Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 107 - 7. juni 2007 Eimskip selir skip og fremur sparingar umborð á verandi skipum. Hetta gongur útyvir føroysk sjófólk, sum missa arbeiði til fyrimuns fyri eysturevropearar, ið eru bíligari arbeiðsmegi Uppsagnir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Farmaskipið Norðland, sum P/F Heri Thomsen í Gøtu í sín­ari tíð keypti, hevur sein­ as­ta árið siglt í Noregi og aðra­stað­ni. Í dag er tað Eimskip, sum eig­ur hendan parting av virk­sem­in­um hjá gøtu­monn­ um. Herfyri seldi Eimskip farma­skip­ið Skuran og segði alla manningina úr star­vi. Tá segði stjórin í Eim­skip­ um í Føroyum, Jóhanna á Bergi, at Skurin er eitt lut­ fals­­liga lítið og gamalt skip, og at felagið eigur nógv skip at taka av. Hon segði, at sølan var ein liður í rationaliseringini hjá felagnum. Fleiri uppsagnir Nú hevur felagið, sum stend­ur aftanfyri Nordland, í fyrsta lagi sagt dekkarunum úr starvi vegna sparingar, sum tikið verður til í upp­ sagn­ar­brævinum, ið er dag­ fest 31. mai. Jóhanna á Bergi, stjóri í Eim­skip­um, er í løtuni í Ís­lan­di, og hon svaraði ikki telefonini, tá vit fregnaðust í morgun. Keldur í felagnum siga fy­ri Sosialinum, at einir 8 mans eru sagdir úr starvi, og at ætlanin er at mannað hend­an partin av skipinum við fólki eystaneftir. - Tey skip, vit kappast við á hesum leiðum, hava lægri mann­ing­arútreiðslur, og sku­lu vit standa okkum, noyð­ast vit eisini at minka um manningarútreiðslurnar, siga keldurnar. Vónsvikin Ein av manningini, sum Sosi­al­urin hevur tosað við, sig­ur seg vera ógvuliga vón­ svik­nan, nú tað er greitt, at aðr­ir skulu taka upp arbeiði hjá okkum. - Eg havi bara verið ein túr við Norðland, men tá eg mynst­raði, fekk eg lovað, at eg kundi fáa ta siglingstíð, eg ynski mær fyri at fáa vin­ nu­­bræv. Dekkarin, sum annars er út­búg­vin skipari, sigur, at veg­ur­in frame r sig­lings­tíð­ in, um tú seinni skalt kunna gerast skipari. - Eg segði mitt arbeiði upp fyri at fara við Norð­ land, men nú eri eg longu sagd­ur úr starvi aftur. Dekkarin sigur, at teir ha­va verið 9 mans umborð á Norðland á hvørji vaktini, og teir hava verið seks vikur um­borð og síðan seks í lan­ di. - Í uppsagnarbrævinum, sum er undirskrivað av Tór­ halli Thomsen, út­gerða­r­ man­ni, stendur, at vit eru upp­sagd­ir vegna sparingar, sig­ur hann. Dekkarin sigur, at hann ei­si­ni veit um kokk og fyrs­ ta meistara, sum eru upp­ sagd­ir í hesum viðfangi. - Nei, hetta hevði eg slett ik­ki væntað, og eg vóni, at fe­l­agið hevur onkran annan mø­gu­leika til okkara, sum nú noyðast at gevast umborð á Nordland. 53 havnir Á seinasta túri hjá dekka­r­ an­um var Nordland í til­sam­ ans 53 havnum. Nordland siglir millum norsk­ar havnir og havnir í eitt nú Póllandi, Týsklandi og Danmark og onkuntíð er skip­ið eisini í Svøríki. - Vit hava siglt undir før­ oysk­um flaggi, sigur dekk­ ar­in. Keldur í felagnum siga, at Nordland ætlandi verður ver­an­di undir føroyskum flag­gi, nú sparingar skulu frem­jast við at taka nakrar ey­stur­ev­rop­ear umborð. Føroyingar trýstir í land - útlendingar umborð Banki ikki viðhald Eik Banki hevur ikki rætt til patentið uppá trollemmarnar hjá Helga Larsen í Vági. Tað hevur vestari landsrættur gjørt av, visti Útvarpið at siga í gjár. Injektor Door í Danmark fyrireikar nú endurgjaldskrav ímóti Eik, sigur Jan Allan Müller, stjóri, sambært Útvarpinum. Hann og Helgi Larsen gjørdu av at kæra avgerðina, tá Eik Banki í januar fekk viðhald í býarrættinum í Horsens, fyri landsrættin. Nú hevur Landsrætturin viðgjørt málið, og úrslitið er, at avgerðin í Horsens verður ógildað og kravið um úttøku í patentinum ikki verður gingið á møti. Eik Banki skal gjalda sakarmálskostnaðin fyri Helga Larsen í báðum rættunum, sum er tilsamans góðar 166.000 krónur. Nýtt skip til Vestmanna Fríggjadagin kemur nýtt línuskip til Vestmanna. P/F Vest Trading við Háldan Haldansen hevur keypt Vesturhav, sum er gamli Strandingur. Vesturhavið er bygt á Skála í 1963. Skipið er knappar 37 metrar til longdar, 7,5 metrar breitt og 202 bruttotons. Skipið, við skrá­set­ing­ar­nummar­ in­um VN 700, er júst høvuðsumvælt á Skála. Við Vesturhavinum verða 14 mans. Frammanundan eigur P/F Vest Trading skipini Gullberg og Thomas Nygaard. Sostatt hoyra nú trý stállínuskip til Vestmanna. Hesi tíðindi ber heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Herfyri seldi Eimskip farmaskipið Skuran og segði manningina upp. Nú hevur felagið sagt fleiri monnum upp umborð á farmaskipinum Nordland – til fyrimuns fyri eysturevropearar, sum eru bíligari arbeiðsmegi Mynd: Vilmund Jacobsen - Hetta er ein fyribils loysn, nú vit eru í trongstøðu við fyri­ sit­ing­ini av kom­mun­ uni, sigur Heð­in Mort­ en­sen, borg­ar­stjóri Søla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrisitingin av Tórshavnar kom­mu­nu er spjadd ym­sa­ stað­ni í Havnini, og hetta er ik­ki nøktandi fyri ta tæn­as­ tu, sum kommunan eigur at veita sínum borgarum. Tað heldur Heðin Mort­en­ sen, borgarstjóri. - Vit hava nú keypt bygn­ ing­in í Fr. Petersensgøtu, har Advokatskrivstovan hús­ ast. Men hetta er bara ein fyri­bils loysn. Ætlanin er at fly­ta ein part av fyrisitingini í hendan bygningin um mán­ að­ar­skiftið juli/ august, men enn hava vit ikki tikið enda­liga avgerð um, hvør part­ur fer út í Fr. Pet­er­sens­ gøtu. Borgarstjórin sigur, at hann hevur ikki keyp­s­upp­ hædd­ina í høvdinum, nú vit høv­du hann í telefonini í morg­un, men hann heldur, at prísurin liggur um 6-7 mil­jón­ir krónur. - Vit eru í trongstøðu við fyri­sit­ing­ini, sum í dag er á ei­ni átta ymiskum støðum. Het­ta er ikki nøktandi fyri borg­ar­ar­nar. Heðin Mortensen sigur, at tá endalig greiða er fingin á, hvar ein samlað fyrisiting av kommununi skal verða, verða fleiri bygningar, sum Tórs­havn­ar kommuna eig­ ur, seldir. - Málið hjá okkum er at sav­na alla fyrisitingina av kom­mu­n­uni undir sama tak, sigur borgarstjórin. Kommunan keypt bygning - Vit eru í trongstøðu við fyrisitingini, sum í dag er á eini átta ymiskum støðum. Hetta er ikki nøktandi fyri borgararnar. Keypið av ognini í Fr. Petersensgøtu er ein fyribils loysn, sigur Heðin Mortensen Mynd: Vilmund Jacobsen