Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2007 11 Stutt Sagt Ákærur sleptar Í USA hevur ein hernaðar­ dómstólur gjørt av at sleppa ákærunum ímóti einum fanga í Guanta­ namo­leguni, tí fangin var bar 15 ára gamal, tá hann bleiv tikin í Afghanistan. Maðurin, sum er kanadisk­ ur ríkisborgari, var millum annað ákærdur fyri morð, morðroynd og fyri at styðja yvirgang. Eyg­ leiðarar í USA siga, at úrskurðurin hjá dómstóli­ num kann hava við sær, at ákærurnar ímóti øllum fangunum í Guantanamo­ leguni mugu sleppast. Harafturat er tað greitt, at úrskurðurin kemur George W. Bush, forseta, sera illa við, tí forsetin leggur stóran dent á at fáa Guantanamo­fangarnar dømdar. Bretar stúra Ein kanning avdúkar, at í meðal brúka bretar 27 dagar um árið til at stúra, og at tað eru serliga fíggjarviðurskiftini og heilsustøðan, sum fáa tann einstaka til at stúra. Tað merkir við øðrum orðum, at í meðal brúkar ein breti fimm ár av sínum lívi til at sita og stúra. Í kanningini sæst eisini, at tað eru serliga tey ungu í Bretlandi, sum stúra, og tíggju prosent av teimum ungu brúka meiri enn tólv tímar um samdøgrið til stúran, sigur kanningin, ið eisini vísir, at kvinnur­ nar stúra meiri enn menninir. Doyði av fugla- krími Í Kina hava heilsu­ myndugleikarnir staðfest, at ein kinesiskur hermaður er deyður av fuglakrími, og hann er tann 16. kines­ arin, sum er deyður av sjúkuni. Myndugleikarnir siga, at tann 19 ára gamli hermaðurin gjørdi her­ tænastu í Fujan­landsparti­ num, sum er í landssyn­ ningspartinum av Kina. Miðskeiðis í mai bleiv staðfest, at hann hevði fingið fuglakrímið H5N1, og fyrradagin doyði hann, skrivar al­menna kinesiska tíðindastovan. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk útlond Tropiski stormurin Gonu kann raka oljuútbúnaðin við Persaflógvan, og tað ávirkar oljuprísin Í morgun var tropiski storm­ urin Gonu sunnan fyri Pakistan, men veðurmennin­ ir í økinum siga, at hann hevur kós ímóti Persa­ flógvanum, og tað verður tikið í størsta álvara. Í Oman hava herurin og løgreglan fingið boð um at standa tilbúgvin. Landið framleiðir umleið 700.000 tunnur av olju um sam­ døgrið, men har eru fleiri havnir, sum avskipa olju úr øðrum londum í økinum. Onnur lond í økinum hava tikið onnur stig, men Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini hava boðað frá, at tey vænta ikki stórvegis skaða av illveðri­ num. Tíðindini um Gonu fingu alt fyri eitt ávirkan á prísin á altjóða oljumarknaðinum. Olja, sum fyri vikuskiftið bleiv seld fyri góðar 69 dollarar, fór upp um 70 dollarar í gjár. Í morgun var Gonu sunnan fyri pakistonsku strondina Lágtrýst trýstir oljuprísin upp Avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í hópdrápinum, hava nú stevnt ST og Niðurlondum Fleiri túsund avvarðandi hjá teimum umleið 8.000 muslimsku monnunum og dreingjunum, sum lótu lív í Screbrenica­hópmorði­ num í 1995, draga nú ST og niðurlendsku stjórnina fyri rættin. ­ Hetta snýr seg ikki sum pengar, men um virðing, sigur Marco Gerritsen, sum er sak­ førari, og sum umboðar tey umleið 6.000, sum hava reist sakarmálið. Hann og umboð fyri tey avvarðandi hava arbeitt við málinum í fleiri ár, og tað var ikki av tilvild, at tað bleiv lagt fyri rættin í gjár. Tí sama dag fór krígs brotsmannadómstólurin í Haag undir málið ímóti bosniaserbiska generali­ num Zdravko Tolomir, sum verður settur í samband við hópmorðið í Screbrenica. Tey avvarðandi krevja ST dømt, tí ST hevði lýst bosniska býin Screbrenica sum eitt trygt stað, har sivilfólk kundu kenna seg trygg. Niðurlendskir her­ menn høvdu eftirlit við býnum, men teir vóru ikki førir fyri at forða bosnia­ serbiska herinum at taka seg inn í býin í juli í 1995. Tí hava tey avvarðandi eisini lagt sak ímóti Nirður­ londum. Rættarmál um Screbrenica William Jefferson Amerikanskur politikari ákærdur fyri mutur og svik William Jefferson, sum umboðar tann demokratiska flokkin í amerikanska Um­ boðsmannatinginum, er ákærdur fyri so grov lógar­ brot, at tey kunnu geva hon­ um upp í 200 ára fongsuls­ revsing. Fyri tveimum árum síðani fann løgreglan meiri enn eina hálva mió. krónur í einum kassa í frystiboksini heima hjá politikaranum, og nú er hann ákærdur fyri svik, mutur og onnur fíggjar­ lig lógarbrot í 16 ymsum førum. Hóast illgrunin um svik og annað kom fram fyri meiri enn einum ári síðani, bleiv William Jefferson afturvaldur í Umboðsman­ natingið fyri statin Lousi­ ana á valinum seinasta heyst. Politikari kann fáa 200 ára fongsul