hósdagur 7. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 107 - 7. juni 2007
Hetta slær Jørn
Astrup Hansen fast
sambært donskum
blaðmanni á Børsen,
nú bókin um Føroya
Banka er givin út á
donskum
BÓKAÚTGÁVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Politikarar klossaðu í før
oysku bankakreppuni.
Soleiðis eitur yvirskriftin
á greinini, sum danski blað
maðurin á Børsen, Hugo
Gården hevur í blaðnum týs
dagin.
Sambært danska blað
manninum er tað saman
tvinnanin av politikki og
vinnu, sum førdi til so
álvarsligar avleiðingar fyri
føroysku bankarnar, Sjó
vinnubankan og Føroya
Banka. Tað verður staðfest
í bókini hjá Jørn Astrup
Hansen um Føroya Banka,
har kreppan fær drúgva
umrøðu.
Talan er sum so ikki um
eina nýggja bók, men eina
endurútgávu – á donskum
– av teirri bókini, sum Før
oya Banki gav út í sambandi
við 100ára dagin.
Tað ljóðar, at Jørn Astrup
Hansen var heldur ónøgdur
við, at tað, hann upprunaliga
skrivaði á donskum, varð
umsett til føroyskt, tí hann
kendi, at hann ikki til fulnar
fekk sagt tað, hann meinti,
á føroyskum.
Rithøvundurin
er
ein
snildur fýrur, heldur Hugo
Gården, við fleiri bítandi
viðmerkingum, og hann
nevnir seg sjálvan fyri ein
»insidara«, tí hann hevði
beinleiðis kunnleika um so
at siga alt, ið hendi við sein
astu bankakreppu, ið fór
fram í árunum 1992 til
1998.
Bókin umfatar øll hundr
að árini hjá bankanum, men
tað er bankakreppan í 90
árunum,
sum
er
mest
áhugaverdi parturin, stað
festir blaðmaðurin á Børs
en.
Hann kallar seg sjálvan
ein kritiskan eygleiðara av
teirri
samantvinnan
av
politikki og vinnu, sum fór
fram í Føroyum. Ein saman
tvinnan, sum í serligan mun
er ein trupulleiki í einum
viðbreknum búskapi, ið er
ógvuliga tengdur at einari
ávísari vinnu, sum fyri Før
oya viðkomandi er fiski
vinnan, skrivar Hugo Gård
en.
Politikkur kom í
Og júst hetta metir blaðmað
urin hava havt stóran týdn
ing langt út um ríkisfelags
skapin og bankaverðina. Tí
hetta er nevniliga eisini við
komandi hjá øllum nýggjum
búskapum, og lærusetning
urin er týðiligur: Um politik
arar eru ov bjartskygdir og í
ovurmát stuðla einari vinnu,
samstundis sum teir ikki
gera neyðugu tillagingarnar
tá
konjukturtrupulleikar
stinga seg upp, ja, so endar
galið.
Jørn Astrup Hansen legg
ur eftir føroyska landsstýri
num, men als ikki í saman
mun, sum eftir donskum
politikarum. Fyrst og fremst
fyrrverandi statsministara
num, Poul Nyrup Rasmus
sen, og fíggjarmálaráðharra
num, Mogens Lykketoft,
sum báðir fáa av at vita fyri
at blanda seg í bankakrepp
una til skeivar tíðir og á
skeivan hátt. Tað kom í alt
ov stóran mun pollitikkur í
málið, ikki minst tá Nyrup
stjórnin gjørdist bundin at
einari føroyskari atkvøðu í
Fólkatinginum, teirri hjá
Jóannes Eidesgaard, skrivar
danski blaðmaðurin.
Endin var, at Sjóvinnu
bankin og Føroya Banki
vórðu lagdir saman, tí báðir
høvdu havt munandi tap.
Tað skapti eisini øsing, at
Danske Bank tók stig til
samanleggingina, og harvið
slapp sær undan avgerandi
leiklutinum
í
Føroya
Banka.
Ábyrgd ei staðfest
Blaðmaðurin á Børsen um
røður síðani tað, sum fór
fram eftir samanlegingina,
kanningar og ivan hjá før
oyska fólkinum. Alt endaði
í túsindatals síðum, har so
nevnda Grønborgfrágreið
ingin stóð frammarlaga,
men henda megnaði ikki at
staðfesta nakra ábyrgd.
Heldur ikki Jørn Astrup
Hansen endavendir leiklutin
hjá Danske Bank, og tað
undrast Hugo Gården stór
liga á. Rithøvundurin hin
vegin er ikki í iva um, at
Danske Bank handlaði við
snildi og fullum rætti, tá
hann tók seg burtur úr sín
um ábyrgdum mótvegis Før
oya Banka.
Trupulleikin var, sigur
blaðmaðurin,
at
Nyrup
blandaði seg í málið. Hann
skuldi latið bankan og Fígg
ingargrunnin frá 1992 tikið
sær av kreppuni, sambært
Astrup, sum kortini ikki
nemur við við møguleikan,
at Danske Bank royndi at
fáa eina politiska loysn,
sum
eisini
fataði
um
Hafnia og Balticamálið, ið
øll komu í hæddina um
somu tíð.
Nyrup royndi at taka
broddin av ákærandi frá
greiðingini hjá Grønborg
við at almannakunngera
sína egnu útlegging av máli
num fáar tímar áðrenn frá
greiðingin gjørdist almenn.
»Nyrup ofraði Richard
Mikkelsen, og Finanstilsyn
et bjargaði harvið Mogens
Lykketoft. Framferðin hend
an fríggjadagin var lítið
sømilig«,
skrivar
Jørn
Astrup Hansen, hvørs virð
ing fyri politikarum kann
liggja á einum ógvuliga lítl
um stað, staðfestir Hugo
Gården í grein í Børsen nú
um dagarnar.
Nyrup skuld í kreppu
Broyting í mentanarsamstarvi
Stórar bygnaðarbroytingar eru farnar fram innan norðurlendska
mentanarsamstarvið. Høvuðsbroytingin er, at skift verður frá einum
sektorgrundaðum bygnaði við listanevndum, til ein bygnað, ið byggir á trý
meginprogramm. Mentamálaráðið skipar tí saman við Norðurlandahúsinum fyri
einum fundi, har kunnað verður um bygnaðarbroytingarnar og týdning teirra fyri
føroyska mentan og list. Á fundinum, sum verður komandi mánadag, verða
umboð fyri Nordisk Ministerråd, Nordisk Kulturfond, Mentamálaráðið og
Norðurlandahúsið. Eisini verða føroysku umboðini í stýrunum fyri ymisku
programmini við á fundinum.
Grannar í fremstu røð
Grannar okkara Danmark og Ísland eru teljast millum tíggju
tey fremstu londini, tá tað kemur til at geva nýstovnaðum
fyritøkum góð kor. Fortune Small Business hevur kannað
samanberingar hjá Heimsbankanum og Global Entreperneur
ship Monitor, av mest vaksandi íverksetarafyritøkum í
heiminum og her fær Danmark eitt 9. pláss og Ìsland eitt 10.
pláss, skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu. Í januar vitjaðu
tveir danskir íverksetarar í Klaksvík, og tað eru teir vit
síggja saman við Rana Noløe á myndini uttan fyri einasta
íverksetahúsi í Føroyum, Íverksetarahúsið í Klaksvík.
Hugo Gården frá danska vinnulívsblaðnum, Børsen, viðger bókina um Føroya Banka hjá Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi forstjóra í Føroya Banka
Savnsmynd