Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 107 - 7. juni 2007 tíðindi Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum noyð­ist at taka onkrar ó­po­pul­er­ar avgerðir, nú toskastovnurin er á fallandi føti, og sakkunnleikin mæl­­ir til, at eingin bein­­leið­is veiða verð­ ur eftir toski í kom­ an­d­i fiskiári. Men hvør­jar møguleikar hev­ur Bjørn Kalsø, og hvat kunnu vit væn­ta okkum av Før­ oya løgtingi í ein­um valári, sum kann ganga útyvir at­kvøðu­ pos­an hjá teimum ráð­­an­di Hugleiðing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kann kanska tykjast undar­ligt, at tað serliga er tosk­ur­in, sum hevur tey stó­ ru sveiggini og altíð hevur havt stór sveiggj í veiði. Vit pla­ga at siga, at toskur er “kani­bal­ur” – at hann etur sítt egna avkom, um ov lítið er av føði. Hugsandi er sjálv­sagt, at toskur eisini et­ur avkomið hjá øðrum fis­ ki, um hann fær fatur á tí. Ein orsøk til, at sveiggini í toskaveiðini eru so stór, er, at veiðitrýstið eftir hes­ um dýra fiskaslagi er so stórt. Flest øll fiskifør, sum ha­va møguleikan til tess, vil­ja hava tosk, um tað yvir­ høv­ur ber til. Tískil verður trýst­ið á stovnin alla tíðina op­ti­malt. Er minni toskur at fáa, verð­ ur bara fiskað eitt sind­ ur harðari. Skip og bátar legg­ja seg meira á fiskin, og soleiðis gerst trýstið upp­ aft­ur harðari. Sama er, tá talið av fis­k­i­ døg­um verður skert. Tá vil veiði­mað­urin eisini royna at gera tað betri – við meira lí­nu og betri agni. Soleiðis egna nógvir fes­ ka gággu, sum toskinum dám­ar væl. Fyrr egndu flestu bátar í lan­di. Var línan egnd, men lík­in­di ikki vóru at loysa, tá dag­ur­in leið, settu menn stamp­ar­nar í frystaran til næs­ta dag. Nú hava nógvir bát­ar trakt, haðani lína og húk­ar fara aftur ígjøgnum. Í trak­ti­ni liggja nýggj og fesk øgn. Høgguslokkur, sauri og makrelur verða soleiðis ik­ki fryst uppaftur, men fa­ra út við húkunum eftir fyrs­ tu upptiðning – og gágg­ an fer púrasta fesk á húk­ar­ nar. Innaru leiðirnar Alt gott um, at útrórðarmenn vil­ja gera tað betri. Teir ha­va bát og útgerð at rinda, mann­ing og familju at for­ syrg­ ja. Hinvegin er spurningurin, um veiðiskipanin kann ger­ ast betri, soleiðis at meira verð­ ur til allar, og vinnan gerst meira lønandi, bæði á sjóg­vi og landi. Lína tekur nógvan smá­ fisk – ikki bara tí, at tað er lí­na, men eisini tí, at smáu út­róð­rar­førini hava loyvi at roy­na í klettin. Sakkunnleikin sigur, at lí­na sum heild fiskar smærr i fi­sk enn eitt nú snella. Vit hava dømir úr ringum fis­ki­ár­um, har stórur toskur kem­ur inn á firðir og sund at leita sær føði. Hetta sóu vit ikki minst tey árini, tá stovn­ur­in var heilt illa fyri. Innaru leiðirnar eru sam­ bært fiskifrøðingum upp­ vaks­tra­ r­øk­ið hjá ungfiski, og tí er hugsandi, at tá stór­ ur toskur leitar á hesar leiðir – í størr i mun enn vanligt – verð­ ur nógvur ungfiskur til toskaføði. Onnur fyribrigdi, sum hoy­ra heima í náttúruni, sígg­jast um várið, tá toskur leit­ar á grynri vatn at gýta. Sa­ma er, tá sildafiskur, sum hann verður róptur, kemur inn á vanligu silda­fiska­leið­ ir­nar. Soleiðis eigur tað at vera, tá alt veit væl við hjá tosk­in­ um, og náttúran háttar sær, sum okkum dámar best. Sildafiskur gongur eftir neb­ba­sild, og tað er tá, vit pla­ga at síggja tey stóru fug­ la­vað­ini. Bjørn Kals Tað eigur ongantíð at gerast so galið í Føroyum, at maður ikki kann kasta snørið út fyri Hólmafles, suður úr Glyvursnes ella innanfyri Høgnaboða – til húsbrúks Mynd: Vilmund Jacobsen Klassiskt konsert Sunnudagin 17. juni verður klassisk konsert í Norðurlandahúsinum við Nikolaos Kapnas á violin og Jóhannes Andreasen á klaver. Á skránni eru verk eftir Bach, Mozart og Beethoven. Nikolaos Kapnas er føddur í Taskjent í Usbekistan, men hevur búð í Føroyum síðani 1998 og starvast sum musikklærari, umframt at spæla konsertir. Jóhannes starvast í musikk-skúlaskipanini, men er eisini sera virkin tónleikari. Í fjør frumframførdi millum annað nýggj verk fyri soloklaver eftir Kára Bæk og Atla Heimir Sveinsson Kaupthing hækkar rentu Kaupthing Bank hækkar í dag allar innlánsrentur við 0,25%. Rentan verður tí framyvir: 3,25% fyri innlán undir 1 millión, 4,25 % fyri innlán yvir 1 millión og 4,50 % fyri innlán við 3 mðr uppsøgn. Bankin byrjaði fyrr í vár kappingina um innlánskundar og legði seg skjótt á odda við at bjóða kundum sínum bestu innlánsrentuna í landinum. Við hesi nýggju rentuhækkingini bøtir Kaupthing Bank enn einaferð um innlánsrentuna, sum bankin bjóðar kundunum.