hósdagur 17. februar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 33 - 17. februar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 33 - 17. februar 2000
JÁKUP MØRK
Í farnu viku vóru umboð
fyri danska peningastovnin,
Unibank, í Føroyum, í sam-
bandi við eini møguligari
endurfígging av føroysku
kommunuskuldini.
Umfíggja við
lánsbrøvum
Saman við Landsbankanum
hevur danski peningastovn-
urin seinastu tíðina arbeitt
við einum uppskoti, sum
hevur til endamáls at um-
fíggja føroysku kommunu-
skuldina.
Talan er um, at eitt ný-
stovnað felag skal selja
lánsbrøv, soleiðis at neyð-
ugi peningurin til endamál-
ið fæst til vega.
Sigurd Poulsen, lands-
bankastjóri, vildi ikki gera
nakrar serliga viðmerkingar
til ætlanina, men hann vátt-
aði tó fyri Sosialinum, at
teir í løtuni arbeiða við hes-
um. Víðari segði hann, at
ein møgulig endurfígging,
ella umlegging, krevur, at
føroysku
kommunurnar
sýna neyðugt samhaldsfesti,
soleiðis, at eisini tær komm-
unur, sum ikki eru so øg-
iliga skuldartyngdar, eru við
í hesum.
Hetta merkir somuleiðis,
at tað hevur avgerandi týd-
ning, at Tórshavnar Kom-
muna er við, soleiðis at
samlaðu
upphæddirnar,
sum skulu fíggjast, gerast
nóg stórar. Júst hvussu stóra
upphædd talan er um, kundi
Sigurd Poulsen ikki siga, tí
hetta hongur saman við,
hvussu nógvar kommunur
taka undir við ætlanini.
Ivasamt við Havnini
Leivur Hansen, borgarstjóri
í Havn sigur við Sosialin,
at býráðið enn ikki hevur
tikið støðu til málið, men at
fyrsta viðgerð av hesum
verður á býráðsfundi í
kvøld.
Upp á spurningin um
Leivur metti, at býráðið var
positivt sinnað fyri upp-
skotinum, svaraði borgar-
stjórin, at hann sum so einki
fekk sagt um hetta, tí málið
hevði enn ikki verið til við-
gerðar.
Sjálvur helt Leivur tó, at
eftir hansara tykki var tað
rættuliga ivasamt, um stør-
sta kommunan í landinum,
enn eina ferð fór við í eina
loysn saman við restini av
landinum.
Samstundis vísti hann á,
at Havnin ikki hevði fyri
neyðini at vera við, tá kom-
munuavtalan varð undir-
skrivað á heysti 1995, men
at teir kortini gjørdist partur
av ætlanini, til tess at før-
oysku kommunurnar í felag
kundu hjálpast úr kreppuni.
Harumframt legði hann
afturat, at teir eisini hava
sýnt solidaritet, nú Lands-
stýrið í løtuni arbeiðir við
eini loysn, har ringast stød-
du kommununar fáa mink-
að um skuldarbyrðuna, so-
leiðis at henda kemur niður
á tríggjar álíkningar. Henda
loysnin kostar í alt 67
mió.kr., harav landskassin
rindar tær 25. Restin verður
at býta millum tær kommu-
nur, sum eiga innistandandi
í kommunala kreppuláns-
grunninum, og her er Tórs-
havnar Kommuna nógv
tann størsti innskjótarin.
Av hesum 67 mió.kr.
skulu tær 50 ætlandi nýtast
til at gjalda skuld hjá ringast
støddu
kommununum,
meðan tær seinastu 17
mió.kr. skulu endurrindast
teimum kommunum, sum
høvdu kurstap í samband
við kommunuskuldarum-
leggingina í 1995.
Ikki neyðugt við
umlegging
Leivur Hansen legði tó aft-
urat, at orsøkin til hansara
støðu í málinum ikki er
tann, at Tórshavnar Kom-
muna ikki vil hjálpa ringast
støddu kommununum. Hin-
vegin er hetta grundað á, at
tað eftir hansara tykki er
ivasamt, um tað veruliga er
neyðugt við eini nýggjari
umfígging av kommunu-
skuldini.
Tá verandi avtala um før-
oysku kommunuskuldina
gongur úr, hin 30. no-
vember 2000, fellur avtalan
um rentuásetingina sam-
stundis úr gildi.
Marknaðarrentan hevur
tó verið sera lág, síðani av-
talan varð undirskrivað, og
í fleiri førum hava komm-
unur víst ónøgd, tí rentan
smb. kommmunuskuldar-
avtaluni hevur verið hægri
enn marknaðarrentan, hóast
hon hevur verið lægri enn
ásett í upprunaligu láns-
skjølunum.
Leivur Hansen leggur tó
dent á, at allir lánveitarar tó
hava givið til kennar, at teir
ikki hava ætlanir um at nýta
gamla rentusatsin, og at tað
tískil ikki skuldi verið neyð-
ugt við eini umlegging.
Harumframt hava føroy-
sku peningastovnarnir eisini
boðað frá, at eftir teirra
tykki hava allar kommunur
møguleika at umleggja lán-
ini her á landi, treytað av at
núverandi gjaldsskipan, har
peningastovnarnir
hava
transport í skattainntøku-
num, kann halda fram.
Tískil heldur Leivur Han-
sen, at tað kann tykjast løgi,
at føroysku kommunurnar
skulu leita sær uttanlands
eftir møguligum kapitali til
eina umfígging, tá vit sam-
stundis eru í teirri støðu, at
føroysku peningastovnarnir
eru á tremur við peningi
Púra greitt
Jógvan við Keldu, býráðs-
formaður í Klaksvík sigur,
at Klaksvíkar Býráð hevur
eina greiða fatan av støðuni.
Býráðið hevur viðgjørt
málið, og greið semja var
um, at Klaksvíkar Komm-
una í samstarvi við lánveit-
arar sínar ætlar at loysa
skuldarspurningin, uttan at
nakað millumlið verður nýtt
á vegnum.
Greiða støða býráðsins er
grundað á, at teir hava verið
á vitjan hjá útlendsku lán-
veitarunum, umframt at teir
umvegis
kommunusam-
skipanina hava verið í sam-
band við føroysku lánveit-
arar sínar. Hjá øllum hesum
er semja um, at eingin orsøk
var hjá kommununi at nýta
enn ein lánistovn, sum við
tíðini kanska ferð at gerast
ein kleppur heldur enn ein
hjálp.
Harumframt hevur kom-
Klaksvíkin og Havnin siga nei
munusamskipanin í seinast-
uni givið til kennar, at før-
oysku komunurnar í dag eru
»eitt gott pappír«, og at tær
tískil hava allar møguleikar
at avgreiða síni fíggjarvið-
urskifti sjálvar.
Sjálvur er Jógvan við
Keldu eisini av teirri fatan,
at tað ikki er nøkur orsøk
til, at enn ein stovnur trínur
Landsbankin hevur saman við danska Unibank arbeitt við eini møguligari umlegging av føroysku kommunuskuldini,
men stendur tað til býráðsformannin í Havn og Klaksvíkar býráð, verður henda ætlanin av ongum
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, vil fegin hava eina
loysn, har kommunurnar í felag umfíggja lán síni
Leivur Hansen metir, at føroysku kommunurnar nú megna at klára seg sjálvar
Í Klaksvík er støðan púra greið, sigur Jógvan við Keldur, býráðsformaður
inn á føroyska pallin, tí eftir
hansara tykki hava vit nóg
mikið av stovnum her á
landi.
Eingin solidarisk
loysn
Sostatt er lítið sum røkist
fyri, at ætlanini hjá Lands-
bankanum og Unibank um
eina solidariska skuldarum-
legging verður langt lív
lagað.
Sum áður nevnt, er ein av
fortreytunum fyri loysnini,
at stóru kommunurnar eru
við í hesum, men stendur
tað til eitt samt Klaksvíkar
Býráð og býráðsformannin
í Havnini, verður hetta av
ongum.
Dansa nú í takt
Fyri einum ella tveimum árum síðani stóðst nakað av blaðkjaki av, at tiltøkini
Summartónar og Atlantsljómur vóru samstundis og tí líkasum tóku hvør frá
øðrum. Nú hava fyrireikararnir kastað saman og í gjár løgdu teir fyrstu
ætlanirnar fram
DAGFINN OLSEN
Tiltakið Summartónar byrj-
aði fyrst í nítiárunum. Í ár
er 9. ferðin, at tiltakið er.
Fyrstu ferð var tiltakið í
4 dagar og ein útlendsk vitj-
an var á skránni
Nú er tiltakið vorðið
meira
umfatandi. Verk
verða skrivað til Summar-
tónar hvørt ár. Eisini er krav
til tey útlendsku vitjandi, at
tey hava á skránni eitt før-
oyskt verk.
Kristan Blak, fyrireikari
sigur, at hetta er eingin trup-
ulleiki, tí oftast eru tey fegin
og spent uppá at royna at
spæla føroysku verkini.
Tað er í dag Føroysk Tón-
askøld og Norðurlandahús-
ið, ið skipa fyri.
Byrja á berum
Enn er einki fíggjarligt yvir-
lit yvir tiltakið í ár. Ein trup-
ulleiki, sum fyrireikarar av
slíkum tiltøkum hitta hvørt
ár, er nevniliga fíggingin.
Hvørt tiltak, festivalur, er
ein ætlan fyri seg og einki
støðugt er at halda seg til.
Byrjað verður á berum á
hvørjum ári.
Meting sigur, at umleið 1/
5 partur verður goldin av
landi og kommunum. Rest-
in eru pengar úr hinum
norðurlendku londunum.
Fyrireikararnir
ivast
í,
hvussu rættvíst hetta er, tí
tiltakið er her og kastar av
sær hjá okkum,
Mannagongdin er ikki
haldbar í áravís, eru fyri-
reikararnir samdir um.
Norðurlandahúsið stend-
ur fyri tí praktiska og ber
kanska 1/3 til 1/2 av kost-
naðinnum.
Bæði fyrireikararnir av
Atlantsljómi og Summar-
tónum vísa á, at nógv orka
fer til at leita eftir peningi
og at Føroyar ofta vísa á
sína sterku mentan, men er
samstundis millum tey lond,
í letur minst í mun til
íbúgvaratalið til mentan.
Samstarv
Ólavur Hátún er millum fyr-
ireikararnar av Atlantsljómi.
Summartónar og Atlants-
ljómur eru enn sum áður
hvør sín ætlan, men sam-
starva nú.
Tá
Norðurlandahúsið
kom, skipaði Ólavur saman
við øðrum fyri sonevndum
Tónlakadøgum í Norður-
landahúsinum. Tá var eitt
kór úr øllum landinum,
nevnt Føroyakórið. Seinni
datt heta niðurfyri og síðani
spratt hugsanin um Atlants-
ljóm, sum Havnarkórið fyri
mestapartin stendur fyri.
Nýtt er, at Atlantsljómur
samstarvar við Summartón-
ar soleiðis, at konsertirnar,
ið hoyra inn undir Atlants-
ljóm, eru á samlaðu skránni
hjá Summartónum.
Eins og Summartónar
Skrivstovustjóri í Listaskálanum
Hann er listamaður, sjálvlærdur, og hann fæst við alskins tilfar og ger design og grønlendsk bindimynstur. Hann
gjørdi grønlendska flaggið og ger hópin av búmerkjum. Hann er skrivstovustjóri og hevur føroyska konu
DAGFINN OLSEN
Thue Christiansen er navn-
ið. Hann er skrivstovustjóri
í grønlendsku umsitingini,
og hann er limur í nevndini
fyri Norðurlandahúsið í
Føroyum. Men umframt er
hann sjálvlærdur listamað-
ur.
Og Thue er sanniliga list-
amaður, ið fevnir víða.
Hann gjørdi grønlendska
flaggið. Hann er í heilum
við í kappingum um bú-
merki.
Hann ger skurðmyndir,
veggmyndir, standmyndir
og gangnlist.
Hann evnar úr horni, rek-
aviði, jarni, skinni og øðr-
um.
Grønlendarin Thue Chris-
tiansen er eisini grønlendari
við hjartanum á rætta stað.
Umframt, at hann design-
ar klæði úr skinni og skræðu
til íslendskan skræddara, so
hevur hann eisini gjørt
grønlendskt bindimynstur,
tí hann helt tað vera heldur
fjákut, at grønlenskar konur
bundu frammand motiv á
troyggjurnar.
Eisini í samband við hald-
ið fyri komu Eiriks Reyða
til Grønlands hevur nógv
verið gjørt burturúr. Thue
setti fram spurningin, um
einki var til teirra, ið vóru
har áðrenn, men so var ikki.
Tí framleiddi hann sjálvur
minnismerki at koyra á
brævbjálvar fyri at gera vart
við hetta.
Til
mentanarhúsið
í
Nuuk, Katuaq, ið merkir
trummustavur, hevur Thue
gjørt talarastólin. Hetta er
sera snøggur stólur úr
skinni, reinsdjórahorni og
hvalatonn,
ið
ímyndar
stavnin á grønlendska konu-
bátinum.
Thue hevur føroyska
konu. Mamma hennara er
úr Havn og pápin úr Aal-
borg.
- Sostatt eru børn okkara
úr øllum ríkinum, skemtar
Thue.
Hann hevur eisini roynt
at búð í Havn og hann skilir
tað mesta av tí, sum stendur
at lesa í føroysku bløðu-
num. Men tá føroyingar
práta skjótt sínamillum, er
verri at skilja.
Í dag klokkan 16 letur
Thue Christiansen upp list-
aframsýning í Listaskála-
num í Havn.
Thue vísir pinkumynd av talarastólinum í Katuaq. Hann hevur í talarastólinum
myndað stavnin á grønlendska konubátinum. Thue letur í dag upp framsýning í
Listaskálanum. Mynd: Jens Kristan Vang
leggja seg eftir Brahms í ár,
so verður Brahms Requiem
á skránni hjá Atlantsljómi.
Í ár vitjar heimskendi diri-
genturin Yaacov Bergman
aftur. Hann var eisini her
fyri tevimum árum síðani
og stjórnaði tá ‚Verdis Re-
quiem‘ og vil fegin vitja
land okkara aftur, tí Føroyar
hugtóku hann.
Luttakarar á Atlantsljómi
eru nógvir í tali.
„Brahmskórið“, Føroyar
60 fólk (Havnarkórið + aðr-
ir sangarar)
Ginnungagap, Norra
,16fólk
Dania Sonans, Danmark
35fólk. Sandnes Orkester-
forening,17fólk
Austrian Art Ensemble
20 fólk. Fø. Tónleikarar, 12
fólk. Solistar, 2 - (Lars T.
Bertelsen, DK, Berghild
Poulsen, FO). Dirigentur,
Yaacov Bergman, USA
íalt 163 luttakarar
føroyingar 72 og útlend-
ingar 91
Hugnaløtur
kring landið
Norðulandahúsið er við í til-
tøkunum.
Helga Hjörvar og Fróði
Vestergaard frá Norðurland-
ahúsinum siga, at í samband
við Summartónar á bygd, er
ætlanin at skipa fyri hugna-
løtum. ikki bert vanligum
konsertum, men heildar-
upplivingum.
Tiltøkini á bygd eru fleiri
og tey eru ókeypis.
Viðurkend fólk
Nógv fólk eru á luttakara-
skránni til bæði Atlantsljóm
og Summartónar.
Adubáran verður ikki við
sum bólkur í ár, tí tey leggja
orkuna í eina útgávu við før-
oyskum tónleiki. Men fleiri
teirra verða við sum ein-
staklingar.
Håkan
Hagegaard
er
heimskendur, baryton. Tað
hevur eydnast at fáa hann
hendaveg, tí m.a. Ernst
Dalsgarð jú starvast sum
operasangari í Danmerk og
tí kennir Håkan.
Blásarakvintett Reykja-
víkar er eisini sera kend.
Um eina viku kemur út
fløga, har hon spælir før-
oyskan tónleik.
Dentur verður lagdur ‚á
tveir norðurlendskir tóna-
smiðir til Summartónar í
ár. Atli Heimir Sveinsson,
Ísland, og Ib Nørholm,
Danmark. Hesin seinni hev-
ur verið lærari hjá Sunleif
Rasmussen
og
Tróndi
Bogason.
Og so er tað heimskendi
Yaccov Bergman, sum á At-
lantsljómi stjórnar Brahms
Requiem.
Føroysk Tónaskøld skipar fyri Summartónum.
Útlendskir vitjandi leika eisini altíð minst eitt føroyskt
verk á ferðini
Yaacov
Bergman
vitjaði í 1998
í Føroyum og
stjórnaði
Verdis
Requiem. Nú
vitjar hann
aftur til
Atlantsljóm
og skal hann
stjórna
Brahms
Requiem
Mynd: Jens
Kristian
Vang.