týsdagur 27. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 27. mars 2001
11
10
Nr. 60 - 27. mars 2001
– Vit kunnu ikki
rokna við at fáa
blokkstuðul úr
danska statskassan-
um og framhaldandi
hava so stór aktiv
liggjandi hjá tí al-
menna, sum annars
kunnu privatiserast.
Hetta eigur man at
gera sær púra greitt,
líka mikið um man er
til høgru ella til
vinstru í politikki
sigur løgmaður, sum
eisini heldur tað vera
rætt við partabræva-
marknaði, soleiðis at
vanligi føroyingurin
kann gera íløgur í
partabrøv heldur enn
bara at kunna seta
pengarnar inn á
uppsparing í
peningastovunum
SJÁLVSTÝRI OG
PRIVATISERING
Jan Müller
Nú landsstýrið hevur lagt
uppskot fyri tingið um
yvirtøkur og minking av
blokki
hava
vit
spurt
Anfinn Kallsberg, løg-
mann, um privatiseringar er
lyklaorðið og fortreytin fyri
at kunna fara undir nýggja
sjálvstýrisleistin?
– Nú skulu vit minnast
til, at danska stjórnin í sam-
ráðingunum hevur sagt, at
einar sjálvstøðugar Føroyar
hava við sær fýra ára
skiftistíð. Danir hava eisini
fleiri ferðir undir samráð-
ingunum sagt, at vit hava
ein sterkan búskap í løtuni
og ikki minst, at vit hava
nakrar reservar í almennum
høpi, har helvtin av banka-
kervinum og stórur partur
av vinnulívinum er í al-
mennum regi sigur løg-
maður, sum samtíðis vísir
á, at bæði í Danmark og
Noregi hava sosialdemo-
kratiskar stjórnir framt
álvarssamar privatiseringar
av fyritøkum, sum eru
nógv meira almennar enn
tað vit kenna til. Tí heldur
løgmaður, at hvat enn
hendir, kunnu vit ikki rokna
við at fáa blokkstuðul úr
danska statskassanum og
framhaldandi hava so stór
aktiv
liggjandi
hjá
tí
almenna,
sum
annars
kunnu privatiserast. Hetta
eigur man at gera sær púra
greitt, líka mikið um man
er til høgru ella til vinstru í
politikki.
Løgmaður ivast heldur
ikki í, at málið um privati-
sering fer at verða tikið upp
av donsku stjórnini fyrr ella
seinni. – Tað, sum allir
fíggjarfrøðingar siga, er, at
vit hava stór aktiv í al-
mennum høpi. Tað ræður
so um at syrgja fyri at hava
ein eftirspurning, áðrenn
farið verður at bjóða út, tí
annars fær man einki skila-
gott úrslit burtur úr. Og
fyri at kunna geva tí mein-
iga føroyinginum møgu-
leika at vera við, so heldur
løgmaður, at neyðugt er við
einum almennum útbjóð-
ingarstað. Tað er tann skip-
anin, sum íslendingar brúka
og sum føroyingar eisini
hava hugt at. Hon skal vera
grundarlag
undir
eini
føroyskari skipan á hesum
øki.
– Tað ber ikki til at pri-
vatisera almennar fyritøkur
við bara at selja tær út til
nakrar stórar íleggjarar.
Tað er heldur ikki tað vit
ætla. Vit ætla, at hetta skal
vera atgongdin hjá hvørjum
einstøkum føroyingi at gera
eina íløgu. Tí er tað neyð-
ugt við einum partabræva-
marknaði í Føroyum sigur
Anfinn Kallsberg, sum
heldur, at tað kann gott
vera, at hann skal gerast í
samvinnu við ein annan
partabrævamarknað,
so-
leiðis at tú ikki hevur ta
stóru umsitingina ol. Hetta
er so ein fyritreyt fyri í
heila tikið at fara undir
privatiseringar. Harnæst er
tað ein fortreyt fyri, at
vanligi føroyingurin uttan
hóvasták og lagaligari kann
gera íløgur í aðrar privatar
fyritøkur í Føroyum.
Løgmaður sigur seg tí
ikki vera samdan í tí, sum
samfelagsfrøðingurin Súni
á Dalbø segði í sendingini,
sum danska sjónvarpið
herfyri gjørdi um Føroyar. Í
tí sendingini segði Súni á
Dalbø, at tað er skeivt at
fara undir privatisering av
almennum
fyritøkum
í
sambandi við ein parta-
brævamarknað um somu
tíð, sum oljuvinnan fer í
gongd og útlendsk olju-
feløg fáa fast undir fótum í
Føroyum.
– Heldur man fast við, at
vit ikki skulu hava nakran
partabrævamarknað í Før-
oyum og verður hildið fast
við almennu íløgurnar, er
vandi fyri, at almennu fyri-
tøkurnar, eitt nú Føroya
Telé ikki fáa ta neyð-
turviligu kapitaltilgongd-
ina fyri at kunna halda seg
ajour og til tess at kunna
gera tær íløgur, sum skulu
gerast fyri at fylgja við
tíðini. Men tað krevur nógv.
Og tað er har ein parta-
brævamarknaður, sum er
myntaður uppá, at vanligi
uppspararin
kann
gera
íløgur í partabrøv í skila-
góðar fyritøkur – ístaðin
fyri sum nú bara at vera
vístur til at seta pengarnar
inn á uppsparingkonto í
føroyskum peningastovn-
um – kemur inn.
Áhugin hjá før-
oyskum fyritøkum
at vera við í eini
komandi oljuvinnu
er so stórur, at
Vinnuhúsið og
Oljubólkurin undir
Føroya Arbeiðs-
gevarafelag hava
gjørt av at stovna
felag fyri føroyskar
fyritøkur í olju-
vinnuni
OLJUÁHUGAFELAG
Jan Müller
Mánadagurin 2. apríl
kann gerast ein varði í
føroyskari vinnusøgu. Tí
henda dagin er ætlanin
at stovna eitt sokallað
“bransjufelag” fyri allar
føroyskar fyritøkur, sum
eru ella ætla sær at vera
við í eini komandi olju-
vinnu. Tað er Vinnuhús-
ið/Føroya Arbeiðsgev-
arafelag, sum tekur stig
til hetta áhugaverd a
tiltakið. Higartil hava
áhugmálini hjá føroysk-
um
fyritøkum,
sum
virka í oljuvinnuni, ver-
ið umsitin av Vinnuhús-
inum og Oljubólkinum
hjá Føroya Arbeiðsgev-
arafelag.
Nú
meira
“kjøt”
bráddliga er við at koma
á nýggju vinnuna eru
avbjóðingarnar og har-
við eisini umsitingarliga
arbeiðið nógv størri. Tað
er hetta, sum tey í
Vinnuhúsinum
hava
sannað. Eitt fólk varð
herfyri sett til at taka sær
av at samskipa uppgávur
í sambandi við nýggju
oljuvinnuna. Og tað er
greitt, at tað verður nógv
at tríva í og halda skil á,
nú ein heilt nýggj og stór
vinna
ger
innrás
í
oyggjarnar.
Oljubólkurin hevur í
dag skrásett 145 føroysk
virki og fyritøkur, sum
siga seg hava áhuga fyri
at vera við í ella fylgja
við í komandi oljuvinn-
uni. Fyribils er so skotið
upp at kalla nýggja
felagið fyri “Oljuvinnu-
felagið” og kemur tað at
verða bygt upp eins og
t.d. Havbúnaðarfelagið,
sum í dag er áhugafe-
lagið hjá teimum før-
oysku alarunum.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum sigur seg
vóna, at tað verður stór
undirtøka til aðalfundin.
Hann heldur sjálvur, at
hetta er rætta løtan at
fara undir at stovna hetta
felagið, tí nú verður av
álvara farið í gongd við
nýggju vinnuni. Hann
ivast ikki í, at tørvur er á
slíkum felag, tí mangt
bendir á, at komandi
oljutilgongdin fer at
síggjast aftur í øllum tí
føroyska samfelagnum.
Tá er umráðandi at eis-
ini føroysku fyritøkur-
nar hava sítt egna felag
og har eisini kunnu tosa
við einari rødd. Tað skal
so aftur lætta um sam-
skiftið við bæði mynd-
ugleikar og útlendsku
feløgini, sum á ein ella
annan hátt fara at hava
tilknýti
til
komandi
útviklingin í Føroyum.
Danir fara at krevja
privatisering
Stovna Olju-
vinnufelagið
2. apríl
Anfinn Kallsberg, løgmaður: - Ein partabrævamarknaður er
fortreyt fyri, at vanligi føroyingurin uttan hóvasták og laga-
ligari kann gera íløgur í aðrar privatar fyritøkur í Føroyum
Føroya Banki er millum
almennu fyritøkurnar, sum
ætlanin helst er at privatisera
– At hækka lønirnar
kann blíva ein
boomerangur, sum
gongur út yvir okkum
øll. Tí vil eg appelera
til allar kreftir um at
seta seg niður og
finna út av, hvat er
best fyri hetta sam-
felagið sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður
nú sáttamálasamráð-
ingar standa fyri
framman
GÓÐU TÍÐIRNAR OG
FAKFELØGINI
Jan Müller
Nú hetta landsstýrið fleiri
ferðir hevur brúkt góðu
tíðirnar og stóru yvirskotini
á fíggjarlógunum sum eina
grundgeving fyri at kunna
fara undir at yvirtaka máls-
øki og minka um blokkin
hava vit spurt løgmann, um
hann ikki eisini hevur
roknað við, at fakfeløgini
vilja hava lut í hesum góða
úrsliti og tí fara at seta
strong lønarkrøv!
– Tað er gleðiligt, at tað
hevur gingið so væl í
samfelagnum. Tað vil tó
vera ótrúliga óheppið, um
man setir henda útviklingin
yvir stýr, tí man ikki hevur
tey neyðugu fyrilitini yv-
irfyri hvørjum.
– Men hvat nú um fak-
feløgini krevja t.d. 20% í
lønarhækking, nú seinasta
lønarhækkingin er vorðin
uppetin av prísvøkstrinum?
Løgmaður
vísir
til
kreppuárini í Føroyum. Tá
vaks lønin ikki og keypi-
orkan minkaði heldur ikki.
Síðani hava vit fingið løn-
arvøkstur, men tað sær út
til, at sjálvt um tú hevur
fingið ein hampuligan løn-
arvøkstur er keypiorkan
ikki vaksin tilsvarandi.
Løgmaður heldur tí ikki, at
skipanin við, at man bara
skal hava meiri í løn fyri at
hála inn aftur minkandi
keypiorkuna
er
nøkur
loysn í sær sjálvum.
– Tí tað er, hvat tú hevur
eftir í lummanum, tá alt er
farið av, sum er tað avger-
andi. Pumpa vit eitt høgt
lønarlag upp við tilsvarandi
hægri útreiðslustøði oyði-
leggja vit okkara kapping-
arføri. Tá vit so skulu út at
kappast á altjóða marknað-
inum, merkir tað, okkara
vøra ikki kappingarfør í
mun til tað, sum aðrir
kunnu framleiða. Tað loysir
seg tá ikki at framleiða hesa
vøruna í Føroyum. Og tað
ber aftur í sær, at tað, sum
annars kundi loyst seg at
framleitt í Føroyum, fellur
niðurfyri, tí tað loysir seg
ikki. Tá hava vit øll somul
mist meira fyri minni.
Komnir ov stutt
– Tit í Fólkaflokkinum hava
fleiri ferðir víst á, at tað
skilabesta er heldur at
lækka skattin og eisini
minka um útreiðslurnar í
almenna sektorinum, men
tað hava tit als ikki klárað
at livað upp til, nú tit hava
stýrt í 3 ár!
– Eitt sindur er komið,
men eg eri samdur í, at
hetta er alt ov lítið. Hvørja
ferð man fær eina lønar-
hækking í samfelagnum, so
fara eini 65%, her hugsi eg
bæði um skatta og av-
gjalddstrýst, aftur í teir
almennu kassarnar. Tí er
okkara boðskapur at kom-
pensera fyri dýrtíðina við at
lækka
skattatrýstið,
tí
harvið oyðileggur tú ikki
kappingarførið. Fyri tann
eintaka er tað líka frægt, at
tú fær minni útreiðslur
heldur enn størri inntøkur.
Løgmaður sigur, at teir
hava lækkað skattatrýstið
við einum 40 mill. kr, men
trupulleikin er tann, at út-
reiðslurnar eru eisini hækk-
aðar, og tað er serliga oljan.
Løgmaður vísir á, at tað
afturhaldið, sum hevur ver-
ið í hesum útviklinginum
gjøgnum øll 90-ini, skal nú
fáast frá hondini uppá ein
gang, allir prísir skulu upp
osfr. Hann heldur tað vera
sera óheppið, at man ikki
hevur strangt eftirlit við tí.
– Og nú at hækka lønirnar
kann blíva ein boomerang-
ur, sum gongur út yvir
okkum øll.
Tí vil eg appelera til allar
kreftir um at seta seg niður
og finna út av, hvat er best
fyri hetta samfelagið.
Mugu hugsa um
samfelagið
– Men mugu fakfeløgini
ikki fyrst og fremst hugsa
um, hvat er best fyri teirra
limir?
– Jú jú men tá man er ein
partur av einum samfelag
kann man ikki bara hugsa
um seg sjálvan. Tað kann
arbeiðarin ikki, tað kann
arbeiðsgevarin ikki og tað
kann tað almenna heldur
ikki. Hetta er ein størri
eind, sum skal ganga upp
og hyggja vit ikki eftir
hvørjum øðrum, so gongur
tað útyvir bæði arbeiðs-
gevarar-, arbeiðarar og
samfelag, og tað var tað vit
sóu í 90-unum. Arbeiðs-
loysið fór upp á 25%, so tað
loysir ongar trupulleikar,
tvørturímóti.
– Men er tað ikki eitt
sindur øvugt nú at skula
hoyra tykkum í Fólka-
flokkinum tosa um at
minka um tær almennu
útreiðslurnar, tá tit so sita í
3 ár og tvørturímóti hava
økt um hesar útreiðslur?
– Almennu útreiðslurnar
eru sjálvandi nógv vaksnar,
men eg vil siga, at tær
kundu verið vaksnar nógv
meira. Anfinn Kallsberg
vísir, at teir hava megnað at
fáa eitt yvirksot uppá meira
enn 600 mill. kr. Og
sjálvandi kundi man koyrt
teir pengarnar í umfar í
Føroyum, men tá hevði tú
havt ein nógv størri vøkstur
í almenna sektorinum. Í
mun til tann samlaða bú-
skapin er almenni sek-
torurin minkaður. Í dag
hevur tú triðings býti mill-
um almennar lønir, fram-
leiðsluvinnu og fiskiskap.
– So her eru nøkur við-
urskifti, sum eru komin í
betri javnvág. Men nú
ræður um at halda tørn ikki
minst tá vit ikki hava nakað
arbeiðsloysi - har tú kanst
risikera, at tú fær eitt økt
lønartrýst, har tú kemur at
skapa eina óhepna inflatión
og uppá longri sikt kemur
at oyðileggja okkara vinnu-
lív.
Hava ráð
– Men skulu tit til at
yvirtaka og minka blokk,
verður tá ikki neyðugt at
skerja burtur dupultfunk-
tiónir, hava vit t.d. tá ráð til
trý sjúkrahus, til nýggjan
Smyril, til undirsjóvartunn-
il til Norðoyggjar osfr.?
– Ja,tað hava vit.Vit hava
eitt yvirskot uppá 650 mill,
harav skulu vit gjalda eitt
avdrag uppá 150 mill., so
vit hava eitt netto uppá 500
mill.
Anfinn Kallsberg sigur
víðari, at teir hava eina
íløguætlan fyri komandi
árini, sum fyri kommunur
og land liggur uppá umleið
400 mill. kr. um árið, og
tað er eftir hansara metan
nokk til at viðlíkahalda
hetta landið. -Vit skulu
ansa eftir, í hvsssu er ikki
nú vit hava fult arbeiði, at
fara upp um tað. Í hesum
liggur ein ávís útbygg-
ingarætlan, so tað síggi eg
ikki sum nakran trupul-
leika.
Oljuvinnan
Tað, sum kann gerast ein
trupulleiki í framtíðini, er,
at vit fáa eina nýggja vinnu,
oljuvinnuna.
Hvat
hon
kemur at skapa av krøvum
ella av eftirspurningi av
arbeiðsmegi kann sjálvandi
gera, at vit knappliga ikki
hava fólk til at manna bæði
ein almennan sektor og ein
vinnuligan. Og tá er vandin
øgiliga stórur fyri galloper-
andi inflatión. Hinvegin
haldi eg, at almenni sek-
toruirn sum einki kann
tillagast við 50 mill. kr. um
árið. Tí hyggja vit at
útviklinginum, sum hevur
verið seinastu árini, so er
tað ein vøkstur á fíggjar-
lógini uppá 150 til 200
mill. kr. hvørt árið. Eg dugi
ikki at síggja, at tað so ikki
skal bera til at minka tann
vøksturin við 50 mill. kr.
um árið.
Fremur
ikki sam-
starvið
SAMGONGUSTEV
Jan Müller
Herfyri skipaði Unga
Tjóðveldið fyri fólka-
fundi á Vaglinum í
Havn. Fleiri av røðar-
unum funnust rættiliga
harðliga at løgmanni.
Vit hava spurt Anfinn
Kallsberg, um hetta
hevur havt nakra á-
virkan á samstarvið í
samgonguni?
– Tá man fær slík
persónlig høgg, sum
eg fekk á Vaglinum
henda dagin, so gevur
tað einum nakað at
hugsa um, og tað fær
ein eisini til at ivast í
nógvum tingum. Men
hinvegin má man vera
so mikið at sær komin,
at man ikki letur per-
sónliga forfongiligheit
stýra einum og harvið
ikki kunna arbeiða
rationelt. Men tað er
greitt, at hatta var ikki
nakað, sum fremur
samarbeiðið. Tað er so
púra vist, og tað havi
eg skrivað mær aftan
fyri oyra.
Anfinn
Kallsberg
hevur ongan hug til at
gera viðmerkingar til,
hvør tað var, sum vann
og tapti í stríðnum
millum
Tjóðveldis-
flokkin
og
Fólka-
flokkin herfyri. –Tað
er ikki ein spurningur
um at vinna. Men tað
er greitt, at størsta
stríðið stóðst av, at eitt
mál var farið í tingið
uttan at hava fingið
neyðugu góðkenning-
ina frá tí eina sam-
gonguflokkinum. Tí
vórðu greið boð givin
um at taka tað aftur,
sum varð lagt fram,
meðan eg var í Bret-
landi. Og tað varð
gjørt sigur løgmaður
og vísir til, at fólka-
atkvøðan er so heldur
ikki við í tí leistinum,
sum er lagdur fram, og
tá kann ein sjálvandi
gera sær sínar tankar
um, hvør vann ella
tapti.
– Heldur tú, at loys-
nin, sum tú fekk ígjøg-
num, hevur sissað teir
ónøgdu í Fólkaflokk-
inum, sum hava hildið,
at tit vóru farnir ov
langt saman við Tjóð-
veldisflokkinum?
– Tað vil altíð vera
eitt spenn í eins egna
flokki, men man má
hava álit á hvørjum
øðrum. Politikkur er at
samansjóva ting, sum
røkka.
Lønarhækking kann blíva
boomerangur
Anfinn Kallsberg, løgmaður: -Tá man er ein partur av einum samfelag kann man ikki bara hugsa um seg sjálvan. Tað kann
arbeiðarin ikki, tað kann arbeiðsgevarin ikki og tað kann tað almenna heldur ikki. Hetta er ein størri eind, sum skal ganga upp
og hyggja vit ikki eftir hvørjum øðrum, so gongur tað útyvir bæði arbeiðsgevarar-, arbeiðarar og samfelag