Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 7 6 Nr. 60 - 27. mars 2001 Við fimm atkvøðum á muni eydnaðist Lisbeth L. Petersen fríggjakvøldið at koppa Edmund Joensen úr formanssessinum í Sambandsflokkinum Formansval John Johannessen – Eg takki fyri skeiðið og ynski Lisbeth góða eydnu í starvinum. Soleiðis segði Edmund Joensen, tá hann beint eftir valúrslitið fríggjakvøldið takkaði fyri seg sum formaður Sambandsfloks- ins. – Eg vil takka Edmundi fyri hansara tíð sum for- maður og tykkum fyri at hava valt meg. Fólkið hevur talað á lógligan hátt og hev- ur valt meg til fomann. Hetta starvið fari eg at royna at røkja til fulnar – kanska eitt sindur ørðvísi enn Edmund, og tíðin vil fara at vísa, um tað er tað rætta. Soleiðis segði Lisbeth L. Petersen, beint eftir, at hon hevði fingið at vita, at hon var vald til nýggjan for- mann í Sambandsflokki- num. Tættur dystur Síðani tað var greitt, at Lis- beth L. Petersen fór at stilla upp ímóti Edmundi Joen- sen til formansvalið, hevur allatíðina verið roknað við, at talan fór at verða um eitt tætt val. 51 høvdu atkvøðu- rætt til formansvalið í ár. Og í farnu viku roknaði Sosialurin seg fram til, at tey bæði formansvalevnini høvdu tryggað sær 20 at- kvøður í part og skuldu stíðast um tær ellivu, sum vóru eftir. Øll, sum høvdu valrætt, vóru ikki møtt, tá formans- valið var á skránni á lands- fundinum fríggjakvøldið. Tvey úr valfelagnum í Norðoyggjum og eitt úr fel- agnum í Suðuroynni vant- aðu. Tí vóru bert 48 lóglig- ar atkvøður á fundinum. Hesar 48 atkvøðurnar vórðu soleiðis býttar, at Lisbeth L. Petersen fekk 26 og Edmund Joensen fekk 21. 1 atkvøða var blonk. Formaður í 10 ár Edmund Joensen varð vald- ur til formann í Sambands- flokkinum í 1991, og hevur hann sitið í sessinum síðani tá. Í hesum sessi hevur Ed- mund Joensen upplivað mangt. Hann gjørdist løg- maður í 1994 og sat í hes- um sessi til 1998. Løg- mansskeiðið byrjaði við svárari búskaparligari kreppu, men tá Edmund fór úr løgmanssessinum vóru aftur uppgangstíðir í Før- oyum. Tað var eisini í løg- manstíðini hjá Edmund Jo- ensen, at megiparturin av stóru bygnaðarbroytingu- num í almennu umsitingini fóru fram. Í 1998 var eisini kampval um formanssessin. Tá still- aði Jóhannes Martin Olsen upp ímóti Edmundi. Men tá eydnaðist tað Edmundi Jo- ensen at vinna ein tepran sigur við 32 atkvøðum í- móti 26. Landsfundur Sambandsfloksins: Lisbeth vann formansvalið Læraraskúlahøllin fríggjakvøldið: Tað er júst almannakunngjørt, at Lisbeth L. Petersen hevur vunnið valið um formanssessin í Sambandsflokkinum við 26 atkvøðum móti 21 Mynd: Jens Kristian Vang Alfred Olsen er nýggjur næstfor- maður í Sam- bandsflokkinum, efir at hann fríggj- akvøldið vann næstformansvalið móti Heðini Mort- ensen við 30 at- kvøðum móti 18 Næstformansval John Johannessen Ein greiður meililuti av limum Sambandsfloks- ins valdu fríggjakvøldið Alfred Olsen til næst- formann í Sambands- flokkinum. Tað vóru tvey valevni til næstformansvalið. Heðin Mortensen still- aði upp sum stuðul hjá Edmundi Joensen til formansvalið, og Alfred Olsen stillaði upp sum stuðul hjá Lisbeth L. Petersen. Men næstformans- valið varð vunnið við einum heldur greiðari meiriluta enn formans- valið. Alfred Olsen fekk 30 atkvøðu, og Heðin Mortensen fekk 18 atk- vøður. Formansvalið í Sam- bandsflokkinum er so- leiðis skipað, at tey sjey valfeløgini í ávikavist Norðoyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy, Suður- streymoy, Vágoy, Sand- oy og Suðuroy atkvøða við fimm atkvøðum í part. Sostatt er atkvøðu- talið frá valfeløgunum tilsamans 35 atkvøður. Síðani hevur Unga Sambandið fimm at- kvøður, teir seks ting- limirnir hava eina í part, kassameistarin í flokk- inum hevur eina, næst- formaðurin hevur eina og at enda hava teir tríggir limirnir í starvs- nevndini hjá Sambands- flokkinum eina atkvøðu í part. Er flokkurin umboð- aður á Fólkatingi, hevur fólkatingslimurin eisini eina atkvøðu, eins og landsstýrismenn hava eina atkvøðu í part, tá flokkurin er í samgongu. Tað var Unga Sam- bandið, ið stillaði Lis- beth L. Petersen upp til formansvalið í Sambandsflokkinum. Og tað vóru eisini tær fimm atkvøðurnar hjá Unga Sambandi- num, ið avgjørdu val- ið um formanssessin á landsfundinum fríggjakvøldið Formansval John Johannessen Eingin ivi er um, at tað var ungdómurin, ið avgjørdi formansvalið í Sambands- flokkinum fríggjakvøldið. Tað er nærum hálvt ár síðani, at Unga Sambandið boðaði frá, at tey fóru at skjóta upp valevni til nýggjan formann á næsta landsfundi floksins. Og tey boðaðu eisini frá, at tey ætl- aðu, at nýggi formaðurin skuldi vera Lisbeth L. Pet- ersen. Eftir drúgva umhugsun- artíð játtaði Lisbeth at stilla upp til formansvalið, og tað vóru tær fimm atkvøðurnar hjá Unga Sambandinum, sum vóru orsøkin til, at hon fríggjakvøldið gjørdist nýggi formaður floksins. Sambandsflokkurin hevur leingi gingið í tveimum fylgjum. Í øðrum fylginum hava verið tey, sum hava stuðla Edmundi Joensen í for- manssessinum. Í hinum fylginum hava verið tey, sum ynskja broytingar í flokkinum við einum nýggjum formanni. Hetta seinna fylgið hevur upp undir formansvalið stuðlað Lisbeth L. Petersen. Í fylginum hjá Edmundi Joensen vóru limir í val- feløgunum úr Norðoyggj- um, Vágum, Suðuroynni, Norðurstreymoynni og tinglimirnir Heðin Morten- sen, Felmming Mikkelsen og sjálvsagt Edmund sjálv- ur. Í fylginum hjá Lisbeth L. Petersen eru limirnir í Unga Sambandinum, sambands- felagnum í Suðurstreym- oynni, Sambandsfelagnum í Eysturoynni, onkur úr Sambandsfelagnum í Vág- um, ein partur av starvs- nevndini og tinglimurin Al- fred Olsen og Lisbeth L. Petersen sjálv. Tískil kundi ikki vera tal- an um annað enn eitt tætt val, sum tað eydnaðist Lis- beth at vinna við góðum stuðuli frá Unga Samband- inum. Hetta var eisini tað, sum Edmund Joensen á- sannaði efir, at úrslitið var greitt. Landsfundur Sambandsfloksins: Tey ungu feldu Edmund Landsfundur Sambandsfloksins: Alfred Olsen vann tryggan sigur Fakta: Valskipan Sambandsfloksins Alfred Olsen vann greiðan sigur á næstformansvalinum hjá Sambandsflokkinum fríggjakvøldið Mynd: Jens Kristian Vang Floksting Tjóðveldisfloksins samdist leygardagin um hesa fráboðan FLOKSTING John Johannessen Floksting Tjóðveldisfloks- ins ásannar, at føroyska tjóðin ongantíð hevur verið nærri tjóðarfrælsinum enn í dag. Flokstingið tekur fult undir við politisku semjuni um fullveldismálið, har samgonguflokkarnar hava bundið seg til fullveldis- leistin. Ein sterkur Tjóð- veldisflokkur er trygdin fyri, at fullveldisætlanin verður framd. Fólkið skal byggja Føroyska fólkið vil frælsi og framburð. Tað er virkis- fýsnið og íbirtandi lyndið í føroyska fólkinum ið skal byggja hetta landið og end- urspeglast í politisku skip- anini. Samfelagið blómar í løtini, við framgongd á øll- um økjum. Hetta er ikki minst eitt úrslit av tí drív- megi, sum frælsishugsjónin umboðar. Framkomið samfelag Tjóðveldisflokkurin fer framhaldandi at ganga á odda í tí neyðugu samfel- agsligu endurnýggjanini, sum krevst um Føroyar skulu teljast millum heims- ins framkomnu tjóðir. Før- oyar skulu ganga á odda í heiminum fyri at skapa eitt samfelag, har samsvar er í- millum náttúru og menn- iskja. Eitt samfelag, har vit ganga á odda í umhvørvis- vernd, burðardyggari fram- leiðslu og endurnýggjan og røkt av bæði menniskjalig- um- og náttúrutilfeingi. Føroyar skulu vera eitt samfelag fyri øll, har øll menniskjavirði framhald- andi eru umboðað. Harvið tryggja vit tað fjølbroytni, sum er sjálvur hornastein- urin undir einum rætvísum fólkaræðisligum føroysk- um samfelag. Floksting Tjóðveldisfloksins: Tjóðveldisflokkurin byggir land Tjóðveldisflokkur- in fer 26 mai at halda eykafloksting í sambandi við, at flokkurin ætlar at dagføra stevnumið floksins FLOKSTING John Johannessen Tjóðveldisflokkurin vil hava eina greiða støðu til politisku málini í dag- sins samfelag. Tí ætlar flokkurin at dagføra setvnumið síni, sum hann vanliga dag- førir við jøvnum millum Tjóðveldisflokkurin hevur orðað eitt uppskot til dagførdu stevnumið- ini, sum varð viðgjørt á flokstinginum um viku- skiftið. Men flokkurin heldur, at eitt tílíkt álv- arsmál eigur at fáa álvar- sama og gjølliga við- gerð. Tí samtykti floks- tingið leygardagin, at eitt eyka floksting skal hald- ast 26. mai at viðgera og samtykkja nýggja stevn- umiðini. Limirnir í Tjóðveldis- flokkinum halda, at tað ikki bert skal vera full- veldismálið, ið eyðkenn- ir flokkin. Flokkurin skal eisini seta dags- skránna, tá tað um onnur samfelagsmál ræður. Millum annað hevur ver- ið upp á tal, at tað skal standa í stevnumiðum Tjóðveldisfloksins, at landsjørðin ikki skal privatiserast. 26. mai er dagurin, tá ætlaða fólkaatkvøðan um sjálvstýrisleist skuldi haldast. Flokstingið hjá Tjóð- veldisflokkinum hev- ur samtykt eitt upp- skot frá Unga Tjóð- veldinum um at skipa tingbólkin í politisk framsøgufólk Nú skal hvør tinglimur sær hava ábyrgdina av ávísum málsøki Floksting John Johannessen Eitt greitt ábyrgdarbýti millum tingmenn setur utt- an iva flokkin í sterkari støðu at møta avbjóðingum og at seta politisku dags- skránna. Hetta heldur Unga Tjóð- veldið, sum um vikuskiftið fekk uppskot sítt samtykt av flokstingi Tjóðveldis- floksins, um at skipa ting- manningina í politisk fram- søgufólk. Unga Tjóðveldið heldur, at tað ov ofta koma ymsar og ógreiðar útmeldingar frá ymsu tinglimunum í flokk- inum um sama mál. Men eitt greitt ábyrgdarbýti millum tinglimirnar, fer at efir sannføring Unga Tjóð- veldissins at beina fyri hes- um. – Við tað, at ein ávísur tingmaður hevur ábyrgdina av einum øki, og tað er hann, ið leggur fram vegna flokkin, verður betri sam- ljóð í útmeldingum floks- ins, sigur Unga Tjóðveldið í uppskoti sínum. Harafturat heldur Unga Tjóðveldið, at ein slík skip- an kann skapa eitt betri samskifti millum politikk- arar, borgarar og fjølmiðlar. Tí við hesum ábyrgdarbýri vita tíðindafólk og onnur altíð, hvønn tey skulu venda sær til í sambandi við tey ymisku málini. – Eisini kann hetta skapa eitt munagott tingarbeiði, við tað, at tingmenn fáa høvi at leggja størri orku í sítt ávísa øki, heldur Unga Tjóðveldið. Uppskotið hjá Unga Tjóðveldinum varð einmælt samtykt av flokstinginum. • At ein greiðari pol- itikkur skal førast, tá ræður um økismenning, arbeiðsmarknarðarmál og almenna bygnaðin. • At Tjóðveldisflokk- urin er ímóti privatiser- ing av landsjørðini, men stuðlar frælsari vinnu- møguleikum hjá festi- bøndum • At flokkurin virkar fyri einum almennum fiskidaga- og veiðiloyv- isbanka • At flokkurin vil hava ein brúkaraumboðsmann settan á stovn • At flokkurin orðar ein greiðan íbúðarpol- itikk og stuðlar alterna- tivari íbúðarbygging. Hartil eigur ein føroysk leigulóg at gerast, sum tryggjar bæði leigarum og útleigarum grund- leggjandi rættindi. Eisini eigur skattingin av út- leigu at verða endur- skoðað við tí endamáli, at fleiri leiguíbúðir verða í boði til ein bíligari prís. • At flokkurin virkar fyri at stovna eitt óheft Mentanarráð við breið- ari umboðan fyri ymiskar samfelagsbólk- ar, ið eins og Búskapar- ráðið skal lýsa gondina innan mentanarlívið og koma við tilráðingum • At Tjóðveldisflokk- urin fer at leggja dent á at styrkja munandi um umhvørvispolitikkin. Eitt væl mannað floksting hjá Tjóðveldisflokkinum orðaði beint eftir fyrsta málið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum móti Luksemburg leygardagin alemmu fráboðanina frá flokstinginum Mynd: Jens Kristian Vang Floksting Tjóðveldisfloksins: Halda eykating 26. mai Floksting Tjóðveldisfloksins: Uppskot til stevnumið Floksting Tjóðveldisfloksins: Tingbólkurin skal skipast í framsøgufólk Væl fyrireikaða uppskotið hjá Unga Tjóðveldinum um at skipa tingmaningina hjá Tjóðveldisflokkinum í politisk framsøgufólk, varð einmælt samtykt av flokstinginum Mynd: John Johannessen