hósdagur 7. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 107 - 7. juni 2007
Nebbasildin
er
eisini
grundarlagið undir sjófugl
inum og tí, sum kemur und
an kring um á fløtum, bergi
og í urðum. Er eingin nebba
sild á líkinda leið, doyr pis
an í reiðrinum.
Nógv dømi eru um slíka
gongd.
Toskur illa fyri
Tað er fáur, sum ivast í, at
toskastovnurin á landgrunn
inum og á Føroyabanka er
illa fyri í løtuni. Tað siga
veiðitølini fyri farna ár okk
um, og einki bendir á, at
toskaveiðan verður størri í
ár, kanska heldur lakari.
Vit hava tøl yvir toska
veiðina
undir
Føroyum
langt aftur gjøgnum tíðirnar.
Hesi siga okkum, at vit í
miðal kunnu fiska eini
20.000-25.000 tons av toski
um árið. Onkur ár hevur
veiðan
verið
omanfyri
40.000 tons, og tá ringast
vildi til, var hon niðri á
nøkrum fáum túsund tons
um.
Bæði í veiðiliðnum og
virkisliðnum hevur tað týd
ning, at fiskurin ikki er ov
smáur, sum vit ofta síggja,
tá veiðan minkar. Prísirnir
eru betri, og úrtøkan verður
størri.
Nakað annað er so, hvus
su álítandi tølini yvir toska
veiðina eru. Helst eru tey á
góð ari leið, men tað eru
skiparar, sum halda, at vit
okkurt árið eisini hava til
skrivað okkum tosk, sum
slett ikki er veiddur í føroy
skum sjógvi.
Hetta kann gera tølini eitt
sindur
misvísandi,
men
sum heild, mugu vit vænta,
at tey eru á góðari leið.
Veikur í valári
Politiski myndugleikin er
veikur, og tað er hann ikki
minst í einum valári sum
hesum. Hann hevur ilt við
at taka avgerðir sum kunnu
gera mun fyri fiskastovnar
nar - um hesar samstundis
gera
negativan
mun
í
atkvøðuposanum.
Fiskimaðurin livir av fis
ki; politiski myndugleikin
av atkvøðum.
Tað er so einfalt.
Sum tað liggur í orðinum,
byggir fiskidagaskipanin á
fiskidagar – og ikki á kvot
ur. Hetta merkir, at øll veið
an, sum skip og bátar fiska,
kemur til høldar. Tað merkir
samstundis, at nógv fiskifør
hava eina ávísa veiði eftir
toski, sum altíð vil vera ein
partur av veiðini hjá eitt nú
línu-og útróðrarflotanum.
Nú ICES sær støðuna við
toskinum so álvarsama, at
felagsskapurin mælir til
onga beinleiðis toskaveiði á
landgrunninum og Føroya
banka, hevur politiski mynd
ugleikin ein trupulleika, um
metingarnar hjá ICES eru
rættar.
Føroyabanki hevur verið
friðaður áður, og tað hevur
gjørt mun. Toskurin kom
fyri seg aftur, og um heystið
fyri 3-4 árum síðan høvdu
línuskip rættiliga rokveiði á
Bankanum.
Sakkunnleikin heldur, at
trýstið á Føroyabanka hevur
verið alt ov stórt, og tí er
toskastovnurin aftur niður
undir komin.
Fleiri reiðarí hava seinas
tu árini keypt sær dýrar
fiskidagar á Føroyabanka,
og spurningurin er so, um
skipini sleppa at brúka hes
ar dagar.
Hugsandi er, at lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum fer at mæla til at
friða Føroyabanka – antin
fult og heilt ella partvís.
Ein slík avgerð fer at ganga
útyvir skip og bátar, sum
eiga bankadagar, og spurn
ingurin er, um feløgini, sum
hava goldið nógv fyri hesar
dagar, hava rætt til endur
gjald.
Men løgtingið hevur nýli
ga staðfest, at tilfeingið í
havinum er ogn Føroya
fólks, og tí er neyvan hugs
andi, at møguleikar eru fyri
endurgjaldi í hesum sam
bandi.
Hvat er at gera?
Lat okkum so koma til
“brennandi eplið”, sum iva
leyst verður ein partur av
politisku
viðgerðini,
nú
fiskidagar skulu ásetast, og
nýtt fiskiár stundar til.
Tá innaru leiðirnar eru
uppvakstrarøkið hjá ungfis
ki, er tað her, at sakkunn
leikin metir, at tiltøk kunnu
setast í verk – tiltøk, sum
gera mun. Sakkunnleikin
metir eisini, at tað er her, at
veiðitrýstið er nógv økt –
við betri og effektivari bát
um og nýggjum møguleik
um við egning og agni.
Sum er, hava smáu útróð
rarførini loyvi at royna í
klettin, sum vit plaga at
siga. Her eru ongar avmark
ingar. Menn siga, at lína
stendur víða um, bæði dag
og nátt. Er tað nú rætt, at so
skal vera, kunnu vit spyrja.
Í fiskidagaskipanini eru
møguleikarnir at verja tosk
in smáir. Dagatalið hjá teim
um, sum veiða mesta toskin,
kann skerjast, men tað gong
ur so aftur útyvir møguleik
arnar hjá teimum at veiða
onnur fiskasløg, sum skip
og bátar tá hava uppaftur
meira brúk fyri, um rakstur
in skal hanga saman. Eingin
vil missa dagar, sum onnur
ár eru skerdir við ymiskum
prosenttali.
Spurningurin er, um poli
tiski myndugleikin í einum
valári hevur rygg til at skipa
so fyri, at útróðrarførini við
línu ikki sleppa av royna í
klettin, men kanska skulu
út um tríggjar fjórðingar at
seta?
Politiski
myndugleikin
kundi hóskandi tikið upp
hesa viðgerð og komið til
eina niðurstøðu um, hvat er
rætt og rímiligt, nú toska
stovnurin er á fallandi føti.
Skulu øll tey smáu útróð
rarførini við línu út um
tríggjar fjórðingar – ella
skulu myndugleikarnir kans
ka mæla til, at útróðrarfør
yvir eitt nú 30 føtur skulu
út um innastu leiðina? Skal
hetta eisini vera galdandi
fyri teir, sum royna við snel
lu – ella skal snellan fram
haldandi sleppa at royna í
klettin?
At fara á flot
Spurningurin er so eisini,
um myndugleikarnir ikki
skulu skilja ímillum vinnuli
ga veiði og fiskiskap til hús
brúks.
Kalvalína átti hóskandi
eisini at verið undantikin, tí
hon veiðir einki tal av tos
ki.
Í allari hesi viðgerð, sum
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum eigur at taka
upp, nú nýtt fiskiár byrjar
til heystar, eigur hann sjálv
sagt at taka fyrilit fyri gom
lu føroysku mentanini – at
maður, sum eigur bát,
ongantíð má missa rættind
ini at fiska sær nakrar fiskar
til húsbrúks. Tann veiðan,
sum endar á døgurðaborðin
um í føroysku heiminum, er
so evarska lítil, at hon beinir
ikki fyri nøkrum fiskastov
ni.
Politiski
myndugleikin
eigur at ansa væl eftir ikki
at detta úr einari grøv í aðra
– bara fyri at gera okkurt!
Verður spurningurin um
útróð rarflotan tikin upp, má
tað ongantíð gerast so galið
í Føroyum, at maður ikki
sleppur at fiska sær nakrar
reyðfiskar ella smáfiskar til
at ræsa – ella til knettir og
frikadellir.
Kemur tann dagur, tá ikki
er loyvt at fara á flot ein
góð an dag, verða Føroyar
fátæksligar hjá mongum.
Ikki tí, at hetta er nøkur stór
drift, sum hevur nakran ser
ligan fíggjarligan týdning,
men tí, at hetta allar dagar
hevur verið ein partur av
gerandisdegnum – og men
tanini - hjá okkum føroying
um.
Ein mannarættur.
Tað eigur ongantíð at ger
ast so galið í Føroyum, at
maður ikki kann kasta
snørið út fyri Hólmafles,
suður úr Glyvursnes ella
innanfyri Høgnaboða – til
húsbrúks.
sø noyðist at taka avgerðir
Meðan toskastovnurin er
illa fyri, er upsin væl fyri, og
støðan við hýsuni er nøktandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eik egið listafelag
Starvsfólkini í Eik hava tikið seg saman, at stovna
eitt listafelag, hetta er fyrsta listafelag í Føroyum
stovnað á einum arbeiðsplássi. Felagið kemur at eita
Listafelagið Eik og øll starvsfólkini í Eik hava
møguleika at gerast limir í felagnum. Í dag hevur
stovnandi aðalfundur verið, har viðtøkurnar vórðu
samtyktar og listaverk burturlutað til limirnar.
Stjórin í Listaskálanum, Helgi Fossádal, var
tilstaðar og tosaði um listafelag og myndlist í dag.
Tað sama var Marianna Norðoy frá Gallarie Focus,
sum Listafelagið Eik samstarvar við.
Spennandi uppstillingar
Komandi mikukvøld hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyrsta
uppstillingarfundin. Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy hevur í løtuni tvey
umboð á tingi, Kristian Magnussen og John Johannessen. Talan kann
gerast um ein spennandi lista hesaferð, tí fleiri atkvøðuslúkar kunnu
væntast á listan. Umframt báðar tingmenninar kann roknast við, at bæði
Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen verða á listanum. Helena
fekk á seinasta vali 341 atkvøður, meðan Heðin fekk 398 atkvøður á
Sambandslistanum. Gongur tað væl hjá Javnaðarflokkinum kann flokkurin
fáa trý fólk vald – í øllum førum kann roknast við spennandi dysti millum
høvuðsvalevnini.