hósdagur 7. juni 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 107 - 7. juni 2007
Andlát og jarðarferðir
Kistan við Helenu Hansen, Haldórsvík, fer úr
kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í kvøld klokkan
18. Jarðarferðin verður úr Haldórsvíkar kirkju
fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr Sálma
bókini. Tey sum vilja minnast Helenu, kunnu lata
eina peningagávu á konto í Føroya Banka.
Elmar Joensen, Skála, andaðist mikudagin 58 ára
gamal. Kistan fer frá heiminum hjá soninum
Magna, í kirkjuna í kvøld klokkan 19. Jarðarferðin
verður úr Skála kirkju leygardagin klokkan 14. Tey
ið vilja minnast Elmar, kunnu lata eina gávu til
Meinigheitshúsið á Skála ella Kristnastovu, konta í
peningastovnunum.
Ragnar Anthoniussen, Fuglafirði, búsitandi í
Esbjerg, andaðist á Esbjerg sjúkrahúsi 4. juni, 64
ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
10. des. andaðist kæri starvsfelagi
okkara, Bjarni í Sjúrðagarði, bert 41
ára gamal.
Bjarni varð føddur 1. nov. 1965 og
vaks upp her í Havnini. Bjarni var
sonur Astrid og John í Sjúrðagarði.
Bjarni var giftur Kirstin Ellingsgaard,
og tey eiga tey trý børnini, Teit,
Guðrið og Tyrna.
Hann tók læraraprógv á Føroya
Læraraskúla í 1993 og var m.a. lær
ari á Dímun í 2 ár.
Vit fingu ta gleði at hava Bjarna
sum lærara í Kommunuskúlanum í
umleið 10 ár.
Bjarni var altíð klárur við eini
hjálpandi hond, og tað, hann átók
sær, varð gjørt til lítar. Hann hevði
sínar greiðu meiningar um øll sam
felagsviðurskifti, skúlamál og pol
itikk, har hann m.a. var av teirri
greiðu fatan, at í Føroyum skulu før
oyingar ráða, tjóðveldismaður um
ein háls.
Bjarni setti lit á, har hann var.
Honum dámdi felagsskapin og hevði
altíð við góða skemtingarlyndi sín
um eitt gott íkast til røttu løtuna.
Hóast hann var rættiliga sjúkur hetta
síðsta árið og visti hvønn veg tað
bar, varðveitti hann tað lætta og
skemtiliga sinnið til tað síðsta.
Bjarni var sera náttúrukærur
maður og merkti hetta lív og levnað
hansara í øllum lutum. Hann kendi
náttúruna sum fáur, livdi og virkaði í
henni í víðastu merking, stóran part
av teimum fríløtum, hann hevði: á
fleyg, í bakka, haru- og fuglatúrar, á
floti, burturi í haga, á fjalli, var fast
ur flettari á fleiri bóndagørðum osfr.
Og ikki minst var hann ein meistari
at eggja øllum møguligum øðrum til
at koma út í ta føroysku náttúruna.
Soleiðis skipaði hann fyri mongum
minniligum og ógloymandi túrinum
fyri
okkum
starvsfeløgunum
í
Kommunuskúlanum víða um í land
inum, nakrar av perlunum vóru túr
arnir á Dímun, í Føgrulíð, Tindhólmi
og ikki minst seinasti túrurin fyri
einum ári síðani norð á Múla, sum
Bjarni skipaði fyri og, hóast illa
sjúkur tá, var hann við á ferðini.
Bjarni hevði altíð í arbeiði sínum í
huga hetta sama at lata eygu og oyru
næminganna upp fyri landi okkara í
tess marglæti. Sjálvsagdur partur av
frálæruni fór fram úti í stórslignu
náttúru okkara, og somuleiðis varð
náttúran tikin við inn í skúlastovuna
til nærri kanningar og umrøðu.
Royndi í undirvísingini altíð at
hava í huga fyribrigdi ’útinámsfrøði
- innlæring úti’, sum er nógv uppi í
tíðini uttanum okkum. Hetta at næm
ingarnir røra seg dagliga við at vera
úti í náttúruni og ikki minst fáa kunn
leika og alsk til føðilandið og náttúr
una. Hetta megnaði hann á dragandi
hátt at skapa forvitni um, næming
anna millum.
Hann hevði næmingar sínar framm
arlaga í huganum.
Altíð var onkur spennandi ætlan
fyri framman í undirvísingini, okkurt
at gleða seg til, ein útferð, ein hugna
løta, ein fjalltúrur, ein túr á flot, flett
ing osfr.
Bjarni var ógvuliga arbeiðssamur
maður. Samstundis, sum hann røkti
skúlaarbeiðið sera væl og hevði
mong frítíðarítriv, fjarlas hann sálar
frøði á universiteti í Danmark og tók
prógv haðani í juni 2004.
Og hóast hann við hesi nýggju
útbúgving síni kundi verið farin at
arbeiða innan hetta økið burturav, so
valdi hann heldur at kombinera hesi
bæði yrki og soleiðis halda fram
sum lærari í skúla okkara. Hetta kom
okkum væl við at hava eitt serút
búgvið fólk á so týdningarmiklum
øki í gerandisdegi skúlans.
Hugur okkara leitar til tín, Kirstin,
og børnini. Styrki Harrin tykkum í
sakninum og sorgini. Vit drýpa høv
ur í djúpari sorg og virðing fyri
starvsfelaga okkara og minnast í
takklæti ta tíðina, vit fingu saman
við honum.
Friður veri við minninum um
Bjarna í Sjúrðagarði.
Starvsfelagarnir í
Kommunuskúlanum
Bjarna í Sjúrðagarði til áminningar
f. 1. nov. 1965 • d. 10. des. 2006
Mánadagin 4. juni andaðist
Helena Hansen
Haldórsvík
80 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi hósdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Haldórsvíkar kirkju
fríggjdagin kl.14.00. Sálmabókin verður nýtt.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Tey, ið vilja minnast Helenu, kunnu lata eina peningagávu,
konta í Føroya Banka.
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 8. juni letur upp
nýggj framsýning í Lista
glugganum - ART GALL
ERIE.
Fernisering er kl. 15.30
fríggjadagin, og tað er Kári
Svensson, listamaður, ið
sýnir fram málningar, sum
allir eru málaðir í ár. Mynd
irnar eru í høvuðsheitum
málaðar eftir inspiratión í
náttúruni, sum Kári hevur
stóran alsk til, bæði sum
eygleiðari og njótari av, eitt
nú sum frítíðarfiskari.
Málningarnir hjá Kára
eru koloristiskir og bera brá
av, at listamaðurin alla tíð
ina vil víðari í tráanini eftir
at fullføra síni verk. Kári
hevur stóran part av árinum
arbeitt við at fullføra eina
heildarframsýning við tí
fyri eyga at sýna fram í
Listaglugganum.
Kári Svensson er ein av
okkara mætastu listamonn
um, og hann hevur nógvar
framsýningar á baki – bæði
í Føroyum, norðurlondum
og fleiri londum longri burt
ur í heimi. T.d. hevur Kári
nýliga luttikið í einari altjóða
ætlan í samband við, at
Litava verður mentanarland
2009, við luttøku av lista
fólki úr fleiri londum, har
Kári hevur málað ein máln
ing 3 m x 5,5 m til støddar.
Øll verkini ið eru gjørd í
samband við hesa ætlan
koma út í bók, og filmur
verður gjørdur um ætlanina,
umframt at verkini fara á
eina fleirlanda ferð í 2 ár.
Dyrnar lata upp fríggja
dagin komandi kl. 15.30,
og Kári Svensson verður til
staðar - hetta er fyrsta ein
staklingaframsýning í Lista
glugganum.
Kári Svensson í
Listaglugganum
Dagurin
8. juni – Medardus
Deyður umleið ár 560.
Biskupur í St. Quentin
og Tournai í Fraklandi. Í
Fraklandi er hann vernd
ari hjá øllum teimum,
sum hava víngarðar, og
hjá øllum bryggjarum.
Kendi listmálarin, Kári
Svensson, hevur fyrstu ein
staklingaframsýning í Lista
glugganum í N. Finsensgøtu