mikudagur 6. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 106 - 6. juni 2007
– Eg vil so fegin
sleppa at gera okkurt
til nyttu, men eg
sleppi ikki, sigur
Natasha
útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Natash Vukotic í Hvalba er
í eini merkiligari støðu.
Hon er noydd at liva av
almannahjálp, hóast hon
ikki vil.
Men tað er ikki tí, at tað
ikki er pláss fyri henni á
arbeiðsmarknaðinum,
tí
hon hevur altíð havt tilboð
um arbeiði.
Natasha Vukotic er úr
Jugoslavia, men nú hevur
hon búð í Føroyum í nógv
ár.
Tá ið hon var barn, var
sera gott at búgva í Jugo
slavia og fólkið líktust nógv
føroyingum.
Men so kom borgara
kríggið og gjørdi enda á
øllum.
Lívið krígnum var onki
at bjóða einum barni, so vit
tóku av, tá ið maður min
fekk møguleikan at koma
til Føroyar at sparka við
Royn í 1997.
Tey fóru aftur til Jugo
slavia árið eftir, men tá fóru
hon og maðurin hvør til
sítt.
Hetta var um sama mundi
sum NATO fór at bumba í
Jugoslavia og tá ið støðan
ikki batnaði, endaði tað
við, at vinfólk í Hvalba
hjálptu henni og dóttrini
við einum ferðaseðili heim
til Føroyar og sostatt komu
hon Vanja aftur hendavegin
í 1999.
Hvalbingar høvdu eisini
syrgt fyri bæði innivist og
arbeiði.
Og tá ið hon longu sama
árið hon kom higar í 1999
fekk høvi at keypa tey lítlu
fittu húsini heilt uttarliga
bygdini, var tað ein stórur
dreymur, sum varð upp
fyltur.
Onki hendir
Tey fyrstu árini endurnýggj
aði hon arbeiðsloyvi tá ið
tað kravdust. Men í 2004
kom stígur í og síðani er
hon ikki komin ur stað.
Hon søkti um arbeiðs
loyvið í apríl í 2004 og síð
ani tá hevur hon ikki sæð
sítt egna pass aftur, fyrrenn
beint nú.
Natasha arbeiddi á flaka
virkinum í Hvalba, men tá
ið tað fór á heysin í januar í
2005,
hevði
hon
onki
arbeiði.
Men longu vikuna eftir
fekk hon arbeiðsboð á fiska
virking á Tvøroyri og har
var hon so í nakrar vikur.
– So komu boð frá ALS
at hon hevði ikki rætt at
arbeiða hjá Fiskavirking á
Tvøroyri, tí hon hevði bara
arbeiðsloyvi til virkið í
Hvalba.
Tað hjálpti onki, at ført
varð fram at talan var um
sama arbeiðsgevara, tí Fiska
virking átti eisini virkið í
Hvalba.
Men har var ongin vegur
uttanum. Hóast hon ikki
hevði fingið svar uppá
umsókn mína frá apríl í
2004, mátti hon aftur í mars
í 2005 søkja um arbeiðs
loyvið, hesuferð til Fiska
virking á Tvøroyri.
– Tá ið eg sendi umsókn
ina inn, lovaði tey at viðgera
umsóknina skjótt, eftirsum
at arbeiði bíðaði eftir mær.
Men heldur ikki hendan
umsóknin gav nakað úrslit
og hóast vit nú skriva 2007,
er enn onki svar komið.
Munnliga hevur hon kort
ini nú fingið at vita, at hon
hevur fingið arbeiðsloyvið
til flakavirkið í Hvalba.
Men hóast hon nú hevur
bíðað eftir svarið í heili trý
ár tilsamans, er arbeiðsloyvi
bara galdandi í átta mánaðir,
fram til januar næsta ár.
Ímeðan hon hevur bíðað
hevur hon eisini søkt um
eitt arbeiðsloyvið, har hon
ikki varð bundin at einum
arbeiðsplássi.
Innlendis
málaráðið
mælti
eisini
danska udlændingestyrel
sen til, at eg fekk eitt slíkt
arbeiðsloyvi, tí eg hevði
bíðað so leingi.
– Men tað var afturvíst
og uttan at spyrja meg eftir,
varð umsóknin broytt so at
eg søkti um arbeiðsloyvi til
ein einstakt arbeiðspláss og
tað er hesa umsóknina, eg
havi fingið munnligt svar
upp á nú.
Natasha heldur, at tað er
óvirðiligt, at umsóknin verð
ur broytt, uttan at hon er
eftirspurd, ella í minsta lagi
kunnað um, at so er.
– Hetta eru heilt avger
andi viðurskifti í mínum
lívi og hjá dóttir míni, sum
tað snýr seg um og tí mátti
minsta kravið verið, at tey
ringdu til mín og greiddu
frá støðuni og teimum
møguleikum eg hevði. Men
tað hendi ikki so ístaðin
varð ein nýggj umsókn send
upp á nakkan á mær og sum
eg ikki visti av.
Hóast alt eri eg ógvuliga
glað fyri arbeiðsloyvið, eg
havi fingið, hóast tað bara
varar í átta mánaðir. Men
hetta er ikki tað, eg bað um
og tí eg føli tað óvirðiligt,
at avgerðir um mítt lív og
mína tilveru verða tiknar,
uttan at eg veit av tí. Tað
minsta mátti verið, at tey
ringdu og tosaðu við meg
um hetta, áðrenn tey gjørdu
nakað.
Hon spyr eisini, hvat
hendir, skuldi tað vilja illa
til og virkið í Hvalba heldur
uppat.
– Virkið í Hvalba hevur
verið á trimum, fýra arbeiðs
gevarum hesi síðstu 10
árini, og heldur tað uppat
einaferð afturat, standi eg
aftur í akkurát somu støðu.
Ímeðan hevur hon ikki
havt annað val enn at taka
ímóti hjálp frá Almanna
stovuni.
– Sostatt havi eg verið
noydd til at liva av Almanna
stovuni, tí eg eri ikki sloppin
til arbeiðis, hóast eg alla tíð
ina hevur havt arbeiðstil
boð.
Natasha sigur, at hetta
pínir hana, tí hon ætlaði
ikki at liggja samfelagnum
til byrðu og hon heldur at
tað er heilt burturvið at hon
ikki kann sleppa til arbeiðis,
tá ið hon er biðin at koma
til arbeiðis.
Les eisini greinina: Átta
ár av mínum lívi farin til
spillis.
Pínir meg ikki at
sleppa til arbeiðis
hvussu leingi omman livir
afturat.
– Tí hava vit sett okkum
fyri, at nú skal tað vera, at
vit skulu síggjast aftur. Ser
liga langomman gleðir seg
sum eitt barn at síggja Vanju
fyri fyrstu ferð.
Tí fara Natasha og Vanja
at ferðast um nakrar dagar.
Men eisini tað hevur elvt
til trupulleikar, tí enn er
óvist, hvussu hon sleppur
aftur Føroya. Onkur starvs
fólk á einum almennum
stovni hevur sagt, at eg skal
hava eitt serligt Shengen
innferðarloyvi fyri at sleppa
aftur til Føroyar.
Onkur annar heldur fast
um, at tað er nógv mikið at
fáa stempul í passið um
”tilbagerejse tilladelse”.
Natasha veit ikki síni liv
andi ráð og nú brúkar hon
nógva orku upp á at renna
frá Peri til Pól fyri at fáa
greiði á hesum.
– Men tað verður deiligt
at síggja familjuna aftur,
eftir so langa tíð. Tað verður
eisini deiligt at koma heim
aftur til Hvalbiar, leggur
hon afturat.
Mugu rætta hond út
Fjórða juni vóru átta ár síð
ani hon kom aftur til Føroya
at búgva og hennara inni
ligasta vón at hon nú kann
fáa varandi uppihaldsloyvi,
so at hon og Vanja kunnu
verða føroyingar.
Eg havi somu dreymar
um útbúgving og arbeiði
sum mínar vinkonur. Eg
droymi eisini um kunna
mála húsini og at fingið bil.
Men eg kann ikki annað
enn droyma, tí nú havi eg
verið fastløst í hesi støðuni
í átta ár og enn føli eg tað,
sum eg standi í stað.
Hon saknar eisini, at før
oyingar hava tilboð til
útlendingar, sum vilja inte
grerasat.
– Tað nyttar ikki bara at
krevja, at útlendingar skulu
integrerast. Samfelagið má
eisini rætta hondina út og
bjóða okkum undirvísing í
føroyskum og føroyskum
viðurskiftum. Men vit fáa
onki tilboð av nøkrum sum
helst slagi, sigur Natasha
Vukotic.
Les eisini greinina: Pínir
Fyrilestur um eldrarøkt
7. juni heldur Nærverkið ráðstevnu um framtíðar eldrarøkt. Dr. Bill
Thomas, læknprógv frá Harward í Family Medicine og geriatri, fer
at halda fyrilestur um ”The Eden Alternative”, sum gongur sína
sigursgongd kring heimin, tá ið tað snýr seg um eldrarøkt og
trivnað. Bill Thomas hevur varnast, at tað á røktarheimum eru trý
fyribrigdi, sum plága búfólkini: Einsemi, keðsemi og hjálparloysi.
Hetta roynir hann nú at broyta við “The Eden Alternative”, har
bústovnarnir eru fullir av lívi, gleði, anda og samanhaldi.
Ráðstevnan er serliga ætlað politikarum, leiðarum, feløgum,
starvsfólkum á stovnum, avvarðandi og øðrum.
Ákærd fyri óviljað manndráp
25 ára gamla kvinnan, sum í bili 27. mai sínum rendi frontalt inn í ein
annan á Sandvíkarhjalla, og har eini eldri hjún lótu lív, er nú skuldsett
fyri óviljað manndráp. Tað váttar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Blóðroynd varð beinanvegin tikin av kvinnuni, og hesir vísa, at kvinnan
hevði eina promillu omanfyri 1,2. Tískil verður hon eisini skuldsett fyri
rúsdrekkakoyring, umframt onnur brot á ferðslulógina, millum annað
skilaleysakoyring. Enn er kvinnan ikki ákærd, men revsingin fyri
lógarbrot sum hesi geva alt frá hefti og upp í fýra ára fongsulsrevsing.
Eftir at hava bíðað í meiri enn trý ár, sleppur Natasha Vukotic nú aftur til
arbeiðis, men bara í átta mánaðir
Framhald av síðu 5