hósdagur 7. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2007
13
nøvn
Áttanda juni eru 95 ár liðin síðani
Malla varð borin í heim í
Saltangerá, sum tað næstyngsta
barnið hjá Símuni og Jóhonnu á
Høgabóli. Jóhanna og Símun áttu
6 børn, 2 synir, Jógvan og Esbern,
og 4 døtur, Emma, Jenny, Malla
og Ebbedina. Malla er einasta av
syskinum, sum enn er á lívi, hini
eru øll farin í Harrans hendur.
Barnaheimið hjá Mallu lá í
Saltangerá, ið var eitt tað vakrasta
og frugtarbesta plássið í landinum.
Í hennara barnaárum vóru har 12
húski. Bygdin eyðkendi seg við
sínum
ómetaliga
vakra
og
frugtargóða bøi og lagaðum
grótgørðum kring hvørt gerði.
Húsini stóðu meira spjadd enn
vanligt var í gomlu føroysku
bygdunum, tí at hvørt hús stóð
mitt í sínum gerði, soleiðis at
lættari var at fáa seteplini, sáð
kornið og tøðini út og avgrøðina
til høldar.
Malla vaks upp í einum heimi,
har góða gamla føroyska mentanin
og gamlir føroyskir siðir vóru í
hásæti, og har tign, sómi og
guðsótti valdaði.
Tað var væl av jørð í húsinum,
og tvey – av og til trý - vóru neytini.
Einki varð keypt til matna og
klæðna, alt varð virkað heima burt
urúr teimum ráðvørum, sum jørðin
og sjógvurin gav. Børnini luttóku í
øllum arbeiði frá tí, tey vóru so
fræg, at tey kundu gera nyttu: í
torvi, velting og hoygging og
annars øllum fyrifallandi.
Genturnar vórðu hildnar til frá tí
fyrsta. Tær lærdu at taka upp slakt,
virka ullina, ambæta kríatúrunum,
mjólka neytunum og gera úrdráttir
úr mjólkini, arbeiða torvi, at binda
og annað handarbeiði. Eisini
kruvdu og greipaðu tær, tá nót
varð kastað.
Ein dagin - Malla var tá 13 ára
gomul – varð torv koyrt oman úr
erva efter rennistronginum, sum
gekk frá húsunum og niðan á Egg
ina. Malla var niðri við hús og
krøkti sekk irnar av stronginum,
men tað einu ferðina varð hon ov
sein, og annað beinið lá ímillum
spælið og torvposan, sum við
nógvari fer kom sendandi oman
eftir. Beinið støkt ist av oman fyri
øklaknútin. Boð vórðu send efter
Hans Djurholm og Pólnikláa, sum
báðir høvdu skil fyri slíkum, men
brotið var so álvarsamt, at teir
hildu seg ikk i til at gera nakað, so
varð hon borin oman á brúnna og
umborð á ein bát, sum førdi hana
til Havnar á sjúkrahúsið. Hon
kom frá tilburðinum uttan varandi
mein, men hetta gjørdi, at hon
ikk i varð konfirmerað saman við
javnaldrunum, men mátti bíða til
næstu konfirmatión.
Malla
gekk
tvey
ár
á
handilsskúla í Keypmannahavn,
og heimafturkomin arbeiddi hon
á virkinum hjá pápanum, til hon
tann 20 sept. 1936 giftist við Kle
ment Petersen, bónda í Mittúni á
Selatrað. Men áðrenn hevði hon
verið á húsarhaldsskúla hjá Katu
(konu Heðin Brú).
Selatrað var tá ein fjarskotin og
avbyrgd bygd. Eingin vegur var,
og skuldi man til ella úr bygdini
var tað antin við báti ella at ganga
um fjøll. Tað gav at bíta, tá ið hon
átti børnini, øll - uttan tað yngsta
- vóru fødd, áðrenn jarðarmóðirin
náddi fram. Lukk utíð var á
Selatrað ein vanlig kona, ið
kallaðist Milja, sum var før fyri
einsamøll at klára ein barnsburð.
Tað viðføri Malla hevði við
sær úr sínum barnaheimi og
øðrum royndum, gjørdi hana frá
fyrsta degi fullføra á allan hátt at
átaka sær krevjandi leiklutin sum
bóndakona í einari av aldargomlu
føroysku bóndabygdunum.
Malla og Klement fingu 7 børn,
Marita f. 1937, Óli f. 1939, Símun
f. 1942, Jóhanna Magdalena
(Hannilena) f. 1945, Egil f. 1946,
John f. 1947 deyður sama ár og
Sonja f. 1951.
Malla hevur sitið einkja í 19 ár,
Klement
doyði
13.
Juli
1988. Malla eigur 12 ommubørn
og 24 langommubørn.
Hjá Mallu stóðu dyrnar altíð
opnar. Eg hugsi serstakliga um ta
tíðina, tá ið “Sundaferjan” sigldi
millum Selatrað og Hósvík. Tá var
ofta nógv fólk, sum fóru inn til
Mallu, tá bíðast skuldi. Har vóru øll
vælkomin, og eingin fór út aftur
uttan at hava sitið til borðs.
Røsk og ágrýtin hevur hon altíð
verið - bæði úti og inni, og vakri
urtagarður hennara var altíð eitt
prýði fyri bygdina.
Enn býr hon í sínum egna
heimi, og klárar seg gott og ber
sín aldur avbera væl og enn
hómast ungdómsins yndi og
vakurleiki í andliti hennara.
Vit eru mong sum hervið
vilja ynskja tær hjartaliga tillukk u
við tínum 95 ára føðingardegi og
Guðs signing framyvir.
Systursonur tín Sverri
Ein heilsan á 95 ára degnum
Amalie Charlotte Jóhanna Petersen
(Vanliga nevnd Malla)
Selatrað
Mánadagin 11. juni verður Gutt
orm Klein í Klaksvík 75 ár, men
dagurin verður hildin leygardagin.
Guttorm er ættaður frá Gjógv, og
hann er sonur Helenu, ættað frá
Kirkju, og Dánjal Klein, sum var
formaður í Føroya Fiski manna
felag 1941-1952.
Mamma Guttorm doyði í 1934
á barsilssong við tí tígginda barn
inum, bert 39 ára gomul. Guttorm
gjørdist tískil móðurloysingur, tá
hann var tvey ára gamal. Dánjal
sat eftir við níggju børnum, sum
vóru í aldrinum tvey til átjan ár.
Hetta var ikk i lætt hjá einum fiski
manni, serliga tá í tiðini. Fleiri av
børnunum fóru aðra staðni at
búgva, men Guttorm varð verandi
heima saman við beiggjunum og
elstu systrini. Tað eydnaðist kort
ini at varðveita systkinaflokk in
sum eina eind. Guttorm er vaksin
upp sum ein rættur gjáarmaður og
fekk sum viðføri ta serligu
mentan, sum er eyðkend fyri
Gjógv, og sum er væl lýst í okk ara
røð um Dinnufíu. Dánjal doyði í
1956, 73 ára gamal.
15 ára gamal fór Guttorm til
skips við Sæborg, har John
Joensen í Lorvík var skipari.
Árini aftaná var hann við ymiskum
skipum. Í 1949 fór hann á Føroya
Fólkaháskúla. Aftan á tað fór
hann at læra til elektrikara hjá
Svend Joensen, og í 1959 fekk
hann prógv sum el-installatør.
Síðan fór hann út at sigla sum
elektrikari við Mærsk skipum.
Hann var tó so ringur av sjóverki,
at hann ásannaði, at hetta fór ikk i
at vera hansara lívsstarv.
Eftur at hava siglt ein tein, sum
svarar til átta ferðir kring knøttin,
helt Guttorm, at nú var tíð upp á
at leggja seg á landi. Tá fór hann
at arbeiða hjá SEV í Norðoyggjum.
Og her arbeiddi hann í heili 31
ár.
Í 1971 giftist Guttorm við
Mariu, dóttir Andrass og Malenu
Samson, sum tá sat einkja eftir
Jónstein Biskopstø við trimum
smádreingjum, sum vóru Andrass,
Ólavur og Róðin. Saman fingu
tey dótrina Helenu.
Guttorm hevur eisini verið við í
politikk i fyri Sjálvstýrisflokk in.
Hann hevur fleiri ferðir verið
varamaður á tingi. Eitt skifti sat
hann í tinginum í fýra mánaðir
fyri Asbjørn Joensen, sum var í
sjúkrafarloyvi. Og eitt skifti var
hann eisini formaður í markn aðar
nevndini fyri Hilmar Kass. Hetta
helt Guttorm vera spennandi upp
gávur, og sakligur, sum hann er,
hevur hansara partur ikk i ligið
eftir.
Guttorm hevur eisini havt aðrar
álitissessir, sum at vera formaður
í Húsalánsgrunninum. Hann hev
ur eisini verið limur í ymiskum
valstýrum. Men tá heilsan fór at
bila, slepti hann politikk i og
nevndum.
Tann sum skrivar hesar reglur
havi kent Guttorm gjøgnum longri
tíð. Altíð havi eg verið hugtikin
av hansara vinarligu medferð. Ser
liga komu vit at kennast, tá eg
skrivaði um pápa hansara Dánjal
Klein í FF-blaðnum. Tá kom eg
kenna Guttorm sum eitt sera vit
andi og gløggan mann. Men tað
sum telur enn meira, er hansara
positiva lyndi, sum ger, at ikk i
slepst undan at halda av honum.
Hetta er eisini tann fatan sum
verður váttað, tá tosað verður við
fólk, sum kenna hann betri. At
arbeiða fyri SEV var ein uriaspost
ir, har ein altíð skuldi vera tøkur.
Tá ein sikring fór onkunstaðni í
økinum vóru altíð boð send eftir
honum uttan mun til tíð á sam
døgrinum og uttan mun til veður.
Tað vóru nógvir føðingardagar, tá
Guttorm knappliga var burtur, og
tá var hann farin í onkur bráfengis
SEV ørindini. Eitt kvøld var hann
farin út í so ringum veðri, at mað
urin, sum hevði ólag, og sum
hevði boðsent honum, helt tað
vera óráð at fara upp í pelan og
bað hann bíða til morgunin eftir!
Tað varð sagt um Dánjal Klein,
at hann dugdi væl at fáa semju
millum fólk. Tað sama er galdandi
fyri Guttorm. Hann varð ofta til
kallaðir, tá ósemjur vóru og við
sínum milda lyndi eydnaðist hon
um ofta at slætta sjógv.
Tað er ikk i altíð eins lætt at gift
ast við kvinnu við børnum. Serliga
ikk i hjá einum gomlum dreingi,
sum Guttorm var blivin! Men hetta
hevur ikk i verið nakar trupulleiki í
førinum hjá Guttorm og Mariu.
Hansara stjúksynir bera honum alt
gott og siga, at Guttorm hevur
verið teimum ein framúr pápi.
Hetta skal vera ein heilsan til
tykk um bæði. Kenni eisini Mariu
sum eitt skilafólk. Hon er eins og
Guttorm av góðum bergi brotin.
Annar abbi hennara var gamli
Mortan í Hvannasundi, og hin var
Samson Joensen, væl kendur sum
deknur.
Hjartaliga tillukk u Guttorm og
tit bæði og góðan byrð framyvir!
ó.
Guttorm Klein 75 ár
Maria og Guttorm Klein