Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 33 - 17. februar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 33 - 17. februar 2000 Suðuroyingar rigga nú til at fara á Norðhavið Væntast kunnu, at einir 18-20 útróðrarbátar úr Suðuroynni fara á Norðhavið um mánaðarskiftið ÁKI BERTHOLDSEN Nú nærkast várróðurin á Norðhavinum, sum er besta tíðin hjá føroysku útróðrar- bátunum. Útróðrarbátar nógva staðni frá royna at gera sær dælt av tí góða fiskiskapin- um og seinastu árini hava eisini fleiri bátar heilt úr Suðuroynni roynt hendan møguleikan. Og aftur í ár brynja suð- uroyingar seg til at fara á Norðhavið. Chris Jan Michelsen, for- maður í Meginfelag Útróðr- armanna, er sjálvur tvøra- maður og hann sigur, at bara á Tvøroyri eru tað sjey- átta bátar, sum rigga til at fara á á Norðhavið, men møguliga verða tað enn fleiri, sum fara tá ið avtornar. Men væntandi fara eisini bátar aðrastaðni frá úr Suð- uroynni á Norðhavið, so til- samans verða tað kanska einir 18-20 suðuroyarbátar, sum fara á Norðhavið í ár. Teir fara allir norður um mánaðarskiftið. Chris Jan Michelsen væntar, at tað verða fleiri suðuroyarbátar á Norðhav- inum í ár enn tað plagdi at vera, tí útróðurin hevur ver- ið so vánaligur í vetur. Hann heldur, at í vetur eru tað nógvir bátar, sum ikki hava fingið meiri enn helvt- ina av tí, teir fingu síðsta vetur. Serliga er er tað hýsan, sum fullkomiliga hevur svikið. Hann sigur, at várróðurin á Norðhavinum er besta tíð- in hjá útróðrarbátunum yvirhøvur og at tað eru nógvir, sum rætt og slætt kunnu bjarga sær árinum á Norðhavinum, ikki minst nú prísurin er so avbera góður eisini Í blaðnum í farnu viku høvdu vit tíðindi frá bý- ráðsfundinum í Vági, at ætlanin er at gera eitt nýtt reinsiverk til brunnin í Gjógvará. Tá varð upplýst, at reinsiverkið klárar 20 tons um tíman. Men ráðgevandi verk- frøðingurin hjá Vágs Kommunu, Svenn Brim- heim, vísir á, at reinsi- verkið hevur nógv størri orku enn so. –Í reinsiverkinum eru tveir tangar, sum reinsa 20 tons um tíman, hvør, so tilsamans reinsar tað 40 tons um tíman. Men tað ber til at byggja tað út við einum tanga aft- urat, so at tað kemur upp á 60 tons um tíman. Í reinsiverkinum, sum er í Vági frammanundan, eru tríggir tangar, sum hvør reinsar 20 tons um tíman. Og tað reinsi- verkið kann útbyggjast við einum tanga afturat, so at tað reinsar tilsam- ans 80 tons um tíman. Svenn Brimheim legg- ur afturat, at arbeiðið verður gjørt við føroysk- ari framleiðslu og ar- beiðsmegi. –Áki– Reinsar meiri enn so – Tað er ikki langt av leið, at útróðrarmenn kunnu fáa ein triðing av allari ársinn- tøkuni, bara hesar fáu vik- urnar várróðurin varar. Fyrr hildu bátarnir, sum vóru á Norðhavinum oftast til í Oyndafirði, Men nú eru teir mest á Eiði, tí tað vísir seg, at fisk- urin stendur vestari nú, so tað er væl styttri at sigla. Skeiv tøl frá landsstýrinum Jóannes Eidesgaard ger nú endaliga av við speku- latiónirnar um, hvar hann fer at stilla upp, tá ið løg- tingsval verður aftur. Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, hevði Tvøroyrar Sosialdemo- kratiska Felag fund um politisku støðuna mána- kvøldið. Og tá varð Jó- annes Eidesgaard, for- maður javnaðarfloksins beinleiðis spurdur, hvar hann fór at stilla upp, tá ið ið løgtingsval verður aftur. Gitingar hava mangan verið frammi um, at Jó- annes Eidesgaard fór at á einasta máta, sum hann kundi. Hann kundi nevniliga ikki skrivað til sjálva fíggjar- nevndina, tí hann er bein- leiðis undir sjálvum lands- stýrismanninum. Helena Dam á Neystabø er sostatt tann einasta, sum hann kann venda sær til, og tað hevði hann eisini gjørt. Fór hann uttanum hana, hevði hann uttan iva fingið eina á- breiðslu fyri tað. Á fundinum varð eisini fýlst á, at fíggjarnevndin hevði bæði verið á Klaks- víkar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum, men ikki á Suðuroyar Sjúkahúsi í sambandi við játtanirnar í ár. Hergeir Nielsen segði, at hann hevði fingið at vita, at tað var tí, at fíggjarnevndin var ikki boðin til Suðuroyar. Men so varð spurt, hvør hevði bjóða fíggjarnevndini til Klaksvíkar og á Lands- sjúkrahúsi, tá ið leiðslurnar har ikki kundu venda sær til nevndina. Men tað visti ongin at siga. Hergeir Nielsen vísti eis- ini á, at Helena Dam á Neystabø hevði fingið at vita, bæði á samgongufundi og á landsstýrisfundi, at ongar uppsagnir skuldu vera á Suðuroyar Sjúkra- húsi. Flemming Mikkelsen, fíggjarnevndarlimur, legg- ur tó dent á, at tað er ikki rætt, at løgtingið ikki visti um avleiðingarnar fyri Suð- uroyar Sjúkrahús, tí tað bleiv alment kent væl áðr- enn fíggjarlógin varð sam- tykt og at tað í síðsta enda er løgtingið, sum hevur skyldina av støðuni. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Helenu Dam á Neystabø til blaðið í dag. Útróðurin í vetur hevur hilnast stak illa og tí kann væntast at fleiri suðuroyarbátar enn vanligt fara á Norðhavið í ár stilla upp í Suðurstreym- oy, tá ið løgtingsval verð- ur aftur. Men so verður ikki. Jóannes Eidesgaard svaraði, at tá ið val var seinast, stóð honum í boði at stilla upp í Havn, men hann valdi at stilla upp í Suðuroy. Og tað ætlaði hann eis- ini at gera næstu ferð. – Hjá mær hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at so leingi sum hetta valdømi vil hava meg at stilla upp her, so vil eg heldur vera valevni her, segði hann. –Aki– Stillar uppaftur í Suðuroy Jóannes Eidesgaard fer at stilla upp í Suðuroynni so leingi tey vilja hava hann at stilla upp, sigur hann Jóannes Eidesgaard vár hevði sent til fíggjar- ætlan í ár. Men tað var útfrá teimum fortreytum, sum tá vóru kendar. Eftir at sjúkrahúsið tann 4. oktober fekk at vita frá almanna- og heilsumála- stýrinum, hvussu stóra játt- an ætlanin var, at tað skuldi fáa í ár, svaraði leiðslan á sjúkrahúsinum aftur, at tvær milliónir komu at mangla í- hetta talið er seinni rættað til 1,5 millión. Upplýst varð á fundinum, at hesir upplýsingarnir ong- antíð vóru komnir fíggjar- nevndini í hendi, og heldur ikki brøvini, sum sjúkrahús- ið síðani sendi almanna og heilsumálastýrinum, har tað varð gjørt vart við, hvørjar avleiðingar tað fór at fáa fyri sjúkrahúsið, um játtanin ikki varð hækkað. Ronnie Midjord, fyri- støðumaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, segði, at hann hevði fingið atfinningar tí at hann ikki hevði gjørt vart við støðuna hjá sjúkrahús- inum. Men hann segði, at hann hevði gjørt vart við seg upp ÁKI BERTHOLDSEN Tað var ikki ætlanin, at tað skuldi vera neyðugt at siga fólki upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi í ár. Tí eftir teim- um upplýsingum, sum fíggjarnevndin fekk frá Hel- enu Dam á Neystabø, fór játtanin at strekkja til. Kortini eru higartil 4,5 størv niðurløgd, og helst verður neyðugt við fleiri sparingum. Og hetta er at kalla ein vanlukka fyri sjúkrahúsið, tí framman- undan er starvsfólkatalið ikki hægri enn tað allarmest neyðuga fyri at halda hjólini malandi, hevur Bogi Djur- huus, yvirlækni, meiri enn einaferð gjørt vart við. Men á fundinum, sum tey politisku feløgini í Suðroy skipaðu fyri sunnudagin, saman við løgtingsumboð- um fyri oynna og leiðsluna á Suðuroyar sjúkrahúsi kom fram, at tað skuldi verið ó- neyðugt við uppsagnum. Hergeir Nielsen, løgtings- maður í samgonguni sigur, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna - og heilsumálum, upplýsti fyri fíggjarnevndini, at eftir játtanini í ár, skuldi starvs- fólkatalið á sjúkrahúsinum og ellisheiminum tilsamans einans lækkað úr 108,5 fólkum, niður í 106,5 størv. Einasti tingmaður úr Suð- uroynni í fíggjarnevndini, Flemming Mikkelsen, var tíverri ikki á fundi, men fyri Sosialinum váttar hann, at hetta er rætt. Og tað merkir, at tað skuldi verið óneyðugt við uppsagnum, tí tað kundi klárast við ymsum umskip- anum. Tað kom fram á fundin- um sunnudagin, at hetta var møguliga sambært uppskot- um, sum sjúkrahúsið í fjør Upplýsingarnir, sum Helena legði fyri fíggjarnevndina, um Suðuroyar Sjúkrahús vóru skeivir. Men vit kortini at vita i góðari tíð, at tað bleiv galið, sigur Flemming Mikk- elsen, limur í fíggjarnevndini savnsmynd JAN MÜLLER Í dag letur 1. útbjóðing til oljuleiting á føroyska land- grunninum alment upp. Oljufeløg, sum eru áhugað í at leita eftir olju og gassi við Føroyar, fáa í dag tilfarið til 1. útbjóðing frá Oljumálastýrinum. Í tilfar- inum verður m.a. greitt frá økinum, sum nú verður boðið út til oljufeløgini at leita í. Her eru so eisini við tær treytir, sum lóggávan setir fyri at kunna leita eftir og framleiða olju úr før- oysku undirgrundini. Freistin til at lata um- sóknir inn er 3 mánaðir. Sum skilst eru tað eini 10- 20 oljufeløg, sum møguliga fara at leggja boð inn. Nógvir arbeiðstímar Aftanfyri hetta 1. útbjóð- ingarumfarið liggja nógvir arbeiðstímar hjá mongum føroyingum. Her ikki minst í Oljumálastýrinum og Fíggjarmálastýrinum fyri ikki at tosa um í teimum ráðleggingarnevndum og arbeiðsbólkum, sum hava arbeitt við oljumálinum nú skjótt í 10 ár. Men eisini í tinginum og í landsstýrinum kunnu menn og kvinnur staðfesta, at tað stóra fyri- reikingararbeiðið hevur ikki verið til fánýtis. Og løgmað- ur, sum umsitur uttan- landamálini og sum eitt nú hevur staðið á odda fyri at fáa markið ásett við Bret- land, man helst eisini kenna hesa løtuna sum ein lætta og henda dag sum eitt av- gerandi vegamót. Týðandi leikur Eyðun Elttør, landsstýris- maður í oljumálum sigur, at fyrsta útbjóðingarumfarið er ein týðandi leikur í langa talvinum um møgulig rá- evni í føroysku undir- grundini. Hóast tað hevur tikið sína tíð, so heldur hann kortini ikki, at tíð og kreftir hava verið burturspiltar. Hann vísir á, at tað longu í tríati- árunum var orðaskifti á løg- tingi um undirgrundarmál- ið. Stutt eftir at heimastýr- islógin varð samtykt, settu føroyskir myndugleikar fram ynski um at taka yvir ráevnini - og eftir drúgvar og oftani harðar samráð- ingar eydnaðist tað umsíður í 1992 at fáa eina avtalu við danir um yvirtøku av und- irgrundini men góð sjey ár skuldu ganga, áðrenn klárt var at fara undir okkara fyrsta útbjóðingarumfar. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst tann, at viður- skiftini viðvíkjandi land- grunsmarkinum millum Føroyar og Bretland ikki gjørdust greið fyrr enn við sáttmálanum, ið varð und- irskrivaður 18. mai í fjør. Eyðun Elttør heldur kort- ini, at tíðarskeiðið frá yv- irtøkuni og til í fjør hevur ikki verið til fánýtis, tí hesi árini góvu neyðuga skot- bráið, ið føroyskum mynd- ugleikum tørvaði at leggja til rættis eina komandi olju- vinnu. -Nógv fyrireikingarar- beiði er gjørt hesi árini, og kann eg serliga nevna frágreiðingarnar hjá olju- ráðleggingarnevndini, løg- tingslógina um kolvetnis- virksemi og ymisku for- kanningarnar, sum síðani 1994 hava økt munandi um vitanina um føroysku undir- grundina. Lógarkarmarnir eru nú sum heild fingnir uppá pláss. Men karmarnir skulu fyllast út, og verður arbeitt við kunngerðum um verju av umhvørvinum, trygdar- viðurskifti v.m. Miðað verð- ur eftir at fáa hesar kunngerðir settar í gildi sum skjótast, soleiðis at komandi loyvishavarar hava møgu- leika fyri at fremja leiting- arætlanir á føroyska land- grunninum í 2001. Eyðun Elttør sigur, at tað nú vónandi verður staðfest, at føroyski landgrunnurin goymir oljuleiðir, ið tað loysir seg fíggjarliga at framleiða, og sum kunna verða við til at tryggja fram- tíðar ættarliðum í Føroyum góð livikor. Og hann sigur víðari, at umsøkjarar eiga at leggja sær í geyma, at Føroyar ætla sær meira enn bert at vera vertsland hjá altjóða olju- ídnaðinum. -Føroyskir myndugleikar og føroyska vinnulívið leggja dent á, at føroyingar og føroyskar fyritøkur fáa møguleika at taka lut í komandi oljuvirkseminum. Luttøka kann økja um førleikan í føroysku vinn- uni, og sum frálíður skapa eitt sterkari og meira fjøl- broytt føroyskt vinnulív. Føroyskir myndugleikar leggja somuleiðis dent á, at virksemið á landi ikki verð- ur miðsavnað, men kemur øllum Føroyum til góðar sigur landsstýrismaðurin á hesum týðandi vegamót- inum, tá útbjóðingin verður almenn - og hann bjóðar hesi nýggju vinnuni væl- komnari at virka á føroyska landgrunninum og í Føroy- um sum heild. -Gera allir partar sítt til at leggja vinnuna til rættis við virðing fyri náttúruni, umhvørvinum, føroysku mentanini og ikki minst fyri fiskivinnuni, kann olju- vinnan mennast á ein hátt, sum verður henni og øllum samfelagnum at gagni. -Vónandi verður tað staðfest, at føroyski landgrunnurin goymir oljuleiðir, ið tað loysir seg fíggjarliga at framleiða, og sum kunna verða við til at tryggja framtíðar ættarliðum í Føroyum góð livikor sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, nú 1. útbjóðing letur alment upp í dag Eyðun Elttør, oljumálaráðharri og Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum nú hava fingið tingið at samtykkja tær neyðugu lógirnar undan 1. útbjóðing bíða nú eftir fyrstu dropunum, sum skulu skapa arbeiði og pengar í kassan. Her eru teir á vitjan í Norðuralaska. Mynd Jan Müller – Vónandi er nógv olja í undirgrundini Soleiðis ímyndar Óli P sær 1. . útbjóðing til oljueliting við Føroyar Nýggj tænasta í Internet Sosiali Í sambandi við at 1. útbjóð- ing letur upp á føroyska landgrunnurin fer Internet Sosialurin undir eitt nýtt til- tak, sum verður nevnt „The Oilwell“ og „The Oilmar- ket“. Tað vendir sær til øll tey, sum hava áhuga í og vilja luttaka í eini føroyskari oljuvinnu. Við at fara inn á www.sosialurin.fo kann man á forsíðuni síggja links við heitinum The Oilwell. Frá hesum linki kemur tú inn á ein upplýsingarsíðu, ið greiðir frá umrødda til- taki. Higani kann man so linka víðari til The Oilwell og The Oilmarket. Í The Oilwell finnur tú heimasíðurnar hjá øllum teimum útlendsku oljufelø- gunum, sum vilja vera við í eini føroyskari oljuvinnu. Ætlanin við hesum eer at hjálpa føroyingum tað veri seg mæmingum, lesandi, vinnulívsfólki, politikarum oø. skjótt og lætt at koma út til tey útlendsku feløgini, sum vilja vera við í menn- ingini av oljuvinnuni í Før- oyum. Útlendsk oljufeløg hava so eisini møguleika - við Internet Sosialinum sum portur til teirra heimasíður - at gera tilfar, sum beinleiís er relaterað til Føroyar. Í The Oilmarket finnur tú heimasíðurnar hjá teimum føroyskum feløgununum, stovnum ol. sum vilja vera við í eini komandi olju- vinnu. Ætlanin við hesum er at geva útlendskum fel- øgum eina skjóta og lætta atgognd til heimasíðurnar hjá føroysku aktørunum - veitarunum í eini komandi oljuvinnu. Her kann verða talan um tænastur av alskyns slag.