Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 107 - 7. juni 2007 Eimskip selir skip og fremur sparingar umborð á verandi skipum. Hetta gongur útyvir føroysk sjófólk, sum missa arbeiði til fyrimuns fyri eysturevropearar, ið eru bíligari arbeiðsmegi Uppsagnir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Farmaskipið Norðland, sum P/F Heri Thomsen í Gøtu í sínari tíð keypti, hevur sein­ asta árið siglt í Noregi og aðrastaðni. Í dag er tað Eimskip, sum eigur hendan parting av virkseminum hjá gøtumonn­ um. Herfyri seldi Eimskip farmaskipið Skuran og segði alla manningina úr starvi. Tá segði stjórin í Eimskip­ um í Føroyum, Jóhanna á Bergi, at Skurin er eitt lut­ falsliga lítið og gamalt skip, og at felagið eigur nógv skip at taka av. Hon segði, at sølan var ein liður í rationaliseringini hjá felagnum. Fleiri uppsagnir Nú hevur felagið, sum stendur aftanfyri Nordland, í fyrsta lagi sagt dekkarunum úr starvi vegna sparingar, sum tikið verður til í upp­ sagnarbrævinum, ið er dag­ fest 31. mai. Jóhanna á Bergi, stjóri í Eimskipum, er í løtuni í Íslandi, og hon svaraði ikki telefonini, tá vit fregnaðust í morgun. Keldur í felagnum siga fyri Sosialinum, at einir 8 mans eru sagdir úr starvi, og at ætlanin er at mannað hendan partin av skipinum við fólki eystaneftir. ­ Tey skip, vit kappast við á hesum leiðum, hava lægri manningarútreiðslur, og skulu vit standa okkum, noyðast vit eisini at minka um manningarútreiðslurnar, siga keldurnar. Vónsvikin Ein av manningini, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur seg vera ógvuliga vón­ sviknan, nú tað er greitt, at aðrir skulu taka upp arbeiði hjá okkum. ­ Eg havi bara verið ein túr við Norðland, men tá eg mynstraði, fekk eg lovað, at eg kundi fáa ta siglingstíð, eg ynski mær fyri at fáa vin­ nubræv. Dekkarin, sum annars er útbúgvin skipari, sigur, at vegurin frame r siglingstíð­ in, um tú seinni skalt kunna gerast skipari. ­ Eg segði mitt arbeiði upp fyri at fara við Norð­ land, men nú eri eg longu sagdur úr starvi aftur. Dekkarin sigur, at teir hava verið 9 mans umborð á Norðland á hvørji vaktini, og teir hava verið seks vikur umborð og síðan seks í lan­ di. ­ Í uppsagnarbrævinum, sum er undirskrivað av Tór­ halli Thomsen, útgerðar­ manni, stendur, at vit eru uppsagdir vegna sparingar, sigur hann. Dekkarin sigur, at hann eisini veit um kokk og fyrs­ ta meistara, sum eru upp­ sagdir í hesum viðfangi. ­ Nei, hetta hevði eg slett ikki væntað, og eg vóni, at felagið hevur onkran annan møguleika til okkara, sum nú noyðast at gevast umborð á Nordland. 53 havnir Á seinasta túri hjá dekkar­ anum var Nordland í tilsam­ ans 53 havnum. Nordland siglir millum norskar havnir og havnir í eitt nú Póllandi, Týsklandi og Danmark og onkuntíð er skipið eisini í Svøríki. ­ Vit hava siglt undir før­ oyskum flaggi, sigur dekk­ arin. Keldur í felagnum siga, at Nordland ætlandi verður verandi undir føroyskum flaggi, nú sparingar skulu fremjast við at taka nakrar eysturevropear umborð. Føroyingar trýstir í land - útlendingar umborð Banki ikki viðhald Eik Banki hevur ikki rætt til patentið uppá trollemmarnar hjá Helga Larsen í Vági. Tað hevur vestari landsrættur gjørt av, visti Útvarpið at siga í gjár. Injektor Door í Danmark fyrireikar nú endurgjaldskrav ímóti Eik, sigur Jan Allan Müller, stjóri, sambært Útvarpinum. Hann og Helgi Larsen gjørdu av at kæra avgerðina, tá Eik Banki í januar fekk viðhald í býarrættinum í Horsens, fyri landsrættin. Nú hevur Landsrætturin viðgjørt málið, og úrslitið er, at avgerðin í Horsens verður ógildað og kravið um úttøku í patentinum ikki verður gingið á møti. Eik Banki skal gjalda sakarmálskostnaðin fyri Helga Larsen í báðum rættunum, sum er tilsamans góðar 166.000 krónur. Nýtt skip til Vestmanna Fríggjadagin kemur nýtt línuskip til Vestmanna. P/F Vest Trading við Háldan Haldansen hevur keypt Vesturhav, sum er gamli Strandingur. Vesturhavið er bygt á Skála í 1963. Skipið er knappar 37 metrar til longdar, 7,5 metrar breitt og 202 bruttotons. Skipið, við skrásetingarnummar­ inum VN 700, er júst høvuðsumvælt á Skála. Við Vesturhavinum verða 14 mans. Frammanundan eigur P/F Vest Trading skipini Gullberg og Thomas Nygaard. Sostatt hoyra nú trý stállínuskip til Vestmanna. Hesi tíðindi ber heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Herfyri seldi Eimskip farmaskipið Skuran og segði manningina upp. Nú hevur felagið sagt fleiri monnum upp umborð á farmaskipinum Nordland – til fyrimuns fyri eysturevropearar, sum eru bíligari arbeiðsmegi Mynd: Vilmund Jacobsen - Hetta er ein fyribils loysn, nú vit eru í trongstøðu við fyri- sitingini av kommun- uni, sigur Heðin Mort- ensen, borgarstjóri søla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrisitingin av Tórshavnar kommunu er spjadd ymsa­ staðni í Havnini, og hetta er ikki nøktandi fyri ta tænas­ tu, sum kommunan eigur at veita sínum borgarum. Tað heldur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri. ­ Vit hava nú keypt bygn­ ingin í Fr. Petersensgøtu, har Advokatskrivstovan hús­ ast. Men hetta er bara ein fyribils loysn. Ætlanin er at flyta ein part av fyrisitingini í hendan bygningin um mán­ aðarskiftið juli/ august, men enn hava vit ikki tikið endaliga avgerð um, hvør partur fer út í Fr. Petersens­ gøtu. Borgarstjórin sigur, at hann hevur ikki keypsupp­ hæddina í høvdinum, nú vit høvdu hann í telefonini í morgun, men hann heldur, at prísurin liggur um 6­7 miljónir krónur. ­ Vit eru í trongstøðu við fyrisitingini, sum í dag er á eini átta ymiskum støðum. Hetta er ikki nøktandi fyri borgararnar. Heðin Mortensen sigur, at tá endalig greiða er fingin á, hvar ein samlað fyrisiting av kommununi skal verða, verða fleiri bygningar, sum Tórshavnar kommuna eig­ ur, seldir. ­ Málið hjá okkum er at savna alla fyrisitingina av kommununi undir sama tak, sigur borgarstjórin. Kommunan keypt bygning - Vit eru í trongstøðu við fyrisitingini, sum í dag er á eini átta ymiskum støðum. Hetta er ikki nøktandi fyri borgararnar. Keypið av ognini í Fr. Petersensgøtu er ein fyribils loysn, sigur Heðin Mortensen Mynd: Vilmund Jacobsen