Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 5 4 Nr. 60 - 27. mars 2001 gult cyan magenta svart Í Skopun fyrireika tey seg til at taka í móti Teistanum. Molin, sum portrið stendur ímóti, verður tikin niður, so innsigligin gerst rúmari SAMFERÐSLA Edvard Joensen Skopun: Nú bróta teir Skopunar Havn niðuraftur. Tó ikki alla, uttan bara ein part av pierinum við inn- siglingina. Einaferð var tað Ritan, sum var »for tjukk«. Nú er tað Teistin. Men ráð eru fyri tí. Innsiglingin verður víðkað, so hann ótarnaður kann sigla ígjøgnum. Men tað krevur so aftur, at portrið verður longt. Tiknir verða seks metrar av molanum, og portrið verður so longt tilsavar- andi, sigur Gerhard Logn- berg, borgarstjóri í Skopun. Hvat hetta arbeiðið fer at kosta, veit borgarstjórin ikki at siga. Sosialurin hevur frætt, at tað fer at kosta einar seks milliónir krónur. Tríggjar fyri at taka molan niður og gera skinnarar til portrið í aftur stubban. Og aðrar tríggjar fyri at leingja portrið. Av havnadeildini hjá Landsverkfrøðinginum fingu vit tað svar, tá vit ringdu, at tað var bara landsverkfrøðingurin sjálvur, sum kundi svara okkum upp á spurningin. Men Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, var ikki at hitta, so tað bar ikki til at fáa alment váttað, at hetta arbeiðið í Skopunar Havn kostar seks milliónir krónur. Innsiglingin í Skopunar Havn verður breiðkað 6 metrar og portrið longt tilsvarandi Mynd: Edvard Joensen Líkt er til, at sandoy- ingar ikki eru samdir um, hvar Teistin skal sýnast fram fyri almenninginum fyrstu ferð, hann vitjar oynna TRÆTUMÁL Edvard Joensen Sagt verður í Sandoynni, at ósemja er við at taka seg upp um, hvar Teistin skal leggja at á fyrsta túrinum. Skopuningar taka sum givið, at hann kemur til Skopunar, tí tað er har, hann skal sigla fast, meðan ávísir politikkarar heiman av Sandi vilja hava hann til Sands framsýningartúrin. Kelda okkara, sum vil vera ónevnd, men hvørs samleika Sosialurin kennir, sigur, at okkurt er, sum bendir á, at ósemja er við at taka seg upp um, hvar skipið skal leggja at á hesi fyrstu vitjan síni í Sand- oynni.. Keldan heldur, t tað er poltitiski stoltleikin hjá onkrum almennum persón- um, sum ger seg galdandi. Hvussu er og ikki, er greitt, at skopuningar fyri- reika eitthvørt í samband við, at Teistin kemur í sigling. Gerhard Lognberg, borg- arstjóri í Skopun, sigur, at skopuningar gleða seg til nýggja skipið, og ætla at markera dagin, tá tað kem- ur fyrstu ferð í Sandoynna. Teistin fer í reguliga sigl- ing millum Skopun og Gomlurætt um páskirnar, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfarskipum Land- sins. Um tað verður beint undan ella beint eftir pásk- ir, veit hann ikki nágreini- liga enn. Men eykaloyvi hjá Tróndi gongur út tann 15. apríl, sum er páskadagur, so tað verður um ta tíðina. Orsakað av havnarviður- skiftunum í Hesti, verður ikki siglt út í Hest bein- anveg, Teistin fer í sigling. Tað verður helst ikki fyrr enn einaferð í summar, at ferjulegina í Hesti verður klár at taka í móti honum. Strandfaraskip Landsins fáa annars Teistan hand- aðan frá Skipasmiðjuni á Skála leygardagin 31. mars. Síðan skal manningin brúka nakrar dagar at kunna seg við og um skipið, áðrenn hildið verður ráðiligt at fara undir ferða- fólkaflutning. – Men um páskirnar verður tað so, sigur Reidar Nónfjall. Togast um Teistan Bróta Skopunar Havn niður Heimasandsmenn og skopuningar tykjast ósamdir um, hvar Teistin skal fara fyrstu ferð hann vitjar Sandoynna Mynd: Jens K. Vang MÓTASÝNING Eirikur Lindenskov Í morgin, mikudagin 28. mars kl. 20.00, verður aftur stór vármótasýning á Torg- inum í SMS. Handlarnir, sum verða við á mótasýningini, eru: Deres, Fríðkan, Skálkur, Flykran, Hanus & Jansu, Vero Moda og Klivin. Tað er aftur í ár Barbara í Gongini, sum leggur móta- sýningina til rættis, sigur Rógvi Róin, sum er markn- aðarleiðari í SMS. – Fyrireikingarnar av mótasýningini hava verið í umleið ein mánað, og mótasýningin í ár verður enn betur enn tær undan- farnu. Uppaftur meir orka og tíð er løgd í tiltakið hesaferð, sigur Rógvi Róin. Hann sigur víðari, at mótasýningin verður á einum slíkum støði, sum sjáldan er at síggja her heima hjá okkum. – Alt er lagt til rættis og vant frammanundan. Øll vita nær og hvussu tey skulu ganga. Tónleikurin er valdur júst til ávísa hand- ilin, ávísu klæðini og ávísa persónin, og tað er nakað, sum vit ikki eru von við, sigur hann. Politikkurin hjá SMS, tá tað kemur til mótasýningar, er tann, at skal slík fyri- skipast, so skal hon gerast 100%. Og fyrireikarnari lova, at so verður. – So vit gleða okkum til at síggja nógv fólk í SMS í annaðkvøld kl. 20.00 til ársins stórstu og bestu mótasýning. Tiltakið er ókeypis og varir í umleið hálvan tíma, sig- ur Rógvi Róin Mótasýning til børn og ung leygardagin Leygardagin 31. mars kl. 12.30 hava Schan og Bindi- búðin sína egnu mótasýn- ing á Torginum. Orsøkin til, at hesir báðir handlarnir ikki eru við í stóru móta- sýningini mikukvøldið er, at tann sýningini er ikki serliga væl egnað til tær vørur og úrval, sum hesir báðir handlarnir selja. Og harvið fáa hesir báðir handlarnir nógv meir burt- urúr at hava sýningina leyg- ardagin. Klæðini, hesir báðir handlarnir sýna fram, eru klæðir til yngra ættarliðið. Schan sýnir fram móta- klæðir til smábørn og hálv- vaksin, meðan Bindibúðin sýnir fram nýggjastu bundnu klæðini til børn og ung. Mótasýningin leygar- dagin er eisini ókeypis. Elin Mørkøre, sum hevur starvast á Landssjúkrahúsinum sum reumatologur í 27 ár, er nú farin frá STARV Turið Kjølbro Í seinastu viku var móttøka á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Elin Mørkøre, reumatologur, fór frá fyri aldur. Í komandi mánaði verður Elin 69 ár. Upprunaliga ætlaði hon at fara frá fyri tveimum árum síðani, men valdi at halda fram eitt skifti til Lands- sjúkrahúsið hevði útvegað annan reumatolog. Enn hevur ikki eydnast Lands- sjúkrahúsinum at seta ann- an reumatolog í starv. Sum skilst vanta læknar innan hesa sergrein um øll Norð- urlond og aðra staðni við. Helst fer tað kortini at eydnast at fáa ein vikar hendavegin í eitt stutt skifti í vár. Elin hevur havt ein lang- an arbeiðsdag hesi nógvu árini á Landssjúkrahúsin- um, og tí er ikki sørt, at tað er gott at sleppa at gera nakað annað. - Eg veit ikki, hvussu tað fer at verða ikki at fara til arbeiðis hvønn dag, eg skal royna tað fyrst, men tað verður ivaleyst gott at brúka tíðina til annað, fam- ilju og vinir. Hinvegin er tað eitt sindur keðiligt at fara, tá ið eingin er at taka yvir. Sum reumatologur hevur verið nógv at gera, tað átti í grundini at verið tveir reumatologar í Føroy- um, so nógvar eru uppgáv- urnar. Eg eri ikki bangin fyri ikki at fáa tíðina at ganga. Mín vón er bara at Landssjúkrahúsið fær ein annan reumatolog, sigur Elin Mørkøre. Elin Mørkøre varð út búgvin lækni í 1958 og reumatologur í 1970. Ein reumatologur er serlækni í giktsjúkum og sjúkum inn- an rørslulimir, vøddar og liðir. Í 1970 byrjaði hon við privatviðtalu í Havn, tí einki starv var á Lands- sjúkrahúsinum. Í 1974 gjørdist hon konsulentur á Landssjúkrahúsinum um somu tíð, sum hon hevði privatviðtaluna, og síðani 1974 hevur hon havt sína dagligu gongd á Lands- sjúkrahúsinum, síðani 1981 sum yvirlækni. Stór vármótasýning í SMS Elin farin frá Mín vón er at Landssjúkrahúsið fær ein annan reumatolog, sigur Elin Mørkøre, reumotologur, sum nú er farin frá fyri aldur. Mynd: Jens Kristian Vang Hunda- óskil á Ternu- ryggi HUNDAÓSKIL Eirikur Lindenskov Tað eru ikki øll, sum góðtaka politiviðtøk- una fyri Tórshavnar kommunu, sum m. a. sigur, at hundar ikki hava loyvi at ganga leysir. Ein maður ringdi nú um dagarnar til Sosialin, tí hann visti ikki, hvat hann skuldi gera við tað hundaóskil, sum valdar á Ternuryggi í Havn. Maðurin, sum hev- ur havt summarhús í gamla kolonihavan- um á Ternuryggi í Havn í fleiri enn 30 ár, sigur, at hann øt- ast yvir hesar leysu hundarnar. – Eg havi sjálvur havt hundar, eisini sjefarhundar, í fleiri ár, so eg kenni eitt sindur til tað. Men hesir hundar, sum ganga leysir á Ternu- ryggi, kunnu ikki hava tað gott, so illir teir eru í sær, sigur hann. Hann greiðir frá, at hann mátti bakka undan teimum hend- an dagin, fyri ikki at verða álopin. – Eg tori ikki at hugsa tankan, um børn skuldu komið fyri hesar óðu hund- arnar, sigur maðurin, sum hevur boðað politinum frá til- burðinum. – Eg gjørdi teim- um greitt, at eg nú havi fingið nokk, og at eg taki byrsu við næstu ferð og skjóti, sigur hann. Men tað hevur hann ikki loyvi til, hevur hann fingið at vita av politistøðini í Havn. Tað eru bara seyðamenn og bónd- ur, sum hava loyvi at skjóta leysar hundar. Løgreglan boðar í slíkum førum hunda- fangarnum frá óskil- inum. Vegna harðskap frá manni ella sambúgva gistu tilsamans 14 kvinnur og seks børn á Kvinnuhúsinum í fjør í tilsamans 306 samdøgur HARÐSKAPUR MÓTI KVINNUM Eirikur Lindenskov Hósdagin í síðstu viku hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund í KFUM. Í nevnd- ini í Kvinnuhúsfelagnum sita Edna Jørgensen, sum er forkvinna, Kristian Ferjá, sum er næstforkvinna, Henrid Johansen, kassa- meistari og Finngerð Fríðr- iksdóttir og Frígarð Sunds- garð, sum báðar eru nevnd- arlimir. Í fjør hava 39 kvinnur arbeitt sum sjálvbodnar í Kvinnuhúsinum. Tær hava arbeitt í vaktarskipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevndum og í ráð- gevingini. Felagið sigur í tíðinda- skrivi, at arbeiðið hjá Kvinnuhúsinum er fjøl- broytt, og at tey altíð hava brúk fyri fleiri vaktum. Um onkur hevur hug at hjálpa til við hesum arbeiði, so ber til at seta seg í samband við felagið á telefon 317200 at frætta meira. Kvinnuhúsfelagið hevur limafund eina ferð um mánaðin. Tað er Kvinnufelagið, sum rekur Kvinnuhúsið, ella Kreppumiðstøðina, sum hon eisini verður rópt. Har kunnu kvinnur fáa ráð- geving og vegleiðing. Tað er ókeypis hjá kvinnum at venda sær til Kvinnuhúsið, og tær skulu ikki rættvís- gera, hví tær gera tað, sigur Elin Reinert Planck frá Kvinnuhúsinum. Møguleiki er eisini hjá kvinnum at gista á Kreppu- miðstøðini saman við børn- um í styttri tíðarskeið. – Okkara framtíðarynski er, at tað verður ókeypis at gista á Kreppumiðstøðini, men so er ikki enn, sigur Elin Reinert Planck. 408 áheitanir vóru til Kvinnuhúsið í fjør. Orsøkirnar til áheitanirnar vóru harðskapur, sundur- lesing ella hjúnarskilnaður, at maður ella sambúgvi er misnýtari, ótrúskapur, fíggjarligir trupulleikar, in- cest, sálarligur trupulleiki og ymisk mentan. Áheitan- irnar vóru úr 21 ymiskum kommunum. Kvinnuhúsið hevur frá byrjan í 1990 havt áheitanir úr 38 ymiskum kommunum. Aldurin á kvinnunum, ið vendu sær til Kvinnuhúsið í fjør, var millum 18 og 70 ár. Kvinnurnar siga, at or- søkin til harðskapin er part- vís uppvøkstur, øvund, undirlutakenslur, misnýtsla og ymisk mentan. 14 kvinnur og seks børn gistu á Kreppumiðstøðini í tilsaman 306 samdøgur í fjør. Kvinnuhúsið takkar øll- um, sum á ymiskan hátt hava stuðlað arbeiðinum í Kvinnuhúsinum. 14 kvinnur og seks børn gistu í Kvinnuhúsinum