Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 107 - 7. juni 2007 Andlát og jarðarferðir Kistan við Helenu Hansen, Haldórsvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Haldórsvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr Sálma­ bókini. Tey sum vilja minnast Helenu, kunnu lata eina peningagávu á konto í Føroya Banka. Elmar Joensen, Skála, andaðist mikudagin 58 ára gamal. Kistan fer frá heiminum hjá soninum Magna, í kirkjuna í kvøld klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju leygardagin klokkan 14. Tey ið vilja minnast Elmar, kunnu lata eina gávu til Meinigheitshúsið á Skála ella Kristnastovu, konta í peningastovnunum. Ragnar Anthoniussen, Fuglafirði, búsitandi í Esbjerg, andaðist á Esbjerg sjúkrahúsi 4. juni, 64 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 10. des. andaðist kæri starvsfelagi okkara, Bjarni í Sjúrðagarði, bert 41 ára gamal. Bjarni varð føddur 1. nov. 1965 og vaks upp her í Havnini. Bjarni var sonur Astrid og John í Sjúrðagarði. Bjarni var giftur Kirstin Ellingsgaard, og tey eiga tey trý børnini, Teit, Guðrið og Tyrna. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1993 og var m.a. lær­ ari á Dímun í 2 ár. Vit fingu ta gleði at hava Bjarna sum lærara í Kommunuskúlanum í umleið 10 ár. Bjarni var altíð klárur við eini hjálpandi hond, og tað, hann átók sær, varð gjørt til lítar. Hann hevði sínar greiðu meiningar um øll sam­ felagsviðurskifti, skúlamál og pol­ itikk, har hann m.a. var av teirri greiðu fatan, at í Føroyum skulu før­ oyingar ráða, tjóðveldismaður um ein háls. Bjarni setti lit á, har hann var. Honum dámdi felagsskapin og hevði altíð við góða skemtingarlyndi sín­ um eitt gott íkast til røttu løtuna. Hóast hann var rættiliga sjúkur hetta síðsta árið og visti hvønn veg tað bar, varðveitti hann tað lætta og skemtiliga sinnið til tað síðsta. Bjarni var sera náttúrukærur maður og merkti hetta lív og levnað hansara í øllum lutum. Hann kendi náttúruna sum fáur, livdi og virkaði í henni í víðastu merking, stóran part av teimum fríløtum, hann hevði: á fleyg, í bakka, haru­ og fuglatúrar, á floti, burturi í haga, á fjalli, var fast­ ur flettari á fleiri bóndagørðum osfr. Og ikki minst var hann ein meistari at eggja øllum møguligum øðrum til at koma út í ta føroysku náttúruna. Soleiðis skipaði hann fyri mongum minniligum og ógloymandi túrinum fyri okkum starvsfeløgunum í Kommunuskúlanum víða um í land­ inum, nakrar av perlunum vóru túr­ arnir á Dímun, í Føgrulíð, Tindhólmi og ikki minst seinasti túrurin fyri einum ári síðani norð á Múla, sum Bjarni skipaði fyri og, hóast illa sjúkur tá, var hann við á ferðini. Bjarni hevði altíð í arbeiði sínum í huga hetta sama at lata eygu og oyru næminganna upp fyri landi okkara í tess marglæti. Sjálvsagdur partur av frálæruni fór fram úti í stórslignu náttúru okkara, og somuleiðis varð náttúran tikin við inn í skúlastovuna til nærri kanningar og umrøðu. Royndi í undirvísingini altíð at hava í huga fyribrigdi ’útinámsfrøði ­ innlæring úti’, sum er nógv uppi í tíðini uttanum okkum. Hetta at næm­ ingarnir røra seg dagliga við at vera úti í náttúruni og ikki minst fáa kunn­ leika og alsk til føðilandið og náttúr­ una. Hetta megnaði hann á dragandi hátt at skapa forvitni um, næming­ anna millum. Hann hevði næmingar sínar framm­ arlaga í huganum. Altíð var onkur spennandi ætlan fyri framman í undirvísingini, okkurt at gleða seg til, ein útferð, ein hugna­ løta, ein fjalltúrur, ein túr á flot, flett­ ing osfr. Bjarni var ógvuliga arbeiðssamur maður. Samstundis, sum hann røkti skúlaarbeiðið sera væl og hevði mong frítíðarítriv, fjarlas hann sálar­ frøði á universiteti í Danmark og tók prógv haðani í juni 2004. Og hóast hann við hesi nýggju útbúgving síni kundi verið farin at arbeiða innan hetta økið burturav, so valdi hann heldur at kombinera hesi bæði yrki og soleiðis halda fram sum lærari í skúla okkara. Hetta kom okkum væl við at hava eitt serút­ búgvið fólk á so týdningarmiklum øki í gerandisdegi skúlans. Hugur okkara leitar til tín, Kirstin, og børnini. Styrki Harrin tykkum í sakninum og sorgini. Vit drýpa høv­ ur í djúpari sorg og virðing fyri starvsfelaga okkara og minnast í takklæti ta tíðina, vit fingu saman við honum. Friður veri við minninum um Bjarna í Sjúrðagarði. Starvsfelagarnir í Kommunuskúlanum Bjarna í Sjúrðagarði til áminningar f. 1. nov. 1965 • d. 10. des. 2006 Mánadagin 4. juni andaðist Helena Hansen Haldórsvík 80 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi hósdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Haldórsvíkar kirkju fríggjdagin kl.14.00. Sálmabókin verður nýtt. Fyri tey avvarðandi Børnini Tey, ið vilja minnast Helenu, kunnu lata eina peningagávu, konta í Føroya Banka. Tíðindaskriv Fríggjadagin 8. juni letur upp nýggj framsýning í Lista­ glugganum ­ ART GALL­ ERIE. Fernisering er kl. 15.30 fríggjadagin, og tað er Kári Svensson, listamaður, ið sýnir fram málningar, sum allir eru málaðir í ár. Mynd­ irnar eru í høvuðsheitum málaðar eftir inspiratión í náttúruni, sum Kári hevur stóran alsk til, bæði sum eygleiðari og njótari av, eitt nú sum frítíðarfiskari. Málningarnir hjá Kára eru koloristiskir og bera brá av, at listamaðurin alla tíð­ ina vil víðari í tráanini eftir at fullføra síni verk. Kári hevur stóran part av árinum arbeitt við at fullføra eina heildarframsýning við tí fyri eyga at sýna fram í Listaglugganum. Kári Svensson er ein av okkara mætastu listamonn­ um, og hann hevur nógvar framsýningar á baki – bæði í Føroyum, norðurlondum og fleiri londum longri burt­ ur í heimi. T.d. hevur Kári nýliga luttikið í einari altjóða ætlan í samband við, at Litava verður mentanarland 2009, við luttøku av lista­ fólki úr fleiri londum, har Kári hevur málað ein máln­ ing 3 m x 5,5 m til støddar. Øll verkini ið eru gjørd í samband við hesa ætlan koma út í bók, og filmur verður gjørdur um ætlanina, umframt at verkini fara á eina fleirlanda ferð í 2 ár. Dyrnar lata upp fríggja­ dagin komandi kl. 15.30, og Kári Svensson verður til­ staðar ­ hetta er fyrsta ein­ staklingaframsýning í Lista­ glugganum. Kári Svensson í Listaglugganum Dagurin 8. juni – Medardus Deyður umleið ár 560. Biskupur í St. Quentin og Tournai í Fraklandi. Í Fraklandi er hann vernd­ ari hjá øllum teimum, sum hava víngarðar, og hjá øllum bryggjarum. Kendi listmálarin, Kári Svensson, hevur fyrstu ein­ staklingaframsýning í Lista­ glugganum í N. Finsensgøtu