Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 2001síða 18

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 24. mars 2001 35 34 Nr. 59 - 24. mars 2001 gult cyan magenta svart HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góða Halla Hjartaliga tillukku við føðingardegnum í dag. Myndin er av einum glaðum silvurvinnara, heimaftur komin frá Special Olympics Heilsan úr barnagarðinum Góða mostir Hjartaliga tillukku við 13 ára degnum tann 23. mars Ynskir lítli beiggi Góði babba Hjartaliga tillukku við 35 ára degnum í dag. Her hava vit tað hugnaligt við kaffi og onkrum góðum. Alt tað besta. Andrias og Jógvan Elskaða Sólbjørg Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum 24. mars, og alt tað besta í framtíðini Ynskja mamma, babba, Sunneva og Snar Eg vil við hesum takka øllum, sum á ymiskan hátt mintust meg á konfirmatiónsdegi mínum tann 1. okt. 2000 Heilsan Magni Lamhauge, Saltangará Góði abbin Hjartaliga tillukku við 80 ára degnum. Takk fyri alt Kærar heilsanir Signar og Henning Góða Olivia Døgg Hjartaliga tillukku á 14 ára degnum í dag. Eisini ein heilsan til Birnu sum bleiv 14 ár í januar Heilsan úr Brighton Góði Jákup Hjartaliga tillukku við 10 ára føðingardegnum Ynskja mamma og babba Góða Vanja Hjartaliga tillukku á 10 ára degnum. Ynskja omman og abbi Góða elskaða Gurið Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 9 ára føðingar- degnum. Jesus pápi signi teg Heilsan mamma, pabba og Sjúrður Ansið eftir!!! Hesin maðurin fyllir 60, og fær skjótt betri tíð at veiða. Gleða okkum til leygarkvøldið Heilsan AA’arnir Góða elskaða Diddi! Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 25. mars. Eisini ein heilsan til Leif. Alt tað besta frá okkum øllum Helgi Góða elskaða Teresa Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum Heilsan mamma, babba og Philip Hey tit øll Hjartaliga tillukku Marita. Hettar væntaði tú ikki. Heilsan frá mær Halló, halló !!! Hey góða Natasha, tillukku við 8 ára føðingardegnum 26. mars Ynskja omma og abbi Nú Hannsjálvur Tillukku við degnum 25. mars Magnus Pauli. Hettar var tann fragasta myndin ið eg fann av tær Heilsan bumba Nú Magnus Pauli Tú sært sera upptikin út. Vit vilja bara ynskja tær tillukku við 21 ára degnum 25. mars Heilsan Kára P. Góða elskaða Halltóra Hjartaliga tillukku við 11 ára føðingardegnum ið var 16. mars. Jesus pápin signi framtíð tína Ynskja mamma, pabba, Durita og abbin Góða elskaða Durita Hjartaliga tillukku við 13 ára føðingardegnum sunnu- dagin. Jesus pápin signi framtíð tína Ynskja mamma, pabba, Heðin, Halltóra og abbin Trukkførari H.H.O. Bestu ynskir á 40 ára degnum. Takk fyri trúfesti á leikvøllum. Vit koma kl. 23.15. Heilsan damur og harrar Mentamálastýrið mentamáladeildin Ph. D.-lestur í námsfrøði Mentamálastýrið bjóðar við hesum einum áhugaðum við útbúgving frá hægri lærustovni, sum undirvísir ella hevur undirvíst á miðnámsútbúgving ella hægri útbúgving, at søkja Mentamálastýrið um lestrarstuðul. Stuðulin verður latin í trý ár soleiðis: 2001: í mesta lagi kr.100.000, 2002: í mesta lagi kr. 150.000 og 2003: í mesta lagi kr.150.000. Hetta merkir, at tann, ið fær stuðulin frá Mentamálastýr- inum, eigur at útvegaða írestandi fígging frá viðkomandi fíggingarstovnum, eitt nú frá Granskingarráðnum. Vegleiðandi kann vera nevnt, at vanligt er, at Ph.D.- styrkhavi fær 80% av grundlønini á tí lønarstigi,viðkomandi er á,umframt ískoyti til ferðaútreiðslur sambært nærri avtalu. Lesturin verður lagdur til rættis í samstarvi millum Mentamálastýrið, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúla og Dansk Institut for Gymnasiepædagogik, Syddansk Universitet (Odense), ið letur tænastur svarandi til eitt virði uppá kr. 100.000. Útbúgvingin kann byrja 1. august 2001. Áhugað, sum hava í minsta lagi 3 ára undirvísingarroyndir í føstum starvi í mið- námsútbúgving ella hægri útbúgving eftir lokna námsfrøðiliga útbúgving, kunnu søkja um nevnda styrk.Eftir lokna Ph.D.-útbúgving hevur styrkhavin rætt at venda aftur til starv sítt, men ætlanin er annars, at viðkomandi skal virka í før- oysku útbúgvingarskipanini, soleiðis at útbúgvingin í størst møguligan mun kemur øllum útbúgvingarverkinum til gagns. Stuðulin verður lýstur við serligum atliti at námsfrøðiligum menningarvirksemi innan útbúgvingarverkið sum heild ella innan miðnámsútbúgvingarnar og hægri skúlaskap í Føroyum, alt eftir hvør verkætlan, ið talan verður um. Fakligi karmurin skal vera rúmur og fevna um námsfrøði sum heild við føroyskum sum faksertøkum øki. Ph.D.-verkætlanin kann eitt nú fevna um: a) ástøðiligar almennar námsfrøðiligar uppgávuorðingar við støði í tí serstøku málsligu støðu, sum føroyskir næmingar eru í og/ella b) eina kanning av fakligum og námsfrøðiligum eyðkennum í pørtum av føroyska undirvísingarverkinum og/ella c) ætlanir um, hvussu fakligt og námsfrøðiligt virksemi kann mennast innan útbúgvingarnar í Føroyum. Umsókn skal fevna um eina fyribils lýsing av verkætlanini (umleið 2-3 A4 síður), CV umframt próvskjøl,herundir prógv fyri lidna námsfrøðiliga útbúgving,og skal vera Mentamálastýrinum í hendi 15.apríl 2001.Vísindaligar greinir v.m.,sum um- søkjarin ynskir tiknar við í metingina,verða hjálagdar.Møguleiki er fyri at fáa leið- beining til orðing av endaligari umsókn frá Mentamálastýrinum og umboði frá Syddansk Universitet um miðan apríl, og skal umsóknin vera Mentamálastýrin- um í hendi 1. mai 2001. Umsóknin verður viðgjørd av metingarnevnd,og játtan av umsókn er treytað av viðmæli frá Granskingarráðnum og góðkenning frá játtandi myndugleikum. Áhugað eru vælkomin at venda sær til Jóannes Dalsgaard,deildarstjóra,í Menta- málastýrinum, telefonnr. 35 50 50 fyri at fáa fleiri upplýsingar um ætlanina. Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279, 110 Tórshavn Telefon 35 50 50 – t-postur: mms@mms.fo F Ø R O Y A L A N D S S T Ý R I