, at
HBCM fekk høvuðsupp
gávuna fyri prospektinum.
Fyrst varð avrátt við
HBCM, hvat skuldi við í
prospektið, og síðani var
ein tíðarætlan løgd fyri
arbeiðið. Farið varð so
undir at skriva eina kladdu
av prospektinum, har nær
um allar upplýsingar vóru
við, sum skuldu við í enda
liga prospektið, undantikið
eitt nú prísur og kostnaður.
Hesa kladdu arbeiddu bank
in, grunnurin og HBCM
tætt saman um.
Tá kladdan var um at
vera liðug, varð farið undir
góðkenningartilgongdina.
Bankin skal skrásetast á
tveimum marknaðum, CSE
og VMF/ICEX, men av tí,
at ICEX varð valt sum
fremsta skásetingarstað, fór
mesta samskiftið fram við
ICEX.
Tá prospektið varð góð
kent, kundi sølan av parta
brøvum byrja.
Brynjaðir til
rætta avgerð
Uppsetingin av prospektin
um er oftast rættiliga ymisk,
hóast øll prospekt byggja á
somu reglur. Føroya Banki
hevur valt at seta prospektið
soleiðis upp, at tað fremur
»forstáilsi«, og at ymsu
evnini, ið nátúrliga hanga
saman, verða viðgjørd í
sama
parti
av
prospektinum.
Innihaldið
er
millum
annað hetta:
• søgan hjá fyritøkuni og
ein frágreiðing um virk
semið
• grannskoðaðir roknskapir
fyri seinastu trý árini
• frágreiðing um ætlanirnar
hjá bankanum
• frágreiðing
um,
hvør
selur
partabrøvini,
og
hvat inntøkurnar fara til
• ein frágreiðing av størstu
váðunum, ið kunnu ávirka
bankan
• upplýsingar um leiðslu
bankans
• ein frágreiðing um, hvørji
rættindi nýggir íleggjarar
hava í sambandi við
søluna
Fyri at taka bestu avgerðina
krevjast upplýsingar. Pro
spektið er eitt krav sambært
altjóða reglum og má bara
umrøða fakta. Tí er prospekt
ið
eitt
rættiliga
gott
upplýsingargrundarlag fyri
íleggjarar. Íleggjarin hevur
trygd fyri, at prospektið bara
umrøður fakta, ikki søluprát
ella marknaðarføring.
Prospektið
gevur
íleggjarum møguleika fyri
sjálvir at skapa sær eina
fatan av, hvørja fyritøku og
íløgu talan er um, og at fáa
svar upp á nógvar av
teimum
spurningum,
ið
vanliga stinga seg upp í
tílíkum førum. Brynjaðir
við fakta eru íleggjararnir
betur fyri at taka røttu
avgerðina,
vísir
Føroya
Banki á.
Hjá áhugaðum íleggjarum
ber til at lesa prospektið
inni á heimasíðuni hjá
Føroya
Banka,
www.
foroyabanki.fo
Prospektið hjá Føroya Banka:
Brynjar íleggjarar til rætta avgerð
Janus Petersen, forstjóri í
Føroya Banka