hósdagur 17. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HØGNI MOHR
Trollemmarnir í Vági lata dyr upp.
Fyritøkan, Injector Door, ið
byggir á kollveltandi uppfinnilsi
hjá Helga Larsen, flogverkfrøð-
ingi, veksur alsamt.
Virksemið, ið at byrja við einans
var tengt at familjuni, er nú vorðið
so stórt, at 16 fólk eru í starvi. Og
smiðirnir, sveisararnir, og teir fýra
lærlingarnir, ið framleiða orku-
sparandi og løttu lemmarnar,
vænta ikki arbeiðsloysi. Útflutn-
ingurin hjá fyritøkuni veksur við
fúkandi ferð.
Fyritøkan, ið at byrja við strídd-
ist við at fáa føroyskar trolarar at
leggja gomlu lemmarnar upp á
land og fáa sær nýggjar hátøkni-
ligar lemmar úr Vági, útflutti í fjør
meginpartin av framleiðsluni. Ser-
liga norðmenn er óðir eftir upp-
finnilsinum hjá Helga.
Samstarva við norðmenn
Eftirspurningurin uttan úr heimi
setir stór krøv til kundarøkt og
samskipan. Á skrivstovuni situr
Lars Larsen, stjóri, umgirdur av
borðum, telduskíggjum og prent-
arum, og tekur sær av hesum ar-
beiði.
Enn megnar fyritøkan at nøkta
tørvin á nýggja lemminum. Men
nú drúgvar royndir hava prógvað,
at lemmurin er rætta loysnin,
væntar leiðslan, at eftirspurning-
urin fer at veksa. Og tað krevur
nýggj átøk. Tí hevur stjórin á In-
jector Door gjørt samstarvsavtalu
við norska felagið, Triplex. Av-
talan hevur við sær, at norðmenn
sleppa at gera lemmar upp á lisens
í Kili.
Í eystur og vestur
Søluliðini hjá fyritøkuni eru góð.
P/F Vónin selur í Føroyum, Ís-
landi og Grønlandi, meðan Triplex
fer at marknaðarføra lemmarnar í
Russlandi, Nýsælandi, USA og
Suðuramerika har norska felagið
er sera virkið.
Í Noreg hevur marknaðarføring-
in verið serstøk. Nógvir føroy-
ingar sigla við norskum skipum,
og har yviri riggar munn til munn
hátturin sera væl. Næsti stóri
marknaður fer eisini at spretta úr
Noreg. Triplex, ið hevur 65 sølu-
fólk kring allan heim, hevur góð
sambond í Russlandi, og Injector
Door hevur eisini valt at fara eyst-
ureftir. Fyritøkan í Vági ætlar sær
upp á 30 milliónir krónur í um-
setningi um árið.
Dýrt patent
Og umsetningurin skal veksa; tí
tað kostar at fáa og eiga eitt patent.
Higartil stendur sjálvt patentið
Helga Larsen í einari millión. Har-
umframt skal hann gjalda einar
200.000 krónur um árið fyri
patentrættin.
Larsen-brøðurnir fingu 35 % av
menningarútreiðslunum
úr
Grunninum til Ídnaðarfremjandi
Endamál. Pengar vórðu eisini
lántir úr øðrum grunnum við góð-
um treytum. Ta milliónina eru
vágbingarnir farnir undir at rinda
aftur.
Vanligt er, at tað tekur eini 5 –
6 ár at fáa patent, men Helga
eydnaðist at fáa patent upp á in-
Á gloppi til heimsmarknaðin
ÚTFLUTNINGUR. Lemmavirkið í Vági
spílar seg út. Í samstarvi við m.a. norðmenn
ætla vágbingar sær at stíga út í heim.
Kollveltandi patentið hjá
flogverkfrøðinginum skal av álvara at roynast
á útlendskum leiðum
Navn • Helgi Larsen
Føddur • 1958 í Vági
Útbúgving • Flogverkfrøðingur
1965 – 1975 • Skúlagongd í Vági
1975 – 1982 • Arbeiddi fyrifallandi arbeiði
1982 – 1986 • Dekkari og sjálvlesandi svenskur studentur um-
borð á nótaskipinum Nýborg
1986 – 1991 • Las flogverkfrøði á Skandinavisk Flyteknisk
Akademi í Gøteborg í Svøríki
1991 – 1995 • Tilrættisleggjari á Atlantsflogi í Vágum
Frá 1996 • Uppfinnari og ígongdsetari
»Eg eri áhugaður í flogførum - ikki flúgving...«
Helgi Larsen, uppfinnari
Helgi Larsen fekk á vári í 1996
patent upp á eitt prinsipp, ið
verður nevnt injector-
prinsippið. Hugskotið er, at tá
ið trolað verður, streymar
sjógvur gjøgnum kanalir á
lemminum. Kanalirnar hava
størri op har sjógvurin kemur
inn, men minni op har
sjógvurin streymar út.
Tá ið tóva verður, kemur
undirtrýst í við aftara opið.
Hetta hjálpir lemmunum fram,
og stabiliserar teir somikið, at
teir liggja púra stúttir undir
troling.
Myndaviðger: Elisabeth Ovenberg
Uppfinningin…
Myndaevni: úr Móðurmálsorðabókini og
lýsingartilfari hjá Injector Door
Uppfinnarin…
Mynd: Jens Kristian Vang
jector-prinsippið eftir einans trim-
um árum.
Galdandi 20 ár
Patentið er galdandi frá tí degi,
umsóknin er stemplað. Fyribils
stemplið tryggjar, at ongin annar
nápar patentið í menningartíðini.
Leiðslan í Injector Door veit ikki
um, at nakar hevur eftirgjørt
lemmarnar. Íslendingar hava gjørt
lemmar, ið líkjast teimum í Vági,
men hesir hava ongan injector, ið
er sjálvur kjarnin í uppfinningini.
Tað er Helgi sjálvur, ið eigur
lemmapatentið. Injector Door
leigar tað frá Helga. Hvussu nógv
rindað verður í leigu er ikki
alment.
Spurd um, hvussu nógv ein fær
í patentpengum, tá ið onnur fyri-
tøka framleiðis upp á lisens, er
leiðslan minni hugað at úttala seg.
Men Sosialurin skilir, at upphavs-
rætturin vanliga gevur ímillum 4
– 10 prosent av sølukostnaðinum.
Patentið eigur Helgi Larsen til
2016.
Vørumenning
Annars taka vágbingarnir tað púra
róligt. Teir siga seg vera sera varn-
ar, so tað slepst undan kollsigling.
Loysunarorðini eru neyv góðsku-
stýring fram um nøgd.
Sambært Lars Larsen fer fyri-
tøkan nú at royna at styrkja seg
bæði fíggjarliga og í menningar-
høpi. Longu nú leggja teir seinastu
hond á royndirnar við spildur-
nýggjum lemmum til flótitrol.
Stórur tørvur er á lemmum til hesa
troling.
Seinni er ætlanin at fara undir
at gera risastórar seismikk-lemm-
ar. Teir verða stoyptir úr sera løtt-
um og sterkum tilfari; sonevndum
kompositti. Hendan framleiðsla
verður neyvan í Føroyum.
Lógvatak millum jarnsmíð og
flogtøkni
Fyribils royna flogvitugi uppfinn-
arin og felagar at spíla seg út við
stállemmum. Og tað krevur sítt.
Lemmaframleiðslan á gamla
Polarfrost í Vági er heldur spjødd.
Goymslan er undir opnum himli.
Teldustýrd tilskering, valsing og
samanseting eru í einum rúmi,
meðan sveisað verður í einum øðr-
um rúmi.
Her hittast hátøknilig flogverk-
frøði og grovsmíð. Smiðirnir hava
vant seg við, at uppfinnarin tosar
í millimetrum, hóast arbeitt verður
við stórum og grefligum stál-
stykkjum. Og sameiningin millum
jarnsmíð og hátøkni riggar.
Lemmarnir eru sterkir og góðir.
Sjálvt undir Grønlandi, har vanligt
er at tóva úti við kantarnar eftir
harðari hellu, hava teir hildið og
roynst væl.
Lata nýggjar dyr upp í
summar
Stórt virksemi og vánalig hølis-
viðurskifti, hava við sær tørv á
nýggjum hølum. Tí skal ein fram-
leiðsluhøll upp at standa skjótast
Stríggið at fáa fígging
HØGNI MOHR
Nýklaktur
flogverkfrøðingur
hevði Helgi Larsen longu gjørt
fyrsta lemmamodellið. Seinni, á
Ólavsvøku í 1996, fóru Helgi og
bróðurin, Lars, í svimjihylin í
Vági at royna hugskotið. Handa-
megi varð nýtt at meta góðskuna
á lemmunum. Teir høvdu eisini
modell av vanligum lemmum við
sær. Samanberingarnar bendu á,
at Injector-lemmarnir vóru munin
lættari at toga, eins og teir spílaðu
betur.
Alla orku í ætlanina
Helgi fór alt fyri eitt undir at betra
modellið og gera royndir í brunn-
inum í Fuglafirði og á royndar-
støðini Difta í Danmørk. Eisini
Idealisma og bjartskygni eru allastaðni í Føroyum, uttan tá ið talan er um
fígging. Tískil noyddust íbirtararnir til lemmaframleiðsluna at veðhalda
við øllum ognum
hevði Helgi samstarv við tekniska
Skúla og Skipasmiðjuna í Havn.
Bróðurin, Lars, fór alt fyri eitt
undir at søkja um patent og stuðul
til frumsnið og royndir. Báðir
beiggjarnir kastaðu alt annað frá
sær og løgdu alla orku í at fremja
ætlanina. Teir satsaðu 100 %.
Flestu royndirnar í byrjanartíð-
ini gjørdi Helgi Larsen sjálvur.
Larsen í minniluta
Hugskot og uppskot eru sambært
leiðsluni ov stór til at hava tey í
einari familjufyritøku. Síðani
fyrstu veruligu royndirnar umborð
á føroyskum skipum, er nógv hent
við ætlanini. Íløgumenn eru kom-
nir upp í leikin, og Injector Door
er ikki longur ein familjufyritøka.
Millum aðrar hava Mortan
Johannesen og Páll Petersen sett
rættiliga fitt av peningi í ætlanina.
Tilsamans eru 10 íleggjarar.
Í nevndini fyri partafelagið eru
5 fólk, og Larsen-familjan er í
minniluta. Stigtakararnir báðir
hava verið illa sperdir fíggjarliga,
men ein glotti hómast, nú gongd
av álvara er komin á søluna.
Verandi í Vági
Íløgur frá øðrum hava kanska
tryggjað, at íbirtararnir ikki valdu
at fara av landinum við ætlanini.
- Tað hevur verið ómetaliga tor-
ført at fingið fígging, og minst líka
torført at fingið stuðul. Tað tykist
sum idealisma og bjartskygni eru
allastaðni uttan tá ið talan er um
fígging. Føroya Banki hevur fíggj-
að eitt sindur undir vanligum
treytum, og vit veðhalda sjálvir
við øllum, vit eiga. Tað sigur alt,
at helvtin av fíggingini er
donsk. Hetta vísir, at tað haltar
i Føroyum, tá ið talað verður
um nýggjar vinnumøguleika.
Men vit eru patriotar. Hóast vit
í løtum hava verið í vónleysari
støðu, hava vit valt at vera ver-
andi í Vági. Okkara meginøki
er her suðuri. Eru umstøðurnar
ikki nóg góðar, ja so broyta vit
tær, sigur Lars Larsen, stjóri.
Undangongan hevur verið
strevmikil hjá brøðrunum báð-
um, og mangir lemjandi ósigir
hava verið á knortlutu leiðini.
- Vit hava verið púrasta fyri
ongum, tá ið svartast sá út, men
hava kortini valt at hildið fram,
sigur Lars ikki sørt sinnisrørdur.
Lars Larsen, stjóri á Injector Door í Vági, saknar fíggjarligt
vágafýsni, tá ið farið verður undir spildurnýggja vinnu.
Mynd: Heri Mortensen
gjørligt. Leiðslan í fyritøkuni
heldur seg nú hava funnið ta røttu
høllina. Talan verður um eina
nýggja høll, ið er einar 1200 fer-
metrar til støddar. Hon skal standa
á ídnaðarøkinum yviri á Oyrunum
í Vági. Her er ætlanin at farast
skal undir rættiliga hópfram-
Patentvardu lemmarnir hjá
Helga Larsen í Vági lata
dyrnar upp fyri útflutningi.
Mynd: Jens Kristian Vang
Framleiðsla í 1999 • 63 pør
Umsetningur í 1999 • Uml. 10 milliónir krónur
Útflutningspartur • 70 prosent í 1999
Heimamarknaður • 40 prosent av flotanum
Kostnaður fyri lemmaparið • 22.000 – 320.000
Støddir • Úr 1,07 m2 í 16,86 m2
Haldføri • Í Føroyum o.u. 18 mánaðar, í Grønlandi 5–10 mánaðar
Orkusparing • Millum 10 og 25 prosent
Fyrimunir annars • Munandi minni í vavi og lættari at skjóta –
spíla betur enn vanligir lemmar
leiðslu.
- Nýggja høllin verður ein sigur
fyri bjartskygnið, sigur Lars
Larsen, stjóri, ið vónar, at dyrnar
í nýggju lemmahøllini verða latnar
upp í summar.
Asbjørn hjá
Kristiani
stendur fyri
saman-
heftingini á
lemma-
virkinum í
Vági. Í fjør
vóru væl
yvir
hundrað
lemmar
gjørdir í
Vági
Injector-lemmar
í tølum
Mynd: Jens Kristian Vang