hósdagur 17. februar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 33 - 17. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 33 - 17. februar 2000
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
v/ Øssur Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um Kvívík
og Kollafjørð, tá fráboð-
an fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
MINI
BUSS 3X21
TAXA
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 19.
00 – 23.
30
Fríggjadag
kl. 17.00 – 03.30
Leygardag
kl. 19.00 – 03.30
Sunnudag
kl. 17.00 – 23.30
Long drinks
Café
Við gongugøtuna
Lesið
Mat-
seðilin
Hósdagin 17. feb.:
Høsnarungar
Fríggjadagin 18. feb.:
Boston steik
Leygardagin 19. feb.:
Svínakambur
Mánadagin 21. feb.:
Kjøtfrikadellir
Týsdagin 22. feb.:
Stokt flesk v/persillusós
Mikudagin 23. feb.:
Barbeque rib
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Kaggin
ROBERT
ROBERT
&
VINMENN
VINMENN
ROBERT
&
VINMENN
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
spæla til dans
fríggja- og
leygarkvøldið
Sosialurin - 311820
Gestatónleikari
er Jógvan Dahl
úr Faroe Boys
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Leygar-
kvøldið 19/2
vendir
plátum
"BILL"
Sosialurin - 311820
Nor›oyggjar
Danir krevja góða
tíð at fyrireika seg
Tá Nyrup hevur fingið útspælið frá føroyingum í ríkisrættarliga spurningi-
num, fer hann at krevja góða tíð at fyrireika seg, áðrenn hol verður sett á ver-
uligu samráðingarnar
JOHN JOHANNESSEN
Løgmaður og Nyrup hittast
á fyrsta sinni um ríkisrætt-
arliga spurningin í mars.
Men hetta merkir ikki, at
hol verður sett á samráðing-
arnar longu tá.
Hetta ger kunningarráð-
gevin hjá danska forsætis-
ráðharranum okkum greitt.
Hann sigur, at Poul Nyrup
Rasmussen fegin vil hitta
landsstýrið á einum innleið-
andi fundi í mars, har eitt
útspæl frá landsstýrinum
verður lagt fram. Men
danska stjórnin ætlar sær
ikki at samráðast um hetta
útspæl fyrr enn hon hevur
fyrireikað seg væl og virði-
liga.
Kunningarráðgevin hjá
forsætisráðharranum segði
seg ikki kunna siga, hvussu
langa tíð danska stjórnin fer
at krevja til at fyrireika seg
í. Tó hava danskir fjølmiðl-
ar áður nevnt eitt tíðarskeið
á fýra vikur.
Partvís kunnaðir
Danskir politikarar standa
kortini ikki heilt á berum,
nú samráðingarnar við før-
oyingar um ríkisrættarligu
støðuna nærkast. Í seinastu
viku fingu allir fólkatings-
limir nevniliga ein saman-
drátt
av
stevnumiðum
landsstýrisins í fullveldis-
málinum.
Hesin átta síðu langi sam-
andrátturin inniheldur eitt
yvirlit yvir málini hjá lands-
stýrinum, eina frágreiðing
um framferðina hjá lands-
stýrinum í fullveldismáli-
num og at enda ein kapittul
um støðið undir politisku
tilgongdini.
Í kapitlinum um fram-
ferðina í politisku tilgongd-
ini verður greitt frá full-
veldisætlanini sum politiskt
mál, frá neyðugu fyrireik-
ingunum, hvussu samráð-
ingarnar við donsku stjórn-
ina skulu fara fram og at
enda, hvussu endliga fólka-
ræðisliga avgerðin verður
tikin.
Í kapitlinum um støðið
undir politisku tilgongdini
verður greitt frá viðurskift-
unum millum Føroyar og
Danmarkar somuleiðis, sum
grundgivið verður fyri, hví
hesi viðurskifti skulu broyt-
ast. Eisini verður greitt frá
fíggjarviðurskiftum Føroya
í sambandi við Danmark, og
kemur hetta brot inn á, at
heimastýrisskipanin ikki
hevur gjørt Føroyar meira
fíggjarliga sjálvbjargnar,
men heldur øvugt. Her
verður sipað til nógv um-
talaða blokkstuðulin.
Eisini vísir landsstýrið í
frágreiðingini til fólkatings-
limirnar á, hvussu týdning-
armikið tað er fyri føroy-
ingar at fáa eina skipan, ið
ger, at føroyingar sjálvir
taka uttanríkispoltiskar av-
gerðir.
Skulu síggja
sáttmálauppskotið
Sum skilst á dønum, meta
teir ikki skrivið til fólka-
tingslimirnar sum nóg gott
grundarlag fyri at kunna
fyrireika seg til samráðing-
arnar við Føroyingar.
Løgmaður hevur fyrr
meldað út, at hann, tá hol
verður sett á samráðingar-
nar, fer at leggja eitt sátt-
málauppskot fyri danska
forsætisráðharran. Og, sum
skilst, er tað hetta sáttmála-
uppskotið, Poul Nyrup Ras-
mussen vil hava í hendi áðr-
enn hann saman við stjórn-
ini fer at fyrireika seg enda-
liga til samráðingarnar.
Seinasta summar hittust Nyrup og Kallsberg til ríkisfundar í Tindhólmi. Í summar skulu teir aftur hittast til hólm-
gongu um rískisrættarligan sáttmála. Men hvar fundurin verður, er enn ikki greitt…
Mynd: Jens Kristian Vang
Býráðið má traðka
til fyri landsstýrið
JOHN JOHANNESSEN
Mentamálanevndin
hjá
Tórshavnar Býráð hevur
mælt býráðnum til at játta
400.000 krónur til gomlu
margarinfabrikkina. Or-
søkin til, at býráðið má
traðka til er, at Almanna-
og Heilsumálastýrið hevur
boðað frá, at tað ikki
longur kann veita hesa
stuðulsupphædd til aktiver-
ing av ungdóminum í
Havn.
Fíggjarnevndin skal í
dag viðgera málið, og síð-
ani kemur tað fyri á bý-
ráðsfuindi í kvøld, har tað
væntandi verður samtykt.
ÓLAVUR Í BEITI
Dan R. Petersen, løg-
tingsmaður fyri Javnaðar-
flokkin, hevur spurt fisk-
imálaráðharran
Jørgen
Niclasen 11 spurningar
um tunfisk og annað í
sambandi við henda fisk-
iskap
Løgtingasmaðurin vil
hava at vita, hvussu mong
tunfiskaloyvir
vóru
í
nýtslu
seinasta
ár?
Hvussu mong vóru ikki
ikki í nýtslu? Hvussu
mong loyvir hevur lands-
stýrismaðurin drigið inn
aftur og við hvørji grund?
Hvørji feløg/persónar sita
við
tunfiskaloyvum?
Hvussu er býtið millum
føroysk og útlendsk skip,
ið fiska tunfisk? Hvussu
mangir føroyingar og
hvussu mangir útlending-
ar manna tey fremmandu
skipini? Hvussu mikið
gjalda útlendingar hvørj-
um loyvishavara fyri fisk-
iskapin?
Hvat
metir
landsstýrismaðurin,
at
land og fólk fær burturúr,
at feløg/persónar handla
loyvir víðari til útlend-
ingar? Hvørjar fortreytir
liggja til grund fyri av-
gerðini um, hvør fær tun-
fiskaloyvi? Ætlar lands-
stýrismaðurin at geva
royndarloyvir í altjóða
sjógvi, ella er nakað giv-
ið? Hvørja upplýsinga-
skyldu hava tunfiskaskip,
landsstýrið og Fiskirann-
sóknarstovan?
Einki mynstur
Í viðmerkingunum sigur
Dan R. Petersen, at havs-
ins tilfeingi, fiskurin, er
fólksins ogn. Hvussu
henda meginregla skal
tolkast, eru menn ikki
heilt samdir um. Tó er vist
semja um, at fólksins
ognir skulu koma flest
møguligum
til
góða,
manning, reiðara, landi-
num.
– Seinastu árini hava
víst, at tunfiskur er í før-
oyskum sjógvi ein part av
árinum, og at tað loysir
seg at fiska hann. Hetta
hevur eggjað monnum, og
umsóknir
eru
sendar
landsstýrinum um roynd-
arveiðu. Sum í happa-
dráttinum hava summir
verið hepnir, meðan aðrir
hava drigið svart; onkur
hevur mist á borði, hvat
loyvum viðvíkur.
– Torført er at síggja
nakað fast mynstur fyri,
hvørjar fortreytir liggja til
grund, tá ið loyvir verða
givin, sigur Dan R. Pet-
ersen í viðmerkingunum
til spurningarnar.
Sum at spæla
í happadrátti
at fáa tun-
fiskaloyvi
ÓLAVUR Í BEITI
Marjus Dam hevur fyri
Sambandsflokkin
lagt
eykajáttanaruppskot fyri
februar 2000 fram.
Í viðmerkingunum, sig-
ur Marjus Dam, at á løg-
tingsfíggjarlógini
fyri
fíggjarárið 2000 eru játt-
aðar 12,2 mió. kr. til enda-
málið. Hetta er sama upp-
hædd, sum varð játtað í
1999. Árliga viðbótar-
upphæddin fyri 2000
verður 3.387 krónur, út-
goldin í trimum gjøldum
upp á 1.129 krónur hvørt.
Í 1999 var upphæddin
3384 kr. til hvønn pen-
sjonist, ið uppfyllir treyt-
irnar.
Sambært viðmerkingu-
num til lógaruppskotið, er
stuðulin ætlaður sum í-
skoyti til olju, sjónvarp-
og útvarpsgjald.
Yvir 13 mió. kr.
Og nú bæði útvarps- og
sjónvarpsgjald fara upp,
og tá Sambandsflokkurin
metir, at bæði útvarp og
sjónvarp eru neyðugir
miðlar hjá øllum borgar-
um í landinum, er tað bert
rímiligt, at hækkingin av
hesum gjøldum verður
kompenserað við eini økt-
ari viðbót, ið svarar til
hækkingina av útvarps-
og sjónvarpsgjaldinum, til
teir pensjónistar, ið lúka
treytirnar um viðbót til
ávísar pensjónistar v.fl.
Sambandsflokkurin
mælir til, at veitt verður
eykajáttan, ið svarar til
hækkingina. Talið av pen-
sjónistum, ið fáa hesa við-
bót í 2000 er 3829.
Samlaða hækkingin av
útvarps- og sjónvarps-
gjaldinum hjá hesum pen-
sjónistum
verður
885.532,83. Mælt verður
tí til, at viðbótin til pen-
sjonistar verður hækkað
við kr. 886.000 og sett til
kr. 13.086.000.
Økt viðbót til
pensjonistar