Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 33 - 17. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 33 - 17. februar 2000 HØGNI MOHR Alivinnan er ikki bara árs- tíðartreytað vinna. Í Norðra- gøtu taka teir laks hvørja viku. Í bygdini er støðugt samstarv millum alifelagið Luna, og Gøtu Fiskavirki, ið hagreiðir alilaksin. Einar tríggjar dagar um vikuna verður búgvin laksur tikin og slátraður. Doyva og blóðga Arbeiðsdagurin byrjar í bølaniðu; onkuntíð um fimmtíðina á morgni. Tá er aliringurin við tí búna fisk- inum longu drigin til kei. Um áttatíðina, tá ið fiska- virkið er mannað, fara blóðgararnir undir at hóva laksin upp á blóðgingarlinj- una á keiini. Áðrenn blóðg- ing verður fiskurin doyvdur í sjógvi, sum er køldur við søltum ísflykrum. Doyving- in verður ikki framd av humaniterum orsøkum. Av kuldaskelkinum verður fiskurin róligur og harvið munandi lættari at handfara tá ið blóðgað verður. Hartil hevur brádliga kølingin við sær, at blóðið setir út í tákn- ini og skjótari úr kropp- inum. Soleiðis verður kroppurin blóðtómur, með- an táknini fáa myrkareyða dæmið, sum serliga amerik- Rendi á bátadrátt ÓHAPP. Vaktar- og Bjargingartænastan noyddist at senda lensipumpu av Tjaldrinum og inn á Gøtuvág, tá ið bátur rendi á land HØGNI MOHR Tíggjumannafarið Sjó- stjørnan, úr Syðrugøtu rendi snimma týsmorgunin á land. Óhappið hendi við gamla bátadráttin inni í bátahylinum í Norðragøtu. Stoyturin var so ógvusligur, at báturin fór at leka, og vandi var fyri, at hann fór til botns. Boð vórðu alt fyri eitt send Vaktar- og Bjarging- artænastuni. Tjaldrið, ið lá eystanfyri, sendi síðani skjóttgangandi gummibát inn á Gøtuvág við lensi- pumpu. Tá ið gummibáturin hjá Vaktar- og Bjargingar- tænastuni kom á staðið, fleyt Sjóstjørnan á stokk- unum. Tað var í tøkum tíma, at lensipumpan varð sett til, og kranabilur hivaði bátin upp á turt. Hálka var orsøkin Bent Hvidtfeldt Rasmussen, ið er ættaður úr Klaksvík, men býr í Syðrugøtu, eigur fult rikna útróðrarbátin, Sjó- stjørnuna. Hann var einsa- mallur í bátinum, tá ið óhappið hendi. Orsøkin til óhappið var hálka – umborð. Bent hevði spulað sær tiljurnar, og júst tá ið hann skuldi leggja bát- in at, var hann áhaldsin og gleið á glerinum. Í fallinum kom hann undir umstýring- ina við tí úrsliti, at skrúvan koblaði í og báturin fór við ferð móti landi og brast í keiina. Vandi var ongantíð fyri Bent, tí hann slapp sær upp á land eftir stoytin. Sjóstjørnan er væl tryggj- að, og teir eru longu farnir undir at umvæla skaðan. Gongst sum ætlað, verður Sjóstjørnan flotað aftur í aðru viku. Sjóstjørnan sær ikki serliga illa farin út, nú hon stendur á keiini í Norðragøtu. Men verður hugt at stevni og langkjøli sæst, at borðini eru loysnað. Myndir: Jens Kristian Vang Taka laks hvørja viku EFFEKTIVISERING. Gamla blóðgingarlinjan á keiøkinum í Norðragøtu hevur givið nógv arbeiði. Men sum frá líður skal alifiskurin livandi inn á Fiskavirkið í Gøtu, har hann verður blóðgaður og hagreiddur anskir keyparar krevja. Í tangabili til blóðgingar Um stutta tíð verður hetta virksemið flutt undir tak á Fiskavirkinum í Gøtu, og tá verður blóðgingarlinjan á keiini burturbeind. Tey uml. 40 tonsini av alilaksi, ið verða tikin um dagin, verða tá flutt í serligum tangabili inn á virkið, har arbeiðið í størri mun er automatiserað. Arbeiðsgongdin við doyv- ing og køling verður kortini so at siga hin sama, hóast maskinur koma upp í leikin. Góða ársløn Fyrrverandi trukkførarin, ið nú er blóðgingarleiðari í Gøtu, hevur longri arbeiðsdag enn hini HØGNI MOHR Gøtumaðurin Hans Petur Jacobsen, er oddamaður tá ið alifiskur verður blóðgaður á keiini í Norðragøtu. Vanligar dagar eru teir tríggir, ið standa við gomlu blóðgingarlinjuna. Hans Petur koyrdi trukk eini tólv ár, men valdi at sleppa gaflunum, og gerast vanligur arbeiðsmaður á Fiskavirkinum í Gøtu. Væl hevur gingið. Í fjør forvann hann 310.000 krónur. Orsøkin til góðu árslønina er, at arbeiðsdagurin hjá Hans Peturi er longri enn vanligt. Hann hevur ábyrgdina av at vaska linjuna eftir arbeiðstíð. Ein nøgdur arbeiðsmaður. Gott er hjá Hans Peturi Jacobsen at standa úti og arbeiða í bítandi kulda á hávetri, tá ið hann kann fløva seg við einari góðari ársløn. Mynd: Jens Kristian Vang Blóðging, ið fyrr bert kravdi hampuligt handalag og hvassan knív, er vorðin ein vísund fyri seg. Heilsufrøðiliga røtt blóðging krevur køling, doyving og útbløðingarkar. Blóðgingarlinjan í Norðragøtu verður skjótt niðurløgd, tí alilaksurin skal blóðgast inni á fiskavirkinum. Men handfaringin í sambandi við blóðingina verður ikki minni reglubundin kortini. Mynd: Jens Kristian Vang EDVARD JOENSEN Føroya Arbeiðarafelag gjørdi í farnu viku avtalu við danska tryggingarfelag- ið, Alka, um lívstryggng til limir felagsins. Arbeitt verð- ur eisini við eini eftirlønar- trygging, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Lívstryggingin, Føroya Arbeiðarafelag nú hevur teknað fyri limirnar, gevur eitt útgjald upp á kr. 150.000,- við deyða. Talan er um kollektiva trygging, sum tekur við frá fyrsta degi, limurin er tryggjaður. Og útgjaldið er tað sama alla tíðina. Tað er ikki so- leiðis, sum tað mangastaðni er, at útgjaldið minkar, sum tryggingartakarin eldist, sigur Ingeborg Vinther. Eisini eru limir Føroya Arbeiðarafelags tryggjaðir móti tí, sum á donskum verður nevnt »kritisk syg- dom.« Tað merkir, sigur Ingeborg Vinther, at verður limur álvarsliga sjúkur, eitt nú av krabbameini, hjarta- tilburði ella tílíkum, fær hann útgoldnar kr. 50.000,- beinanvegin. Hesin parturin av avtaluni er galdandi í tríggjar mán- aðar. Soleiðis at skilja, at um viðkomandi doyr orsak- að av sjúkuni innan tríggja mánaðar, frá tí sjúkan er staðfest, verður útgjaldið við deyða kr. 100.000,-. Verður sjúkratíðin hin- vegin drúgvari enn tríggjar mánaðar, og viðkomandi kortini doyr, verður fult tryggingargjald, kr. 150.000,- útgoldið. Soleiðis at tryggingartakarin tá sam- anlagt fær útgoldnar kr. 200.000,-. Tað sama er galdandi, um tryggingartakarin verður frískur aftur, men seinni doyr av øðrum orsøkum. Avtalan millum Føroya Arbeiðarafelag og trygging- arfelagið Alka er galdandi fyri allar limir Føroya Ar- beiðarafelags. Bæði teir virknu, og teir sum eru í arbeiðsloysisskipan og bert hava arbeiði av og á. Avtalan verður nú send limum Føroya Arbeiðarafel- ags til kunning og viðmerk- ingar. Tryggingarfelagið Alka tryggjar framman undan umleið eina millión danskar løntakarar, sigur Ingeborg Vinther. Gomul ætlan Arbeitt hevur leingi verið við at fáa eina lívstrygging til limirnar, sigur Ingeborg Vinther. Føroya Arbeiðara- felag hevur roynt at gera tryggingaravtalu í Føroyum. Men tað gekk ikki so væl, sum tey vónaðu, og tí varð roynt í Danmark. Ingeborg Vinther sigur, at tað var skjótt greitt, at bæði í prísi og tænastu var danska felagið nógv betri kapping- arført, enn tað føroyska, samráðst varð við framm- anundan. Bara umsitingin, sigur Ingeborg Vinther, er umleið ein triðing til ein fjórðing bíligari í Alka, enn hon er í Føroyum. Tað ger, at Før- oya Arbeiðarafelag sparir fleiri hundraðtúsund krónur bara upp á tað kontiona. »Og tað kann vera gott at hava til ein eftirlønargrunn seinni«, sigur Ingerborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Ingeborg Vinther greiðir frá, at danska tryggingarfel- agið Alka eisini hevur átikið sær at marknaðarføra avtal- una millum limirnarí Før- oya Arbeiðarafelag. Í løtuni eru tey við at gera ein faldara, sum tryggingin fer at senda runt til limirnar. Talan er sjálvandi um tilfar um føroysk arbeiðsmarkn- aðarviðurskifti. Tá Føroya Arbeiðarafelag fer at hava aðalfund í døgu- num 24. og 25. mars, koma tvey fólk frá danska trygg- ingarfelagnum til Føroya at greiða aðalfundinum frá av- taluni. Somuleiðis fer at bera limunum til at fáa per- sónliga upplýsing um avtal- una frá hesum fólkunum, Føroya Arbeiðarafelag tryggjar limirnar uttanlands Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt avtalu við danskt tryggingarfelag um lísvtrygging fyri limirnar. Avtalan er nógv bíligari, og tænasturnar nógv betri, enn føroysk trygging kundi bjóða sigur Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag. Lógargrundarlagið Í grundini er tað ikki heilt eftir lógini, at Føroya Ar- beiðarafelag ger trygging- aravtalur uttanlands. Bjørn á Heygum, advo- katur, sum var formaður í Rættarnevnd Føroya Løg- tings í seinasta valskeiði, sigur, at lógin um trygging- ar í Føroyum heimilar ikki, at feløg gera eftirlønar- og lívstryggingar uttanlands. Tá einkarrætturin til trygging varð tikin av í síni tíð, varð hinvegin sett í lóg- ina, at bert føroysk feløg kundu tryggja í Føroyum. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag sigur, at tað eru tey í felagnum fult greið yvir. Men tey eru eisini vitandi um, at Føroya Landsstýri dagliga brýtur hesa lóg, og tí meta tey ikki, at tey kunnu revsast fyri at gera tað sama, sum Landsstýrið ger. Tað, Ingeborg Vinther sipar til, er at Landsstýrið regluliga rindar løn til fólk, hvørs fakfeløg hava danskar eftirlønartryggingar. Inge- borg Vinther vísir millum annað til fólk, sum arbeiða innan sjúkrahúsverkið. Av Almanna- og Heilsu- málastýrinum verður vátt- að, at soleiðis er. Haðani verða hvønn mánað ávístar lønir til fólk, sum gjalda til danskar tryggingarskipanir. Bjørn á Heygum, advo- katur, sigur, at tað í sær sjálvum gevur ikki Føroya Arbeiðarafelag rætt til at bróta galdandi, føroyska lóg. Men hinvegin er hann púra sannførdur um, at Landsstýrið kann ikki fara eftir Føroya Arbeiðarafelag, fyrr enn Landsstýrið hevur tikið í nakkan á sær sjálvum og fingið avgreitt egin við- urskifti á økinum. Lívstryggingin gevur eitt útgjald upp á kr. 150.000 kr við deyða. Talan er um kollektiva trygging, sum tekur við frá fyrsta degi, limurin er tryggjaður. Og útgjaldið er tað sama alla tíðina. Tað er ikki soleiðis, at útgjaldið mink- ar, sum tryggingartakarin eldist, sigur Ingeborg Vinther um lívstryggingina hjá Føroya Arbeiðarafelag Útgjald við deyða 150.000 kr Útgjald við brádliga sjúku 50.000 kr Útgjald við deyða 3 mán. eftir 100.000 kr Útgjald við deyða meir enn 3 mán eftir 150.000 kr Max útgjald 200.000 kr Skipanin fevnir um allar limir hjá Føroya Arbeiðarafelag - eisini teir arbeiðsleysu Fakta