Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 107 - 7. juni 2007 - Vit hava næstan fingið fingið slætt borð, men einasta rætta er at yvirtaka útlendingamálini og tað er væl hugsandi, at viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum vera ein partur í valstríðnum til næsta løgtingsval, sigur Jacob Vestergaard útlendingamál Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað einasta rætta er, at vit yvirtaka útlendingamál á før­oyskar hendur. Tað heldur Jacob Vester­ gaard, landsstýrismaður í inn­lendismálum. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um støðuna hjá útlendingum í Føroyum, eftir at vit í Sosialinum í gjár fortaldu søguna um Natashu Hvalba, sum hevur rikist sum tongul í brimi ímillum ymsar myndug­leik­ ar og har skeivir og ófull­ fíggjaðir upplýsingar hava gjørt henni tilveruna nógv tyngri enn neyðugt var. Myndugleikarnir hava mangan staðið fyri skotum fyri tað viðferð, sum útlendingar í Føroyum fáa. Ruðuleiki, ósømiligt og vanvirðiligt er orð, sum ofta eru klistrað upp á viðferðina, sum útlendingar í Føroyum hava fingið. Og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í inn­lend­ is­málum, er samdur í, at nógv kundi verið øðrvísi. Men hann heldur ikki, at talan er um so stóran ruðu­ leika longur. - Vit hava tikið lívið av ruðuleikanum, sum hann tekur til. Hann sigur, at tær allar­ flestu umsóknirnar nú eru avgreiddar. Men borðið er ikki heilt slætt enn, tí fram­ vegis mangla einstakar um­sóknir at verða av­greidd­ ar. Tær ímillum er tann hjá Natashu Vukotic, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár. Hinvegin staðfestir Jacob Vestergaard, at útlend­inga­ mál eru danskt málsøki burt­urav. Leikluturin hjá innlendis­ málaráðnum er bara tann at ummæla umsóknir, sum eru komnar til danska udlænd­ ingestyrelsen. - Men hóast tað ikki er okkara borð, hevur innlend­ is­málaráðið kortini átikið sær ein leiklut, sum ráð­ gevari, tá ið útlendingar ringja. Hóast tað ikki er okkara uppgáva yvirhøvur, lata vit nógv arbeiðsorku til at ráðgeva útlendingum í Før­oyum. - Men rætta staðið at venda sær, er til útlend­inga­ tænastuna í Danmark. Yvirtøka einasta rætta Jacob Vestergaard ásannar eisini, at tað ger støðuna serliga torføra, tá í tveir ymsir myndugleikar skulu upp í eina slíka viðgerð. Og hann heldur ikki, at tað er rætt, at vit brúka dan­ ir sum syndabukkar fyri alt, sum ikki gongur, sum ætl­ að, sjálvt um útlendingamál eru donsk málsøki burturav og at teir sostatt eiga alla ábyrgdina. - Men føroyingar skulu kort­ini viðgera allar umsókn­ ir og ummæla tær og tá kann óvissa taka seg upp um, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Og tað er ikki gott nokk, at hvør skyldar upp á annan. - Tað einasta rætta er, at vit yvirtaka útlendingamál á føroyskar hendur, tí so hava vit sjálvi alla ábyrgd og allan avgerðarrætt í okk­ ara egnu hondum. Men hóast hetta er eitt máls­øki, sum ikki kostar alla verðina at yvirtaka, er hetta ikki eitt mál, sum er á politisku dagsskránni hjá samgonguni. - Tað er ikki undirtøka fyri tí í samgonguni og tí er hetta heldur ikki eitt mál, sum vit hava arbeitt við. Jacob Vestergaard sigur, at fyri nøkrum árum síðani vístu metingar, at hetta er eitt mál, sum kostar einar fýra milliónir at yvirtaka. Nú er prísurin nakað hægri, men serliga dýrt er tað ikki, sigur hann. Hann sigur, at tosað hevur verið um at føroyingar kundu yvirtikið tann partin av útlendingamálum, sum hevur uppihalds-og arbeiðs­ loyvi og familjusaman­før­ ingar at gera. - Men nú hevur Natasha búð í Føroyum saman­hang­ andi í átta ár og hevur hon tilboð um arbeiði, vildi eg mett, at hon skuldi havt góð­ ar møguleikar at fingið var­ andi uppihaldsloyvi. Men tað má so løgfrøðiliga við­ gerðin vísa, tá ið øll skjøl eru komin inn. - Eru fortreytirnar loknar, er væl onki í vegin fyri at føroyskir myndugleikar við­ mæla eini slíkari umsókn, sigur landsstýrismaðurin. Tá ið søkt verður um ar­beiðs- og uppihaldsloyvi, hevur støðan á arbeiðs­mark­ n­aðinum øgiliga stór­an týdn­ing. Og hesi seinastu árini hevur støðan verið tann, at tað hevur verið eitt ávíst arbeiðsloysi, men nú er støð­an aftur munandi batn­ að, so tær fortreytirnar eru eisini broyttar til fyrimuns fyri teir útlendingar, sum hava hug at arbeiða í Før­ oyum, leggur hann afturat. Á heimasíðuni www.nyidanmark.dk eru all­ ir upplýsingar á fleiri tungu­ málum um, hvussu útlend­ ingar skulu bera seg at í sam­bandi við síni viðurskifti í Danmark og í Føroyum. Kundu brúkt fleiri fólk Nú er rættilig gongd komin á flakavirkið í Vági, men hevði Fiskavirking men tey kundu gott brúkt fleiri fólk Hesa seinastu tíðina er rætti­lig gongd komin á arbeiðið á flakavirkinum í Vági. John Nielsen, virkisleiðari hjá Fiska­ virk­ing, sigur, at tey í løt­ uni eru tey 110 fólk á virki­num og tey arbeiða í tveimum vaktum. Tað er fólk úr allari Suðuroy, sum arbeiðir í Vági. Men hann staðfestir samstundis, at høvdu tey fingið 30 fólk afturat, høvdu tey eisini kunnað brúkt tey. - Vit høvdu kunnað ar­beitt munandi meiri fisk, høvdu vit bara havt meiri fólk, sigur hann. Men, hvussu nógv, tey kundu virka afturat, kann hann ikki meta um. Sum heild hevur tað gingið væl í Vági. Tað kunnu altíð trupulleikar stinga seg upp, tá ið farið verður undir nýtt virkið, men í Vági hevur tað gingið heilt gott. Í Vági verður fiskurin virkaður og pakkaður í smápakkar, beint í køli­ diskarnar í handlunum niðri á marknaðinum í Evropa. Samstundis staðfestir hann eisini, at enn er onki greitt, hvussu verð­ ur við virkinum á Tvør­ oyri. -áki- Hava tikið lívið av ruðuleikanum Halda seg burtur - Eingin grund er til at leypa framav og forbjóða allari sigling við ferðafólkum eftir berglopið eystanfyri á Nólsoynni týskvøldið, tí slík berglop eru sjáldan. Men tað er skilagott at halda seg burturi frá staðnum á Nólsoynni, har lopið var, í minst ein mánað ella alt summarið, sigur Lis Mortensen, natúrgeografur, við Útvarpið, eftir at tað týskvøldið leyp í hellum eystanfyri Nólsoynna, har ferðafólk við Norðlýsinum skuldu til hellukonsert. Pólland heldur rentu niðri Norskir lántakarar kunnu takka pólendsku arbeiðsinnrásini fyri, at norska rentustøðið ikki er hægri enn tað er. Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Sambært teimum hevur pólendska arbeiðsmegin í Noregi havt munandi ávirkan á norska búskapin orsaka av høgum produktiviteti. Vinnuhúsið vísir til hagstovn, sum vil vera við, at leiðandi rentan í Noregi vildið ligið uppi á 5 prosent og ikki á núverandi 4,25 prosent um pólendingar ikki arbeiddu í Noregi. Útrokningar vísa, at lønarstøðið í Noregi vildi verið 2 prosent hægri, um ongir pólendingar vóru í Noregi. - Tað er ikki rætt, at tað skal vera ógreitt, hvør hevur ábyrgdina og tí eiga vit at taka hana sjálvi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum