Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 9 8 Nr. 60 - 27. mars 2001 – Hetta er eitt sindur óvirðiligt fyri meg, tí enn er tað bara í fjølmiðlunum, at eg havi frætt, at eg eri sagdur upp, sigur Høgni Joensen, aðalstjóri í Almanna- og Heilsumála- stýrinum UPPSØGN Áki Bertholdsen – Eg má viðganga, at eg føli meg eitt sindur óvirði- liga viðfarnan, tí enn havi eg onki frætt sjálvur. Enn er tað bara í fjølmiðlunum, at Sámal Petur í Grund hevur boðað frá, at hann hevur sagt meg upp. Høgni Joensen, aðalstjóri í Almanna- og heilsu- málastýrinum, dylir ikki fyri, at hann er eitt sindur ørkymlaður av tí, sum er hent, síðani Sámal Petur í Grund bleiv landsstýris- maður í almanna- og heilsumálum. Í farnu viku vistu fjøl- miðarnir at siga, at Sámal Petur í Grund hevði koyrt Høgna Joensen frá sum aðalstjóra í Almanna- og heilsumálastýrinum. Samstundis var Maria á Dul sett at røkja starvi fyribils. – Hetta má so undir øllum umstøðum vera ein misskiljing, tí eftir galdandi skipan ber ikki til at hava tveir aðalstjórar, og eg eri ikki formliga sagdur upp. Men tíðindini í fjølmiðl- unum eru samstundis tað einasta, sum Høgni Joensen sjálvur veit um málið. Í gjáramorgunin hevði hann onga uppsøgn fingið og tá var hann framvegis til arbeiðis sum aðalstjóri. Kortini kemur uppsøgnin ikki heilt óvart á hann. – Tað var beinanvegin, Sámal Petur í Grund var komin í starvi, at hann boðaði mær frá munnliga, at hann fór at virka fyri at fáa ein annan aðalstjóra í Almanna- og heilsumála- stýrið, sigur Høgni Joen- sen. – Sámal Petur í Grund segði mær, at hetta var eitt mál, sum hann, og løg- mansstjórin, Marjun Han- usardóttir, arbeiddu við. Men eg fekk onki at vita um, hví eg skuldi sigast upp. Høgni Joensen sigur, at tað undrar hann ikki, at Løgmansstjórin er uppi í leikinum. – Marjun Hanusardóttir hevur alla tíðina borið agg til mín. Tað er alment kent í kjarnuni í miðfyrisitingini, at hon hevur alla tíðina viljað havt meg burtur. Sámal Petur í Grund er triði landsstýrismaður, eg ar- beiði undir, sum aðalstjóri og Marjun Hanusardóttir hevur roynt at fáa teir allar at siga meg upp. Høgni Joensen sigur, at hann hevur ongantíð fingið at vita, hví Løgmansstjórin hevur so ilt eyga á honum. – Men Sámal Petur í Grund varð so landsstýr- ismaðurin, sum eftirlíkar ynskinum. Ávísir trupulleikar Høgni Joensen Joensen viðgongur, at tað hava verið ávísir trupulleikar í Al- manna- og heilsustýrinum, men hann vil ikki útgreina hetta nærri. – Men í samrøðu við Dimmalætting herfyri upp- lýsti Sámal Petur í Grund sjálvur, at hann hevði havt fund við aðalstjóran og tveir deildarstjórar, og at báðir deildarstjórarnir høvdu boðað honum frá, at á teirra deildum vóru viðurskiftini komin í rættlag, eftir at ymsar broytingar vóru gjørdar. – Á teirri triðju deildini eru trupulleikar, tí deild- arstjórin hevur sagt upp og samstundis eru tveir løg- frøðingar farnir í onnur, áhugaverd størv. Høgni Joensen heldur tí, at tað er misvísandi at tosa um ruðuleika á Almanna- og heilsumálastýrinum, sum tað er gjørt í fjøl- miðlunum, tí heildar- myndin er, at landsstýris- maðurin hevur fingið at vita frá deildarstjórunum, at á tveimum av trimum deildum eru skipað við- urskifti. – Men tað er er onki dulsmál, at tað er strævið at arbeiða í Almanna- og heilsumálastýrinum. Tað er heldur onki dulsmál, at útskiftingin hevur verið stór, men starvsfólkatalið er sanniliga eisini nógv økt. Óvirðiligt Høgni Joensen dylir ikki fyri, at hann følir tað eitt sindur óvirðiligt, at verða sagdur upp í fjølmiðlunum. – Hetta er neyvan heldur í samsvari við tann flott orðaða starvsfólkapolitikk- in, sum Løgmansstjórin læt úr hondum herfyri. – Tá ið embætisfólk verða søgd úr starvi, eru tað ávísar mannagongdir, sum skulu fylgjast. Eitt nú skal ein haldgóð uppsagnar- grund til, tí tað er ólógligt at siga fólki upp, uttan eina haldgóða orsøk. Somu- leiðis hevur embætisfólkið hoyringsrætt, áðrenn upp- søgnin verður endaliga sett í verk. Høgni Joensen sigur, at enn hevur hann onki sæð til nakað av hesum. Høgni Joensen sigur, at kunnu tey, sum eru yvir honum, vísa á eina veruliga orsøk til at koyra hann frá, má hann sjálvandi taka tað til eftirtekar. – Men fái eg ikki eina uppsagnargrund, sum eg kann góðtaka, fari eg sjálv- andi víðari við málinum, eisini í rættin, um tað verð- ur neyðugt. – Tað, sum higartil er farið fram, er er ikki serliga tryggjandi fyri rættar- trygdina og eg haldi, at tað er uppgávan hjá hvørjum einstøkum at gera sítt til, at galdandi lógir verða hild- nar, sama hvør ein er. Tað ber ikki til, at einstaklingar skulu kunna fara við fólki, sum tey vilja. Sjálvur veit hann ikki, hví hann skal sigast upp. – Møguliga er tað ein trongd hjá landsstýris- manninum at vísa virkis- fýsni og fastleika í umsit- ingini, sum liggur aftanfyri eg veit ikki, sigur Høgni Joensen. Annars hevur Sámal Petur í Grund sagt, at hann fer at bjóða tær aðrar upp- gávur í Almanna- og heilsuverkinum. Fert tú at taka av tí? –Tað veit eg ikki. Men eg haldi, at tað hevði sømt seg betur at tosa við meg um tað, áðrenn hann boðaði fortaldi fjølmiðlunum tað. Fái eg eitt starv, sum eg haldi vera betri enn at vera aðalstjóri, taki eg kanska av. Annars fái eg onki sagt um tað, tí eg veit ikki, hvat landsstýrismaðurin hugsar um. – So leingi, eg onki veit, fái eg onki gjørt við málið. Og í mínari verð er hetta eitt mál, sum gongur í fjølmiðlunum. Men tá ið eg fái okkurt ítøkiligt, fer tann prosessin ígongd, sum eigur at fara ígongd, sigur Høgni Joensen. Høgni Joensen hevur verið aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum í trý ár. Áðrenn hevði hann verið stjóri á Landssjúrkahúsinum síðani 1989. – Samtykkir lands- stýrið ikki at byggja tað Suðuroyarskipið, sum fyrireikingar- nevndin hevur mælt til, verður tað neyð- ugt at byrja aftur á berum, siga skipakønir SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað er heilt burturvið at brúka dokkina á Skála sum mátistokk fyri, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið skal síggja út. Tað siga skipakønir í samrøðu við Sosialin. Landsstýrið fer helst í dag at taka avgerð um, hvussu tað nýggja suðuroy- arskipið skal síggja út. Í løtuni stendur valið ímillum tvey skip. Annað er skipið, sum tann serkøna fyrireikingarnevndin hevur mælr til. Hetta er eitt skip, sum siglur 21 míl. Hitt skipið er tað, sum Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, mælir til, Hetta er eitt skip, sum siglir 19 míl og sum er nakað minni enn hitt skipið. Men tað eru ikki bara hasi bæði mílini á muni á skipunum. Skipakøn, sum kenna málið, siga, at skipið, sum siglur 21 míl, er eitt hav- gangandi skip, sum er avbera sjógott. Skipið, sum siglur 19 míl, er ein nógv kubbutari bilaferja við portrið framm- an. Hetta skipið er verri enn so so sjógott, sum tað fyrra. Tað skilst eisini, at fyri- reikingarnevndin vildi sleppa undan portrið framman, tí enn spøkir Estonia-vanlukkan, og hetta skipið fer at hava fleiri avlýsingar enn tað fyrra skipið. Enn er semja ikki í lands- stýrinum um, hvat skip skal byggjast. Men eitt argu- ment fyri at byggja tað minna skipið, er, at tað størra sleppur ikki í dokk á Skála. Hetta halda skipakønir er heilt burturvið. – Hetta er sum at skera hondina eftir handskanum. Sjálvandi skal skipið byggjast eftir tí endamáli, tað skal brúkast til og ikki eftir, hvar tað kann fara í dokk. – Tað er heldur ongin sum sigur, at ikki dokkin á Skála verður útbygt tey næstu árini. Byrja av nýggjum Nevndin, sum hevur fyri- reikað tað nýggja suður- oyarskipið, hevur arbeitt í hálvtannað ár, áðrenn hon mælti til at byggja skipið, sum siglur 21 míl. Hetta skipið er longu projekterað. Skipakønir siga, at endar tað nú við, at tað minna skipið skal byggjast, er tað ongin ivi um, at nevndin má byrja heilt av nýggjum aftur. – Tað er so stórur munur á hesum báðum skipunum, at talan er í veruleikanum um heilt hvør sítt skip. Tí ber tað ikki til at taka tað størra skipið og so bara broyta tað eitt sindur. Talan er um grundleggjandi broytingar og tí má arbeiðið byrja heilt av nýggjum, siga skipakønir. Politikarar og Strand- ferðslan vilja framvegis ikki siga nakað um skipið. Men Strandferðslan vónar, at avgerðin fellur skjótt, so at arbeiðið kann halda fram. Veit ikki hví hann er sagdur úr starvi Mugu byrja aftur á berum – Fái eg ikki eina uppsagnargrund, sum eg kann góðtaka, fari eg víðari við málinum, sigur Høgni Joensen, sum í farnu viku fekk at vita, at hann er sagdur upp sum aðalstjóri. Men enn er tað bara í fjølmiðlunum, at hann hevur frætt um uppsøgnina Algustreymurin, sum hós- dagin og fríggjadagin herj- aði í ytra Oslo-fjørðinum og tók lívið av 680 tonsum av alilaksi, gongur nú vest- ureftir. Serfrøðingar rokna við, at høvðusstreymurin av algunum er enn nakað úr landi. Algurnar eru nú komnar vestur í móti Lind- esnesi, skrivar norska vev- síðan Intrafish. Algurnar beindu fyri 400.000 laksum til eitt virði av 20 milliónum krónum. Myndugleikarnir hav mælt alarunum til at gevast við at fóðra fiskin til alg- urnar eru burtur. Tá laksur- in svongist, so gongur hann djýpri og har eru algurnar ikki so tættar og skaðiligar, sum uppi í sjónum je Jústinus Leivsson Eidesgaard -Fiskurin, føroyski fiski- maður fær á dekkið, hevur hann onga orsøk til at fjala burtur. Hann kann við góð- ari samvitsku avreiða sín fong. Føroyski fiskimaður- in verður ikki freistaður av fiskidøgum og myndug- leikarnir fáa eftirfarandi hagtøl at arbeiða við, hetta segði føroyski fiskimála- ráðharrin Jørgen Niclasen á fundinum um fiskiveiðu og etikk, sum varð hildin í Lofoten hósdagin, fríggja- dagin og leygardagin. Að- altátturin á hesum fundi var, at tað er etiskt skeivt at hugsa um løtuvinning. Vit eiga at hugsa um at gagn- nýta tilfeingið í havinum á burðadyggan hátt -Leið okkum ikki í freist- ingar, hetta lærir Faðir Vár okkum. Tað átti eisini at verið sjálvsagt í lógarverk- inum. Fiskimaðurin skal hvørki freistast ella verða noyddur at bróta lógina. Fyrr høvdu vit kvotur í Føroyum, men tað gekk ikki. Við staðfestu at fiskur varð tveittur út aftur, at svikað varð við kvotunum og at skevt varð boðað frá, segði Jørgen Niclasen á fundinum. -Okkara samfelag er 100 prosent bundið av fiski- vinnu. Vit hava ikki ráð til at forvalta okkara fiskiríki- dømi á annað hátt enn tað er etiskt forsvarligt. Vit leggja upp til at vera varnir. Vit hava tvey fyrilit at taka, lívfrøðinlig og sosialøkon- omiskt. Eitt strandarland kann ikki liva við ov stór- um svingningum í fiski- veiðuni. Hon skal helst vera jøvn. Tað dugir ikki at hava dupultar kvotur ta eina árið og so bara hálva kvotu tað næsta. At ver varin hugtakið hevur týdning, tað skal brúkast og ikki misbrúkast, segði Jørgen Niclasen. Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt eitt upp- skot frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnu- málum, har bann verður sett fyri at útlendskar fyri- tøkur kunnu eiga meira enn ein fjóðring av eini før- oyskari alifyritøku. Hetta fer at gera tað tor- førari hjá útlendskum fyri- tøkum at fáa fótin fastan í Føroyum. Stóra norska ali- fyritøkan Panfish eigur nógv í føroysku alivinnuni og aðrar útlendskar fyritøk- ur sýna føroysku alivinnuni áhuga. Nýggja lógin fer eisini at forða fyri, at gull- eggið í føroysku alivinnuni, fóðurdeildin hjá Havsbrún fer á útlendskar hendur. je Jørgen Niclasen hevur boðað norska fiski- málaráðharran at før- oyingar halda fiski- dagabýtið í Svalbard- økinum sum órætt- víst. Men norðmenn søgdu seg ikki skilja hvat var galið. Føroy- ingar brúka ikki dag- arnar teir hava álíka- væl. Jógvan H. Gardar, Stamsund í Lofoten Hóast norðmenn ikki vilja gera nakað við fiskidaga- býtið á Svalbardøkinum, so lovaði norski fiskimálaráð- harrin, at teir vilja hyggja nærri eftir spurninginum, um hetta vísir seg at geva føroyingum trupulleikar. Jørgen Niclasen vitjaði Lofoten í tríggjar dagar saman við fiskivinnustjór- anum Kaj Mortensen.. Har fekk Jørgen Niclasen møg- uleika at hitta norska starvsbróður sín Otto Greg- ussen. Á fundinum millum teir báðar tosaðu teir um nógv viðurskiftir, men serl- iga trý mál brúktu teir tíð uppá. Tey trý málini eru fiskidagarnir við Svalbard, svartkjaftastovnurin og av- talan millum londini um fiskiskap í Barentshavin- um. Svartkjaftastovnurin Føroyski fiskimálaráðharr- in bar fram á fundinum, at svartkjaftasamráðingarnar mugu takast upp aftur. - Sum ein fiskivinnutjóð, sum er upptikin av at vit taka ábyrgd fyri fiskastovn- unum, so halda vit at tað er neyðugt at svartkjafta- stovnurin kemur undir eft- irlit. Í dag fiska tjóðirnar tvífalt tað sum stovnurin tolir, og tað kunnu vit ikki bara sita og hyggja eftir, sigur Jørgen Niclasen. Norðmenn eru samdir við føroyska ynskinum, men eru samstundis eitt sindur bangnir fyri at verða sleptir upp á fjall. Aftaná at Sosialurin skrivaði um vitj- anina hjá løgmanni í Lon- don, har svartkjaftaspurn- ingurin bleiv viðgjørdur, eru norskir embætismenn av álvara bangnir fyri at føroyingar kunnu finna saman við øðrum londum fyri at loysa spurningin. - Vit merktu á norðmonn- um at teir ikki kendu seg heilt væl við at vit hava ver- ið í samband við bretar. Teir vita at finna føroyingar og ES-londini eina felags støðu undan næsta samráð- ingarumfari, so kann tað koma til at ganga útyvir tað norðmenn meina seg eiga rættindi til. Eg segði sum var at føroyingar vilja hava eina loysn sum skjótast, og vit samráðast við tey lond- ini sum neyðugt er fyri at finna hesa loysnina. Sló nevan í borðið Jørgen Niclasen sigur, at spurningurin um fiskidag- arnar við Svalbard var ein tann mest tíðarkrevjandi á fundinum. Norðmenn vilja nevniliga als ikki hoyra tal- an um at føroyingar hava verið fyri einum órætti í hesum spurninginum. - Eg fekk greitt teimum týðuliga frá, at vit als ikki finna okkum í at norðmenn einvíst hava skjert fiskidag- atalið hjá føroysku rækju- skipunum við Svalbard. Norðmenn vilja tó ikki um- hugsa støðuna av nýggjum, og teir vildu ikki geva okk- um teir dagarnar aftur sum teir hava tikið frá okkum, sigur Jørgen Niclasen. Otto Gregusen vísti á at føroyingar hava ivaleyst av fiskidøgum, og brúka ikki teir dagarnar sum vit hava. - Eg legði dent á at hetta ikki bara var ein spurning- urin um vit klára brúka teir dagarnar vit hava. Tað eru tvær grundir til at vit meina at skjerjingin er órættvís. Tann fyrsta er at vit hava bert loyvid til at hava eitt ávíst tal av skipum í økin- um samstundis, og tí gerst tað trupult at byggja upp fleiri fiskidagar. Hin orsøk- in er meir álvarsom, tí vit hava grund til at tr’ugva at norðmenn vilja gera eina kvotuskipan fyri Svalbard. Gera teir tað, og bert brúka fiskidagatalið sum grund- arlag, so vera vit straffaðir hart, sigur Jørgen Niclasen. Ein orsøk til at føroying- ar óttast at norðmenn um- hugsa kvotuskipan, er at teir hava heitt á ICES um at kanna fiskiskapin við Sval- bard. Og tá teir gera tað, so err lítil ivi um at her er ein- hvør kvotuskipan áveg. - Otti Gregusen segði at teir ikki umhugsa eina kvotuskipan, og vit noyðast at hava álit á honum. Álíka- væl so meta vit at vit noyð- ast at fyrireika okkum til at Svalbard-økið kemur undir eina kvotuskipan um ikki so nógv ár. Og tá koma vit til at hava brúk fyri øllum fiskidøgunum. Barentshavið Jørgen Niclasen tók eisini fram eitt annað mál sum føroyingar ilskast inn á. Tað er avtalan um fiskiskap í Barentshavinum. Føroying- ar góðtóku fyri meir enn 10 árum síðani at okkara toskakvota skuldi fara nið- ur tí fiskaloysi var. - Tá lovaðu norðmenn at vit skuldu fáa tann mista partin aftur tá stovnurin menti seg. Hetta hava vit ongantíð fingið aftur, sigur Jørgen Niclasen. Norðmenn fingu ikki sína kvotu við Føroyar skerda. Jørgen Niclasen vísti á fundinum á at tað fyri føroyingar er trupult at góðtaka at føroyingar sum hava stuðla norska politikk- inum í Barentshavinum, og serliga í samband við fiski- skapin í Loynikrókinum, verða straffaðir fyri hendan stuðulin. - Eg vísti á at tað fyri okkum er eitt sindur løgið at vit sum hava víst ábyrgd og stuðla norsku tiltøkun- um verða straffaðir, meðan teir sum ikki vístu ábyrgd í Loynikrókinum hava fingið løn fyri at vísa ábyrgdar- loysi. Jústinus Leivsson Eidesgaard Fríggjadagin fór nýggja vaktarskipið “Brimil” av Havnini til Danmarkar við sjómannsskúlanæmingum. “Brimil” hevur nú tikið táttin uppaftur hjá “Ólavi Halga” at verða skúlaskip fyri okkara komandi yvir- menn. Ferðin niður gekk væl og tá Sosialurin tosaði við vakthavnadi á Vaktar og Bjargingartænastuni um middagsleitið í gjár vár “Brimil” komin í danskan sjógv. Næmingarnir verða und- irvístir umborð í nýtslu av nýggjastu tólunum, sum verða nýttir á eini brúgv. Eisini ganga teir vakt sam- an við manningini á »Brimli«. Teir fara eisini at royna seg at sigla innan- sunda í Danmark, at royna seg at sigla, har nógv skipaferðsla er. “Brimil” skal tveir slíkar túrar um árin og vanligt er eisini at sigla niður í kan- alina, har næmingarnir rættuliga fáa roynt seg mill- um nógv skip. Norðmenn nokta at bakka í Svalbardspurninginum Leið okkum ikki í freistingar Jørgen Niclasen í Lofoten Brimil komin til Danmarkar Útlendingar kunnu bara eiga 25 prosent Algur herja í Oslofjørðinum FISKIVINNUTÍÐINDI