Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 107 - 7. juni 2007 Nebbasildin er eisini grundarlagið undir sjó­fugl­ inum og tí, sum kemur und­ an kring um á fløtum, bergi og í urðum. Er eingin nebba­ sild á líkinda leið, doyr pis­ an í reiðrinum. Nó­gv dømi eru um slíka gongd. Toskur illa fyri Tað er fáur, sum ivast í, at toskastovnurin á landgrunn­ inum og á Føroyabanka er illa fyri í løtuni. Tað siga veiðitølini fyri farna ár okk­ um, og einki bendir á, at toskaveiðan verður størri í ár, kanska heldur lakari. Vit hava tøl yvir toska­ veiðina undir Føroyum langt aftur gjøgnum tíðirnar. Hesi siga okkum, at vit í miðal kunnu fiska eini 20.000­25.000 tons av toski um árið. Onkur ár hevur veiðan verið omanfyri 40.000 tons, og tá ringast vildi til, var hon niðri á nøkrum fáum túsund tons­ um. Bæði í veiðiliðnum og virkisliðnum hevur tað týd­ ning, at fiskurin ikki er ov smáur, sum vit ofta síggja, tá veiðan minkar. Prísirnir eru betri, og úrtøkan verður størri. Nakað annað er so, hvus­ su álítandi tølini yvir toska­ veiðina eru. Helst eru tey á gó­ðari leið, men tað eru skiparar, sum halda, at vit okkurt árið eisini hava til­ skrivað okkum tosk, sum slett ikki er veiddur í føroy­ skum sjó­gvi. Hetta kann gera tølini eitt sindur misvísandi, men sum heild, mugu vit vænta, at tey eru á gó­ðari leið. Veikur í valári Politiski myndugleikin er veikur, og tað er hann ikki minst í einum valári sum hesum. Hann hevur ilt við at taka avgerðir sum kunnu gera mun fyri fiskastovnar­ nar ­ um hesar samstundis gera negativan mun í atkvøðuposanum. Fiskimaðurin livir av fis­ ki; politiski myndugleikin av atkvøðum. Tað er so einfalt. Sum tað liggur í orðinum, byggir fiskidagaskipanin á fiskidagar – og ikki á kvot­ ur. Hetta merkir, at øll veið­ an, sum skip og bátar fiska, kemur til høldar. Tað merkir samstundis, at nó­gv fiskifør hava eina ávísa veiði eftir toski, sum altíð vil vera ein partur av veiðini hjá eitt nú línu­og útró­ðrarflotanum. Nú ICES sær støðuna við toskinum so álvarsama, at felagsskapurin mælir til onga beinleiðis toskaveiði á landgrunninum og Føroya­ banka, hevur politiski mynd­ ugleikin ein trupulleika, um metingarnar hjá ICES eru rættar. Føroyabanki hevur verið friðaður áður, og tað hevur gjørt mun. Toskurin kom fyri seg aftur, og um heystið fyri 3­4 árum síðan høvdu línuskip rættiliga rokveiði á Bankanum. Sakkunnleikin heldur, at trýstið á Føroyabanka hevur verið alt ov stó­rt, og tí er toskastovnurin aftur niður­ undir komin. Fleiri reiðarí hava seinas­ tu árini keypt sær dýrar fiskidagar á Føroyabanka, og spurningurin er so, um skipini sleppa at brúka hes­ ar dagar. Hugsandi er, at lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu­ málum fer at mæla til at friða Føroyabanka – antin fult og heilt ella partvís. Ein slík avgerð fer at ganga útyvir skip og bátar, sum eiga bankadagar, og spurn­ ingurin er, um feløgini, sum hava goldið nó­gv fyri hesar dagar, hava rætt til endur­ gjald. Men løgtingið hevur nýli­ ga staðfest, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fó­lks, og tí er neyvan hugs­ andi, at møguleikar eru fyri endurgjaldi í hesum sam­ bandi. Hvat er at gera? Lat okkum so koma til “brennandi eplið”, sum iva­ leyst verður ein partur av politisku viðgerðini, nú fiskidagar skulu ásetast, og nýtt fiskiár stundar til. Tá innaru leiðirnar eru uppvakstrarøkið hjá ungfis­ ki, er tað her, at sakkunn­ leikin metir, at tiltøk kunnu setast í verk – tiltøk, sum gera mun. Sakkunnleikin metir eisini, at tað er her, at veiðitrýstið er nó­gv økt – við betri og effektivari bát­ um og nýggjum møguleik­ um við egning og agni. Sum er, hava smáu útró­ð­ rarførini loyvi at royna í klettin, sum vit plaga at siga. Her eru ongar avmark­ ingar. Menn siga, at lína stendur víða um, bæði dag og nátt. Er tað nú rætt, at so skal vera, kunnu vit spyrja. Í fiskidagaskipanini eru møguleikarnir at verja tosk­ in smáir. Dagatalið hjá teim­ um, sum veiða mesta toskin, kann skerjast, men tað gong­ ur so aftur útyvir møguleik­ arnar hjá teimum at veiða onnur fiskasløg, sum skip og bátar tá hava uppaftur meira brúk fyri, um rakstur­ in skal hanga saman. Eingin vil missa dagar, sum onnur ár eru skerdir við ymiskum prosenttali. Spurningurin er, um poli­ tiski myndugleikin í einum valári hevur rygg til at skipa so fyri, at útró­ðrarførini við línu ikki sleppa av royna í klettin, men kanska skulu út um tríggjar fjó­rðingar at seta? Politiski myndugleikin kundi hó­skandi tikið upp hesa viðgerð og komið til eina niðurstøðu um, hvat er rætt og rímiligt, nú toska­ stovnurin er á fallandi føti. Skulu øll tey smáu útró­ð­ rarførini við línu út um tríggjar fjó­rðingar – ella skulu myndugleikarnir kans­ ka mæla til, at útró­ðrarfør yvir eitt nú 30 føtur skulu út um innastu leiðina? Skal hetta eisini vera galdandi fyri teir, sum royna við snel­ lu – ella skal snellan fram­ haldandi sleppa at royna í klettin? At fara á flot Spurningurin er so eisini, um myndugleikarnir ikki skulu skilja ímillum vinnuli­ ga veiði og fiskiskap til hús­ brúks. Kalvalína átti hó­skandi eisini at verið undantikin, tí hon veiðir einki tal av tos­ ki. Í allari hesi viðgerð, sum landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum eigur at taka upp, nú nýtt fiskiár byrjar til heystar, eigur hann sjálv­ sagt at taka fyrilit fyri gom­ lu føroysku mentanini – at maður, sum eigur bát, ongantíð má missa rættind­ ini at fiska sær nakrar fiskar til húsbrúks. Tann veiðan, sum endar á døgurðaborðin­ um í føroysku heiminum, er so evarska lítil, at hon beinir ikki fyri nøkrum fiskastov­ ni. Politiski myndugleikin eigur at ansa væl eftir ikki at detta úr einari grøv í aðra – bara fyri at gera okkurt! Verður spurningurin um útró­ðrarflotan tikin upp, má tað ongantíð gerast so galið í Føroyum, at maður ikki sleppur at fiska sær nakrar reyðfiskar ella smáfiskar til at ræsa – ella til knettir og frikadellir. Kemur tann dagur, tá ikki er loyvt at fara á flot ein gó­ðan dag, verða Føroyar fátæksligar hjá mongum. Ikki tí, at hetta er nøkur stó­r drift, sum hevur nakran ser­ ligan fíggjarligan týdning, men tí, at hetta allar dagar hevur verið ein partur av gerandisdegnum – og men­ tanini ­ hjá okkum føroying­ um. Ein mannarættur. Tað eigur ongantíð at ger­ ast so galið í Føroyum, at maður ikki kann kasta snørið út fyri Hó­lmafles, suður úr Glyvursnes ella innanfyri Høgnaboða – til húsbrúks. sø noyðist at taka avgerðir Meðan toskastovnurin er illa fyri, er upsin væl fyri, og støðan við hýsuni er nøktandi Mynd: Vilmund Jacobsen Eik egið listafelag Starvsfó­lkini í Eik hava tikið seg saman, at stovna eitt listafelag, hetta er fyrsta listafelag í Føroyum stovnað á einum arbeiðsplássi. Felagið kemur at eita Listafelagið Eik og øll starvsfó­lkini í Eik hava møguleika at gerast limir í felagnum. Í dag hevur stovnandi aðalfundur verið, har viðtøkurnar vó­rðu samtyktar og listaverk burturlutað til limirnar. Stjó­rin í Listaskálanum, Helgi Fossádal, var tilstaðar og tosaði um listafelag og myndlist í dag. Tað sama var Marianna Norðoy frá Gallarie Focus, sum Listafelagið Eik samstarvar við. Spennandi uppstillingar Komandi mikukvøld hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyrsta uppstillingarfundin. Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy hevur í løtuni tvey umboð á tingi, Kristian Magnussen og John Johannessen. Talan kann gerast um ein spennandi lista hesaferð, tí fleiri atkvøðuslúkar kunnu væntast á listan. Umframt báðar tingmenninar kann roknast við, at bæði Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen verða á listanum. Helena fekk á seinasta vali 341 atkvøður, meðan Heðin fekk 398 atkvøður á Sambandslistanum. Gongur tað væl hjá Javnaðarflokkinum kann flokkurin fáa trý fó­lk vald – í øllum førum kann roknast við spennandi dysti millum høvuðsvalevnini.