Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2007 13 nøvn Áttanda juni eru 95 ár liðin síðani Malla varð borin í heim í Saltangerá, sum tað næstyngsta barnið hjá Símuni og Jóhonnu á Høgabóli. Jóhanna og Símun áttu 6 børn, 2 synir, Jógvan og Esbern, og 4 døtur, Emma, Jenny, Malla og Ebbedina. Malla er einasta av sysk­inum, sum enn er á lívi, hini eru øll farin í Harrans hendur. Barnaheimið hjá Mallu lá í Saltangerá, ið var eitt tað vak­rasta og frugtarbesta plássið í landinum. Í hennara barnaárum vóru har 12 húsk­i. Bygdin eyðk­endi seg við sínum ómetaliga vak­ra og frugtargóða bøi og lagaðum grótgørðum k­ring hvørt gerði. Húsini stóðu meira spjadd enn vanligt var í gomlu føroysk­u bygdunum, tí at hvørt hús stóð mitt í sínum gerði, soleiðis at lættari var at fáa seteplini, sáð­ k­ornið og tøðini út og avgrøðina til høldar. Malla vak­s upp í einum heimi, har góða gamla føroysk­a mentanin og gamlir føroysk­ir siðir vóru í hásæti, og har tign, sómi og guðsótti valdaði. Tað var væl av jørð í húsinum, og tvey – av og til trý ­ vóru neytini. Eink­i varð k­eypt til matna og k­læðna, alt varð virk­að heima burt­ urúr teimum ráðvørum, sum jørðin og sjógvurin gav. Børnini luttók­u í øllum arbeiði frá tí, tey vóru so fræg, at tey k­undu gera nyttu: í torvi, velting og hoygging og annars øllum fyrifallandi. Genturnar vórðu hildnar til frá tí fyrsta. Tær lærdu at tak­a upp slak­t, virk­a ullina, ambæta k­ríatúrunum, mjólk­a neytunum og gera úrdráttir úr mjólk­ini, arbeiða torvi, at binda og annað handarbeiði. Eisini k­ruvdu og greipaðu tær, tá nót varð k­astað. Ein dagin ­ Malla var tá 13 ára gomul – varð torv k­oyrt oman úr erva efter rennistronginum, sum gek­k­ frá húsunum og niðan á Egg­ ina. Malla var niðri við hús og k­røk­ti sek­k­irnar av stronginum, men tað einu ferðina varð hon ov sein, og annað beinið lá ímillum spælið og torvposan, sum við nógvari fer k­om sendandi oman eftir. Beinið støk­tist av oman fyri øk­lak­nútin. Boð vórðu send efter Hans Djurholm og Pólnik­láa, sum báðir høvdu sk­il fyri slík­um, men brotið var so álvarsamt, at teir hildu seg ik­k­i til at gera nak­að, so varð hon borin oman á brúnna og umborð á ein bát, sum førdi hana til Havnar á sjúk­rahúsið. Hon k­om frá tilburðinum uttan varandi mein, men hetta gjørdi, at hon ik­k­i varð k­onfirmerað saman við javnaldrunum, men mátti bíða til næstu k­onfirmatión. Malla gek­k­ tvey ár á handilssk­úla í Keypmannahavn, og heimafturk­omin arbeiddi hon á virk­inum hjá pápanum, til hon tann 20 sept. 1936 giftist við Kle­ ment Petersen, bónda í Mittúni á Selatrað. Men áðrenn hevði hon verið á húsarhaldssk­úla hjá Katu (k­onu Heðin Brú). Selatrað var tá ein fjarsk­otin og avbyrgd bygd. Eingin vegur var, og sk­uldi man til ella úr bygdini var tað antin við báti ella at ganga um fjøll. Tað gav at bíta, tá ið hon átti børnini, øll ­ uttan tað yngsta ­ vóru fødd, áðrenn jarðarmóðirin náddi fram. Luk­k­utíð var á Selatrað ein vanlig k­ona, ið k­allaðist Milja, sum var før fyri einsamøll at k­lára ein barnsburð. Tað viðføri Malla hevði við sær úr sínum barnaheimi og øðrum royndum, gjørdi hana frá fyrsta degi fullføra á allan hátt at átak­a sær k­revjandi leik­lutin sum bóndak­ona í einari av aldargomlu føroysk­u bóndabygdunum. Malla og Klement fingu 7 børn, Marita f. 1937, Óli f. 1939, Símun f. 1942, Jóhanna Magdalena (Hannilena) f. 1945, Egil f. 1946, John f. 1947 deyður sama ár og Sonja f. 1951. Malla hevur sitið eink­ja í 19 ár, Klement doyði 13. Juli 1988. Malla eigur 12 ommubørn og 24 langommubørn. Hjá Mallu stóðu dyrnar altíð opnar. Eg hugsi serstak­liga um ta tíðina, tá ið “Sundaferjan” sigldi millum Selatrað og Hósvík­. Tá var ofta nógv fólk­, sum fóru inn til Mallu, tá bíðast sk­uldi. Har vóru øll vælk­omin, og eingin fór út aftur uttan at hava sitið til borðs. Røsk­ og ágrýtin hevur hon altíð verið ­ bæði úti og inni, og vak­ri urtagarður hennara var altíð eitt prýði fyri bygdina. Enn býr hon í sínum egna heimi, og k­lárar seg gott og ber sín aldur avbera væl og enn hómast ungdómsins yndi og vak­urleik­i í andliti hennara. Vit eru mong sum hervið vilja ynsk­ja tær hjartaliga tilluk­k­u við tínum 95 ára føðingardegi og Guðs signing framyvir. Systursonur tín Sverri Ein heilsan á 95 ára degnum Amalie Charlotte Jóhanna Petersen (Vanliga nevnd Malla) Selatrað Mánadagin 11. juni verður Gutt­ orm Klein í Klak­svík­ 75 ár, men dagurin verður hildin leygardagin. Guttorm er ættaður frá Gjógv, og hann er sonur Helenu, ættað frá Kirk­ju, og Dánjal Klein, sum var formaður í Føroya Fisk­imanna­ felag 1941­1952. Mamma Guttorm doyði í 1934 á barsilssong við tí tígginda barn­ inum, bert 39 ára gomul. Guttorm gjørdist tísk­il móðurloysingur, tá hann var tvey ára gamal. Dánjal sat eftir við níggju børnum, sum vóru í aldrinum tvey til átjan ár. Hetta var ik­k­i lætt hjá einum fisk­i­ manni, serliga tá í tiðini. Fleiri av børnunum fóru aðra staðni at búgva, men Guttorm varð verandi heima saman við beiggjunum og elstu systrini. Tað eydnaðist k­ort­ ini at varðveita systk­inaflok­k­in sum eina eind. Guttorm er vak­sin upp sum ein rættur gjáarmaður og fek­k­ sum viðføri ta serligu mentan, sum er eyðk­end fyri Gjógv, og sum er væl lýst í ok­k­ara røð um Dinnufíu. Dánjal doyði í 1956, 73 ára gamal. 15 ára gamal fór Guttorm til sk­ips við Sæborg, har John Joensen í Lorvík­ var sk­ipari. Árini aftaná var hann við ymisk­um sk­ipum. Í 1949 fór hann á Føroya Fólk­ahásk­úla. Aftan á tað fór hann at læra til elek­trik­ara hjá Svend Joensen, og í 1959 fek­k­ hann prógv sum el­installatør. Síðan fór hann út at sigla sum elek­trik­ari við Mærsk­ sk­ipum. Hann var tó so ringur av sjóverk­i, at hann ásannaði, at hetta fór ik­k­i at vera hansara lívsstarv. Eftur at hava siglt ein tein, sum svarar til átta ferðir k­ring k­nøttin, helt Guttorm, at nú var tíð upp á at leggja seg á landi. Tá fór hann at arbeiða hjá SEV í Norðoyggjum. Og her arbeiddi hann í heili 31 ár. Í 1971 giftist Guttorm við Mariu, dóttir Andrass og Malenu Samson, sum tá sat eink­ja eftir Jónstein Bisk­opstø við trimum smádreingjum, sum vóru Andrass, Ólavur og Róðin. Saman fingu tey dótrina Helenu. Guttorm hevur eisini verið við í politik­k­i fyri Sjálvstýrisflok­k­in. Hann hevur fleiri ferðir verið varamaður á tingi. Eitt sk­ifti sat hann í tinginum í fýra mánaðir fyri Asbjørn Joensen, sum var í sjúk­rafarloyvi. Og eitt sk­ifti var hann eisini formaður í mark­naðar­ nevndini fyri Hilmar Kass. Hetta helt Guttorm vera spennandi upp­ gávur, og sak­ligur, sum hann er, hevur hansara partur ik­k­i ligið eftir. Guttorm hevur eisini havt aðrar álitissessir, sum at vera formaður í Húsalánsgrunninum. Hann hev­ ur eisini verið limur í ymisk­um valstýrum. Men tá heilsan fór at bila, slepti hann politik­k­i og nevndum. Tann sum sk­rivar hesar reglur havi k­ent Guttorm gjøgnum longri tíð. Altíð havi eg verið hugtik­in av hansara vinarligu medferð. Ser­ liga k­omu vit at k­ennast, tá eg sk­rivaði um pápa hansara Dánjal Klein í FF­blaðnum. Tá k­om eg k­enna Guttorm sum eitt sera vit­ andi og gløggan mann. Men tað sum telur enn meira, er hansara positiva lyndi, sum ger, at ik­k­i slepst undan at halda av honum. Hetta er eisini tann fatan sum verður váttað, tá tosað verður við fólk­, sum k­enna hann betri. At arbeiða fyri SEV var ein uriaspost­ ir, har ein altíð sk­uldi vera tøk­ur. Tá ein sik­ring fór onk­unstaðni í øk­inum vóru altíð boð send eftir honum uttan mun til tíð á sam­ døgrinum og uttan mun til veður. Tað vóru nógvir føðingardagar, tá Guttorm k­nappliga var burtur, og tá var hann farin í onk­ur bráfengis SEV ørindini. Eitt k­vøld var hann farin út í so ringum veðri, at mað­ urin, sum hevði ólag, og sum hevði boðsent honum, helt tað vera óráð at fara upp í pelan og bað hann bíða til morgunin eftir! Tað varð sagt um Dánjal Klein, at hann dugdi væl at fáa semju millum fólk­. Tað sama er galdandi fyri Guttorm. Hann varð ofta til­ k­allaðir, tá ósemjur vóru og við sínum milda lyndi eydnaðist hon­ um ofta at slætta sjógv. Tað er ik­k­i altíð eins lætt at gift­ ast við k­vinnu við børnum. Serliga ik­k­i hjá einum gomlum dreingi, sum Guttorm var blivin! Men hetta hevur ik­k­i verið nak­ar trupulleik­i í førinum hjá Guttorm og Mariu. Hansara stjúk­synir bera honum alt gott og siga, at Guttorm hevur verið teimum ein framúr pápi. Hetta sk­al vera ein heilsan til tyk­k­um bæði. Kenni eisini Mariu sum eitt sk­ilafólk­. Hon er eins og Guttorm av góðum bergi brotin. Annar abbi hennara var gamli Mortan í Hvannasundi, og hin var Samson Joensen, væl k­endur sum dek­nur. Hjartaliga tilluk­k­u Guttorm og tit bæði og góðan byrð framyvir! ó. Guttorm Klein 75 ár Maria og Guttorm Klein