hósdagur 17. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 33 - 17. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 33 - 17. februar 2000
Hátíðarhalda
tíggju ára dagin
Mánadagin eru tíggju ár liðin síð-
ani nýggi skúlin á Skála varð tikin
í nýtslu og tað verður hátíðarhild-
ið við kvøldsetu í skúlanum
SVEINUR TRÓNDARSON
Mánadagin 21. februar
eru liðin tíggju ár, síðani
nýggi skúlin á Skála varð
tikin í nýtslu.
Í tí sambandi bjóða lær-
ararnir og skúlanevndin í
felag bygdafólkinum til
eina kvøldsetu í skúlan-
um at hátíðarhalda dagin
saman við teimum.
Dagurin 21. februar er
á ein hátt vorðin skúla-
dagur á Skála, tí gamli
skúlin, sum varð burtur-
beindur, tá hesin varð tik-
in í nýtslu, var eisini vígd-
ur 21. februar - í 1960.
Sangur og leikir
Kvøldsetan er sett saman
við eini rúgvu av ymsum
tiltøkum.
Kvøldið byrjar við, at
Pauli Joensen, fyrrver-
andi fyrstilærari fer at
siga nøkur orð.
– Pauli gjørdi eitt stórt
arbeiði fyri at fáa nýggja
skúlan, sigur Súni Kristi-
ansen.
Annars vera allir næm-
ingarnir aktivir á ein ella
annan hátt, antin við sangi
ella við leiki, sigur Súni
Kristiansen.
– Fjórði flokkur ger
kortini eitt sindur meira
burturúr, tí tey skulu
framføra ein leik um ein
tann kendasta skálamann-
in
gjøgnum
tíðirnar,
nevniliga Orm Bónda.
– Tey fara m. a. at tríva
í eitt kvæði um Orm
Bónda,
sum
Jørgin
Thomsen, sum var løg-
tingsmaður, yrkti í sínari
tíð. Tað eru ikki so nógv,
sum kenna til kvæði, so
teirra framførsla er eitt
sindur serlig í so máta.
Seinni verður eisini
lokalt skemt á skránni,
sketchir og annað tílíkt.
Nýggja heimasíðu
Í fjør fekk Skála skúli,
sum ein av teimum fyrstu
skúlunum í landinum sína
egnu heimasíðu á inter-
netinum.
Síðuna gjørdu næming-
arnir í 5. og 6. flokki sam-
an við nøkrum lærarum,
og síðani hevur Súni
sjálvur staðið fyri viðlíka-
haldinum av síðuni.
Av tí at síðan var gjørd
í einum serligum forritið
var viðlíkahaldið rættiliga
trupult og tí hevur Súni
gjørt síðuna av nýggjum í
einum øðrum forriti, sum
er nógv lættari at arbeiða
við.
Henda nýggja síðan
verður tikin í nýtslu mán-
adagin og Súni fer sjálvur
at vísa kvøldsetugestun-
um hvussu hon er upp-
bygd.
Netkafé
Kvøldsetan í skúlanum á
Skála byrjar klokkan
19.00.
Øll eru hjartaliga væl-
komin. Bæði næmingar,
foreldur, gamlir næming-
ar og bygdafólkið annars,
sigur Súni.
Hóast kvøldsetan byrjar
klokkan 19, so verður
skúlin kortini latin upp
tveir tímar fyrr.
– Vit lata skúlan upp
klokkan 17.00. So kunnu
fólk koma at hyggja at
skúlanum í frið og náðum
áðrenn kvøldsetan byrjar
sigur Súni.
Og hava tey so eisini
hug at royna seg á inter-
netinum, so er eisini møg-
uleiki til tess.
– Skúlin er rættiliga væl
fyri við teldum, og tað
ætla vit at bygdafólkið
skal havav fyrimun av
mánakvøldið. So kunnu
tey royna seg á netinum
hava tey hug til tess, sigur
Súni, sum vónar at nógv
fólk koma í skúlan at há-
tíðarhalda dagin saman
við teimum.
BLF viðger málið um
búskaparráðið
Bergur Berg, formaður í
BLF
Felagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum er ikki
liðugt at viðgera útsøgnirnar hjá Jørgini Niclasen í samb-
andi við frágreiðingina hjá Búskaparráðnum
SVEINUR TRÓNDARSON
Nevndin í Búskapar- og
løgfrøðingafelagnum hev-
ur tikið málið upp um bú-
skaparráðið, sum lands-
stýrismaðurin í fiskivinn-
umálum hølvaði av alm-
ent, men enn er viðgerðin
ikki liðug.
Bergur Berg, formaður í
BLF, sigur, at felagið hevur
viðgjørt málið, men enn er
ikki greitt hvussu tað skal
gerast.
– Tað sum er farið er farið
og tí halda vit, at tað er rætt-
ast at hyggja frameftir. Men
vit vita ikki heilt hvussu tað
skal gerast, sigur hann.
– Og tað er hetta vit royna
at finna út av í løtuni. Men
tað er stórur áhugi fyri mál-
inum millum limirnar, so vit
skulu finna fram til eina
loysn á hesum málinum, sig-
ur formaðurin.
Nú kemur lógin um arbeiðs-
umhvørvi
Landsstýri hevur samtykt at leggja lógina um arbeiðsumhvørvi fyri tingið. Verður
lógin samtykt, fær Arbeiðseftirlitið betri umstøður at fara eftir ólýdnum kommun-
alum og landsstovnum. Henda møguleika hevur stovnurin ikki í dag
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyrr í ár, skrivaðu vit um at
almennar og privatar fyri-
tøkur ikki vóru javnt settar,
tá tað galt um at fylgja áset-
ingunum frá Arbeiðseftirlit-
inum.
Privatar fyritøkur, sum frá
Arbeiðseftirlitinum
fáa
kravboð um broytingar,
mugu gera eftir boðunum,
annars kunnu tey væntað
revsing. Tað nýtast almenn-
ar fyritøkur í somu støðu
ikki at gera, tí Arbeiðseftir-
litið hevur ikki lógarheimild
at gera nakað við tað.
Men nú er broytingin
áveg.
Gunnar Holm-Jacobsen,
úr Vinnumálastýrinum sigur
við Sosialin, at landsstýrið
hevur avgjørt, at leggja lóg-
aruppskotið um arbeiðsum-
hvørvi fyri tingið.
Í hesum lógaruppskotið
er ein serskild heimild, sum
gevur Arbeiðseftirlitinum
rætt til at »fara eftir« alm-
ennum og kommunalum
stovnum, fylgja teir ikki
boðum teirra.
Hetta er triðja ferðin lóg-
aruppskotið um arbeiðsum-
hvørvi verður lagt fyri ting-
ið.
Tað var Arbeiðsumhvørv-
isráðið, sum landsstýrið
setti í 1988, sum hevur gjørt
lógaruppskotið. Tað hevur
verið fyri í tinginum tvær
ferðir fyrr, men er ongantíð
komið longur.
Seinast fall tað burtur í
sambandi við, at Edmund
Joensen, táverandi løgmað-
ur skrvaði út nýval.
Nú verður so roynt eina-
ferð enn, og so er bara at
vóna, at tað eydnast triðju
ferð.
Gunnar Holm-Jacobsen
sigur, at nakrar broytingar
eru gjørdar í uppskotinum,
men tær eru smáar.
Tíggju ár eru liðin síðani nýggi skúlin á Skála varð
tikin í nýtslu og tað verður hildið við kvøldsetu
Dómurin roynast í landsrættinum
ÓLAVUR Í BEITI
Skiparin á norska frystilínu-
bátinum »Urvaag« tók ikki
við dóminum í Føroya
Rætti, men hevur skotið
hann inn fyri Landsrættin.
Eftir at hava tikið veiðina
innaftur, fór »Urvaag« av
Havnini aftur tíðliga í gjár-
amorgunin.
Tá hevði reiðaríið veitt
trygd fyri bótini upp á eina
góða millión.
Skipið var tikið fyri at
hava ov stóra hjáveiðu - góð
45 prosent. Eftir gamla sátt-
málanum millum Noreg og
Føroyar var loyvda hjáveið-
uprosentið 35, men eftir
nýggja sáttmálanum er tað
30. Og tað er orsøkin til at
tveir norskir skiparar hava
kært dómarnar fyri lands-
rættin, tí nýggja hjáveiðu-
prosentið ikki er kunngjørt
enn.
Mynd: Jan Müller