mikudagur 6. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 106 - 6. juni 2007
Líka síðani 2002 hevur
áskoðarafelagið hjá
skotska landsliðnum,
nevnt Tartan Army,
veitt peningagávur til
vælgerandi endamál,
aloftast slíkum, ið
kemur børnum tilgóða
LANDSDYSTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað kom sum eitt positivt
»yvirraskilsi« hjá starvsfólk
unum á Barnaheiminum í
Havn, tá tey knappliga vórðu
ring upp av umboðum fyri
vælgerandi
deildina
hjá
skotsku fótbóltsáskoðarun
um við boðum um, at teir
fegnir vildu veita barnaheim
inum eina peningagávu.
Skotarnir greiddu frá, at
hetta er vorðin traditión, at
teir, tá teir ferðast til úti
dystirnar hjá Skotska lands
liðnum, altíð veita stovnum
ella einstaklingum í verts
landinum eina peningagávu.
Alt byrjaði, tá the Tartan
Army, sum áskoðarafelagið
nevnist, vitjaði í Bosnia
Herzogovina. Tá kom fyri
oyruni á teimum, syrgiliga
søgan um ein lítlan drong,
hin 10ára gamla Kemal
Karic. Longu sum pinku
barn, sjey mánaðar gamal,
varð annað beinið so illa
skatt av einari bumbu, at tað
mátti setast av (amputerast).
Mamman rann eftir skýli,
men kláraði tað ikki, og
misti lívið, meðan ungi son
urin altso misti beinið.
Tá Tartan Army frætti um
hetta, skipaðu teir fyri ein
ari innsavning, sum gav
4.800 pund sterling, góðar
50.000 krónur, sum allar
óskerdar vórðu latnar unga
dreinginum.
Síðani tá hevur Tartan
Army stovnað hjálparfelags
skapin hjá felagnum, sum
teir nevna Tartan Army Sun
shine Appeal. Heimasíða
teirra nevnist www.tasun
shineappeal.co.uk
10.000 krónur til
Barnaheimið
Nú Tartan Army er í Føroy
um í sambandi við landsdyst
in móti Skotlandi á Svanga
skarði í kvøld, spurdu teir
seg fyri, hvat var ein hósk
andi móttakari av peninga
gávu teirra, og endaði tað
við, at teir valdu Barna
heimið.
Seinnapartin í gjár vóru
teir so á vitjan har og hand
aðu Barnaheiminum ein
kekk áljóðandi 10.000 krón
ur. Marita G. Hansen, ið
starvast á Barnaheiminum,
hevr havt samskifti við skot
arnar, sum vildu hava eina
frágreiðing um, hvat tey ætl
aðu at nýta peningagávuna
til.
Marita sigur, at tey greiddu
skotunum frá, at peningurin
heilt vist fór at verða nýttur
til eina ferðauppliving til tey
ungu á heiminum. Ynskiligt
hevði verið, um tey høvdu
kunnað vitja Skotland fyri
peningin, tí tað hava tey
roynt einaferð áður, og tað
var ein framúr túrur. So tað
er fyrsta málið, men ber tað
ikki til, kunnu tey í hvussu
er nýta peningin til eina
vikuskiftisferð í Føroyum,
heldur Marita Hansen.
Á Barnaheiminum eru
tvær deildir, ein ungdóms
deild til ung millum 12 og
18 ár við plássi fyri 6 børn
um, og ein familjudeild við
tveimum íbúðum.
Skotsk gávu til
Barnaheimið
- Vit hava verið noydd
at kalla eyka hjálp
inn, og vit hava havt
durðavørðar frá tí vit
lata upp klokkan 11
fyrrapart, til vit lata
aftur á miðnátt, sigur
Ulla Poulsen, dagligur
leiðari
LANDSDYSTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Klokkan var lítið meiri enn
farin av níggju í morgun, tá
vit vóru inni á Café Natúr
– ein túr. Har var næstan
fullsett av skotum, men í
mun til vanligu myndina tú
ger tær av hesum fryntliga
og lívliga fólkaslagi, var
tað ikki øl, men kaffi og
rundstykkir,
teir
heltu
niðurum.
So hetta var fyri so vítt
ein rólig løta hjá starvs
fólkinum,
men
soleiðis
hevur ikki verið teir seinastu
dagarnar. Har hevur verið á
tremur av skotskum fót
bóltsviðhaldsfólki
frá
tí
latið varð upp til latið varð
aftur.
Her hevur verið ein ótrú
lig rúgva av skotum hesar
dagarnar. Vit hava verið
noydd at tilkalla eyka mann
ing, og tað hevur verið úr at
gera alla tíðina, sigur Ulla
Poulsen, dagligur leiðari á
Café Natúr.
Hon sigur, at tey hava
verið noydd at hava durða
vørðar alla tíðina fyri at
halda skil á. Ikki at tey hava
havt nakrar trupulleikar av
gestunum, men bara stóra
talið av vitjandi hevur gjørt
tað neyðugt, at hava fólk at
halda skil á.
Vanliga letur Café Natúr
ikki upp fyrr enn klokkan
11 fyrrapart, men tey høvdu
fingiði uppringing úr Skot
landi at vita, um tey kundu
undantaksvís
lata
upp
klokkan 8 í morgun, tí fleiri
bussar av ferðafólki skuldu
verða í Havn um hálvgum
níggjutíðina.
So tí eftirlíkaðu vit. So
nú borðreiða vit við kaffi og
rundstykkjum. Vit spurdu
okkum fyri, um til bar – við
undantaksloyvi – at skeinkja
fyrr enn vanligt, men tað bar
ikki til. So inntil klokkan er
11, verður kaffi tað sterkasta,
ið gestirnir fáa, segði Ulla
Poulsen,
tá
vit
hugdu
framvið í morgun.
Skotar yvirtikið Café Natúr
Ulla Poulsen og starvsfólkið annars serveraðu rundstykkir og kaffi fyri skotsku gestunum í morgun
Mynd: Álvur Haraldsen
HM í egning
Norðlýsið skrivar, at John Havn, sum í fjør vann FM í
egning á Føroya Sjómannadegi fer um vikuskiftið til
Kollefjord í norður Noregi at kappast um
heimsmeistaraheitið í egning móti Norra og Íslandi.
Kappingin verður á “Fiskeridagene” í Kollefjord í norður
Noregi. Við í ferðalagnum úr Føroyum eru eisini umboð
fyri Føroya Sjómannadag, og harafturat er borgarstjórin í
Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, og leiðarin á
mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráð, Dávur Winther.
Teir verða gestir hjá Býráðnum í Kollefjord.
Skotska Tartan Army Sunshine Appeal handaði Barnaheiminum ein kekk
áljóðandi 10.000 krónur
Kongalig Ballett vitjar
Føroyingar kunnu gleða seg til eina stórsligna uppliving, tá ið
Kongaliga Ballettin leygardagin vitjar í Norðurlandahúsinum
við bæði klassiskum og modernaðum perlum. Á skránni vera
millum annað tvey verk, sum hava fingið bestu ummælini
hetta leikárið. “10 to Hyper” eftir Jorma Elo úr Finnlandi,
sum varð frumsýnt í 2006, er ein erotisk og kraftmikil dansur
fyri ein mann og eina kvinnu – í svørtum, skyggjandi búnum,
við tónleiki eftir Mozart. Hitt nýggja verkið er “Dancing on
the Front Porch of Heaven”, varð frumsýnt í februar í ár.