Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 60 - 27. mars 2001 Nr. 60 • týsdagur • 27. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Tær átta túsund krónurnar, sum allir spælararnir fingu fyri sigurin á Luksem- burg, telja lítið ímóti tí, sum FCK maðurin missir, um hann verður uttanfyri í fleiri vikur Tað tykist sum um Todi Jónsson er gandaður, tá hann umboðar Føroyar. Skaðarnir hava verið nógv- ir, og leygardagin varð enn eina ferð sjøtul settur á eitt skaða kapitul. Hvussu langur steðgurin verður hesa ferð, var ikki greitt, tá blaðið fór til prentingar. Landsliðslæknin, Torbjørn Viderø, segði seg eftir dystin rokna við, at tað fór at verða neyðugt hjá Toda at binda frið í 3–5 vikur. Todi sat á beinkinum eina løtu, eftir at hann kendi seg noyddan at fara av vøllin- um. Hann staðfesti, at av- loysarin, Christian Høgni Jacobsen, stóð seg væl. Í 2. hálvleiki var Todi í um- klæðingarrúminum: – Tað var hugaligt at hoyra, at liðfelagarnir høvdu vunnið. Men sjálv- andi lá tað illa fyri hjá mær á sama hátt sum hinir at taka lut í gleðini, sum lið- felagarnir vístu, tá teir komu aftur í umklæðing- arrúmið. Tá vit komu á gistingarhúsið, sóu vit brot úr dystunum í sjónvarp- inum. Málini vóru væl spæld, og eg ynski liðfeløg- unum alt tað besta í Moskva. Hetta sigur Todi Jónsson, sum kom til Keypmanna- havnar sunnudagin klokkan trý. Fyrraparts venjingin hjá FCK var avlýst í gjár. Teir skuldu venja klokkan trý seinnapartin, og tá skuldi læknin hjá FCK kanna skaðan. Tað varð frammanundan roknað við, at talan var um ein álvarsligan vøddaskaða. Tey, sum hava skil fyri tí, siga, at tað nyttar einki at fara undir viðgerð, fyrrenn skaðin so at siga er liðugur at gera um seg: – Eg var staddur í høgru síðu, tá eg rætti meg eftir einum bólti. Eg kendi, at okkurt brast í lærinum, og eg gavst at spæla beinan- vegin. Eg rokni avgjørt ikki við, at tað verður møguligt hjá mær at spæla við FCK í Brøndby komandi sunnu- dag. Spurningurin er, hvussu langur steðgurin verður, men eg kvígi fyri, at tað verður neyðugt at binda frið í fleiri vikur, segði Todi Jónsson úr Keypmanna- havn, áðrenn hann fór í felagið, har hann ivaleyst skuldi hitta ábyrgdarmenn- inar kring FCK. Her verður m. a. hugsað um bossin, Flemming Østergaard, sum bæði fekk Toda til Lyngby og FCK, um ítróttarstjóran Niels Christian Holmstrøm og venjaran, Roy Hodgson. At Todi ikki er tøkur kemur illa við hjá omanfyri nevndu og øllum í FCK. Føroyska álopsessið var saman við Ståle Solbakken mettur millum lyklaspælar- arnar til torføra útidystin í Brøndby komandi sunnu- dag. Nú verður hvørgin teirra á liðnum. Fíggjarligur missur Sáttmálin millum FSF og landsliðsspælararnar sigur, at hvør spælari skal hava átta túsund krónur fyri sigurin í Luksemburg. Hjá mongum man hetta vera fitt at fáa, men tað er einki at taka seg aftur í, at fyri Toda vóru tær átta túsund krón- urnar dýrt keyptar. Fótbóltsspælarar siga sjáldan ella ongantíð nakað um síni lønarviðurskifti, og tað ger Todi Jónsson heldur ikki. Men í donskum fjøl- miðlum hevur fleiri ferðir verið sagt og skrivað, at spælararnir í FCK eru ímillum teir best løntu í superliguni. Lønin er oftast sett saman av einari mán- aðarløn, einari viðbót fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu, og einari aðrari við- bót, sum verður latin fyri stig og sigrar. Hóast hann er skaddur, so fær Todi mánaðarlønina í FCK. Viðbótina fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu hevði hann fingið næstu vikurnar, tí hann hevur verið einasti tryggi mað- urin í álopinum. Nú fellur henda viðbótin burtur í kanska 3–5 vikur. Næsta takið hjá Toda verður at vinna fasta plássið aftur. Eftir einki at hava gjørt í fleiri vikur, verður tað ikki so sjálvsagt. FCK hevur havt undan- vind síðstu vikurnar. Tað hevur givið stig hvørja ferð og harvið eina viðbót. Eisini hesa viðbótina missir Todi, um skaðin fer at halda honum burtur av liðnum. Tað er neyvan at skjóta í blindum, tá vit rokna við, at missurin skjótt verður fleiri ferðir átta túsund krónur. Fleiri dúgv tíðarskeið við skaða Todi Jónsson hevur spælt 43 landsdystir. Hann spældi fyrstu ferð á landsliðnum í 10. altjóða skrásetta lands- dsytinum. 15. juli í ár vera tað tíggu ár síðani 1–1 javnleikin ímóti Turkalandi. Landsdysturin móti Luks- emburg var nummar 71. Todi hevur verið mettur at vera evni til byrjunar- uppstillingina í teimum 61 dystunum, sum hava verið á skránni í hesi tíggju árini, men skaðar hava fleiri ferðir hildið honum uttan- fyri, og fleiri ferðir eru skaðarnir komnir í sam- bandi við landsdystir. Í fjør var ein skaði undir venjing dagin fyri dystin ímóti Slovenia orsøk til, at Todi bara spældi 58 mi- nuttir, og at hann gekk skaddur í FCK í fleiri vikur. Hetta hevið við sær, at hann ikki fekk spælt í Sveis í oktober. Eitt annað av fleiri dømum um skaðar í sam- bandi við landsdystir var í San Marino 11. oktober í 1995. Todi skoraði øll tey føroysku málini í 3–1 sigrinum. Ta ferðina var tað, at skaðin í lærkrikan- um fór at gera um seg. Skaðin hevði við sær, at Todi so at siga ikki fekk spælt í níggju mánaðir. Í hesum tíðarskeiðnum vóru fimm landsdystir á skránni. Hugburðurin hjá flestu feløgum er, at tey fegin vilja hava sínar spælarar at vera á landsliðnum. Hetta verður mett at vera gott PR. Nú Todi Jónsson enn eina ferð er komin skaddur aftur av landsliðsferð, er spurn- ingurin kanska, hvussu glaðir ábyrgdarmenninir í FCK eru fyri, at teir hava sáttmála við ein føroyskan landsliðsspælara. Tað er neyvan serliga torført at ímynda sær, at teir einki høvdu havt ímóti, at teir høvdu sáttmála við ein fyrrverandi føroyskan landsliðsspælara. Men tað hava vit einki hoyrt um. At Todi meiri ella minni tykist vera gandaður, tá hann spælir fyri føðilandið, tað boða hagtølini frá. jh Todi er gandaður á landsliðnum Okkara menn, sum eru staddir í Russlandi, fara at skriva upptakt til landsdystin, sum verður mikukvøldið Todi var sera óheppin at blíva skaddur í dystinum ímóti Luxemburg Mynd: Álvur Haraldssen Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD EINAR Á BRÚNNI LÍNA 430 FD 102 BYLGJAN SNELLA 842 FD 108 DANITA SNELLA 409 FD 131 HØGHAMAR SNELLA 296 FD 136 LILJA SNELLA 493 FD 138 BYRGI SNELLA 505 FD 152 KROSSTÚGVAN SNELLA 555 FD 160 SVANANES SNELLA 190 FD 174 SILVER BELLE SNELLA 740 FD 183 VÍGDIS SNELLA 440 FD 193 MARNA SNELLA 923 FD 205 GRETA LÍNA 757 FD 263 RÚNI SNELLA 829 FD 268 SELNES SNELLA 403 FD 306 VESTURLAND M/S GØRN 107 FD 312 BRODDUR SNELLA 452 FD 316 ANNFRÍÐ SNELLA 794 FD 32 STAPIN LÍNA 476 FD 322 KLETTUR SNELLA 233 FD 324 VÁTANES SNELLA 641 FD 348 SKORATINDUR SNELLA 356 FD 361 SÚLAN SNELLA 352 FD 377 JULIA SNELLA 484 FD 390 ELISABETH SNELLA 114 FD 398 HAVRENNINGUR SNELLA 661 FD 418 EYSTURLÍÐ SNELLA 983 FD 453 GØT ÓLA-JÁKUP LÍNA 39 FD 512 NABBI SNELLA 404 FD 530 NORÐSØKI LÍNA 171 FD 553 BRANDUR LÍNA 2.303 FD 589 FIMM SYSTRAR SNELLA 535 FD 612 KNØRRUR SNELLA 587 FD 68 ROYNDIN FRÍÐA SNELLA 634 FD 761 GUNNVÁ SNELLA 455 FD 77 IRDI SNELLA 375 FD 771 KATRIN SNELLA 1.035 FD 775 LANGANES SNELLA 112 FD 812 GEIRHÓLMUR LÍNA 2.654 FD 884 ÁLKAN SNELLA 325 FD 89 HØVDIN SNELLA 546 FD1019 HEGRIN SNELLA 193 FD1046 MIÐHAMAR SNELLA 313 FD1054 ALDUBÁRAN SNELLA 385 FD1098 BYLGJAN SNELLA 424 FD1108 LUNA SNELLA 216 FD1110 ARCTIC SNELLA 335 FD1116 FRIDA SNELLA 492 FD1130 SJÓBÚGVIN SNELLA 446 FD1137 RIVTANGI LÍNA 2.043 FD1140 EYÐIN SNELLA 710 FD1144 NESHAMAR SNELLA 264 KG 125 BJARNABERG SNELLA 45 KG 127 SKURÐAKLETTUR LÍNA 2.266 KG 129 BRATTABERG SNELLA 534 KG 143 KALLANES SNELLA 191 KG 21 KYRRASUND SNELLA 575 KG 240 HVÍTIKLETTUR LÍNA 119 KG 244 ÅGOT LÍNA 235 KG 276 SKORHAMAR LÍNA 814 KG 279 NORÐBERG LÍNA 3.578 KG 284 HELLISENDI LÍNA 1.525 KG 288 HELTNIN LÍNA 1.654 Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo KG 32 KRISTIAN Í VÁGI SNELLA 231 KG 320 KROSSTEINUR SNELLA 335 KG 323 TURIÐ SNELLA 4.393 KG 334 NORÐAN LÍNA 3.032 KG 407 JØKUL LÍNA 1.648 KG 430 BÁRAN LÍNA 1.115 KG 444 HEIÐABRÚGV SNELLA 259 KG 450 ALDAN SNELLA 161 KG 464 HAVNATINDUR SNELLA 186 KG 47 HAVSBRÚN LÍNA 2.514 KG 507 SØKIN LÍNA 2.985 KG 548 ELIN H SNELLA 362 KG 561 FAGRIKLETTUR LÍNA 852 KG 587 REYNSMÚLI LÍNA 4.001 KG 589 KALLANES LÍNA 1.903 KG 602 LÍÐHAMAR LÍNA 3.097 KG 608 HERDIS SNELLA 404 KG 63 POLLUR SNELLA 78 KG 661 RÝPAN SNELLA 166 KG 706 SKÝLISKLETTUR SNELLA 616 KG 741 TRÝ SYSTKIN SNELLA 457 KG 744 OSLA LÍNA 5.720 KG 79 NEVIÐ REYÐA LÍNA 2.103 KG 888 RANNVÁ SNELLA 258 KG 92 ØLDAN SNELLA 342 SA 110 LETJAN SNELLA 451 SA 130 SYÐRABERG SNELLA 582 SA 280 SNIGÁLVUR SNELLA 377 SA 350 HVESSINGUR SNELLA 420 TG 122 FRÍÐHILD SNELLA 356 TG 174 TURIÐ SNELLA 491 TG 185 EGIL SNELLA 767 TG 227 EDVØR LÍNA 3.446 TG 267 HVÍTIKLETTUR SNELLA 731 TG 283 HERDIS SNELLA 390 TG 300 LÍÐARBRØÐUR V/H. JOENSEN SNELLA 756 TG 376 DÚGVAN SNELLA 432 TG 401 BARBARA SNELLA 244 TG 460 MARIANN SNELLA 206 TG 471 NÚPUR SNELLA 253 TG 495 EGIL M SNELLA 529 Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo TG 562 TODNES SNELLA 133 TG 576 SVANUR SNELLA 421 TG 597 TORSTEIN SNELLA 218 TG 60 SJÓFARIÐ SNELLA 517 TG 620 BERGUR II SNELLA 705 TG 622 VARÐIN SNELLA 133 TG 631 SKARSTEIN SNELLA 742 TG 650 NÍPAN SNELLA 119 TG 670 VÍKABERG SNELLA 348 TG 731 ANNIE M/B SNELLA 769 TG 91 STJØRNAN SNELLA 519 TN 213 LÍRABERG SNELLA 255 TN 23 ESPINGUR SNELLA 475 TN 260 MONICA SNELLA 491 TN 288 INGA MARETA SNELLA 280 TN 290 JUPITER LÍNA 499 TN 753 TÓRA LÍNA 818 TN 892 NØVAN SNELLA 957 TN 91 LÓMUR SNELLA 538 TN 912 HEINE SNELLA 192 TN 964 HVÍTIFOSSUR SNELLA 149 TN1009 JOAN 2 SNELLA 333 TN1053 KJÓGVIN SNELLA 387 TN1099 LENA SNELLA 342 VA 109 ELLA SNELLA 267 VA 111 SIGGA SNELLA 240 VA 141 ÁLKUKLETTUR M/B SNELLA 336 VA 165 FRÍÐA SNELLA 291 VA 28 ÁLITIÐ SNELLA 422 VA 287 SÓLVÁ SNELLA 229 VA 294 NESTANGI SNELLA 318 VA 34 DUNGA HANS M/B SNELLA 230 VA 60 DÁVA DÁNJAL SNELLA 606 VA 81 GUTTA JÓGVAN SNELLA 367 VA 82 RAÐNES SNELLA 352 VA 9 LÍÐARTANGI SNELLA 243 VN 121 SJÓDRANGUR SNELLA 477 VN 152 SJÓARFOSSUR SNELLA 449 VN 25 TOFTAFOSSUR SNELLA 938 VN 397 VEÐRANES SNELLA 389 VN 409 NORÐBERG SNELLA 344 Gólvuppboðssølan 26. mars FISKIVINNUTÍÐINDI Fiskirannróknarstovan hev- ur søkt um 1. mill. kr. til eitt upsaátak. Upsin er uml. 1/3 av veiðuni undir Føroy- um og tað eru fleiri skip og virkir, sum næstan bara liva av upsanum. Útgangsstøðið er, at ber til at økja um søluvirði á upsa so hevði tað veri hesum fyritøkun- um og samfelagnum at gagni. Ætlanin er, at tey skip og virkir, sum hava onkra áhugaverda verkætl- an skulu kunna søkja burt- urav hesum pengunum til verkætlanina. Gera upsan dýrari