Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 60 - 27. mars 2001 Lisbeth L. Petersen sambandshøvdingi Lisbeth L. Petersen vann fríggjadagin formansvalið í Sambandsflokkinum, og verður tað hennara lutur at føra Sambandsflokkin fram. Hon hevur lovað, at hon skal geva flokkinum eitt nýtt andlit, sum ikki er so konservativt mótvegis broytingum. Lisbeth L. Petersen er roynd í politikki, hóast hon »bert« hevur sitið góð 10 ár á tingi. Hon hevur verið býráðslimur í Havn í 16 ár, harav fýra sum borgarstjóri. Hon hevði eisini møgu- leikan er gerast Føroya næsti kvinnuligi løgmaður, tá Edmund Joensen beyð henni sessin fyri at fáa bilbukt við innanhýsis stríð í flokkinum í 1994. Hon var tá borgarstjóri og tók ikki av. Men hon hevur fram- vegis møguleikan, tí sum forkvinna Sambandsflok- sins er hon samstunds løg- mansevni floksins – og verður tað Sambandsflok- sins lutur at skipa sam- gongu eftir komandi løg- tingsval, so verður Lisbeth L. Peteresen løgmaður. Lisbeth L. Petersen er dóttir Rachel og Georg Lindenskov Samuelsen. Georg, sum var blaðstjóri á Dimmalætting í ein mans- aldur, var sonur Andras Samuelsen, Føroya fyrsta løgmann og formann Sam- bandsfloksins í ein mans- aldur fram til 1950. Lisbeth er móður núverandi blað- stjóran á Dimmalætting, Georg L. Petersen, og systir Beate. L. Samuelsen, júst fráfarna blaðstjóra Dimma- lættingar og nývalda bý- ráðslim Sambandsfloksins í Havn. Lisbeth L. Petersen er gift Jákupi Petersen, maskinmeistara, sum er sonur Elsu og Jóannes Petersen á Signabø. Lisbeth er 62 ára gomul, hon tók realprógv í Havn í 1955, studentsprógv á Bag- sværd Kostskole og Gym- nasium í 1958. Av álitisstørvum í Sam- bandsflokkinum kann nevnast: Star vsstjór narlimur 1980-90. Floksskrivari 1982-87. Nevndarlimur í »Føroya Væl« - velfelag Sambandsfloksins í Suð- urstreymi - 1989-2000, formaður 1997-99. Næst- formaður í KSF - Kvinnu- felagssamskipan Føroya 1982-86. Varalimur á fólka- tingi á heysti 1988. Hon hevur verið løgtingskvinna síðan 1990. 2. næstforkvinna í 1991 og 3. næstforkvinna í 1992. Alfred Olsen nýggjur næstformaður Fríggjakvøldið valdi Sam- bandsflokkurin nýggjan næstformann. Seinastu mongu árini hevur Trygvi F. Guttesen røkt næstfor- mansstarvið, men hesaferð stillaði hann ikki upp. Á landsfundi Sambands- floksins fríggjakvøldið stillaði eisini Heðin Mort- ensen, løgtingsmaður, upp til næstformansvalið, men Alfred Olsen varð valdur við 30 atkvøðum móti 18. Alfred Olsen trein inn á politiska pallin í 1998, tá hann á fyrsta sinni stillaði upp til løgtingsvalið í Eyst- uroyar valdømi. Tó so, ókendur er hann ikki við politikk, tí hann er sonur Jens Christian Olsen, sum var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í 20 ár í tíðarskeiðinum frá 1940 til 1963, tá hann doyði. Alfred er bróður Jógvan Ingvard Olsen, sum var tingmaður fyri Sambands- flokkin frá 1970 til 1998. Alfred Olsen er føddur 1947, hann fyllir 54 ár komandi fríggjadag. Hann er giftur Marjun Olsen, dóttir Jóhannus M og Noomi Solmundi. Alfred er útbúgvin frá handilsskúla innan rokn- skap og ávís fak innan merconon. Hann er eisini bankaútbúgvin, heimaskip- ari o. a. Hann hevur veirð kommunuskrivari í Nes kommunu síðani 1977. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Í farnu viku atkvøddi ein meiriluti á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum fyri Lisbeth Petersen sum nýggjur formaður. Hon tekur við eftir Edmund Joensen, sum hevur røkt formansstarvið í umleið 10 ár. Vit ynskja Lisbeth tillukku við álitissessinum. Spurningurin er nú, hvat Sambandsflokkurin ætlar at brúka vaktarskiftið til! Fer flokkurin t.d. at markera seg meira og øðrvísi, enn hann hevur gjørtundir Edmundi? Fer flokkurin at ganga nýggjar leiðir í føroyskum politikki? Nú er ov tíðliga at gera niðurstøður, tí fyrst mugu vit síggja, hvat nýggi formaðurin ætlar og kann. Sjálvandi broytist stevnan og politikkurin hjá einum flokki ikki frá degi til dags, tí hann hevur fingið nýggjan formann. Men hinvegin má hetta fara at merkjast so ella so, tí annars var eingin orsøk til at skifta verandi og roynda formannin út. Tað er eingin loyna, at tað hava verið turbulentar tíðir við Edmundi sum formanni. Tað sóu og hoyrdu vit, tá teir báðir Arge og Heygum vórðu valdir fyri Sambandsflokkin fyri so stutt eftir at taka seg úr flokkinum. Eisini enn ein tingmaður, Atli Hansen, hoyrdi millum teir, sum ikki kláraði upp saman við Edmundi. Edmund Joensen vísti seg kortini alla tíðina at vera tann, sum dróg longsta stráðið. Hesa- ferð mátti hann lúta. Tað eru helst ymsar meiningar um, hvussu Edmund hevur roynst sum formaður Sambandsfloksins. Flokkurin hevur staðið seg væl í veljarakanningunum. Edmund hevur eisini klárað at markera flokkin, tó at hann ikki hevur endurnýggjað hann nokk. Man kann siga, at sambandsflokkurin undir leiðslu Edmunds hevur roynt at hildið í so fast í teimum gomlu sambandsvirðunum. Og hvat hevur hann ikki hoyrt fyri, at hann sum løgmaður forðaði fyri øllum stigum á sjálvstýrisleið! Um man vil tað ella ikki, kann Sambandsflokkurin fáa týdning eftir komandi val, um so er, at Fólkaflokkurin sær størri møguleikar at reka borgarligan politikk við honum heldur enn við Tjóðveldisflokkinum. Men skal Sambandsflokkurin uppí eina samgongu krevur tað, at nýggi formaðurin vísir seg meira sjálvstýris- sinnaða. Megnar hon tað? Torir hon tað? At døma eftir hennara røðum á tingi er hon í so varin og bangin fyri at taka nýggj stig tann vegin. Eisini Tjóðveldisflokkurin hevur havt landsfund. Hóast flokkurin hevur verið noyddur til at svølgja kamelar, so tykist tað ikki hava nervað undirtøkuna. Men tjóðveldisfólk eiga at vita, at verður flokkurin nógv størri, so kann tað eisini geva honum trupulleikar. Tað verður nevniliga ikki hugaligt hjá hvørki Fólkaflokki ella Javnaðarflokki at skula samstarva við ein ov sterkan Tjóðveldisflokk. DAGSINS MEINING Sosialurin Eftir vaktarskiftið í Sambandsflokkinum NØVN Í VIKUNI Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Súsanna Hentze doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar og gávur til kirkjuna.Takk til gravarar, klokkara, sangarar, urguspælara og prest fyri góð orð í heiminum og í kirkjuni.Takk til manningina og Sildberanum fyri beinasemi, og takk øll tit, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Vónbjørt, Meinhard, Sveinbjørn og Óluva Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra systir mín, fastir og mostir okkara Jacobina Andrea Samuelsen fyrrverandi sjúkrasystir vanliga nevnd Diddan í Horni Tórshavn andaðist leygardagin 24. mars í heiminum, 84 ára gomul. Jarðarferðin verður í dag, týsdagin 27. mars, kl. 14 úr Vesturkirkjuni. Familjunar vegna Eva Tey, ið vilja minnast Didduna við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina gávu til KFUK í Havn, konto í peningastovnunum.