Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 33 - 17. februar 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 33 - 17. februar 2000 út at koyra VW aldar- innar bilur VW boblan, Fólka- vognurin Type 1, er kosin »Århundredets bil« av dønum, sum tann bilur, ið meira enn nakar annar setti hjól undir Danmark. Tað eru 51 ár síðan Skandi- navisk Motor Co. inn- fluttu fyrstu bobluna til Danmarkar. Síðan tá eru seldir 207.714 av slagnum. kelda: Bil Snak MAGNUS GUNNARSSON Anthonius Dalsgaard, verk- førari hjá P/F Wenzel, greiður frá um eitt nýtt ætt- arlið av motortestarum. Tal- an er um WDS (Worldwide Diagnosis System) - ein Ford bilverkstaðurin við í tekniskari Hotline skipan Við at kobla seg inn á netið hjá Ford fáa teir hjá P/F Wenzel úti í Akranesgøtu í Havn vegleiðing frá Teknisku Hotline skipanini í Svøríki, meðan ein bilur verður testaður nýggj global diagnosuskip- an - ið er gjørd til at finna feilir í elektriskum og elek- troniskum skipanum á Fordbilunum. Grundin til at P/F Wenzel er við í hesari skipan er, at menningin inn- an hetta økið gongur við rúkandi ferð, og tí ræður um at vera »up to date« alla tíð- ina. Teknisk Hotline miðstøð í Svøríki Við hesum kunnu teir fara beinleiðis inn á netið hjá Ford og fáa allar uppdater- ingar so hvørt, sum tær koma. Ford hevur eina tekn- iska Hotline miðstøð í Svør- íki, sum teir hjá P/F Wenzel kunnu koma í samband við. Um teir t.d. kanna eina elek- troniska dysu og ivast í, um hon er í ordan, kunnu teir kobla seg inn á netið hjá hjá Ford í Svøríki og fáa at vita, um dysan er í ordan ella um hon má skiftast út. Við hes- um er møguleiki fyri at beina burtur ivamál og ó- neyðuga útskifting av eyk- alutum, samstundis sum kundin verður spardur fyri óneyðugar útreiðslur. Tekniska Hotline mið- støðin í Svøríki hevur Skandinavia sum sítt um- ráði, har Føroyar eru saman við Danmark í hesum sam- bandi. Tað eru fimm tekn- iskar Hotline miðstøðir í Evropa við tilsamans 54 starvsfólkum. Fyrr næstan eitt dags- verk nú 30 sekund Ford krevur, at tey sum brúka WDS skipanina skulu kenna til útgerðina og hava royndir innan diagnosuvið- gerðina við at finna feilir við bilunum og hava verið á teimum neyðugu skeiðu- num. Fyri at lýsa menning- ina við testútgerðini, teir hava í dag, sigur Anthonius, at fyri umleið 10 árum síð- ani kundi tað taka út móti einum degi at gera tær neyð- ugu kanningarnar manuelt, har sama arbeiðið tekur 30 sekund við hesum nýggja testaranum. Tað verður ofta sagt, at tímalønin á bilverkstøðu- num er ov høg, men um vit samanbera við teir, sum ar- beiða við teldum, er okkara sera lág, sigur Anthonius. Hjá P/F Wenzel hava teir eina fastprísskipan við ym- iskum prísum fyri hvørt bil- modell. Starvsfólkini hjá P/F Wenzel fáa ta útbúgving frá Ford, sum krevst, við tí end- amáli, at testútgerðin skal koma kundanum til góðar við tað, at umvælingarnar kunnu gerast enn skjótari og bíligari, sigur Anthonius Dalsgaard. Arbeiðshondbókin er skift út við eina berbara teldu. Anhonius er her við at testa ein motor. Vinstrumegin er teldan, sum er ein arbeiðshondbók og høgrumegin er sjálvur testarin. Fyrr vóru motortestarar stórir og tóku nógv pláss á verkstøðunum MAGNUS GUNNARSSON Á stóru lastbilaframsýning- ini í Amsterdam verður Vol- vo FH 12 kosin til »Truck of the year 2000«. Tískil verður Volvo tað fyrsta bil- merkið, sum hevur vunnið hetta heiti fimm ferðir. Vol- vo FH 12, ið kom á markn- aðin í 1993, vann hetta sama heiti í 1994. Tann nýggi Volvo FH 12 hevur verið ígjøgnum eina umfatandi produktmenning, og bilurin hevur í dag eina nýggja elektronikskipan. Eisini hevur FH 12 fingið skivubremsur og EBS (El- ectronic Brake System). Fleiri bilbløð í Europa hava víst á, at Volvo FH 12 er serstaka lættur og tryggur lastbilur at koyra í. Við at keypa hendan bilin fær eig- Volvo FH 12 „Truck of the year 2000“ í Evropa arin ein bil, sum er bíligur í rakstri, og liggur heilt í topp eftir evropiskum standardi, skrivar dómsnevndin hjá »Truck of the year« í teirra meting. – Vit eru ernir av, at FH 12 aftur hevur vunnið titt- ulin »Truck of the year« Hetta prógvar, at vit arbeiða við teimum røttu kunda- virðunum, sigur konsern- stjórin hjá Volvo Lastvagnar AB í einari viðmerking. – Fram um alt eru tað okkara kundar, sum vit ynskja skulu verða teir ver- uligu vinnararnir, teir sum hvønn dag skulu skulu gera eitt arbeiði og samtíðis hava fult álit á Volvo FH12 last- bilinum, sigur hann. Kelda: Volvo lastvogne og Busser Danmark A/S Rover og BMW BMW eigur Rover, og teir samstarva um komponentar og sølu. Eisini hevur Rover teknist samstarv við Honda, eins og teir keypa gearkassar frá VW. Kelda: Bilen Motor & Sport Ársins bilur í Europa og USA Ford Focus er fyrsti bilur, sum hevur klárað at blíva ársins bilur bæði í Europa og USA. Nissan Xterra bleiv »Truck of the year« í USA. Kelda: FDM/Motor út at koyra Fiat Punto S Motorurin: 1.2 ccm. 4 syl. 8V 60 hk. 0-100 km/t: 14,3 sek. Trekk: Framman Dekk: 165/70-14 Bremsur: Skivur framman/ trumlur aftan Stødd og vekt: 3/h 5/h Longd: 380,0m 383,5m Breidd: 166,0m 166,0m Hædd: 148,0m 148,0m Eginvekt: 825kg 825kg Viðførisrúm: 264 litrar 297 litrar Bensinnýtsla: 17,5 km/l 17,5 km/l Prísur: 132.600 136.600 Søluumboð: Bilfríðkan Smiðjugerði FO-110 Tórshavn MAGNUS GUNNARSSON Eftir fimm árum sum ein av mest seldu bilum í Europa, er ein nýggjur Fiat Punto komin á markanðin. Tað var ikki av tilvild at, Fiat Punto var klárur at vísa fram á hundrað ára føðingardeg- num hjá Fiat, tann 11. juli í 1999. Punto er tann bilurin hjá Fiat, sum gevur stórst fíggjarligt avkast. Spaghetti í grýtuna, ella smør á borð- ið, sum vit siga, hjá teimum yvir 200.000 starvsfólku- num, sum fáa sína dagligu útkomu frá Fiat. Servostýring til býkoyring Nú líkjast Punto við 3 og 5 hurðum ikki heilt, nakað, sum Fiat Bravo og Brava. Tann við trimum hurðum er meira sportligur, meðan tann við fimm hurðum er familjubilurin. Við at seta seg í bilin merkist beinan- vegin, at kvaliteturin innan er betur, og trygdin livur upp til tað besta, kapping- arneytarnir kunnu bjóða. Bilurin er nakað størri enn forgangarin. Síðuairbag er standard, eins og 3 nakk- apútur aftan. Punto hevur elektriska servostýring, har Nýggjur Punto á hundrað ára degnum hjá Fiat Í samband við 100 ára føðingardagin fáa Fiat bilar- nir eitt búmerki, sum líkist mest tí frá 1931. Navnið Fiat stendur fyri »Fabbrica Italiana de Automobili Torino« man við at trýsta á knøttin »city« kann gera servostýr- ingina lætta til býkoyring. Tá ferðin økist, verður stýr- ingin tyngri og fastari. Tann nýggi Punto er lut- falsliga hart avfjarðaður, hevur gott vegtak og er stúttur í svingum orsaka av, at undirvognurin er broyttur við nýggjum upphangi aft- an. Nógvir motorar í at velja Forlyktirnar kunnu stillast til at lýsa í 30 sekund, eftir at lykilin er tikin úr start- lásinum. Hetta er ein góð hjálp til at finna veg inn til húsini í myrkri. Standard útgávan er Punto S við el-servostýring, Blaupunkt radio við kasett- uspælara og 4 hátalarum. ELX hevur t. d. el-rútar framman og sentrallás. HLX hevur harafturat luksusinntrekk, lakkerað el- spegl við varma, tokulyktir (innan fyri lyktaglasið í for- lyktunum) og fjarstýrt sen- trallás. Umframt hesar út- gávurnar fæst bilurin eisini í Sporting, HGT og 1.9 JTD. Fiat Punto fæst við 1.2 ella 1.8 bensinmotori og einum 1.9 Common Rail di- eselmotori. Annar av 1.2 motorunum hevur 60 hk. við 8 ventilum, hin 1.2 mot- orurin hevur 80 hk. og 16 ventilar. Punto við 80 hk. fæst eisini við 6 gearum. Gearskiftið virkar lætt og kompakt. Fiat eru kendir fyri at duga væl at gera smá- ar bilar, og hesin er onki undantak. Punto er tann bilurin hjá Fiat, sum gevur stórst fíggjarligt avkast. Spaghetti í grýtuna, ella smør á borðið, sum vit siga, hjá teimum yvir 200.000 starvsfólkunum, sum fáa sína dagligu útkomu frá Fiat Mynd: Jens Kristian Vang