hósdagur 7. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 107 - 7. juni 2007
- Vit hava næstan
fingið fingið slætt
borð, men einasta
rætta er at yvirtaka
útlendingamálini og
tað er væl hugsandi,
at viðurskiftini
hjá útlendingum í
Føroyum vera ein
partur í valstríðnum
til næsta løgtingsval,
sigur Jacob
Vestergaard
útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað einasta rætta er, at vit
yvirtaka útlendingamál á
føroyskar hendur.
Tað heldur Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum.
Vit hava spurt hann, hvat
hann heldur um støðuna hjá
útlendingum í Føroyum,
eftir at vit í Sosialinum í
gjár fortaldu søguna um
Natashu Hvalba, sum hevur
rikist sum tongul í brimi
ímillum ymsar myndugleik
ar og har skeivir og ófull
fíggjaðir upplýsingar hava
gjørt henni tilveruna nógv
tyngri enn neyðugt var.
Myndugleikarnir
hava
mangan staðið fyri skotum
fyri
tað
viðferð,
sum
útlendingar í Føroyum fáa.
Ruðuleiki, ósømiligt og
vanvirðiligt er orð, sum
ofta eru klistrað upp á
viðferðina, sum útlendingar
í Føroyum hava fingið.
Og Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í innlend
ismálum, er samdur í, at
nógv kundi verið øðrvísi.
Men hann heldur ikki, at
talan er um so stóran ruðu
leika longur.
Vit hava tikið lívið av
ruðuleikanum, sum hann
tekur til.
Hann sigur, at tær allar
flestu umsóknirnar nú eru
avgreiddar. Men borðið er
ikki heilt slætt enn, tí fram
vegis
mangla
einstakar
umsóknir at verða avgreidd
ar.
Tær ímillum er tann hjá
Natashu Vukotic, sum vit
umrøddu í blaðnum í gjár.
Hinvegin staðfestir Jacob
Vestergaard, at útlendinga
mál eru danskt málsøki
burturav.
Leikluturin hjá innlendis
málaráðnum er bara tann at
ummæla umsóknir, sum eru
komnar til danska udlænd
ingestyrelsen.
Men hóast tað ikki er
okkara borð, hevur innlend
ismálaráðið kortini átikið
sær ein leiklut, sum ráð
gevari, tá ið útlendingar
ringja. Hóast tað ikki er
okkara uppgáva yvirhøvur,
lata vit nógv arbeiðsorku til
at ráðgeva útlendingum í
Føroyum.
Men rætta staðið at
venda sær, er til útlendinga
tænastuna í Danmark.
Yvirtøka einasta
rætta
Jacob Vestergaard ásannar
eisini, at tað ger støðuna
serliga torføra, tá í tveir
ymsir myndugleikar skulu
upp í eina slíka viðgerð.
Og hann heldur ikki, at
tað er rætt, at vit brúka dan
ir sum syndabukkar fyri alt,
sum ikki gongur, sum ætl
að, sjálvt um útlendingamál
eru donsk málsøki burturav
og at teir sostatt eiga alla
ábyrgdina.
Men føroyingar skulu
kortini viðgera allar umsókn
ir og ummæla tær og tá
kann óvissa taka seg upp
um, hvør hevur ábyrgdina
av hvørjum. Og tað er ikki
gott nokk, at hvør skyldar
upp á annan.
Tað einasta rætta er, at
vit yvirtaka útlendingamál
á føroyskar hendur, tí so
hava vit sjálvi alla ábyrgd
og allan avgerðarrætt í okk
ara egnu hondum.
Men hóast hetta er eitt
málsøki, sum ikki kostar
alla verðina at yvirtaka, er
hetta ikki eitt mál, sum er á
politisku dagsskránni hjá
samgonguni.
Tað er ikki undirtøka
fyri tí í samgonguni og tí er
hetta heldur ikki eitt mál,
sum vit hava arbeitt við.
Jacob Vestergaard sigur,
at fyri nøkrum árum síðani
vístu metingar, at hetta er
eitt mál, sum kostar einar
fýra milliónir at yvirtaka.
Nú er prísurin nakað
hægri, men serliga dýrt er
tað ikki, sigur hann.
Hann sigur, at tosað
hevur verið um at føroyingar
kundu yvirtikið tann partin
av útlendingamálum, sum
hevur uppihaldsog arbeiðs
loyvi og familjusamanfør
ingar at gera.
Men nú hevur Natasha
búð í Føroyum samanhang
andi í átta ár og hevur hon
tilboð um arbeiði, vildi eg
mett, at hon skuldi havt góð
ar møguleikar at fingið var
andi uppihaldsloyvi. Men
tað má so løgfrøðiliga við
gerðin vísa, tá ið øll skjøl
eru komin inn.
Eru fortreytirnar loknar,
er væl onki í vegin fyri at
føroyskir myndugleikar við
mæla eini slíkari umsókn,
sigur landsstýrismaðurin.
Tá ið søkt verður um
arbeiðs og uppihaldsloyvi,
hevur støðan á arbeiðsmark
naðinum
øgiliga
stóran
týdning.
Og hesi seinastu árini
hevur støðan verið tann, at
tað hevur verið eitt ávíst
arbeiðsloysi, men nú er
støðan aftur munandi batn
að, so tær fortreytirnar eru
eisini broyttar til fyrimuns
fyri teir útlendingar, sum
hava hug at arbeiða í Før
oyum, leggur hann afturat.
Á heimasíðuni
www.nyidanmark.dk eru all
ir upplýsingar á fleiri tungu
málum um, hvussu útlend
ingar skulu bera seg at í
sambandi við síni viðurskifti
í Danmark og í Føroyum.
Kundu
brúkt
fleiri
fólk
Nú er rættilig
gongd komin
á flakavirkið í
Vági, men hevði
Fiskavirking men
tey kundu gott
brúkt fleiri fólk
Hesa seinastu tíðina er
rættilig gongd komin á
arbeiðið á flakavirkinum
í Vági. John Nielsen,
virkisleiðari hjá Fiska
virking, sigur, at tey í løt
uni eru tey 110 fólk á
virkinum og tey arbeiða í
tveimum vaktum.
Tað er fólk úr allari
Suðuroy, sum arbeiðir í
Vági.
Men hann staðfestir
samstundis, at høvdu tey
fingið 30 fólk afturat,
høvdu tey eisini kunnað
brúkt tey.
Vit høvdu kunnað
arbeitt munandi meiri
fisk, høvdu vit bara havt
meiri fólk, sigur hann.
Men, hvussu nógv, tey
kundu virka afturat, kann
hann ikki meta um.
Sum heild hevur tað
gingið væl í Vági. Tað
kunnu altíð trupulleikar
stinga seg upp, tá ið farið
verður undir nýtt virkið,
men í Vági hevur tað
gingið heilt gott.
Í Vági verður fiskurin
virkaður og pakkaður í
smápakkar, beint í køli
diskarnar í handlunum
niðri á marknaðinum í
Evropa.
Samstundis staðfestir
hann eisini, at enn er
onki greitt, hvussu verð
ur við virkinum á Tvør
oyri.
-áki-
Hava tikið lívið
av ruðuleikanum
Halda seg burtur
Eingin grund er til at leypa framav og forbjóða
allari sigling við ferðafólkum eftir berglopið
eystanfyri á Nólsoynni týskvøldið, tí slík
berglop eru sjáldan. Men tað er skilagott at
halda seg burturi frá staðnum á Nólsoynni, har
lopið var, í minst ein mánað ella alt summarið,
sigur Lis Mortensen, natúrgeografur, við
Útvarpið, eftir at tað týskvøldið leyp í hellum
eystanfyri Nólsoynna, har ferðafólk við
Norðlýsinum skuldu til hellukonsert.
Pólland heldur rentu niðri
Norskir lántakarar kunnu takka pólendsku arbeiðsinnrásini fyri, at
norska rentustøðið ikki er hægri enn tað er. Tað skrivar heimasíðan
hjá Vinnuhúsinum. Sambært teimum hevur pólendska
arbeiðsmegin í Noregi havt munandi ávirkan á norska búskapin
orsaka av høgum produktiviteti. Vinnuhúsið vísir til hagstovn, sum
vil vera við, at leiðandi rentan í Noregi vildið ligið uppi á 5
prosent og ikki á núverandi 4,25 prosent um pólendingar ikki
arbeiddu í Noregi. Útrokningar vísa, at lønarstøðið í Noregi vildi
verið 2 prosent hægri, um ongir pólendingar vóru í Noregi.
- Tað er ikki rætt, at tað skal vera ógreitt, hvør hevur ábyrgdina og tí eiga vit at taka hana sjálvi,
sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum