Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 106 - 6. juni 2007 Líka síðani 2002 hev­ur áskoðarafelagið hjá skotska landsliðnum, nevnt Tartan Army, veitt peningagávur til vælgerandi endamál, aloftast slíkum, ið kemur børnum tilgóða LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað kom sum eitt positivt »yvir­raskilsi« hjá starvsfólk­ un­um á Barn aheiminum í Havn, tá tey knappliga vórðu ring upp av umboðum fyri vælgerandi deildina hjá skotsku fótbólts­áskoðar­un­ um við boðum um, at teir fegn­ir vildu veita barna­ heim­ in­um eina peninga­gávu. Skotarn ir greiddu frá, at hetta er vorðin traditión, at teir, tá teir ferðast til úti­ dystirn ar hjá Skotska lands­ liðnum, altíð veita stovnum ella einstaklingum í verts­ landinum eina peningagávu. Alt byrjaði, tá the Tartan Army, sum áskoðarafelagið nevnist, vitjaði í Bosnia- Herzo­­govina. Tá kom fyri oyr­uni á teimum, syrgiliga søgan um ein lítlan drong, hin 10-ára gamla Kemal Karic. Longu sum pinku­ barn , sjey mánaðar gamal, varð ann að beinið so illa skatt av einari bumbu, at tað mátti setast av (ampu­t­erast). Mamman rann eftir skýli, men kláraði tað ikki, og misti lívið, meðan ungi son­ urin altso misti beinið. Tá Tartan Army frætti um hetta, skipaðu teir fyri ein­ ari inn savning, sum gav 4.800 pund sterling, góðar 50.000 krónur, sum allar óskerdar vórðu latnar unga dreinginum. Síðani tá hevur Tartan Army stovnað hjálpar­felags­ skapin hjá felagnum, sum teir nevna Tartan Army Sun­ shine Appeal. Heimasíða teirr a nevnist www.tasun­ shine­ appeal.co.uk 10.000 krónur til Barnaheimið Nú Tartan Army er í Før­oy­ um í sambandi við lands­dyst­ in móti Skotlandi á Svanga­ skarði í kvøld, spurdu teir seg fyri, hvat var ein hósk­ andi móttakari av pen­­inga­ gávu teirr a, og endaði tað við, at teir valdu Barn a­ heimið. Seinn apartin í gjár vóru teir so á vitjan har og hand­ aðu Barn aheiminum ein kekk áljóðandi 10.000 krón­ ur. Marita G. Hansen, ið starv­­ast á Barn aheiminum, hevr havt samskifti við skot­ ar­­n ar, sum vildu hava eina frá­­greiðing um, hvat tey ætl­ aðu at nýta peningagávuna til. Marita sigur, at tey greiddu skotunum frá, at pen­ing­ urin heilt vist fór at verða nýttur til eina ferða­upp­living til tey ungu á heim­inum. Ynskiligt hevði verið, um tey høvdu kunn að vitja Skotland fyri peningin, tí tað hava tey roynt einaferð áður, og tað var ein framúr túrur. So tað er fyrsta málið, men ber tað ikki til, kunn u tey í hvussu er nýta peningin til eina vikuskiftisferð í Før­oy­­um, heldur Marita Hansen. Á Barn aheiminum eru tvær deildir, ein ungdóms­ deild til ung millum 12 og 18 ár við plássi fyri 6 børn ­ um, og ein familjudeild við tveimum íbúðum. Skotsk gávu til Barnaheimið - Vit hava verið noydd at kalla eyka hjálp inn, og vit hava havt durðavørðar frá tí vit lata upp klokkan 11 fyrrapart, til vit lata aftur á miðnátt, sigur Ulla Poulsen, dagligur leiðari LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Klokkan var lítið meiri enn farin av níggju í morgun, tá vit vóru inn i á Café Natúr – ein túr. Har var næstan fullsett av skotum, men í mun til vanligu myndina tú ger tær av hesum fryntliga og lívliga fólkaslagi, var tað ikki øl, men kaffi og rundstykkir, teir heltu niðurum. So hetta var fyri so vítt ein rólig løta hjá starvs­ fólkinum, men soleiðis hevur ikki verið teir seinastu dagarn ar. Har hevur verið á tremur av skotskum fót­ bólts­viðhaldsfólki frá tí latið varð upp til latið varð aftur. - Her hevur verið ein ótrú­ lig rúgva av skotum hesar dag­arn ar. Vit hava verið noydd at tilkalla eyka mann ­ ing, og tað hevur verið úr at gera alla tíðina, sigur Ulla Poulsen, dagligur leiðari á Café Natúr. Hon sigur, at tey hava verið noydd at hava durða­ vørðar alla tíðina fyri at halda skil á. Ikki at tey hava havt nakrar trupulleikar av gestunum, men bara stóra talið av vitjandi hevur gjørt tað neyðugt, at hava fólk at halda skil á. Vanliga letur Café Natúr ikki upp fyrr enn klokkan 11 fyrr apart, men tey høvdu fingiði uppringing úr Skot­ landi at vita, um tey kundu undantaksvís lata upp klokkan 8 í morgun, tí fleiri bussar av ferðafólki skuldu verða í Havn um hálvgum níggju-tíðina. - So tí eftirlíkaðu vit. So nú borðreiða vit við kaffi og rundstykkjum. Vit spurdu okkum fyri, um til bar – við undantaksloyvi – at skeinkja fyrr enn vanligt, men tað bar ikki til. So inn til klokkan er 11, verður kaffi tað sterkasta, ið gest­ir­nir fáa, segði Ulla Poulsen, tá vit hugdu framvið í morg­ un. Skotar yvirtikið Café Natúr Ulla Poulsen og starvs­fólkið annars serveraðu rund­stykkir og kaffi fyri skotsku gestunum í morgun Mynd: Álvur Haraldsen HM í egning Norðlýsið skrivar, at John Havn, sum í fjør vann FM í egning á Føroya Sjómann adegi fer um vikuskiftið til Kollefjord í norður Noregi at kappast um heimsmeistaraheitið í egning móti Norr a og Íslandi. Kappingin verður á “Fiskeridagene” í Kollefjord í norður Noregi. Við í ferðalagnum úr Føroyum eru eisini umboð fyri Føroya Sjómann adag, og harafturat er borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, og leiðarin á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráð, Dávur Winther. Teir verða gestir hjá Býráðnum í Kollefjord. Skotska Tartan Army Sun­shine Appeal handaði Barna­­­heim­inum ein kekk áljóð­andi 10.000 krónur Kongalig Ballett vitjar Føroyingar kunn u gleða seg til eina stórsligna uppliving, tá ið Kongaliga Ballettin leygardagin vitjar í Norður­landa­hús­in­um við bæði klassiskum og modern aðum perlum. Á skránn i vera millum ann að tvey verk, sum hava fingið bestu um­mælini hetta leikárið. “10 to Hyper” eftir Jorma Elo úr Finn­landi, sum varð frumsýnt í 2006, er ein erotisk og kraft­mikil dansur fyri ein mann og eina kvinn u – í svørtum, skyggj­andi búnum, við tónleiki eftir Mozart. Hitt nýggja verk­ ið er “Dancing on the Front Porch of Heaven”, varð frumsýnt í februar í ár.