hósdagur 17. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 33 - 17. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Góði Høgni!
Gamalt er at siga, at tá pol-
itikkarar fara at senda brøv
sínámillum, tá syngur sam-
starvið upp á síðsta vers.
Hvussu nú fer at verða í
okkara føri, tað vil so tíðin
vísa, men neyvan nakrantíð
áður hevur ein stórur flokk-
ur sum Javnaðarflokkurin
víst einum ungum, óroynd-
um politikkara úr øðrum
flokki slíkt álit, sum vit
gjørdu, tá vit eftir valið
peikaðu á teg sum samráð-
ingarleiðara.
Men nógv vatn er runnið
í havið síðan tann dagin á
vári 1998.
Tvær høvuðsákærur
Staddur á Tvøroyri frætti eg
í útvarpinum sunnukvøldið,
at eg hevði fingið eitt bræv
frá tær, sum tú eisini hevði
sent fjølmiðlunum.
Høvuðsákærur tínar eru
tvinnar. Onnur, at eg havi
funnist at demokratisku
mannagongdini í fullveldis-
málinum og hin, at eg skal
hava sagt, at tit ikki hava
meiriluta í løgtinginum aft-
an fyri tykkum í sama máli.
Av hesum báðum er tann
seinna sera tyngjandi, með-
an tann fyrra altíð vil verða
ein spurningur um, hvørji
eygu meta um málið. Men
lat okkum taka ta seinnu
fyrst.
Hóast tú fekst at vita í
útvarpinum á middegi mán-
adagin, at tað var ein mis-
skiljing, sum var hend á Rit-
zau, sum lá til grund fyri
tíðindunum um vikuskiftið,
so stendur tú fast við hvass-
ligu atfinningar tínar ímóti
mær fyri at koma við álv-
arsligum og ósonnum pá-
standum, sum eg tó hvørki
eigi lut ella deil í.
Ákæran
er
afturvíst.
Randi Mohr frá Ritzau er
komin við eini umbering til
mín, og hevur tíðindastovan
alment boðað frá, at teir
hava mistikið seg. Hetta var
tó ikki nóg mikið til, at tú
tók ákærurnar ímóti mær
aftur, og nú letur tú haraftrat
bløðinin prenta brævið.
Heldur fast
um ósannindi
Har vanligt hevði verið at
sagt, at har fór eg skeivur
og legði teg undir nakað av
órøttum, so er tað líkt til, at
tað nú herðir stríðið, og tí
má okkurt heilt annað
búgva undir. Eg kann liva
uttan eina umbering frá tær
fyri hasar ákærurnar, men
eg kann illa liva við, at leið-
andi politikkari her á landi
heldur fast um ósannindini.
Tað er líkt til, at málið
ikki longur er at fáa sann-
leikan fram, men er knapp-
liga heldur vorðið eitt mál í
sær sjálvum.
Tá tað snýr seg um dem-
okratisku mannagongdirnar
í fullveldismálinum, nýtist
tær ikki at endurtaka alla
mannagongdina síðan valið
í 1998. Ein av atfinningum
mínum um uppskot Sam-
bandsfloksin um eina leið-
beinandi fólkaatkvøðu var
júst tann, at landsstýrið
hevði mandat til at fara und-
ir samráðingar við ríkis-
stjórnina, so leingi sum
reglurnar í okkara stýris-
skipan um at ráðføra seg við
uttanlandsnevndina vórðu
fylgdar. Formellu reglurnar
vóru í lagi. Tískil tóku vit í
Javnaðarflokkinum heldur
ikki undir við uppskotinum
hjá Sambandsflokkinum.
Men atfinningar mínar
hava verið vendar ímóti
gongdini seinastu dagarnar
í samband við ráðføringina
við uttanlandsnevndina.
Upplýsing er
týðandi lutur
Vit fingu eitt upprit, sum var
stemplað í trúnaði. Við bit
og slit fingu vit loyvi til at
leggja uppritið fyri ting-
manningarnar, men ikki út
um tað. T.v..s. at vit fáa ikki
brúkt teir eksternu ráðgev-
ararnar, sum vit vanliga
brúka til slík mál bæði inn-
an løgfrøðina og innan bú-
skaparfrøðina.
Týðandi liður í einari
demokratiskari tilgongd er
atgongdin til allar upplýs-
ingar og øll viðkomandi
skjøl, men sanniliga eisini
atgongdin til sakkunnleik-
an.
Tit hava boðað frá, at eitt
uppskot til ein sáttmála
verður lagt fyri stjórnina um
ein lítlan mánað, og henda
vildu vit sum limir í uttan-
landsnevndini síggja. Sam-
bært fyrstu útsagnum løg-
mans, so skuldi heldur ikki
uttanlandsnevndin síggja
uppskotið til sáttmála.
Tað er landsstýrið, sum
alment hevur fráboðað
nevnda sáttmálauppskot, og
tað var landstýrið, sum boð-
aði frá, at eingin uttan
landsstýrið
og
danska
stjórnin skuldi síggja skjal-
ið.
Einki skuldi fram
Á seinasta fundi í uttan-
landsnevndini gjørdi ein
meiriluti av, at vit vildu hava
løgmann og teg á fund fyri
at fáa eina frágreiðing um,
hví sáttmálauppskotið skal
dyljast sum mansmorð.
Men nú siga bæði løg-
maður og tú nakað heilt
annað. Fyri tað fyrsta at
einki uppskot enn er gjørt
til nakran sáttmála, og tað
ljóðar í sjálvum sær rætti-
liga løgið, men haraftrat, at
sjálvandi skal uttanlands-
nevndin síggja uppskotið til
sáttmála, áðrenn farið verð-
ur til samráðingar.
So vit siggja, at ætlan
landsstýrisins var, at einki
skuldi fram, men eftir trýsti
frá uttanlandsnevndini, so
hava tit verið noyddir til at
givið tykkum. Upprunaliga
ætlaðu tit, at bert uttan-
landsnevndalimirnir skuldu
síggja uppritið, men nú fáa
tingmenn eisini høvið —
upprunaliga ætlaðu tit, at
eingin skuldi síggja sáttmál-
auppskotið, men nú sleppur
eisini uttanlandsnevndin at
síggja hann.
Men framvegis situr før-
oyingurin og veit hvørki út
ella inn um tað, sum skal
fara fram. Einasta hann
hoyrir er, at løgtingsmenn
mugu brúka allar snildir fyri
at fáa atgongd til neyðugu
skjølini, hvussu kann hann
tá rokna við at síggja nakað.
So koma tit við enn einari
roynd at slætta sjógvin —
uppritið verður almanna-
kunngjørt, tá nevndin er lið-
ug við viðgerðina.
Kann ikki samanberast
At gera samanberingar við
onnur mál, sum eitt nú
markið við Bretland, er púr-
asta burturvið. Tá stóð øll
tjóðin sum ein maður, og
um markið var ein kvart-
fjórðing syðri ella norðari á
hevði neyvan givið nøkrum
andvekur. Men í hesum
máli stendur tjóðin í minsta
lagi í tveimum pørtum. Tit
mugu læra tykkum at liva
við, at kanska ein stórur
helmingur av tjóðina ikki
tekur undir við ætlan tykk-
ara.
Eg havi ongan hug at gera
viðmerkingar til tað, sum er
farið fram fyri 30 til 50 ár-
um síðani, tí eg dugi snøgt
sagt ikki at síggja nakað
endamál við tí. Og eg vænti,
at okkurt høvið verður til
tað um stutta tíð, og tá
kunnu vit so taka alt við.
Viðvíkjandi kreppusam-
ráðingunum í 90´unum, so
vóru tá, sum tú eisini sigur,
næstan
undantaksstøður
galdandi. Landdstýrið varð
fleiri ferðir boðsent yvir
eina nátt til samráðingar, tí
mangan vóru bert tímar um
at gera, at ikki alt peninga-
kervið fór á heysin. Fyri
rættleikans skuld skal her
viðmerkjast, at allar hesar
samráðingarloysnirnar
vórðu lagdar fyri løgtingið
og samtyktar. Eisini við at-
kvøðunum frá m.a. Tjóð-
veldisflokkinum, sum frá
apríl 1993 og fram til sept.
1994 var í samgongu saman
við m. ø. Javnaðarflokki-
num. Og tá var ikki nýggja
stýrisskipanin sett í gildi.
Skuldseting
um landasvik
Annars var orsøkin til, at
Ritzau ringdi meg upp leyg-
armorgunin, at teir fegnir
vildu hava mína viðmerking
til útsagnir tínar, um at vit
nú mugu gera av hvørja síðu
vit valdu, ta føroysku ella
ta donsku.
Eg svaraði, at hetta var at
fara út um øll sømilig mørk,
tí í hesum útsagnum lá ein
óbeinleiðis skuldseting um
landasvik ímóti uml. 60%
av veljarunum, sum var tað,
sum seinasta veljarakanning
vísti um tey, sum ikki tóku
undir við fullveldisætlanini.
Eg haldi hvørki tú ella eg
ella nakar annar skal gera
av, hvørjir rættir føroyingar
eru. Ì aktuella málinum, so
vilja allir partar, tað eru tit
og vit og allir aðrir, tað
besta fyri Føroyar og før-
oyingar. Munurin er bert,
hvussu ymiskt vit síggja,
hvussu viðurskiftini skulu
loysast.
Eg má eisini minna á, at
alt hetta tosið um at velja
síður og um rættar føroy-
ingar er so óføroyskt, sum
nakað kann verða. Hetta var
og er framvegis eyðkenni
hjá londnum við einflokka-
stýrum og einaræði, og bet-
ur var, um vit brúktu aðrar
fyrimyndir.
Somuleiðis mugu vit
halda fast um okkara grund-
lógartryggjaða rætt til í
skrift og talu at geva okkara
hugsan til kennar. Tí mást
tú eisini læra teg at liva við,
at hvørki andstøðan ella
nakar annar kann fáa munn-
kurv í hesum stóra máli.
Vinarliga
Jóannes Eidesgaard,
løgtingsmaður
Eingin eigur at fáa munnkurv
— Vit halda fast um okkara grundlógartryggjaða rætt til í skrift og talu
at geva okkara hugsan til kennar. Tí mást tú eisini læra teg at liva við,
at hvørki andstøðan ella nakar annar kann fáa munnkurv í hesum stóra
máli, sigur Jóannes Eidesgaard m. a. í svari til Høgna Hoydal
Startskot til stóra
og nýggja avbjóðing
HÓSDAGUR tann 17. februar ár 2000 kann
koma at gerast eitt týðandi vegamót í føroysk-
ari søgu - uppá gott og ilt. Henda dag - og tað
er í dag - letur 1. útbjóðing til oljuleiting á
føroyska landgrunninum alment upp. Í dag
verður tað gjørt kunnugt um alla verðina, at
Føroyar eru tilreiðar at gerast oljutjóð. Portur-
ið, sum nú í fleiri ár, hevur staðið á glopp, er
nú víðopið. Tað stendur nú altjóða oljuheim-
inum - vil hann góðtaka føroysku treytirnar -
at fara undir leiting eftir olju og gassi í einum
av teimum seinastu økjunum í heiminum, har
tað ikki hevur verið leitað áður, og sum verður
mett at kunna goyma stórar nøgdir av olju og
gassi. Loksins er upprunnin tann dagur, sum
mong hava bíðið við spenningi eftir, men sum
uppaftur onnur hava borið ótta fyri. Tað er
greitt, at ein olja- og gassvinna kann gerast
tað nógv eftirspurda beinið, sum okkara bú-
skapur kann standa á saman við fiski- og
alivinnuni. Tað er eisini greitt, at ein slík nýggj
vinna er ein stór avbjóðing fyri eina so lítla
tjóð sum okkara og hon setir stór krøv til
okkum øll og ikki minst politikararnar.
HVØR mundi annars fyri bert fáum árum
síðani hugsað, at oljufeløg fóru undir at bora
eftir olju við Føroyar? Neyvan mundi táverandi
jarðfrøðingurin Jóannes Rasmussen, sáli
geva tá ímynda sær, at oljufeløg fóru at vísa
undirgrund okkara so stóran ans sum veru-
leikin er. Kortini metti hann longu fyri mongum
árum síðani, at møguleikar vóru fyri at finna
olju og ikki minst júst har feløgini nú seta
ljóskastaran á. Men hann helt slíka leiting
liggja langt, langt frammi í tíðini, tí táverandi
tøknifrøðin megnaði ikki leiting í so djúpum
og veðurbardum vatni. Men longu um somu
tíð sum oljufeløg vístu bæði norska og bretska
landgrunninum ans vendu tey eisini eyguni
hendavegin. Onkrar seismiskar kanningar
vórðu gjørdar, og í eini skuffu í Tinganesi
rúgvaðu seg upp umsóknir frá oljufeløgum,
sum vildu sleppa í gongd. Føroyskir myndug-
leikar gjørdu tó greitt, at áðrenn nakað loyvi
bleiv givið, skuldi undirgrundin fyrst á før-
oyskar hendur. Og tá hetta so bráddliga hendi
í 1992 gekk tað so stig fyri stig. Seismiskar
kanningar av øllum Føroyaøkinum, ráðlegg-
ingarnevndir, arbeiðsbólkar, lógaruppskot og
loksins løgtingslóg um útbjóðing. Hóast tað
tók sína tíð at fáa avtalu við bretar um markið,
so hevur kortini gingið sum fótur í hosu.
TAÐ er greitt, at vit tosa um eina áhugaverda
og spennandi framtíð, sum eisini fer at bera
vandamál í sær. Vit hava tó fyrimunin at kunna
læra av royndunum hjá øðrum, og vit kunnu
útbúgva okkara egna fólk í góðari tíð. Hetta
skuldi kunnað minkað um tær negativu síður,
sum fleiri bera ótta fyri, at júst ein ógvuslig
oljuvinna kann hava við sær. Vit fara inn í eitt
tíðarskeið, ið kann fáa stóra týdning fyri kom-
andi ættarlið. Latið okkum brúka tíðina, vitan-
ina og kreftirnar rætt. Latið okkum hyggja
frameftir og brúka okkara sunna fornuft og
arbeiðssemi skilagott.