Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 106 - 6. juni 2007 – Eg vil so fegin sleppa at gera okkurt til nyttu, men eg sleppi ikki, sigur Natasha útlendingamál Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Natash Vukotic í Hvalba er í eini merkiligari støðu. Hon er noydd at liva av al­mannahjálp, hóast hon ikki vil. Men tað er ikki tí, at tað ikki er pláss fyri henni á arbeiðsmarknaðinum, tí hon hevur altíð havt tilboð um arbeiði. Natasha Vukotic er úr Jugoslavia, men nú hevur hon búð í Føroyum í nógv ár. Tá ið hon var barn, var sera gott at búgva í Jugo­ slavia og fólkið líktust nógv føroyingum. Men so kom borgara­ krígg­ið og gjørdi enda á øllum. - Lívið krígnum var onki at bjóða einum barni, so vit tóku av, tá ið maður min fekk møguleikan at koma til Føroyar at sparka við Royn í 1997. Tey fóru aftur til Jugo­ slavia árið eftir, men tá fóru hon og maðurin hvør til sítt. Hetta var um sama mundi sum NATO fór at bumba í Jugoslavia og tá ið støðan ikki batnaði, endaði tað við, at vinfólk í Hvalba hjálptu henni og dóttrini við einum ferðaseðili heim til Føroyar og sostatt komu hon Vanja aftur hendavegin í 1999. Hvalbingar høvdu eisini syrgt fyri bæði innivist og arbeiði. Og tá ið hon longu sama árið hon kom higar í 1999 fekk høvi at keypa tey lítlu fittu húsini heilt uttarliga bygdini, var tað ein stórur dreymur, sum varð upp­ fyltur. Onki hendir Tey fyrstu árini endur­nýggj­ aði hon arbeiðsloyvi tá ið tað kravdust. Men í 2004 kom stígur í og síðani er hon ikki komin ur stað. Hon søkti um arbeiðs­ loyvið í apríl í 2004 og síð­ ani tá hevur hon ikki sæð sítt egna pass aftur, fyrrenn beint nú. Natasha arbeiddi á flaka­ virkinum í Hvalba, men tá ið tað fór á heysin í januar í 2005, hevði hon onki ar­beiði. Men longu vikuna eftir fekk hon arbeiðsboð á fiska­ virking á Tvøroyri og har var hon so í nakrar vikur. – So komu boð frá ALS at hon hevði ikki rætt at arbeiða hjá Fiskavirking á Tvøroyri, tí hon hevði bara arbeiðsloyvi til virkið í Hvalba. Tað hjálpti onki, at ført varð fram at talan var um sama arbeiðsgevara, tí Fiska­ virking átti eisini virkið í Hvalba. Men har var ongin vegur uttanum. Hóast hon ikki hevði fingið svar uppá um­sókn mína frá apríl í 2004, mátti hon aftur í mars í 2005 søkja um arbeiðs­ loyv­ið, hesuferð til Fiska­ virking á Tvøroyri. – Tá ið eg sendi umsókn­ ina inn, lovaði tey at viðgera umsóknina skjótt, eftirsum at arbeiði bíðaði eftir mær. Men heldur ikki hendan umsóknin gav nakað úrslit og hóast vit nú skriva 2007, er enn onki svar komið. Munnliga hevur hon kort­ ini nú fingið at vita, at hon hevur fingið arbeiðsloyvið til flakavirkið í Hvalba. Men hóast hon nú hevur bíðað eftir svarið í heili trý ár tilsamans, er arbeiðsloyvi bara galdandi í átta mánaðir, fram til januar næsta ár. Ímeðan hon hevur bíðað hevur hon eisini søkt um eitt arbeiðsloyvið, har hon ikki varð bundin at einum arbeiðsplássi. Innlendis­ mála­ráðið mælti eisini danska udlændinge­styrel­ sen til, at eg fekk eitt slíkt arbeiðsloyvi, tí eg hevði bíðað so leingi. – Men tað var afturvíst og uttan at spyrja meg eftir, varð umsóknin broytt so at eg søkti um arbeiðsloyvi til ein einstakt arbeiðspláss og tað er hesa umsóknina, eg havi fingið munnligt svar upp á nú. Natasha heldur, at tað er óvirðiligt, at umsóknin verð­ ur broytt, uttan at hon er eftirspurd, ella í minsta lagi kunnað um, at so er. – Hetta eru heilt avger­ andi viðurskifti í mínum lívi og hjá dóttir míni, sum tað snýr seg um og tí mátti minsta kravið verið, at tey ringdu til mín og greiddu frá støðuni og teimum møgu­leikum eg hevði. Men tað hendi ikki so ístaðin varð ein nýggj umsókn send upp á nakkan á mær og sum eg ikki visti av. - Hóast alt eri eg ógvuliga glað fyri arbeiðsloyvið, eg havi fingið, hóast tað bara varar í átta mánaðir. Men hetta er ikki tað, eg bað um og tí eg føli tað óvirðiligt, at avgerðir um mítt lív og mína tilveru verða tiknar, uttan at eg veit av tí. Tað minsta mátti verið, at tey ringdu og tosaðu við meg um hetta, áðrenn tey gjørdu nakað. Hon spyr eisini, hvat hendir, skuldi tað vilja illa til og virkið í Hvalba heldur uppat. – Virkið í Hvalba hevur ver­ið á trimum, fýra arbeiðs­ gevarum hesi síðstu 10 árini, og heldur tað uppat einaferð afturat, standi eg aftur í akkurát somu støðu. Ímeðan hevur hon ikki havt annað val enn at taka ímóti hjálp frá Almanna­ stovuni. – Sostatt havi eg verið noydd til at liva av Almanna­ stovuni, tí eg eri ikki sloppin til arbeiðis, hóast eg alla tíð­ ina hevur havt arbeiðs­til­ boð. Natasha sigur, at hetta pínir hana, tí hon ætlaði ikki at liggja samfelagnum til byrðu og hon heldur at tað er heilt burturvið at hon ikki kann sleppa til arbeiðis, tá ið hon er biðin at koma til arbeiðis. Les eisini greinina: Átta ár av mínum lívi farin til spillis. Pínir meg ikki at sleppa til arbeiðis hvussu leingi omman livir afturat. – Tí hava vit sett okkum fyri, at nú skal tað vera, at vit skulu síggjast aftur. Ser­ liga langomman gleðir seg sum eitt barn at síggja Vanju fyri fyrstu ferð. Tí fara Natasha og Vanja at ferðast um nakrar dagar. Men eisini tað hevur elvt til trupulleikar, tí enn er óvist, hvussu hon sleppur aft­ur Føroya. Onkur starvs­ fólk á einum almennum stovni hevur sagt, at eg skal hava eitt serligt Shengen- innferðarloyvi fyri at sleppa aftur til Føroyar. Onkur annar heldur fast um, at tað er nógv mikið at fáa stempul í passið um ”tilbagerejse tilladelse”. Natasha veit ikki síni liv­ andi ráð og nú brúkar hon nógva orku upp á at renna frá Peri til Pól fyri at fáa greiði á hesum. – Men tað verður deiligt at síggja familjuna aftur, eftir so langa tíð. Tað verður eisini deiligt at koma heim­ aftur- til Hvalbiar, leggur hon afturat. Mugu rætta hond út Fjórða juni vóru átta ár síð­ ani hon kom aftur til Føroya at búgva og hennara inni­ ligasta vón at hon nú kann fáa varandi uppihaldsloyvi, so at hon og Vanja kunnu verða føroyingar. - Eg havi somu dreymar um útbúgving og arbeiði sum mínar vinkonur. Eg droymi eisini um kunna mála húsini og at fingið bil. Men eg kann ikki annað enn droyma, tí nú havi eg verið fastløst í hesi støðuni í átta ár og enn føli eg tað, sum eg standi í stað. Hon saknar eisini, at før­ oy­ingar hava tilboð til út­lend­ingar, sum vilja inte­ grerasat. – Tað nyttar ikki bara at krevja, at útlendingar skulu integrerast. Samfelagið má eisini rætta hondina út og bjóða okkum undirvísing í føroyskum og føroyskum viðurskiftum. Men vit fáa onki tilboð av nøkrum sum helst slagi, sigur Natasha Vukotic. Les eisini greinina: Pínir Fyrilestur um eldrarøkt 7. juni heldur Nærverkið ráðstevnu um framtíðar eldrarøkt. Dr. Bill Thomas, læknprógv frá Harward í Family Medicine og geriatri, fer at halda fyrilestur um ”The Eden Alternative”, sum gongur sína sigursgongd kring heimin, tá ið tað snýr seg um eldrarøkt og trivnað. Bill Thomas hevur varnast, at tað á røktarheimum eru trý fyribrigdi, sum plága búfólkini: Einsemi, keðsemi og hjálparloysi. Hetta roynir hann nú at broyta við “The Eden Alternative”, har bústovnarnir eru fullir av lívi, gleði, anda og samanhaldi. Ráðstevnan er serliga ætlað politikarum, leiðarum, feløgum, starvsfólkum á stovnum, avvarðandi og øðrum. Ákærd fyri óviljað manndráp 25 ára gamla kvinnan, sum í bili 27. mai sínum rendi frontalt inn í ein annan á Sandvíkarhjalla, og har eini eldri hjún lótu lív, er nú skuldsett fyri óviljað manndráp. Tað váttar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Blóðroynd varð beinanvegin tikin av kvinnuni, og hesir vísa, at kvinnan hevði eina promillu omanfyri 1,2. Tískil verður hon eisini skuldsett fyri rúsdrekkakoyring, umframt onnur brot á ferðslulógina, millum annað skilaleysakoyring. Enn er kvinnan ikki ákærd, men revsingin fyri lógarbrot sum hesi geva alt frá hefti og upp í fýra ára fongsulsrevsing. Eftir at hava bíðað í meiri enn trý ár, sleppur Natasha Vukotic nú aftur til arbeiðis, men bara í átta mánaðir Framhald av síðu 5